fríggjadagur 11. februar 2011síða 10
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 11. februar 2011 · Nr. 18
10
Sosialurin
Leo Poulsen
Tað er staðfest, at flestu harð
skapsmál fara fram serliga
í tveimum støðum í Havn,
í Klubbagarðinum – sum
er klárt nummar eitt – og í
Steina túni.
Tað hevur mangan ver ið
ført fram, hvussu nógv lætt
ari og skjótari alt kundi veirð
avgreitt, um vakmyndatól
høvdu verið uppsett á hesum
støðum, men vanliga fatanin
hevur veirð, at lógarverkið
ikki loyvdi hesum.
Nú vísir tað seg, at hetta
er ikki so.
Vakmyndatól á slíkum
støðum eru ikki í andsøgn við
Persónsupplýsingarlógina, tí
tey verða roknað sum alment
gagnlig endamál, sigur Ann
ika Olsen.
Eftir áheitan hevur lands
stýriskvinnan kanna eftir,
um slík vakmyndatól eru
lóg lig, og um ikki, hvat kann
gerast fyri at verða lóglig.
Men kanningin hevur víst, at
tað ber til at seta vak mynda
tól upp.
Tá talan er um gagnlig
endamál kunnu vakmyndatól
setast upp við teirri treyt, at
eftirlit verður havt við, hvør
sleppur fram at at skoða hesi
tól. Um talan er um, at tað er
løgreglan, ið umsitur eftirlitið
við vakmyndatólunum, eru
treytirnar loknar. Og eitt
vak myndatól í til dømis
Klubba garðinum hevði Dátu
eftirlitið ikki frámælt, sigur
Annika Olsen.
Stór hjálp
Vakmyndatól verða í stóran
mun nýtt í londunum rundan
um okkum og í Europa í síni
heild. Tað er so javnan at
síggja í eitt nú donskum miðl
um, at fólk verða eftirlýst
saman við mynd ella upptøku
frá vakmyndatóli.
Somuleiðis verður slíkar
upptøkur eisini javnan nýttar
í rættarmálum í Danmark,
Onglandi og flestu øðrum
europeiskum londum eisini.
Tað er einki at ivast í, at
vak myndatól í Klubba garð
inum, Steinatúni og møgu
liga eisini Grasagarði høvdu
gjørt stóran mun í teimum
harðskapsmálum, sum so
javnan henda á hesum pláss
um.
Eitt krav er sjálvandi, at
upplýsingar eru á støðunum
um, at vakmyndatól eru upp
sett, men hetta kann bert
hava fyribyrgjandi virknað.
Vakmyndatól eru sum sagt
sett upp á flestu almennu
støðum í Danmark, so sum
tokstøðum, torgum, ja, sjálvt
í tokunum hjá DSB.
Eftir ein skottilburð í
kendu Jomfru Ane gade í Aal
borg vórðu eisini vak mynda
tól sett upp í teirri gøtuni.
Undir øllum umstøðum
slær Annika Olsen fast, at
tað er einki í verandi Per
sónsupplýsingarlóg,
sum
forð ar fyri, at vakmyndatól
verða sett upp til gagnligt
enda mál, so leingi sum til
dømis løgreglan hevur tólini
um hendi.
Einki forðar nýtslu
av vakmyndatóli
Tað er mangan, at løgregla og ákæruvald – og í summum førum
eisini verjar – kundu hugsað sær upptøkur frá einum vakmyndatóli
serliga í sambandi við harðskapsmál. Nú upplýsir Annika Olsen,
at sambært Dátueftirlitinum er einki, sum forðar fyri hesum
Leo Poulsen
Tað liggja ongar ætlanir
og bíða hjá løgregluni at
seta upp vakmyndatól,
hvørki í Klubbagarðinum
ella í Steinatúni.
– Vakmyndatól finn
ast jú á privatum dansi
og skeinkingarstøðum,
men um vit skulu seta
slík tól upp, verður tað
í samstarvi við aðrar
myndugleikar, eitt nú
kommununa, sigur Kar
en Marie Olesen.
Bæði ákærar og løg
regla harmast ofta um,
at ongar myndir frá
vakmyndatólum
eru
tøkar, serliga í harð skaps
málum, men sum sæst í
aðrari grein her á síðuni
finst heimild í lógini um
persónsupplýsingar at
seta slík tól upp.
Karen Marie Olesen
sigur, at munur er á
Klubba garðinum, sum er
privat øki og Steinatúni,
sum er alment øki.
– Skal vakmyndatól
setast upp í Steinatúni,
so skulu vit gera tað í
samstarvi við komm
ununa,
sigur
Karen
Marie Olesen.
So hóast møguleikin
er til staðar, bendir einki
á, at løgreglan ætlar at
seta vakmyndatól upp
á ásettum støðum í
nærmastu framtíð
Ongar
ítøkiligar
ætlanir
Karen Marie Olesen, fúti,
sigur, at ongar ítøkiligar
ætlanir eru um at seta upp
vakmyndatól á útvaldum
støðum, men møguleikin
er við í umhugsingunum
Karen Marie Olesen hevur ongar ætlanir
um at seta vakmyndatól upp