mikudagur 22. mars 2000síða 8
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Seinastu dagarnir hava
veri› buldraligir í politi-
ska heiminum. Hol var›
fríggjadagin sett á samrá›-
ingarnar millum donsku
stjórnina og landsst‡ri ›
um framtí› stø›u Føroya.
Er ta› eitt lív eftir ríkis-
felagsskapin, spyrja nógv-
ir føroyingar seg, sam-
stundis sum ringur sjógv-
ur er í sambandinum mill-
um partarnar, sum sam-
rá›st.
Danski
statsministarin
valdi eina har›a kós mót-
vegis føroyska loysingar-
kravinum, og ta› stó›st
miki› rok av. Skiftistí›in,
sum føroyingar fáa at gera
seg sjálvstø›ugar búskap-
arliga, ver›ur tr‡ ella f‡ra
ár, og ta› er langt frá teim-
um 15-20 árunum, sum
landsst‡ri› hevur lagt upp
til. Donsk blø› vilja ver›a
vi›, at sáttmálauppskoti›
hjá lands-st‡rinum kann
hava vi› sær eina skiftistí›
upp 63 ár.
Tá har›astu skjálvtarnir
frá samrá›ingunum hava
laga› seg, kemur fremsti
danski
poppbólkurin
hendan vegin at undir-
halda føroyingum. Og ta›
ver›ur ivaleyst stuttligari
at hoyra uppá enn mono-
toni› bo›skapurin hjá Ny-
rup. Steffen Brandt kann
eisini ljó›a monotonur,
men hann hevur humor og
saman vi› bólki sínum,
TV2, kunnu teir lata naka›
av tí besta poppundir-
haldinum, sum finst í dan-
ska kongaríkinum.
Um
samrá›ingarnar
millum donsku stjórnina
og landsst‡ri› fer at hava
vi› sær eitt sjálvstø›ugt
føroyskt land, mugu før-
oyingar syrgja fyri at fáa
eina langa og gó›a skiftis-
tí› vi› danska poppheim-
in. Eini 63 ár er neyvan
heilt av lei›. Ta› hev›i
veri› spell at skula ver›a
framførslur hjá TV2 og
ø›rum donskum popp- og
rockbólkum fyri uttan,
men hetta kemur neyvan
upp á tal, bara tí vit loysa
frá Danmark.
TV2 dáma væl at arga
fólk, serliga danir, men
teir hava helst okkurt í
skjáttuni vi› til Føroya, nú
teir skulu standa framm-
anfyri føroyskum áhoyrar-
um. Tá Creamy vóru her í
seinasta mána›, vóru ta›
serliga børnini, sum fingu
eitt stórt upplivilsi. Hesa-
fer› eru ta› ungfólk og
vaksin
ungfólk,
sum
sleppa at halda seg fram
at. Og vi› einum TV2 á
pallinum, eigur ta› ikki
enda gali›.
Nr. 57 - 22. mars 2000
14
Tí›indabla›i› Sosialurin
Postsmoga 76
110 Tórshavn
Tlf: 311820
Fax: 314720
Teldupostur:
yngd@sosialurin.fo
Ábyrgdarbla›stjóri:
Jan Müller
Uppseting:
Karis Olsen
Yngd er ein partur av Sosi-
alinum mikudag.
Evsta-
mark er á middegi fríggja-
dag
Skiftistí› vi› danska poppheimin
Vinn eina fløgu
Nú gevur Yngd tær eisini møguleikan at
vinna onkra av nýggjastu fløgunum, sum
eru á marknaðinum. Fyri at lesararnir eisini
skulu hava høvi at koma fram at, hava vit
sjálvsagt rúm fyri einum brævkassa, har
lesararnir fáa høvi til at siga sína hugsan
um líkt og ólíkt.
Hevur tú eina yrking, eitt hjartasuff um
okkurt, ella ein spurning til Yngd ella okkurt
heilt annað, so er bara at finna pennin ella
telduna fram, og skriva til okkum. Antin til
Sosialurin postboks 76, 110 Tórshavn,
merk brævbjálvan „Yngd“. Ella send okk-
um teldupost á yngd@sosialurin.fo
Hvørja viku verður so drigið lut ímillum
innkomnu brøvini, og vinnarin fær eina
spildurnýggja fløgu sendandi frá 3‘aranum
í SMS. Fyri at eingin skal smæðast burtur,
seta vit onga treyt um at innkomið tilfar
verður undirskrivað við fullum navni. Navn
og bústaður eiga tó verða upplýst til Yngd,
soleiðis at vit vita, hvar ein møgulig fløga
skal sendast.
