Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-11, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. februar 2011síða 9

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 18 · 11. februar 2011 9 VIKUSKIFTI Mítt Egyptaland var sól, blómur og frítíð – men aftanfyri vøkru fasaduna goymdi seg eitt land, ið er mitt í eini kollvelting Ferðamyndir: inna Törnroos internet ber ikki til at hava bankar og sjálvtøkur opnar. Peningurin, sum var í sjálvtøkunum, bleiv skjótt uppi, og vit, sum ikki vóru nóg skjót, høvdu ongan reiðan pening – og fimm dagar vóru eftir av feriuni… Familjan bangin Triðja dagin vórðu vit vakt av tele fon­ unum. SMS frá vinum og kenningum, ið vóru bangin um okkum. Tey høvdu nevniliga sæð sjónvarpsmyndir av Tahrir­torginum, har 250.000 fólk savn­ aðust at mótmæla. Danska, svenska og norska uttan­ ríkis ráðið fráráddu fólki at ferðast í Egyptalandi, og Finnland tók allar sínar borgarar heim. Sigi eg, at hetta ikki ávirkaði okkum, lúgvi eg. Sjálvsagt vóru vit órógvað av, at øll heima vóru bangin, og at vit ikki vistu, hvat hendi í landinum. Ferðaleiðararnir royndu at greiða frá, at hetta fór at ávirka okkum, men sam stundis komu SMS­boð heimanífrá, har boðini vóru, at tjóvar herjaðu í granna býnum. 1. februar savnaðust allir finnar á hotell inum. Bussar koyrdu tey á flog­ vøllin, har serlig flogfør vóru leigað at flúgva tey heim skjótast gjørligt. Hjá okkum var ikki nógv annað at gera, enn at royna at fylgja við sum fræg ast og njóta feriuna, sum frægt sum tað bar til. Handlarnir stongdu Um kvøldið eydnaðist mær at finna ein handil, sum tók ímóti korti. Handils­ maðurin greiddi frá, at eg var hansara sein asta viðskiftafólk, tí nú stongdi hann handilin. Her er onki fólk eftir at selja til. Nú stongi eg og fari heim til familjuna. Vónandi kann eg lata upp aftur um ein til tveir mánaðir, segði hann. Fleiri aðrir gjørdu tað sama, og dagin fyri vit fóru heim, læt ein av stóru mat­ stovunum á hotellinum aftur. Sum tíðin leið gjørdist greitt, at stórur partur av starvsfólkinum á hotellinum var sendur til hús. Tað gjørdist tómligari fyri hvønn dag, ið gekk, og tey 51 prosentini, sum ferðavinnan stend ur fyri í egyptiska búskapinum, mundu minkað í stórum hesar dagar. Men ikki allar tjóðir vóru líka fjáltur stungnar sum tann finska. Russ­ arar komu til hotellið sama dag sum tað leikaði harðast á í Kairo, og ein bretskur ferðaleiðari, ið eg tosaði við, segði soleiðis: Tað er ongin orsøk til panikk. Her er róligt, og vit verða verandi. Síðstu skandinavar Tá vit lendu aftur heima eftir eina viku burtur, vóru vit síðstu norðurlendingar hjá stóru ferðafeløgunum at koma heim úr Egyptalandi. Eitt tað fyrsta, vit gjørdu, var at ringja til familju og vinir og siga at vit høvdu tað gott, og síðani kundu vit fara á internetið at lesa, hvat veruliga var farið fram, meðan vit vóru í okkara »bobblu«… Skelkandi tíðindi um særdar og dripnar journalistar. Milliónir av fólki í mótmælisgongum og ein eina ræðis­ harri, ið noktar at fara frá. Sama ferðaskrivstova, sum eina viku áðrenn hevði vissað okkum um, at onki var at vera bangin fyri, avlýsti allar ferðir til Egyptalands. Vit eru trygt heima. Men fyri handils­ mannin, mennirnar í móttøkuni og øll hini vóni eg, at mótmælini ikki verða til fánýtis, og at vit næstu ferð kunnu fara aftur til eitt betri Egyptaland. Sum mest hava yvir ein millión fólk savnast á Tahrir- torginum, at mótmæla einaveldisharran Mubarak myndir: polfoTo