Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-28, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. februar 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 41 - 28. februar 2002 Nr. 41 - 28. februar 2002 9 – Samhald má vera, tí annars ræður junglu- lógin og tað er ikki virðiligt í einum demokratiskum samfelag, sigur Doris Hansen, formaður í Megingfelag teirra brekaðu SAMSTARV Áki Bertholdsen – Arbeiðið fyri fólk við brekum er í stórari mennig í Føroyum, Í Meginfelag Teirra Brekaðu, vera vit meir og meir eftirspurd og eg haldi at vit merkja ein góðan vilja allastaðni frá. Hetta segði Doris Han- sen, formaður í Meginfelag Teirra Brekaðu, MBF á økisfundinum hjá Javna í Øravík leygardagin. Doris Hansen var á fund- inum sum formaður í MBF og tosaði um samstarv mill- um foreldur, starvsfólk og við alt annað í samfelag- num, sæð við MBF-brill- um. Men av tí, at høvuðs- evnið á fundinum var spurningurin um, hvat kann skapa lívsvirði, gav hon fyrst sítt stutta boð uppá, hvat lívsvirði er. – Lívsvirði kann ikki mátast, tí tað stendur til tann einstaka, hvat hann ella hon heldur, men eg eg haldi, at lívsvirði er,tá íð tú hevur ávirkan á títt lív. Tá fært tú eina positiva sjálvs- mynd, sum so sæst aftur í tí tú gert, tað sum hevur størsta týdning er, at kenna at onkur hevur brúk fyri tær, hvussu lítið tað so er, tú kanst gera. Annars vísti hon á, at Javni hevur fyrr ásannað, at tað tekur tíð at fáa eitt gott samstarv í lag og at vit tí aftur og aftur eiga at hava skeið um hetta evnið. – Foreldur og starvsfólk hava hvør sínar fortreytir, men læra vit at góðtaka hvønn annan, er møguleiki fyri at semjast – At tað tekur tíð at fáa eitt gott samstarv í lag, haldi eg at vit øll eri samd um. Eg má tíverri eisini siga, at onkuntíð fært tú aldrin hetta samstarv. Hon mintist, at tá ið vit vóru børn, sungu vit í sang- inum: Ljós yvir landi: “saman at standa var ei okkum givið, tí er so lítið burtur úr her blivið”. – Enn eru tað nógv, sum tosað, men ov lítið gera. Men samhald má vera, tí annars ræður junglulógin: Har fær tann sterkasti alt, og hini lítið og einki, og hetta er ikki virðiligt í einum demokratiskum samfelag. – Í Føroyum eins og í flestu øðrum londum hava politikarnir viðurkent, at fólk, ið bera brek, hava rætt til at skipa seg í feløg, og at hesi feløg eru einastu lógl- igu talsmenn teirra. Politik- arar hava somuleiðis sam- tykt, at feløg skulu hoyrast, áðrenn avgerðir viðvíkjandi teimum, ið bera brek, verða tiknar. Hetta krevur sam- starv og hvussu gera vit so tað? Hava brúk fyri samstarvi Hon segði, at í Føroyum gjørdu vit fyri 20 árum síðani at skipa tey feløgini, sum tá vórðu í eitt megin- felag, MBF. Hetta var gjørt, m.a. tí man hevði ásannað at lættari er at fáa nakað í gjøgnum, um lyft verður í felag. Men fortreytin fyri at hetta kundi lata seg gera varð tann, at tey seks fe- løgini ið myndaðu ár teirra brekaðu í 1981, høvdu havt eitt sera gott samstarv. Í dag eru 22 limafeløg í MBF. Ein trupulleiki í MBF hevur verið at saman- sjóða feløg við ymiskum áhugamálum. Tað krevst nógv av øllum pørtum um eitt munagott samstarv skal verða – Ofta eru tað feløg, sum siga, at MBF arbeiðir bara við málum, sum viðkoma ávísum feløgum. – Fólk, ið hava menning- artarn, ella varða av fólki við menningartarni, hava eitt sterkt felag aftanfyri seg, nevniliga felagið Javna. Men Javni dugir kanska ikki at síggja, at tað hevur brúk fyri at sam- starva við onnur. Men um Javni bert arbeiðir við menningartarn, so svíkur felagið nógvar av limunum. Nevnliga øll tey, ið hava onnur brek. Fyri at hjálpa hesum fólkum, so má sam- starv verða millum Javna og onnur feløg Doris Hansen segði, at í 1996 gjørdi ein arbeiðs- bólkur uppskot til bygn- aðarbroytingar í MBF og kjalarvørrinum á tí, varð nýggjur bygnaður settur í verk á aðalfundinum í 1997. – Nú eru feløgini skipað í fýra bólkar, ið eru umboðað eftir høvuðsbreki.: Bólk- arnir eru: rørslubólkurin, bólkurin fyri medisinsk brekog sjúkur, samskiftis- bólkurin og bólkurin fyri sálarlig og neurologisk brek. Hesir fýra bólkarnir velja so hvørt sítt umboð til starvsnevndina og ein eykalim, ið ikki skal vera úr sama felag sum starvs- nevndarlimurin. Hvør bólk- ur skal hava minst fýra fundir um árið, har tey viðgera felags áhugamál. Allir bólkar arbeiði við málum, ið