Send inn
inn og vinn
letur
eina
fløgu
um
vikuna
til teg,
sum
hevur
besta
inn-
slagi›
í Yngd.
Les
í Sosialinum
Sosialinum
hvønn mikudag
Nr. 57 - 22. mars 2000
15
Bár›ur Johannesen og Hannus Petersen
Fyri gó›um trimum vikum sí›ani skriva›u vit um
fyrireikingar og fer›aætlan til námsfer›ina til
Róm, og lova›u, at grei›a frá túrinum, tá i› vit
komu heimaftur. Túrurin í Róm hevur veri› eina-
standandi gó›ur vi› nógvum stuttligum, spenn-
andi og minnisríkum upplivilsum.
Fríggjamorgunin tann 25. februar møttust vit
á farstø›ini vi› fullum kufferti, búki fullum av fir-
valdum og vónum um eina spennandi fer›, i› stó›
fyri framman. Vit skuldu fyrst gista privat í Dan-
mark í 2 dagar, á›renn fari› var› ví›ari vi› toki til
Róm. Siglt var› fyrst vi› ferju til T‡sklands, og sí›-
ani var› fari› vi› toki gjøgnum alt Evropa. Tokfer›-
in vardi í slakar 24 tímar, so ein kundi hugsa› sær,
at ta› gjørdist heldur strævi›, men so var ikki. Vit
fingu sengur at sova á í tokinum, og ta› var helst
ta›, i› veruliga gjørdi tokfer›ina gó›a, sjálvt um
svøvnurin var lítil.
At koma til Róm var at kalla ein opinbering.
Her er alt ø›rvísi enn ta›, i› føroyingar eru vanir
vi›; mentaliteturin og atmosferan kundi ikki l‡sast
vi› or›um — hetta má upplivast!
Tá i› vit komu á tokstø›ina í Róm og byrja›u
at ganga til hotelli›, i› lá stutt ha›ani, fingu vit ta
fyrstu hómingina av, hvussu frávíkjandi livihátturin
hjá okkum er í mun til tann italska; her sipa vit til
fer›sluna í Róm. Fyri ta› fyrsta koyrdu bilarnir
bert í einari einvegis torvu, og fyri ta› næsta var
eingin gonguteigur í eygsjón, so vit máttu bara
leypa yvirum vegin og vóna ikki at ver›a yvirkoyrd.
Og um onkur gekk spakuliga yvirum, hoyrdist bein-
anvegin floyt og róp frá teimum ótolnu bilføraru-
num. Fer›slan í Italia er sum Ricki Martin tekur til:
”La Vida Loca”- ta› svaka lívi›, men hetta sum so
mangt anna› skal ein helst bara venja seg vi›.
Hotelli›, har i› vit bú›u, var ikki av teimum
fínastu; men ta› n‡tist ta› ei heldur vera, av tí at
hotelli› mest sum bert ver›ur n‡tt til at sova á.
Hvør dagur hjá okkum gekk eftir fullum skema, har
i› vit gingu runt í b‡num og hugdu, ikki bert eftir
stásiligum og gomlum bygningum, i› Róm er
kendur fyri, men eisini tí, i› nútí›armentanin í Róm
hev›i at bjó›a uppá vi› kaféum og matstovum á
hvørjum horni — hetta setti ein serstakan dám á.
Øki› rundanum hotelli› var ei heldur naka› at
reypa av. Skøkjur sóust allasta›ni, og oftani fekk
hotelli› vitjan av hesum gle›isgentum — Her er
ikki talan um, at dreingirnir í okkara flokki lupu
frammav og lótu seg freista; men a›rar heldur
fínar handilsmenn, i› tóku sær av løttum.
Flott og fantastiskt!
Av tí at Róm var demokratiskt st‡rt, so máttu
keisararnir gera sítt til at fólkini vóru nøgd vi›
teirra virki sum stjórnarlei›arar. Tann rómverski
keisarin mátti geva fólkinum ta›, i› fólki› vildi
hava: panem et circensem ( brey› og sjónleik). Av
tí sama n‡ttu teir nógva orku til at byggja almenn
marglætishús s.s. svimjihallir (thermae) og ring-
leikhús, i› vóru at síggja allasta›ni.
