Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-11, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. februar 2011síða 6

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 18 · 11. februar 2011 6 VIKUSKIFTI Sjón leikar húsinum, har teir fóru at spæla til dans mikukvøld. – Vit skulu fáa ein part av inn tøk­ unum frá tiltøkunum, men vit vóru rætt iliga ivasamir, tí vit vistu ikki, um tað fór at koma fólk í dans hjá okkum miku kvøld. Men tað komu tað. Ferð eftir ferð var Sjónleikarhúsið pakkað við upp ímóti 700 fólkum, so tað riggaði sera væl, sigur Robert. Íslendskur ruðuleiki Faroe Boys endaðu eisini í Íslandi, har teir skuldu spæla til fleiri tiltøk tær tvær vikurnar, teir vóru har. Íslendingar vóru ikki so fegnir um, at útlendskir bólk ar komu til landið at taka arbeiðið frá íslendsk um tónleikarum, men Faroe Boys sluppu inn um mark. – Áðrenn fyrsta tiltakið vórðu vit ávaraðir um, at tað var ikki vist, at tað fór at rigga hjá okkum. Kvøldið var eitt ameri kanara kvøld, tey kallaðu, tí amerikanskir her menn, sum hildu til í Keflavík, sluppu í býin hetta kvøld. So hildu íslendsku mannfólkini seg eitt sindur burtur, til amerikanararir skuldu heim á midnátt. – Men tað vísti seg, at vit spældu nógvar amerikanskar sangir, og her­ menninir dámdu okkum sera væl, og tá ið teir fóru heim, fyltist hølið einaferð afturat við íslendingum. Dansur var frá klokkan 21 til 02 í Íslandi tá í tíðini, men Faroe Boys sluppu ikki av pallinum aftur. – Tá ið klokkan bleiv tvey, og vit skuldu gevast at spæla, stóðu íslendingar og róptu »áfram« frammanfyri pallin. Vit hugsaðu ikki um, at tað var so strangt við tíðini, so vit spældu nakrar sang ir afturat, men fólk vildu framvegis ikki lata okkum sleppa av pallinum. Tað bleiv so nógv troðka, at onkur datt upp á pallin og breyt eitt bein av el­klaver­ inum hjá okkum. – Løgreglan plagdi at verða í nánd av dansihølinum, tá ið dansurin endaði, og tað bleiv ikki mætari hetta kvøldið, enn at løgreglan mátti leggja upp í fyri at fáa okkum av pallinum aftur. Vaktar fólkini til tiltakið megnaðu tað ikki einsa møll, sigur Robert. Faroe Boys livdu sum rættar popp­ stjørnur í Íslandi. Teir spældu kring land ið, og vóru eisini á flogi fyri at koma fram til eitt tiltak. Svøríki kallaði Faroe Boys fingu eisini til tilboð úr Svøríki, sum ljóðaði rættiliga lokkandi, og sum veruliga kundu ført teir longur fram á leið uttanlands. Svenska sjón­ varpið sendi boð eftir teimum til eina væl umtókta leygarkvøldssending, har teir skuldu spæla live. Eisini fingu teir í boði at spæla til onnur tiltøk í Stock­ holm. Men bólkurin fór ongantíð avstað. Tónleikararnir vóru budnir at skúla og øðrum í Føroyum, og tað bar ikki til at fáa frí. – Fýra av okkum vóru sinnaðir at fara avstað líkamikið hvat. So mátti skúli verða skúli, og vit kundu altíð koma heimaftur. Men tá ið tað ikki bar til hjá øllum at fara avstað, so fóru vit ikki, sigur Robert. – Eg eri ikki harmur um, at vit ikki gjørdu meira fyri at koma fram uttan­ lands. Eg hevði saktans viljað havt nakrar upplivingar afturat, men tað pass aði mær fínt, at eg fyrst og fremst spældi tónleik og undirhelt her heima, sig ur Robert. – Tónleikurin og undirhaldið hava altíð verið eitt ítriv hjá mær, og tað havi eg havt tað fínt við. Kanska var ein dreymur har einaferð um at sleppa uttan lands at spæla tónleik, men eg havi ongantíð hildið, at eg havi forsømt ein møgu leika, tí eg havi havt tað sera gott við tí, sum eg havi gjørt. Eg treivst væl sum lærari, kundi spæla tónleik í frí tíðini og fekk eisini brúkt tónleikin í ar beiðnum hjá mær, sigur Robert. Tann