Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-28, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. februar 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 41 - 28. februar 2002 Nr. 41 - 28. februar 2002 3 Klaksvík: Málið fekk drúgva viðgerð, mest sum allir býráðslimir tóku orðið. Breið semja var um, at tað er ikki uppgávan hjá kom- mununi at útvega teimum ungu undir 18 ár diskotek. Tað skulu privatpersónar taka sær av, men kommun- an skal vísa vilja til at hjálpa ella stuðla. Eisini førdu nakrir av limunum fram, at tað er gott, at tey ungu fáa eitt so- kallað frítíðarhús, men tað loysir ikki tann trupulleik- an, sum var orsøkin til alt rokið á Posthúshorninum føstulávintsmánakvøld. Tá var boðaskapurin fra teim- um ungu sera greiður: »Vit vilja hava eitt diskotek!« Rúsfrítt umhvørvi –Kommunan vil skapa rús- fríar karmar til ungdómin at húsast í undir skipaðum eftirliti, men tey ungu skulu sjálv verða við til at skipa fyri tiltøkum, segði Eyð- gunn Samuelsen, formaður í sosialu nevnd. Sosiala nevnd hevur sam- tykt at seta ein ungdóms- leiðara at orða ein ung- dómspolitikk hjá Klaksvík- ar kommunu. Jógvan við Keldu mælti til, at málið ikki varð skundað ígjøngum: –Tað skal heldur leggjast væl til rættis, og greitt skal vera áðrenn, hvør arbeiðs- uppgávan hjá leiðaranum skal vera. Eitt býráð, sum skilir støðuna Rani Nolsøe helt, at tað sum hendi á føstulávint er eitt greitt dømi um, at søgan endurtekur seg. Hann var sjálvur við, tá ungdómshúsið, sum var síðst í sjeytiárunum og fyrst í áttatiárunum, varð sett á stovn. –Munurin tá og nú er, at nú situr eitt býráð við vald- ið í Klaksvík, sum skilir støðuna hjá teimu ungu, segði hann, og vísti á eina kanning, sum Tekniski Skúli í Klaksvík hevur gjørt millum næmingar í fram- haldsdeildini, og har søgdu 80% av næmingunum, at tey t. d. eitt fríggjakvøld kl 22:30 vildu hava eitt stað at vera saman í og lurta eftir tónleiki. Hetta tulkar Rani Nolsøe sum um, at tey ungu vilja hava eitt ungdómshús. Men tað var tó ikki hetta, sum tey róptu um á føstu- lávint. Ungdómshús loysir ikki alt –Hetta málið er í øllum før- um ikki klárt til nakra støðutakan. Tann størsti trupulleikin er, at einki dansistað er til tey ungu undir 18 ár í kommununi, segði Karl Heri Joensen. Hann helt tí, at ungdóms- húsið ikki loysir tann partin av trupulleikanum. Hann vísti eisini á, at áðrenn Atlantis lat upp við biografi í 1997, var eisini nógv tosað um tiltøk til tey ungu. Men hvat hendi? Biograf- urin bar seg ikki vegna vantandi undirtøku. –Óansæð hvat verður gjørt, má og skal tað vera undirtøkan, sum er avger- andi, segði Karl Heri Joen- sen. Brá av nostalgi Seinasti røðarin var Betta á Dalinum, hon er lærari og hevur framhaldsdeild. Hon sigur, at tey ungu siga seg ikki krevja so nógv – bert eitt stað við taki yvir høvd- ið, har tey kunnu dansa. –Tá hugsað verður um, at tey ungu hava skipað fyri dansi í Kunoyartunlinum, so mugu vit ásanna, tey krevja ikki nógv, segði hon. Umrøðan av hesum máli- num endaði við, at Stein- bjørn Jacobsen tók saman um, og málið varð koyrt aftur í nevnd. –Eg gleði meg til, at onkur tekur stig til at loysa handan partin av trupul- leikanum, segði hann og sipaði til dansiviðurskiftini hjá teimum ungu. Ein drúgv umrøða, sum bar brá av nostalgi hjá fleiri av býráðslimunum, var at enda komin, og fundur var lokin klokkan gott átta. Ikki uppgávan hjá kommununi at skipa fyri diskoteki Býráðsfundur var í Klaksvík í týskvøldið. Eitt av málunum var um viðurskiftini hjá ung- dóminum í Klaksvík UNGDÓMSVIÐURSKIFTI Solby A. Eliasen Býráðið í Klaksvík vil fegið, at ungdómur hevur trygg og góð viðurskifti til virksemi sítt, men breið semja er um, at privatfólk eiga at skipa fyri dansi Mynd: Solby A. Eliasen Nakað av tí, sum Jógvan Mørkøre segði í grein í Sosialinum um arbeiðið við Menas-kanningini, kundi ikki góðtakast. Tað samdist Seturs- ráðið