Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-11, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. februar 2011síða 12

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 11. februar 2011 · Nr. 18 12 Sosialurin Vilmund Jacobsen Hetta er aðru ferð, at borð­ tennis felagið Nykur skipar fyri eini fiskikapping, og í fyrru kappingini, sum var í august síðsta ár, vóru fleiri enn sjeyti luttakarar. Tá var bara loyvt at fiska við tráðu á eysturarminum á Skála­ fjørði num, av Nes hamri á Nesi og inn á Skipa nes. Hetta gjørdist ein rættiligur familju dagur, har bæði vaks­ in og børn luttóku í kapp­ ing ini. Meðan fólk fiskaðu við havnaløg og á ymiskum pláss um kring um við klettin, koyr du fólk út við kaffi og sun kist til vaksin og børn. Kapp ingin vardi í tilsamans seks tímar – frá klokkan 14 um dagin til klokkan 20 á kvøldi. Nógvir vinningar Í kappingini hesaferð, sum verður leygardagin hin 26. febru ar, verður loyvt at fiska heilt av Neshamri á Nesi og vestur á Raktanga á Strond­ um. Nógvir ymiskir vinningar verða at vinna og fólk, sum luttaka, hava høvi at vinna í ymisk um kappingum. Talið av vinningum verður 15 og størsti vinningurin, sum borðtennisfelagið Nyk­ ur higartil hevur ognað sær, hevur eitt virði av umleið 2.000 krónum. Teir ymisku vinningarnir, sum snúgva seg um alt frá rein gerð av bili um tráðusett til fartelefonir, verða lutaðir burt ur til tann, sum eitt nú hevur ­ • Flestar veiddar fiskar (1, 2 og 3 fáa vinningar) • Størstu samlaðu vekt • Longsta fisk • Tyngsta fisk • Flestar reyðfiskar • Flest longur • Størsta hvíting • Størsta lýsing • Stuttligasta fisk/ Sjaldsamasta fisk • Eisini verður drigið um vinning millum allar luttakararnar Mát á ymisku fiskasløgunum verða latin við tilmelding, og lut taka r ar fáa eisini mát við sær, tá farið verður at fiska. Luttøkugjald á 100 krónur verð ur fyri hvørja tráðu, og agn kann keypast við til­ meld ing, sum fer fram við havna lagið á Toftum. Tilmelding fer fram frá klokkan 11.30 og út á seinna­ part in, og klokkan 18.00 skulu allir luttakarar verða kom nir aftur á havnalagið á Toftum. Tá gjørt er upp, hvør hev ur vunnið ymisku kapp­ ing ar nar, verða virðislønir hand aðar í Kafé Hópinum á Toft um klokkan 19, og síðan verð ur hugnaløta við sangi á kafé ini. Tilmelding til fiski kapp­ ingina, sum borð tennis felag­ ið Nykur skipar fyri, fer fram á telefon 580602. FØROYA stuttligasta fiskikapping Leygardagin hin 26. februar 2011 skipar borðtennisfelagið Nykur fyri eini sera stuttligari fiskikapping við tráðu á Skálafjørðinum. Loyvt verður at fiska heilt av Neshamri á Nesi og vestur á Raktanga á Strondum – ella um allan Skálafjørðin Fiskikappingin, sum borðtennisfelagið Nykur skipaði fyri í august í fjør, fekk rættiliga stóra undirtøku. Stívliga sjeyti fólk tóku lut í kappingini Mynd: Vilmund Jacobsen Ein slík fiskikapping við tráðu er eisini ein rættiligur familjudagur – og her er sjálvt barnavognurin við Mynd: Vilmund Jacobsen ... í fiski kapp­ ing ini, sum Nykur skipar fyri, verður eisini virðisløn latin fyri stuttligasta/ sjaldsamasta fiskin...