hósdagur 28. februar 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 41 - 28. februar 2002
Nr. 41 - 28. februar 2002
7
Teir arbeiða um
náttina, og teir ar-
beiða um dagin. Teir
rudda høvuðsvegirn-
ar, eins væl og teir eis-
ini hjálpa eldri fólk-
um í kavanum. Vit
hava verið ein kava-
ruddingartúr við
vegadeildini hjá
Klaksvíkar Kommunu
KAVARUDDING
Ragnhild Ellingsgaard
Klaksvík: Teir eru júst
farnir til kaffi, tá vit fáa
fatur á teimum. Eftir at
hava arbeitt í meir enn trý
døgn út í eitt, eru teir held-
ur troyttir.
Men í morgun er formað-
urin komin við rundstykkj-
um og øðrum leskiligum,
so lagið er gott hóast alt.
Tað eru mennirnir á
vegadeildini hjá Klaksvíkar
Kommunu, vit tosa um.
Tá kavi legst yvir býin, er
tað teirra uppgáva at fáa
hann burtur av vegnum, so
klaksvíkingar
ótarnaðir
kunnu halda fram við ger-
andisdegnum.
Andras Joensen er for-
maður í vegadeildini í
Klaksvík, og hevur hann úr
at gera hesar dagarnar.
Tó gongur bert ein lítil
løta, áðrenn hann stendur
uttanfyri dyrnar hjá Sosial-
inum.
– Eg havi ikki so góða tíð
at tosa beint nú, men kom
tú bara við í bilin. So kunnu
vit tosa saman, meðan eg
koyri runt, sigur hann.
Arbeiða nátt sum dag
– Vit hava arbeitt út í eitt í
fleiri dagar nú, fortelur
Andras, meðan vit koyra
runt í Klaksvíkini.
– Vit hava eini 15 mans
til arbeiðis, og hesir koyra
uppá skift bæði nátt og dag.
Sjálvur fór eg upp einaferð
í nátt, og tá sá eg, hvussu
nógvur kavi hevði lagt seg.
Eg ringdi til nakrar av
monnunum, og sendi teir út
at grava. Teir fóru so
heimaftur fyri løtu síðani,
og nakrir nýggir komu
ístaðin. Men soleiðis koyrir
tað, greiðir Andras frá.
Hetta kann sjálvandi ger-
ast strævið fyri mennirnar,
men tíanbetur plagar kavin
bara at liggja í nakrar fáar
dagar.
Nógvar uppgávir
Meðan vit koyra, tosar
Andras fyri tað mesta í
telefon. Fólk ringja alla-
staðni frá, og vilja tey hava
vegadeildina heim á teirra
økið at rudda.
Eisini onkur eldri kona
ringir, sum ikki sleppur út
um dyrnar fyri kava. Hon
fekk ikki keypt inn í gjár,
og er av tí sama komin í
neyð. Hon vil hava onkran
heim til sín at rudda fyri
úthurðini, so hon sleppur
út.
– Tey ringja allatíðina um
alt møguligt. Men okkara
fremsta uppgáva er at rudda
høvuðsvegirnar, so ferðslan
gongur, sum hon skal.
Tó hava vit sett eini 5
mans av, sum einans koyra
út til eldri fólk, har teir so
hjálpa teimum við rudding-
ini. Eisini hava vit onkuntíð
koyrt heitan døgurða heim
til teirra, so tey sleppa frá at
fara út um dyrnar. Men her
er talan um heilt serlig
viðurskifti;
sum
oftast
mugu fólk sjálvi rudda
teirra egna tún, sigur
Andras.
Fólk ónøgd
Tað sigur seg sjálvt, at stóru
kavaruddingarmaskinurnar
hjá kommununi ikki klára
at rudda tún fyri fólk. Men
Andras greiðir frá, at fólk
eisini eru ónøgd við, at
privatir bilar standa undir-
kavaðir, tá fólkini skulu
avstað við teimum.
– Hetta er sum so ikki
okkara uppgáva. Men um
fólk høvdu hugsað seg eitt
sindur betur um, so hevði
hetta ikki verið ein trupul-
leiki, sigur hann.
– Sum oftast eru bilarnir
settir báðumegin vegin, og
tá er torført hjá okkum at
rudda so væl, sum vit vildu
ynskt. Um fólk ístaðin bert
settu bilarnir tí eini megin,
so høvdu vit sloppið betri
framat allastaðni, og so
hevði hesin trupuleiki ikki
verið
til
staðar,
sigur
Andras.
Við hesum í huga takka vit
fyri túrin. Andras hevur úr
at gera, og skal sleppa aftur
til arbeiðis.
Vegadeildin úr at gera
Fleiri kavaruddingarmaskinur vóru at síggja í býnum
Á hvørjum vegi stóðu menn uttanfyri og ruddaðu kavan burtur
Ikki er lætt at sleppa inn í hendan bilin
Flestu skúlarnir í
landinum vórðu
noyddir at avlýsa
skúlagongdina
mikudagin. Ringa
veðrið gjørdi í
flestum førum
atkomumøguleikarar
nar so mikið
vánaligar, at neyðugt
var at avlýsa
KAVAÓDN
Heri á Rógvi
Tað máttu vera gleðiboð
hjá flestu skúlanæming-un-
um í Føroyum, tá Útvarp
Føroya bar boðini um, at
flestu skúlarnir í landinum
máttu avlýsa skúlagongd-
ina mikudagin. Ringa veðr-
ið gjørdi tað í flestu førum
ómøguligt at hava vanliga
skúlagongd. Boðini um
nógvu
avlýsingarnar
streymaðu frá upplesar-
anum í Útvarpi Føroya um
áttatíðina í mikumorgunin.
