fríggjadagur 11. februar 2011síða 6
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 11. februar 2011 · Nr. 18
6
Sosialurin
Áki Bertholdsen
– Tað eru nógvar ætlanir,
men onki kemur burtur úr.
Tað sigur Leila Solmunde,
forkvinna í Meginfelag Teirra
Brekaðu, MBF,
– Hetta er eitt rættiligt
vónbrot,
leggur
Sigrun
Wardum, forkvinna í Javna,
sum felagið hjá fólki við
menningartarni, afturat.
Tað, tær báðar tosa um,
eru bústaðarmøguleikarnar
hjá fólki við breki ella menn
ingartarni.
Akkurát hesin spurning
urin var eitt høvuðsmál á
fundinum, sum Sambands
flokkurin skipaði fyri í Mið
vági týskvøldið.
Á fundinum var ætlanin, at
fundarfólkið skuldi fáa høvi
til at fortelja Rósu Samuelsen,
landsstýriskvinnu í almanna
málum, hvat tey halda um
støðuna og hvørjar ábøtur
tey halda, eru mest neyðugar
at seta í verk.
Og tær báðar forkvinnur
nar halda altso at bústaðar
bygging til fólk við serligum
tørvi
er
eitt
tað
mest
átrokandi málið at fáa loyst.
– Eg vóni inniliga, at gongd
kemur á íbúðarbygging, sigur
Sigrun Wardum.
Katastrofalt
Sigrun Wardum sigur, at
hetta snýr seg fyrst og fremst
um virðing, tí øll hava sama
rætt at vera her.
– Men summi noyðast at
fáa serligar umstøður fyri at
kunna hava sama rætt, sum
onnur.
– Og bústaðartrotið er
heilt katastrofalt, leggur hon
afturat.
Leila Solmunde harmast
almikið um, at politikarar
ikki løgdu upp fyri hesum tá
ið Húsalánsgrunnurin varð
umskipaður
– Hann er besta amboðið,
politikarar hava og tí er tað
eitt vónbrot, at hann ikki
verður hann brúktur til at
fíggja leiguíbúðir við.
Hon spyr eisini, hvat verð
ur av nógv umrødda bústað
arpakkin, sum tosað hevur
verið um í nógv ár.
Eg sakni, at politikarar
taka seg saman, sigur Leila
Solmunde.
40 á bíðilista
Sigrun Wardum sigur, at í
løtuni standa gott og væl 40
fólk við menningartarni á
bíðilista hjá Nærverkinum
til at fáa bústað.
– Nógv á hesum hava heilt
bráðneyðugan tørv á at fáa
sín egna bústað.
Men forkvinnan í Javna
veit, at nógv fleiri fólk hava
stóran tørv á bústaðum, tí
fleiri skriva seg slett ikki upp,
tí støðan er vónleyst.
Harafturat er greitt, at tey
átta fólkini á Rásini, sum er
ein eftirskúli fyri menningar
tarnað í Runavík, verða liðug
skjótt og so skulu eisini tey
hava eitt bústaðartilboð.
– Sostatt er veruligi tørv
urin nógv størri enn tey 40
fólkini, sum formliga standa á
bíðilistanum og tað er greitt,
at tað eru nøkur, sum koma í
eina alvorliga klemmu, sigur
hon.
Leila Solmunde sigur, at
fyri so vítt er ikki so nógvir
bíðilistar at seta seg á hjá
fólki við serligum tørvi, sum
vilja hava egnan bústað.
– Talan eri ikki bara um
fólk við breki og menningar
tarni. Talan er eisini um fyri
tíðarpensjónistar, avlamispen
sjónistar, fólkapensjónistar,
stakir uppihaldarar og aðrar
bólkar av fólki, sum hava so
lága inntøku, at tey ongan
møguleika hava at byggja sær
egin hús.
– Einasti møguleiki, tey
nú hava, er búgva heima,
ella fáa sær eina íbúð, sum í
mongum førum er bæði dýr
og í vánaligum standi.
