fríggjadagur 11. februar 2011síða 12
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 18 · 11. februar 2011
12
VIKUSKIFTI
Hvat rokast tú við um dagarnar?
Geri roknskap, mvg-uppgerð og nýggja
matarskrá til reseptiónir fyri 2011
fyri fyritøku mína, MJ Catering. Passi
annars allar kundarnar við smyrjibreyði,
køldum borðum og øðrum góðum.
Tú fæst nógv við Kovboyfilm?
Hvat gera tit har?
Ja, eg havi tveir hattar á høvdinum, MJ
Catering og so Kovboyfilm saman við beiggja
mínum, Thomas Koba. Í Kovboyfilm eru vit
í løtuni í ferð við at fáa allar filmarnar um
Føroyar á YouTube týddar til onnnur mál
enn enskt. Upplesarar og umsetarar skulu
finnast. Hetta er spenanndi at baksast
við. Stuttfilmarnir eru sera væl móttiknir.
Umleið 700-900 vitjanir eru uttanlands
hvønn dag. So filmarnir gera vart við Føroyar,
meðan øll sova, og raksturin kostar onki.
Hvussu fáa vit framgongd
í ferðavinnuni?
Vit mugu hava meiri virala marknaðarføring,
har fólk sjálv senda reklamurnar sínámillum,
tí hon bílig og røkkur víða. Haraftrat mugu
vit lækka kostnaðin at koma higar og
tjena pengar upp á onnur økir eisini.
Tú rekur so eisini MJ Catering.
Eru tíðirnar truplar?
Tíðirnar eru ikki so øgiliga truplar, um tú
dugir at halda útreiðslunum niðri. Fyri teir
aktørar, sum hava kostnaðamikil lán, er tað
straks verri. Alt hatta skal eg ikki baksast við,
tíbetur. Eg leggi dent á at geva kundunum
eina góða vøru og geri tað, sum eg tími.
Havi ikki hug at arbeiða fyri bankarnar.
Hvat heldur tú um alt
krepputosið í miðlunum?
Tað er fullkomiliga farið av sporinum,
tí nógvastaðni er tað ikki so illa statt,
sum sagt verður í miðlunum.
Hvat hevur verið besta partabrævið
í seinastuni og hví?
Mítt egna partabræv í mær sjálvum er helst
nummar eitt, kanska besta íløgan nakrantíð,
tí eg kann sjálvur stýra tí. Næstbesta
partabrævið er kanska BRIK-íløgan. Hetta
er ein samanseting av ymsum partabrøvum
í Brasilia, Russlandi, India og Kina. Havi
ongantíð keypt partabrøv við kenslunum,
hvørki persónligum ella tjóðskaparligum.
Hvat heldur tú um føroyskan politikk?
Mær dámar hann ikki væl, tí ongin
avrikar nakað. Har er bara snakk og ov
nógvir arbeiðsbólkar, sum skriva álit til
almenningin um onki. Tóm aðalorðaskiftir
geva onga meining. Um løgtingið var ein
privat fyritøka, var hon farin dundrandi á
heysin, og tað er hon kanska eisini farin.
Hvat heldur tú um, at Fernando
Torres og Eik Banki kostaðu
tað sama, 450 mió. kr.?
Fantastiskt! Útboð og eftirspurningur!
Soleiðis skalt tað vera.
Hvørjar fjølmiðlar brúkar tú mest og hví?
Bløð, sum kunnu lesast á iPad, og eina rúgvu
av podcastum heima, í bilinum og aðrastaðni.
Heldur tú, at Hosni Mubarak
skal fara frá í Egyptalandi?
Sjálvandi skal hann fara frá. Demokrati má
setast í verk, og er meirilutin muslimar,
sum vil seta sharia-lógirnar í gildi, so
mugu tey um tað. Eg hevði bara ikki
ynskt at búð har sum minniluti so. Tey
skulu ikki blanda seg uppí, hvat vit gera,
og hetta skal so ganga báðar vegir.
Hvat er tað
besta við
hvørjum degi?
At sleppa at
eiga hann við
góðari heilsu!
Hvat er títt motto?
Spar upp og slepp tær av við skuld!
Michael Jensen
Spar upp og slepp tær av við skuld
lagt tIl rættIs: Uni Arge
MiCHaEl JEnsEn er sjálvstøðugt vinnurEKandi og heldur ikki, at Tíðirnar eru so
ringar, sum FJølMiðlarnir gera tær til. tað snýr seg um at halda úTrEiðslunuM
niðri og hava so Fá lán sum gjørligt, tí tað er sTuTTligari at arbeiða fyri seg
sjálvan enn BanKarnar, heldur hann. um ein MEiriluTi vil seta sHaria-lógir í gildi í
EgypTalandi, so verða EgypTar um tað, sigur hann, tí dEMoKraTi er demokrati