Her kunnu vit nevna ta› stóra amphiteatri›
ella ringleikhúsi›, Kollosseum, i› rómverjar á sinni
n‡ttu til undirhald. Á skránni var millum anna›
svør›leikaraspøl og vei›is‡ningar. Lítil vón var um
lív hjá krígsfangum, trælum og borgarum, sum
anna›hvørt vór›u tvinga›ir ella valdu at gerast
svør›leikarar (gladiatorar). Tá ráddi ta› um at
hava teir bestu svør›leikararnar, og løgnari djórini
vóru, tess vísari var sigurin. Fylgjurnar vóru líti›
hugaligar hjá djórunum. Í fjór›u øld vór›u fleiri
villinidjór avoydd, eitt nú áarrossi› í Nubia, leyvan
í Mesopotamia og fílurin í Nor›urafrika. Sagt ver›-
ur, at tá i› ringleikhúsi› var› vígt, vór›u eftir bo›-
um frá keisaranum, næstan 5000 djór dripin bara
í ein dag. Byggisni›i› hjá Kollosseum gongur runt
í ein ring, og av hesum stavar navni amphiteatrum
(Or›i› amphi er úr griskum og merkir “í ring”).
Byggimeistarar á okkara døgum hava n‡tt hesi
byggisni› sum fyrimynd, og t.d. eru ítróttarvallir
ví›a um heim bygdir vi› amphiteatrum í huga.
Eisini vitja›u vit kenda útgrivna b‡in Pompei,
i› liggur gott og væl 2 tímar vi› toki úr Róm. Hesin
b‡ur var› fullkomiliga fjaldur í øsku, tá i› Vesuv
fjalli› goysti í 79 e.kr.. Hendingin var› til alla lukku
skriva› ni›ur av tænastumanni Traianus keisara,
Plinius, i› sá hetta fyribrigdi› naka› fjart ha›ani.
Plinius, l‡sur gjølla hesa ógvisligu hending í
tveimum brøvum til vinmann sín, Tacitus.
Í dag er stórur partur av b‡num útgrivin, har
i› stásiligir bygningar og fornleivdir í hópatali
standa at kalla júst sum um ta› mundi›, ólukkan
hendi. At ganga runt í b‡num kendist sum um ein
var afturi í arinum 79 e.kr.
Barokkin
Í mi›øldini hev›i tann katólska kirkjan, t.e.
pávamaktin, stórt vald. Uml. 400 kirkjur og
kleystur vór›u bygd um hetta mundi›. Hesar kirkj-
ur eru so stórar og ógvusligar, at ein kennir seg
sum eina meyru, tá i› ein stendur og sko›ar alt
ta› stásiliga pr‡›i›, i› har er at síggja. Orsøkin til,
at alt er so stórt, er ikki tilvildarlig. Bo›skapurin í
øllum hesum er, at vit menniskju skula kenna okk-
um lítil og einkisigandi. Alt hetta virkar sum ein
stórur maktfaktorur, i› kúgar fólki› - ein jantelóg
um tú vilt.
Róm í dag
Tá i› tú gekk runt í b‡num og fekk sólina í eyguni,
var ta› eisini ymiskt anna›, i› tú fekk í eyguni:) Tá
i› ein gongur runt allan dagin og hungrar eftir vit-
an, so er ta› eisini freistandi at seta seg ni›ur at
sløkkja tostan. Hugnaligt, gott og deiligt var at
sita á kafé og fáa sær eitt glas av víni ella sjey.
Italiumonnum dáma væl at sita á kafé og bróta frá
gerandisstrí›num inn í millum, og hetta tók okkum
ikki langa tí› at venja okkum vi›.
Í fyrru greinini skriva›u vit, at ætlanin var
eisini at fara til fótbóltsdyst í Champions League,
og so var› gjørt. Dysturin var ímillum italska li›i›
Lazio og Ni›urlendska li›i› Feyenord. Stuttligt var
at sita ímillum 30.000 fólk, i› øll sótu og róptu og
sungu. Hetta var eitt satt upplivilsi, og sjálvt um
fitt av hooligans vóru at síggja, so gjørdu teir til
alla lukku líti› og einki um seg.
Eftir at hava veri› í Róm í sjey dagar, vóru vit
øll eitt fer›aminni ríkari, og sjálvt um fer›in
ongantí› var anna› enn gó›, so vóru vit gla› at
sleppa heimaftur til okkara at samanbera
slowmotion gerandisdagin í Føroyum. —
Úti er gott, men heima er best.
Mi›námsfer›in hjá 98 b, annar partur
Allir vegir
Allir vegir
føra til Róm
føra til Róm