um á einum fundi har úttalilsini hjá Jógvani Mørkøre vóru á skránni. Men rekatarin á Fróð- skaparsetrinum vil ikki siga nakað um hvat tað var, sum ikki kundi góðtakast MENAS–KANNINGIN Rúnar Reistrup Jógvan Mørkøre, adjunktur á Fróðskaparsetri Føroya, segði okkurt við Sosialin fyri tveimum vikum síðan, sum ikki hóvaði ovastu leiðsluni á Fróðskaparsetri- num, Setursráðnum. Men hvat tað var, sum fall ráð- num fyri bróstið, ber ikki til at fáa uppspurt. –Eg kann ikki vera ósamd í mátanum sum Jógvan Mørkøre lýsir mannagongdina í arbeiði- num við Menas-kanningini. Har var nógv, sum vit kundu havt gjørt betur, er einasta viðmerking, sum Malan Marnersdóttir hevur um greinina, har Jógvan Mørkøre úttalaði seg kritiskt um millum annað leiklutin hjá Fróðskapar- setrinum í arbeiðinum við at gera sonevndu Menas- kanningina. Ov tætt at persónum Malan Marnersdóttir upp- lýsir, at Setursráðið við- gjørdi úttalilsini hjá Jóg- vani Mørkøre, adjunkti á Søgu- og Samfelagsdeild- ini, á einum fundi og samd- ist um at summar av orð- ingunum hjá adjunktinum ikki kundu góðtakast. Men hon vil koma nærri inn á hvørjar orðingar talan er um ella orsøkina til at tær ikki kundu góðtakast. –Hatta er eitt mál, sum eg ikki kann úttala meg nærri um uttan at tað kemur ov tætt inn uppá persónar, sig- ur rektarin á Fróðskapar- setri Føroya. Rektarin vil heldur ikki meta um hví Jógvan Mørk- øre hevur valt at biða um at sleppa í farloyvi í tríggjar mánaðir, og vil ikki koma nærri inn á innihaldið í tí skrivinum, sum fundurin í Setursráðnum kom fram til, og sum Jógvan Mørkøre í blaðnum í gjár lýsir sum eina hóttan. Løgtingsmál Í Mentamálastýrinum ligg- ur í løtuni ein fyrispurning- ur til Óla Holm, lands- stýrismann, frá Finni Helmsdal, løgtingslimi, og bíðar eftir at verða svarað- ur. Fyrispurningurin snýr seg um viðurskiftini á Fróðskaparsetrinum og inniheldur millum aðrar spurningin: "Um tað verður landsstýrismanninum greitt, at álvarsliga atfinn- ingarsom viðurskifti valda ella fara fram á Fróðskapar- setrinum, hvat ætlar hann so at gera við tað?". Men at internu viður- skiftini á Fróðskaparsetri- num soleiðis eru evni á løg- tingi fær ikki rektaran á Fróðskaparsetrinum til at blenda upp fyri tí, sum í hevur elvt til stríð millum leiðsluna og Jógvan Mørk- øre. –Vit hava givið Menta- málastýrinum teir upplýs- ingar, sum biðið var um, og vit eru til reiðar at svara upp á alt sum spurt verður um haðani, sigur Malan Marnersdóttir, rektari á Fróðskaparsetri Føroya. Ikki bara í løgtinginum er áhugi fyri hvat hendir á Fróðskaparsetrinum, nú ar- beiðið við Menas-kanning- ini hevur kastað ljós á internar trupulleikar. Í Sosialinum í gjár upplýsti Jógvan Mørkøre, at hann hevði biðið Magistarafelag- ið um at lata sakførara hyggja at málinum. Rektarin á Fróðskaparsetrinum: Orðingarnar hjá Jógvan kunnu ikki góðtakast Malan Marnersdóttir, rektari á Fróðskaparsetrinum, vil ikki siga hví ella hvørjar orðingar hjá Jógvan Mørkøre ikki kunnu góðtakast Frammanundan hevur blaðið deildir í Suðurstreymi, Suðuroy og í Norðoyggjum Fríggjadagin 1. mars víðkar Sosialurin um sítt virksemi við nýggjari redaktión, deild í Eysturoynni. Blaðið letur við hesum upp sína triðju redaktión uttan fyri Havnina. Frammanundan hevur Sosialurin deildir í Suðuroy og í Norðoyggj- um. Blaðdeildin í Eystur- oynni heldur til í hølunum hjá arbeiðarafelagnum Hæddini í Saltangará. Vil- mund Jacobsen, blaðmaður fer at taka sær av nýggju deildini og frá henni dekka alt eysturoyarøkið. Vil- mund hevur drúgvar royndir sum blaðmaður. Hann hevur arbeitt á bæði 14. September og FF- blaðnum. Ætlanin er eisini, at marknaðarfólk skulu hava tilknýti til deildina. Nýggja redaktiónin í Eysturoynni er ein liður í strategiini hjá Sosialinum at kunna vera til staðar í nærumhvørvinum og at kunna gerast meira sjón- ligur kring alt landið. Hetta er eisini í tráð við tíðarinnar anda við økismenning – menning av lokalsamfeløg- unum kring landið. Jan Müller, ábyrgdar- blaðstjóri sigur, at blaðið við hesum nýggjasta tiltak- inum vónar í størri mun enn í dag at kunna vera tali- rør fyri allar eysturoyingar. –Við at hava skrivstovu í hjartanum á Eysturoynni og at hava fólk á staðnum ynskja vit sum blað at vísa øllum eysturoyingum djúp- astu virðing. Oyggin er í stórari menning. Her grør um gangandi fót. Her býr eitt virkið fólk. Tað er okkara ynski at kunna fara út í hvønn krók í oynni og greiða øllum Føroya fólki frá, hvat her fyriferst. Jan Müller vísir á, at Sosialurin við hesum tiltaki ynskir at halda fram við royndum sínum at gerast eitt landsblað fyri allar føroyingar í øllum bygdum og býum. -Tað er einki dulsmál, at miðlarnir í Føroyum brúka mestu orku sína uppá at dekka tað, sum fer fram í Havnini. Hetta er heldur ikki so løgið, tá hugsað verður um, hvussu nógv virksemi er tengt at høvuðsstaðnum, og at her býr ein triðingur av land- sins íbúgvum. Men sohvørt arbeiðsumstøðurnar og møguleikarnir hjá fjølmiðl- unum verða betraðir eitt nú við framkomnari tøkni er lættari at virka kring alt landið. Framtíðar miðla- menningin snýr seg um menniskju og teirra nær- umhvørvi. Tí ræður um hjá miðlunum í Føroyum at vera á staðnum, har lív og virksemi er. Fýra redaktiónir Høvuðsredaktiónin á So- sialinum er á Argjum. Har starvast í dag 25 fólk. Blaðið hevur síðani deild í Suðuroy við blaðfólki bæði í norðara og syðra partinum av oynni. Eisini er redak- tión í Norðoyggjum við skrivstovu í Klaksvík. Har starvast í løtuni tvey fólk. Nú letur so triðja deildin upp í Eysturoynni. Um- framt høvuðsdeildina í Havnini og hesar tríggjar oyggjaredaktiónirnar hevur blaðið eisini eina sokallaða “rullandi redaktión”. Tað er blaðfólk, sum alla tíðina er úti kring landið. Tað skal røkka út til tey plássini, har oyggjaredaktiónirnar ikki røkka. Við øðrum orðum er rullandi redaktiónin for- longdi armurin hjá øllum fýra redaktiónunum hjá blaðnum og skal samtíðis byggja brýr millum hesar. Tað er fyrst og fremst nýggja tøknin, sum ger tað møguligt at lata upp deildir kring alt landið. Blaðfólk- ini skriva og taka myndir og senda tilfarið til høvuðs- deildina á Argjum um inter- netið. Við hesi gongdini heldur blaðstjórin á Sosialinum, at tað ber til at geva út blað dag um dag við teimum mest týðandi og aktuellu tíðindunum úr øllum landinum. Hann leggur aftrat, at blaðið við hesum eisini vil geva Føroya fólki betri umstøður at kunna vera við í tí almenna orða- skiftinum. Hava fólk okkurt uppá hjartað - tíðindi ella tey sjálvi vilja siga sína hugsan um eitthvørt - kunnu tey leggja leiðina inn á eina av mongu deildunum hjá blaðnum ella tey seta seg í samband við antin høvuðsdeildina á Argjum ella enn betri – ringja til rullandi redaktiónina, sum beinanvegin kemur á stað- ið. Deildir í útlandinum Blaðið hevur eisini redak- tiónir í útlandinum. Eina deild á Christiansborg, ið tekur sær av tí politiska tilfarinum haðani og eina í Esbjerg, sum stendur fyri uttanlandatilfarinum hjá blaðnum. Harumframt hava nógvir freelansarar tilknýti til blaðið. Í sambandi við at Sosial- urin letur upp deild í Eysturoynni verður almenn móttøka á skrivstovuni í bygninginum hjá Arbeið- arafelagnum Hæddini í Saltangará fríggjadagin 1. mars frá klokkan 15 til 18. Øll eru hjartaliga vælkomin at støkka inn á gólvið og frá byrjan at vera við til at geva hesum nýggja arbeiðs- plássinum í Eysturoynni lív og innihald. Eysturoyarredaktiónin hjá Sosialinum heldur til í kjallarahæddini í byginginum hjá arbeiðarafelagnum Hæddini í Saltangará Mynd Jens K. Vang Sosialurin letur upp deild í Eysturoynni C M Y K 3 2 Móttøka Fríggjadagin 1. mars kl. 15–18 Sosialurin letur upp blaðdeild í Eysturoynni Í sambandi við at Sosialurin letur upp blaðdeild í Eysturoynni, verður almenn móttøka í blaðhølunum, í bygninginum hjá Arbeiðarafelagnum Hæddini í Saltangará,