umboðsráðið í MBF hevur viðtikið at galda í 2004. Øll hesi feløg hava tikið undir við stevnuskránni, sum í fyrsta punkti sigur, hvørji rættindi MBF ar- beiðir fyri: Har stendur: ”MBF arbeiðir fyri, at mannarættindi uttan undan- tak vera galdandi fyri fólk, ið hava brek. Landsins lógir eiga at tryggja tí einstaka Rætti mátin er at rópa upp um at fáa ábyrgd – Enn eru tað nógv, sum tosað, men ov lítið gera, segði Doris Hansen, formaður í Javna rættindi, javnstøðu og møguleikar fyri luttøku í øllum samfelagsviðurskift- um og virksemi annars”. Men eingin keta er sterk- ari enn tað veikasta liðið. Hetta er eisini galdandi í feløgunum fyri brekað.Tí hevur MBF fleiri ferðir skipað fyri skeiðum í nevndararbeiði. – Vit rópa ofta upp um at fáa ávirkan. Hetta er rætta leiðin, men vit mugu eisini gera vit klárt, at tað krevur nakað av okkum og at neyðugt er at vit hava sett okkum inn í málini, sum vit verða spurd um. – Her er ein trupulleiki, tí tey allarflestu feløg hava lítlar og onga orku at gera nakað við, hvørki fíggjar- liga og starvsfólkaliga. Tey allarflestu feløg hava bara sjálvbodna arbeiðsmegi. – Eg haldi tó at eg kann siga, at arbeiðið fyri fólk við brekum er í stórari menning, Í MBF vera vit meir og meir eftirspurd og eg haldi at vit merkja ein góðan vilja allastaðni frá. Vit fáa nógv lógaruppskot til ummælis og eru eisini við í arbeiðnum, tá ið álit verða skrivað. Hetta er krevjandi, og nógv feløg siga seg ikki hava neyðugu orkuna at møta á so nógvum fundum, sum hetta krevur. Tí verða tað ofta tey somu sum møta. Okkara trupulleiki er so at fáa upplýsingarnar út til fe- løgini.. Ongin heildarætlan Men so ásannaði Doris Hansen, at vit í Føroyum hava ein stóran trupulleika og tað er at aðalstýrini ikki kunnu semjast um mál, ið viðvíkja teimum brekaðu. Hon nevndi málið um stuðlar, um undirvísing, um arbeiði osfr. – Fólk, ið bera brek, fáa onga heildarloysn, tí teirra áhugamál liggja undir fleiri stýrum, sum ikki hava avtalað, hvør skal gjalda fyri tað ymiska. – Her mugu vit tala at og vísa á, hvussu órímuligt og trupult tað er at liva undir sovorðnum umstøðum. Í øðrum londum hevur man funnið útav at samstarva, bæði millum ráðharrastov- ur, stovnar, fakfeløg og millum starvsfólk. – Eg havi fleiri ferðir samanborið okkara trupul- leika við føroyska tarvin. Hann bleiv dripin, tí ongin hevði ábyrgd av honum og vildi gjalda fyri hann, segði Doris Hansen. Hon segði, at tað er ringt at fáa politikararnir at skilja, at nøkur fólk eru, ið skulu hava kompensatión fyri teirra brek. – Tað er lætt at siga øll skulu hava líkarætt. Men um vit meina sama rætt, so seta vit tey uttanfyri, ið ikki klára seg uttan eykahjálp. Henda eykahjálp má gevast teimum, uttan at tey ella tey, sum varða av skulu stríðast fyri at fáa hana. Í hesum sambandi for- taldi hon, at MBF arbeiðir við at fáa gjørt eina kann- ing av livikorunum hjá fólki, ið hava brek. – Vónandi kann henda vísa á nakrar av teimum skeivleikum og manglum, sum eru. Í hvussu so er so fáa vit nakrar veruleikar á borðið, sum hava manglað. Hon helt, at tað er so lætt at siga, at øll hava heima- rætt og t.d. at øll skulu ganga í fólkaskúlan. Men enn mangla teir karmar, ið skulu tryggja fólkum við brekum javnrættindi. – Eg skal enda við at minna okkum øll á, at betur er bøtandi hond enn spillandi tunga. Tað er so lætt at finnast at. Men tað er rætt, at nógv er at fílast á. Men mítt ynski skal vera, at vit øll nú taka hendur sam- an fyri at fáa vent gongdini. Eitt ynski, sum eg altið havi havt, er at man frá polit- iskari síði setur eina roynd- arverkætlan í gongd her suðuri. Her kundu teir ymsu stovnarnar samstarva um tey tilboð, ið krevjast. Tí øll kunnu vera samd í, at Suðuroyggin í dag ikki gevur nøktandi tilboð til øll, segði Doris Hansen. Nakað av fólki plagar at vera á økisfundi hjá Javna í Suðuroynni, har ymisk evni eru á skránni. Men tíverri eru ikki nógvir politikarar ímillum áhoyrararnar, tí umframt hesar báðar, býráðsformannin í Vági og á Tvøroyri, og Óla Holm landsstýrismann, sum eisini helt fyrilestur, var bara Henrik Old við á fundinum C M Y K 9 8 Haldarar í Føroyum: 400,-/ársfj. Haldarar í Europa: 510,-/ársfj. 5 bløð einaferð um vikuna í Europa: 425,-/ársfj. sir Internet: 240,-/ársfj. Tekna teg sum haldara, so fært tú sosialin 5 ferðir um vikuna til dyrnar