Tóku yvir 20 milliónir
Sigrun Wardum sigur, at sum
støðan er nú, kann ongin
vænta at fáa bústað uttan so
at onkur, sum longu hevur
bústað, antin flytir av landi
num ella doyr.
Og teir bústaðirnir, sum
eru til taks, eru bara vanlig
sethús, har búfólkini hava
sítt egna kamar, men har tey
hava felags køk, stovu, wc og
baðiverilsi.
– Tað er at kalla púra til
vildarligt hvør býr saman við
hvørjum og mong kenna ikki
hvønn annan. Umstøðurnar
eru so vánaligar, at ongin
sleppur at velja, hvørjum tey
vilja búgva saman við.
Men
so
spyr
Sigrun
Wardum eisini:
– Hvør av okkum vil búgva
í búfelagsskapi alt lívið?
– Tað kann vera stuttligt,
tá ið mann er ungur, men ikki
alt lívið, leggur hon.
Forkvinnan í Javna stað
festir, at tá ið fíggjarlógin
fyri í ár varð smíðað saman
í
samgonguni,
fegnaðust
tey um, at ætlanin var at
seta yvir 30 milliónir av til
bústaðarbygging til fólk við
serligum tørvi.
Men tá ið fíggjarlógin
varð samtykt, vóru bara 10
milliónir eftir, tí Løgtingið
skarvaði restina av játtanini.
– Hetta var eitt stórt vón
brot, tí øll eru so vælviljað
at tosa við, men tá pening
urin skal játtast, er skjótt at
gloyma og orðini verða ikki
víst í verki.
Fleiri hundrað fólk
við breki á bíðilista
ÓLUKKILIGT Fleiri hundrað fólk við breki og menningartarni eru í eini
heilt óukkuligari støðu, tí tey fáa onki at búgva í og tí má gongd fáast
á bústaðarbygging alt fyri eitt, halda bæði Javni og MBF
Tá ið tosað verður um
bústaðir til fólk við
serligum tørvi, skal
talan vera um vanligar
bústaðir.
Tað staðfestir Sigrun
Wardum, forkvinna í
Javna.
– Fólk við serligum
tørvi skulu búgva akku
rát sum øll onnur, legg
ur hon afturat.
Hon sigur, at talan
kann gott verða um
at tey búgva í einum
íbúðarblokki.
– Men talan skal
ikki
verða
um
ein
stovn, sum skilir seg
burtur úr aðrari bygg
ing og har tað verður
víst fyri øllum, at her
býr ein serligur bólkur
av fólki.
Sum tað sæst í
aðrari grein, standa eini
50 fólk við menningar
tarni á bráðneyðugum
bíðilista
til
at
fáa
bústað.
Og
forkvinnan
í
Javna
hevur
hoyrt
graml um, at ætlanin
er at byggja ein stóran
stovn til eini 40 fólk
fyri at fáa bíðilistan av
vegnum.
– Men tað verður
undir ongum umstøð
um góðtikið, staðfestir
hon.
Hon sigur, at øll
fólk hava rætt at gera
av, hvar tey vilja búgva
og saman við hvørjum
og hesin sami rættur er
eisini galdandi fyri fólk
við menningartarni, og
tey skulu ikki stúvast
saman í ein stovn onku
staðni.
Rósa
Samuelsen,
landsstýriskvinna
í
almannamálum sigur,
at eina slíka ætlan hev
ur hon ikki hoyrt um og
trýr ikki uppá, at tað er
nakar sum gongur við
tílíkum ætlanum.
– Vit skulu hava heim
og ikki stovnar, sigur
hon og leggur afturat.
– Fólk skulu búgva
inni í sínum egna heimi,
hóast tey búgva á stovni
og øll skulu hava sjálvs
avgerðarrætt, hvar tey
so búgva.
Tað
verður
undir
ongum
umstøðum
góðtikið
Nú mugu politikarar
taka seg saman
40
fólk
-nei
takk
VÓnbroT
Tað er heilt galið
við bústaðar
møguleikum til
fólk við breki,
menningartarni
ella øðrum
serligum tørvi og
hóast nógv verður
tosað, verður
onki gjørt, siga
forkvinnurnar í
Javna og MBF