hósdagur 28. februar 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 41 - 28. februar 2002
Nr. 41 - 28. februar 2002
5
– og knústust við
Tjaldavíkshólm
ÓDNARVEÐUR
Vilmund Jacobsen
Mikumorgunin
boðaði
tryggingin
Vaktar-og
Bjargingartænastuni frá, at
seks aliringar hjá Hera
Hjelm, sum lógu undir
Skarvatanga við norðrara
landið, høvdu slitið og vóru
farnir at reka.
Tá ið Sosialurin tosaði
við Jóhan Simonsen hjá
V&B
um
10.30-tíðina
mikumorgunin, visti hann
at siga, at garnabáturin,
Ólavur Hvíti, royndi at
halda ringunum, so teir ikki
rókust fyri vág og vind.
Brimil hevði tá sett kós
móti Trongisvágsfirði, og
Jóhan væntaði, at teir vóru
frammi
eftir
tveimum
tímum.
Men alt var ivaleyst til
fánýtist.
Alt rak á land
Tá ið undirritaði hevði frætt
um, at ringarnir høvdu
slitið, ringdi eg til Áka
Bertholdsen á redaktiónini
í Suðuroy. Tá hevði hann
eisini frætt um hetta og var
á veg á staðið at taka mynd-
ir.
Um 11.30-tíðina frættu
vit aftur frá Áka, at allir
seks ringarnir vóru riknir á
land á molabogan við
Tjaldarvíkshólm.
Bæði Grani og Ólavur
Hvíti royndu at bjarga ring-
unum undan at reka á land,
men líkindini vóru so ring,
at tað eydnaðist ikki. Teir
noyddust at gevast. Hann
var landnyrðingur og nógv-
ur vindur, og hetta er ring
ætt úti á Trongisvágsfirði.
- Allir seks ringarnir
liggja nú og veltast í brim-
inum og eru farnir í knús.
Reyður litur er byrjaður at
síggjast í sjónum, har teir
liggja, og hetta er helst blóð
frá fiski, sum er farin í
knús, sigur Áki Berthold-
sen.
- Kundu vit fiskað tað
sama í ár sum í fjør,
hevði raksturin givið
eitt hampiliga gott
yvirskot. Tí kemur
tað dátt við, at vit ikki
sleppa at fiska í ES-
sjógvi í februar og
mars, sigur Manbjørn
í Grund, sum er
heima hendan túrin.
Hann hevur tó vónir
um, at árið hjá Næra-
bergi fer at eydnast
hampiliga væl kort-
ini, tí prísurin á
surimi er hækkaður
og oljuprísurin
lækkaður
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Tað eru í hesum døgum
liðin júst tvey ár, síðan
risatrolarin, Næraberg, fór
sín fyrsta túr. Skipið kast-
aði fyrstu ferð, 28. februar
ár 2000 og hevur verið í
vinnu síðan. Fíggjarliga
hava hetta verið tvey tung
ár, men við góðum sam-
starvi millum føroyingar og
norðmenn og ágrýtnum
fólki á brúnni, dekkinum og
á
verksmiðjuni
hevur
eydnast at havt skipið sigl-
andi. Og nú sær endiliga
betri út, hóast torført kann
vera at síggja hetta á
pappírinum.
Vit hava skift orð við
Manbjørn í Grund, skipara,
sum fór sín fyrsta túr við
Nærabergi í mai ár 2000.
Hann fekk fast starv um-
borð í desember 2000 og
hevur í hesum tíðarskeiði
skifst við Ólav Biskopstø
um at føra skipið. Onkran
túr hevur Manbjørn tó loyst
av sum stýrimaður. Ein
annar, sum eisini hevur ført
Næraberg onkran túrin, er
norðmaðurin, Jarle Sætre.
Hann førdi skipið seinasta
túr. Manbjørn og Jarle, sum
er royndur skipari, eisini
við stórum trolarum, vóru
við sama skipi í Alaska
árini 1996 og 1997; tá
fiskaðu teir Alaska pollok.
Næraberg er nýliga farin
avstað aftur, og Ólavur
Biskopstø er aftur á brúnni.
Góð útlit hóast
vónbrot
Manbjørn í Grund sigur, at
Næraberg helst er farin í
altjóða sjógv at royna.
Ætlanin var at fara á leiðina
vestur úr Írlandi og royna
uttanfyri og fram við 200
fjórðinga fiskimarkinum.