Lærarar vantaðu
Karin Hammer er skúla-
stjóri í Kollafjarðar skúla,
og hon varð noydd at avlýsa
skúlagongdini
hjá
sær
mikudagin. Orsøkin var
tann, at flestu lærararnir
koma aðrastaðni frá, og tað
var ikki møguligt hjá teim-
um at koma til arbeiðis.
Teir 122 næmingar í Kolla-
fjarðar skúla koma flest all-
ir við bussi í skúla, og hesin
koyrdi ikki mikumorgunin,
so næmingarnir skiltu, at
eingin skúlagongd var á
skránni.
Tað sama skilið var hjá
Kvívíkar skúla, har Bjarni
Heinesen er skúlastjóri. Tey
51 børnini í Kvívíkar skúla
sluppu undan undirvísing
mikudagin. Orsøkin var
eins og í Kollafirði, at lær-
ararnir ikki sluppu til ar-
beiðis, tá flestu teirra búgva
aðrastaðni enn í Kvívík.
Børn
koma
eisini
frá
grannabygdunum, og tað
var eingin bussur hjá teim-
um at koyra við.
Ragnar
Magnussen,
stjóri á Handilsskúla í
Havn, visti sær heldur eingi
onnur ráð enn at avlýsa
skúlagongdina mikudagin.
Tað vil so siga, at tað var
skúlagongdin hjá FHS og
HH, sum varð avlýst. Øll
onnur undirvísing seinna-
partin og um kvøldið var á
skránni sum vanligt.
Ragnar sigur, at veðrið
var so mikið vánaligt í
Marknagili og næmingar
koma eisini aðrastaðni frá,
soleiðis
at
hann
varð
noyddur at avlýsa, men
hann heldur aftaná, at
skúlagongdin hevði kunnað
hildið fram frá kl. 10 á
morgni. 230 næmingar
ganga á Handilsskúlanum
sum FHS og HH næmingar.
Tveir næmingar vóru á veg
í skúla, men hesir máttu
taka til takkar við einum
frídagi.
Fyri aðruferð í 17 ár varð
skúlagongdin á Studenta-
skúlanum og HF-skeiðnum
í Hoydølum avlýst. Ringa
veðrið gjørdi tað ógvuliga
trupult at fáa fólk í skúla, tí
m.a. koma nógvir næming-
ar av bygd. Eisini er ringt at
koma oman í skúlan, og
skúlastjórin
vildi
ikki
risikera trafikkaos í býnum,
tá nógvu lærararnir og
næmingarnir skuldu avstað
í skúla.
Fingu ikki lýst
Flestu av skúlastjórunum,
ið Sosialurin tosaði við fílt-
ust á, at tað var so mikið
trupult at fáa hendur á
nøkrum í Ùtvarpi Føroya
fyri at avlýsa skúlagongd-
ini. Tað var tó bert í einum
einstøkum føri, at næm-
ingar vóru komnir í skúla,
tí í flestu førum var eingin
bussur at koyra tey í skúla,
og tað vóru óivað eisini
mong, ið settust aftur uttan
nærri tilmæli.
Úr Útvarpi Føroya verður
sagt, at áðrenn klokkan átta
kunnu fólk venda sær til
tíðindadeildina við lýsing-
um av hesum slag, sum
hava skund, tí latið verður
ikki upp fyrr enn kl. 8 at
taka ímóti vanligu lýsing-
unum. Hann heitir á fólk í
tílíkum støðum um heldur
at senda teldubrøv ella fax.
Skúlagongdin hjá flestu næmingum í landinum gjørdist av
ongum orsakað av nógva kavanum
Skúlarnir avlýstir
KAVARUDDING
Ragnhild Ellingsgaard
Norðoyggjar:
Frá
Landsverkfrøðinginum
siga tey, at eingin trup-
ulleiki skuldi verið mill-
um bygdirnar her norð-
uri.
– Vit hava tríggjar
manns til arbeiðis, sum
rudda vegirnar, og har er
væl koyrandi nú. Teir
fóru til arbeiðis klokkan
04.45 mikunáttina, og
hava teir grivið líka
síðani tá.
Annars var nógv rok,
tá teir fóru til arbeiðis,
so hetta hevur tarnað
arbeiðinum eitt sindur.
Men tíanbetur batnaði
veðrið skjótt, so um 7-
tíðina
mikumorgunin
var aftur koyrandi.
KAVIN
Ragnhild Ellingsgaard
Klaksvík:
Frá politi-
støðini frætta vit, at teir
síðstu dagarnir hava ver-
ið friðaligir, hóast tann
nógva kavan.
– Vit vita bert um ein
bil, sum koyrdi út av
vegnum. Men hetta var
ikki nakað álvarsamt,
hann slapp uppaftur og
eingin skaði hendi.
– Annars hevur alt
verið stak friðarligt. Vit
hava
onga
fráboðan
fingið av nøkrum slag,
og fólk duga bara væl at
ansað sær í slíkum veðr-
ið. Harafturat er so væl
grivið bæði í býnum og
millum bygdirnar, kavin
ikki hevur tarnað ferðsl-
uni nakað serligt, siga
tey frá politistøðini.
Væl koyrandi millum
bygdir
Kavin órógvar ikki
C
M
Y
K
7
6