Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-22, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. mars 2000síða 9

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

TERJI NIELSEN Hesa seinastu tí›ina hevur ikki so nógv veri› at hoyrt til ein av okkara best umtóktu tónleika- bólkum, Kjølar, men eitt illf‡si› t‡skvøld í mars hitta vit tríggjar av limunum í Kjølum í einum lítlum venjing- arhøli ni›ri á Margar- infabrikkini í Havn. Teir tríggir, Henn- ing Nicodem- ussen, Jens Tummas Næss og Jens Marni Hansen, hava nú stovna› ein n‡ggjan bólk, sum teir rópa fyri All That Rain. Kjølar enda›i í sátt og semju Tá i› fólk hoyra, at tríggir av teimum f‡ra limunum í Kjølum hava stovna› sín egna bólk, halda nógv, at so hevur onkur klandur veri›, sum hevur gjørt, at Kjøl- ar eru farnir í søguni, men hetta avsanna teir tríggjir limirnir í All That Rain. Tann fjór›i limurin í Kjølum, sum ikki er vi› í All That Rain, er sangar- in Signar í Homrum. Signar hevur seinastu árini veri› búsitandi í Svøríki, og nú hevur hann fingi› bæ›i familju og eitt krevjandi starv, sum ger, at ta› ikki er so lætt hjá honum at koma heim á klettarnar at spæla tónleik. Fyrstu tí›ini eftir at Signar var fluttur til Svøríkis, virk- a›i Kjølar á tann hátt, at Signar kom heim í einar tveir mána›ir, og tá spældu Kjølar nógv, men so kundi ta› ganga eitt hálvt ár, har bólkur- in lá fullkomiliga í dvala. Hetta bar ikki til í longdini, og nú ber ta› heldur ikki til hjá Signar at vera í Føroyum í long- ri tí›arskei›, og tískil stovna›u hinir limirnir í Kjølum n‡ggja bólkin All That Rain. Hava roynt annan forsangara Tá i› fari› var undir bólkin All That Rain, royndu teir at finna sær ein n‡ggjan forsangara. Ein av okkara bestu sangarum royndi seg saman vi› bólkinum í nakrar dagar, men hóast hesin hev›i eina framúrskarandi rødd, so rigga›i samstarvi› ikki heilt, og ta› eru teir tríggir í All That Rain ógvuliga harmir um. Men er onkur, sum hevur hug til at royna seg sum forsangara hjá bólkinum, so eru teir opnir fyri at taka onkran inn til royndarvenjingar. Ta › kann tó ikki roknast vi›, at bólkurin fer at taka ein og hvønn inn til royndarvenjingar,tí sum teir siga, so skal ta› vera kvalitetur, tí teir eru ikki desperatir eftir at fáa ein sangara. Teir leggja stóran dent á, at ta› fungerar væl sum trio. At ta› nú einans er Jens Marni, sum syngur, halda teir ikki vera nakran ampa, men Jens Tummas sigur vi› einum skeivum brosi, at Jens Marni mangan er rættu- liga nervøs, tá i› teir skulu á pallin. Nú er ta› bara All That Rain Seinastu mána›irnar hava teir tríggir, Henn- ing, Jens Tummas og Jens Marni,fer›ast kring landi› vi› bólkinum Dynamit 2000, men hetta er nú eisini fari› í søgubókina.Ta› sama er galdandi fyri bólkin Sjey, sum teir trígir manna›u saman vi› songfuglinum Eivør Pálsdóttir. Tískil er ta› bara All That Rain, sum stendur á skránni, og teir tríggir hava í meira ella minni mun valt at brúka alla sína orku til henda bólk. Ta› vil siga, at teir ikki fara at hava naka› fulltí›arstarv aftr- at tónleikinum. Í løtuni arbei›ir Jens Marni á Nomatek, men hann heldur sjálvur, at tí›in er búgvin til at fara at brúka alla orkuna til All That Rain. Henning arbei›ir naka› á Sandoy Seafood, me›an Jens Tummas lesur nakrar l‡singar inn. Í løtuni roynir bólk- urin at venja so nógv sum gjørligt, og teir siga, at teir venja einar tríggj- ar ella f‡ra fer›ir um vikuna, umframt at teir eisini spæla til dans onkusta›nis í vikuskifti- num. Í Føroyum er ta› annars rættuliga vanligt, at nógvir tónleikarar spæla vi› nógvum ym- iskum bólkum, men teir tríggir í All That Rain siga, at frá nú av fara teir ikki at spæla í nøkrum ø›rum bólki enn hesi n‡ggju trioini hjá teimum. Spæla í Danmark í maj All That Rain vil eisini fegin gera vart vi› seg uttan fyri landoddarnar. Tískil er skipa› fyri ein- um stórum dansitiltaki í ta› fyri føroyskar útiset- ar so kenda dansista›i› í Keypmannahavn, Gim- le, einafer› í maj mán- a›a, har bólkurin fer at hava eina konsert. Í sambandi vi› hesa kon- sertina hava fleiri fólk innan donsku tón-leika- vinnuna fingi› innbjó›- ing til konsertina. Hetta eru fólk frá plátufeløg- um, útvarpsstø›um og líknandi. Á henda hátt vóna limirnir í All That Rain,at onkur fær áhuga fyri teimum, og at teir fáa a›rar uppgávur í Danmark ella longur úti í ver›. Stílurin er naka› broyttur Tá i› All That Rain fer at trína á pallin í Høllini á Nabb fríggjakvøld at hita upp fyri TV2, fara teir at spæla nøkur av teimum gomlu løgu- num hjá Kjølum, men eisini okkurt n‡tt ver›ur á skránni. Men hóast nøkur av løgunum eru gomul Kjølar løg, so er stílurin naka› broyttur. Í hesum sambandi sigur Henning, at Signar hev- ur eina rættuliga bleyta og polera›a rødd, me›- an Jens Marni hevur eina meiri skitna ella ráa rødd, og hetta fer uttan iva eisini at seta sín dám á tónleikin, sum helst ikki fer at vera so fittur, sum vit ofta kendu hann frá Kjølum. Hóast tónleikurin kanska er blivin eitt sindur meiri skitin og ráur, so siga teir tríggir í All That Rain, at dyna- mikkurin framvegis er tann sami, sum hann var í Kjølum. Um hetta er satt, fær man so at vita, tá i› All That Rain fyri fyrstu fer› fer á pallin til eina stóra konsert, tá i› teir fríggjakvøldi› fara at hita upp fyri stóra danska bólkin TV2 í høllini á Hálsi. Farvæl Kjølar og gó›an dag til All That Rain Ein av okkara best umtóktu tónleikabólkunum seinastu árini, Kjølar, er nú farin í søgubókina. Ísta›in hava tríggir av teimum f‡ra limunum í Kjølum stovna ein n‡ggjan bólk, sum teir nevna All That Rain. Hesin bólkurin fer at vera upphitingarbólkur til konsertina hjá TV2 í høllini á Hálsi fríggjakvøldi›