Har kann saktans vera
svartkjaftur at fáa hesa
tíðina av árinum. Hann
væntar, at hesin túrurin fer
at vara ein góðan mánaða.
- Tað kemur ógvuliga dátt
við hjá okkum, at vit ikki
sleppa í ES-sjógv atroyna í
februar og mars, nú sam-
ráðingarnar millum Føroy-
ar og ES ikki komu undir
land. Í februar, mars og
apríl í fjør høvdu vit góðan
fiskiskap í ES-sjógvi. Vit
gjørdu tríggjar góðar túrar
uppá ein mánaða hvør.
Høvdu fullar tangar, 770
tons av surimi hvønn túrin.
Tann triði túrurin endaði
undir Føroyum. Vit kastaðu
í føroyskum sjógvi, 12.
apríl, og tá var nógvur
svartkjaftur at fáa her.
Manbjørn sigur, at tað,
sum serliga ræður um hjá
Nærabergi í ár, er at fáa
nakað burtur úr í altjóða
sjógvi í februar, mars og
partvís apríl mánaði, nú
skipið ikki sleppur at fiska í
ES-sjógvi.
- Vit høvdu annars vónað
at fingið uppaftur meira
burtur úr í ES-sjógvi í ár
enn í fjør, tí surimi-fram-
leiðslan umborð gongur
nógv betri nú, eftir at
broytingar eru gjørdar, og
royndirnar við framleiðsl-
uni eru fleiri. Tað var nú,
vit roknaðu við einum
gjøgnumbroti, og tað var
nú, vit roknaðu við, at
yvirskotið skuldi koma.
Mistu tað besta
Manbjørn vísir á, at hevði
Næraberg fiskað tað sama í
ár sum í fjør, hevði rakst-
urin givið eitt hampiliga
gott yvirskot.
- Í fjør vár fingu vit 11-
13 kr. fyri kg. av surimi,
men í desember fingu vit
15-18 kr. fyri kg. Japanes-
arar kenna nú betri okkara
framleiðslu.
Surimi
úr
svartkjafti var nýtt í teirra
verð, men nú hava teir álit
á, at vit kunnu levera eina
dygdarvøru. Bøtt er eisini
um framleiðsluna umborð,
og dygdin á surimi er betur.
Og samstundis, sum prís-
urin á surimi sum heild er
hækkaður, er oljuprísurin
eisini lækkaður. Haraftrat
er framleiðslan hjá okkum
fyri hvørt samdøgur nú
størri enn nakrantíð.
Skiparin sigur, at tað tek-
ur drúgva tíð at fáa japan-
esarar at trúva, at tú kanst
levera eina dygdarvøru, og
serliga tá ið surimi úr
svartkjafti er lutfalsliga nýtt
á japanska marknaðinum.
- Vit harmast um, at vit
ikki sleppa í ES-sjógv at
royna, tí hesir 2-3 mán-
aðirnir skuldu verið teir
bestu á árinum, sigur Man-
bjørn, sum tó ikki hevur
mist vónina um, at árið
2002 kann gerast eitt
hampiliga gott ár hjá
trolaranum.
Hann er sera spentur
uppá framtíðina.
- Lat okkum vóna, at
Næraberg ger ein góðan túr
í altjóða sjógvi. Vit kunnu
vænta, at svartkjaftur verð-
ur aftur at fáa í føroyskum
sjógvi í apríl, og tá verða
vit ikki raktir av trupul-
leikunum við ES, sigur
Manbjørn í Grund.
Aliringar slitu undir Skarvatanga
Manbjørn í Grund, skipari á Nærabergi:
Vit roknaðu við einum gjøgnumbroti í vár
Manbjørn í Grund harmast
um, at vit ikki sleppa í ES-
sjógv at royna, tí hesir 2-3
mánaðirnir skuldu verið teir
bestu á árinum. Hann hevur
tó ikki mist vónina um, at
árið 2002 kann gerast eitt
hampiliga gott ár hjá
trolaranum
Óeydnan hevur enn einaferð verið eftir Hera Hjelm. Her liggja nýggjastu aliringarnir hjá honum í sorli í brim inum á
Trongisvágsfirði
William McKay hevur
grivið kava í samfull
20 ár. Mikunáttina
var eitt tað ringasta
kavaódnaveðrið í
langa tíð, og vóru tá
aftur boð eftir kava-
gravaranum, sum
longu klokkan fimm á
morgni fór í kríggj
við tann nógva kavan,
ið var niðurkomin
fyri, at fólk skuldu
sleppa til arbeiðis
morgunin eftir
KAVAGRAVING
Ingrid Bjarnastein
Tú sært teir. Ein stór
maskina og ein maður. Men
hugsar tú um tað? At tað er
hesum manni fyri at takka,
at tú í tínum heita bili
sleppur so at siga turr-
skøddur til arbeiðis? Með-
an tú liggur heitt og fjálgt
undir dýnini klokkan fimm
um morgunin, so fara kava-
gravararnir hjá Landsverk-
frøðinginum út í kuldan at
grava. Og soleiðis er ferð
eftir ferð, tá tað er kavi.
