fríggjadagur 11. februar 2011síða 14
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 11. februar 2011 · Nr. 18
14
Sosialurin
Kvalitets vørur
og góð tænasta
Vøggan á Hálsi í Havn er ein barnaútgerðarhandil við allari útgerð til tey, sum eiga børn og hevur alt frá
bringuklútum til eitt stórt úrval av barnavognum. Handilin er nú víðkaður og hevur størri vøruúrval
Magnus Gunnarsson
Barnaútgerðarhandilin
Vøggan
hev ur nú fingið betri umstøður,
við tað at gólvvíddin er vaksin, og
vøru úrvalið er munandi størri. Vit
leggja stóran dent á góðsku og góða
tænastu, eins og at kundar okk ara
kenna seg tryggar at keypa frá
okkum, sigur Tóra Johansen, sum
eigur og rekur Vøgguna.
Vøggan er ein handil við breið
um vøruúrvali av ymiskari barna
útgerð, sum familjan við smáum
børnum hevur brúk fyri. Tóra
Johansen keypti handilin fyri
trim um árum síðan. Vøggan hevur
ann ars 11 ár á baki. Handilin lat
upp fyrstu ferð í Runavík í 2000.
Tað vóru Anni og Rógvi Nielsen, ið
byrj aðu við Vøgguni.
Vøggan flutti til Tórshavn í 2004.
Tá var handilin í Køkubúðini, har
Iktys heldur til í dag. Eftir stutta
tíð í Køkubúðini, fluttu tey handilin
niðan á Heykaveg 3 á Hálsi, har
hann er í dag.
Handilin hevur stórt úrval av
útgerð og tilboðum til teirra, sum
eiga smábørn. Eitt nú ein byrjanar
pakka til tey sum fyrstu ferð fáa eitt
barn. I pakkanum er barnavognur,
bilstólur, pusliborð, song, madrassa,
baðikar,
blæuspann,
dýna
og
koddi.
Umframt barnavognar og koyri
stólar selur Vøggan eis ini bilstólar,
leikur, barnakamarsmøblar, baði
rúms møblar, borðstólar og tilhoyr.
Vøggan
umboðar
nógv
ymisk
merkir av barnaútgerð sum t.d.
Emmaljunga, BRIO, Akta Graco,
Baby Trold, Basson, Super Nova,
Be Safe og mong onnur. Vit leggja
stóran dent á góðsku, góða tænastu
og at vegleiða kundan, sigur Tóra
Johansen.
Vøggan hevur í mong ár havt gott
samstarv við barnaansingarstovnar
kring alt landið. Handilin hevur
stórt úrval av barnaútgerð, ið ein
slíkur stovnur hevur brúk fyri.
Eisini gera vit viðlíkahald á vogn
unum á stovninum. Handilin hev ur
eisini eina tænastu til teirra, ið fáa
familju ella vinir, ið búgva uttan
lands, á vitjan, har Vøggan bjóðar
góðkendar bilstólar til leigu.
Tá tað snýr seg um børn, hevur
trygdin alt at siga. Allar okkara
vør ur hava staðið royndir, ið eru
gjørd ar eftir galdandi ESreglum.
Vit átaka okkum alla umvæling av
barna vognum og koyristólum, sum
eru keyptir frá okkum. Um tað t.d.
er ein knappur sum er farin, ella tað
er okkurt við hjólunum, syrgja vit
fyri, at tað verður umvælt. Handilin
liggur val fyri í býnum millum hinar
handlarnar á miðstaðarøkinum á
Hálsi, og parkeringsviðurskiftini
eru sera góð, sigur Tóra Johansen.
maggi@sosialurin.fo
Tóra Johansen og Anni Nielsen í nýumvælda
handlinum. Majken Johannesen vantar á myndini
Myndir: Álvur Haraldsen
Barnaútgerð
Lýsingartilfar