mest kiksaða løtan Í meira enn 50 ár hevur hann spælt, sungið, skemtað og undirhildið føroy­ ingum, og tað hevur hann dugað framúr væl. – Hóast eg havi nógvar royndir, so havi eg altíð fyrireikað meg væl til mínar framførslur. Fólk siga, at eg kann bara rysta okkurt úr ermuni, men so lætt er tað ikki. Tað skal síggja so leiðis út, men aftan fyri liggur nógv fyri reik­ ing. Tað er bert, tá tú ert tryggur við tína framførslu og veitst, hvat tú skalt, at tú kanst fara av sporinum við hvørt og improvisera, sigur Robert. – Eg minnist bara einaferð, at tað fullkomiliga kiksaði hjá mær, tá ið eg skuldi undirhalda. Tað var í eini veitslu í ein um klubba á bygd. Eg brúkti ein monolog hjá Keld Petersen, sum æt »Jól í tí flúgvandi tallerkinum«. Hann var eitt sindur langur, eitt sindur tekniskur, men stuttligur, helt eg. Men tað hildu tey, sum vóru í veitsluni, ikki. Eg læs og læs og læs og gjørdi mítt besta, men eingin flenti. Eingin. Og eg kundi ikki bara steðga og siga »gott er«. Eg mátti halda fram til tann bitra enda, sjálvt um eingin uttan eg helt tað verða stuttligt. Tá ið eg var liðugur, klappaðu fólk høfliga, men tá sat eg við sveittabroti, tí tað ræðuligt fyri meg. Tað er tann ring asta løtan, sum eg havi upplivað í undir haldi øll hesi árini. – Tíbetur høvdu vit ymiskt annað á skránni hetta kvøldið, eisini okkurt lokalt skemt, og tað reddaði okkum í land. Otium við undirhaldi Í hesum døgum markerar Robert McBirnie, at tað eru liðin 50 ár, síðani hann byrjaði at undirhalda. Hann hevur giv ið savnsfløgu út, og í næstum hevur hann konsert í Sjónleikarhúsinum í Havn. – Eg tími framvegis væl at undir­ halda og spæla tónleik, og eg havi ongar ætlanir um at gevast fyribils. Eg eri biðin til tiltøk eitt ár fram, og eg trív ist betur enn nakrantíð við at undir halda. – Síðani eg gavst sum lærari fyri góðum trimum árum síðani, hevur tað virkað lættari at skula út at undirhalda. Eg havi ikki havt eina strævna viku aftanfyri meg, og kann tí fyrireika meg væl til mínar framførslur, sigur Robert. So meðan aðrir pensióneraðir lær­ arar fara at skriva eitthvørt, passa seyð, rógva út ella hugna sær í havanum, so heldur Robert McBirnie fram sum undirhaldari, skemtari og tónleikari. Og Robert er til at kenna aftur, hóast hann er farin um pensiónistaaldur – frískur, blíður og skemtingarsamur. Robert er ikki sum hini – og eingin er sum Robert. myndir: jens kristian vang Í hesum døgum markerar Robert McBirnie, at tað eru liðin 50 ár, síðani hann byrjaði at syngja og undirhalda Skulu vit drepa grind? – ja, vit skulu halda fram at drepa grind, og vit skulu gera tað ordiligt. tað er blivið nógv betur við drápinum, men vit skulu allatíðina hugsa um, at gera tað enn betri. vit skulu ikki lata okkum kroysta av umhvørvisfelagsskapum, sum vilja hava okkum at gevast við grindadrápinum. Hóast mælt verður frá at eta grind, so eti eg grind, tá eg havi møguleika til tað. Hvat heldur tú um løgmann? – Hava vit nakran løgmann? Hvat dámar tær junk-food? – eg leggi einki í pizza og slíkan mat. Men mær dámar væl at fáa eina hotdog við eini reyðari pylsu, tá ið eg komi til Danmarkar. tað er nakað av tí fyrsta, eg geri, tá ið eg eri í Danmark. annars dámar mær best føroyskan mat – ikki minst fisk. Hvussu er við veðrinum í Føroyum? – tað kundi avgjørt verið betri. ein langur vetur við vánaligum veðri kann verða rættiliga súrur. Mær dámar væl at sleppa suður eftir í sólina at halda feriu. Skal stripp bannast í Føroyum? nei, tað haldi eg ikki. Lat tey endiliga strippa, sum hava hug til tað. Um eingin hugdi eftir tí, so forbjóðaði tað seg sjálvt. Fimm skjótir