Kavagravararnir fara upp
við hønunum, fyri at vit
onnur skulu sleppa til ar-
beiðis, í skúla, í barnagarð
ella hvar nú leiðin gongur.
Men tað er nú einaferð so-
leiðis, at hetta er eitt arbeiði
júst sum øll onnur.
William McKay hevur
grivið kava í 20 ár. Og
kavarokið í gjár hevði við
sær, at klokkan 5 fór Willi-
am út at grava við maskin-
uni. Tá Sosialurin fekk fat-
ur á honum var hann stadd-
ur vestanfyri tunnilin á
Norðskála.
– Ja, eg havi grivið kava í
20 ár, og ódnarveðrið í nátt
hevur gjørt, at koyrilíkind-
ini í dag eru eini tey ring-
astu, eg havi upplivað. Lík-
indini eru stak vánalig, men
veðrið er longu batnað
munandi.
Klokkan
er
hálvgum tíggju og tað er
ikki koyrandi til Gjáar enn,
sigur William McKay.
Við tunnilsvegin var kav-
in tveir til tríggjar metrar
tjúkkur, men William vænt-
aði at kavin á gjáarvegnum
mundi verða eini fýra,
fimm metrar tjúkkur.
Eitt korter í blindum
Strævið er at grava kava.
Serliga fyri høvdið.
– Eg fái lætt høvuðpínu,
tá eg gravi kava. Kanska er
tað tí, at eg má rættiliga
kýta meg fyri at síggja nak-
að. Tað kann onkuntíð
ganga long tíð tá rok er á
vegnum áðrenn eg síggi
aftur fyri kavaroki. Við-
hvørt 10-15 minuttir og
onkuntíð uppaftur meira,
greiðir William frá.
Men inni í gravimaskin-
uni er heitt, og William sig-
ur seg ongantíð verða kald-
an, tí hann er eisini væl
ílætin.
– Og um tú arbeiðir hart,
so fært tú eisini sveittan
fram! Í gravimaskinuni er
eisini ivaleyst av hita, so
tað bilar ikki.
William heldur, at bilfør-
arar ofta eru syndarligir, tá
tað kemur til at koyra í
kava. Hann sigur grundina
vera, at kanska tað er tí, at
teir leggja ov stórt álit á
kavagravararnar
og
maskinurnar.
Men
hví
soleiðis er, visti William tó
ikki rættiliga at greiða frá.
– Men tíbetur er tað
sjáldan, at koyrilíkindini
eru so vánalig, sum tey eru
í dag.
Ein steðg
Sjálvt um dagurin Williami
byrjar við at koyra klokkan
fimm um morgunin, so
hevur hann so at siga ongan
steðg. Hann fær sær ein
døgurðabita á middegi,
men annars verður koyrt
uttan steðg. Og grivið verð-
ur heilt til klokkan sjey, átta
á kvøldið. Heldur ongin
avloysari er, sum loysir
William av.
So arbeiðsdagurin hjá
einum kavagravara kann
verða heilt upp til 15-16
tímar uttan steðg. Men so
líðandi og við góðum
treysti, væntaði William, at
hann fór helst at koma veg-
in fram til Gjáar innan ikki
so heilt leingi.
Hann stríðist móti
kavanum
William McKay hevur gravað
kava fyri Landsverkfrøðingin
í 20 ár. Í gjár vóru aftur boð
eftir honum, og klokkan 5
byrjaði hann við
maskinunum
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
5
4
Bert við at verða politiskt
broyta vit okkara samfelag
il tað betra.
Ungfó
ða politiska
sannfø
Ú
ø
Lø
F
ð
ein bl
íkan
ungdóm.
Sosialurin 311820