fríggjadagur 11. februar 2011síða 14
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 18 · 11. februar 2011
14
VIKUSKIFTI
Hondbóltur kann vera fittur
Vit eiga at vera fitt við bankar
nar. Teir vilja okkum bara alt
tað besta. Og vit hava ikki ov
nógvar. Spilla vit teir út hvønn
einasta dag, kunnu teir siga sum
so: hetta tíma vit ikki longur.
Bankarnir eru ikki almanna
stovur sum fakfeløgini til dømis.
Tí eru no bad feelings her
eftir hesa søguna, sum eg
nú skal siga. Ikki eitt hugsað
dømi, men ræðandi reyð
tøl. Ein sólskinssøga í øllum
myrkrinum.
Eg hevði eitt sethúsalán í
einum banka. Í desember í fjør
skuldu seinasti avdráttur og
seinastu rentur gjaldast. Tað
visti eg. Eg lati ikki bankan
einsamallan ansa eftir mínum
pengum. Eg vil fegin hjálpa
bankanum.
Eg gleddi meg sjálvandi til
at gerast skuldarleysur, hóast
eisini tað er burturoldað og
ómodernað, ikki at skylda
nøkrum nakað.
Vanliga plagdi eg at fáa eitt
krav frá bankanum eina tíð
framm anundan gjaldsdøgunum
í juni og desember. Men tað helt
uppat. Standardumberingin,
nú tann fyrr so framúr góða
tænastan hjá bankunum er
viknað, er KTumleggingin í
fjør. Tá gjaldsdagurin nærkaðist
óhugnaliga nógv í øllum myrkr
i num, ringdi eg til bankan og
spurdi eftir láninum.
Eg tími ikki hatta við trota
rentum.
Segði sum var, at hetta var
seinasti avdráttur, og eg vildi
sleppa at gjalda alt, sum eftir
var av láninum.
Jú, tað var gamaní. Banka
fólkið roknaði út, hvussu nógv
eg skuldi gjalda. Skilti tað
soleiðis, at alt var við. Hetta var
tað og lánið var goldið, liðugt,
úti. Eg bað um at fáa pengarnar
fluttar alt fyri eitt. Tá bankin
sjálvur skal hava pengarnar, ber
sum einki til at orðna flytingar í
telefonini.
Farvæl og takk. Glaður var
eg. Nú bíðaði eg so tað, sum
eftir var árinum, eftir einum
fittum brævi frá bankanum,
har sum hann takkaði mær
fyri samstarvið í 22 ár. At hann
hevði fingið fleiri tíggju túsund
krónur í rentum frá mær.
Takkaði mær so inniliga fyri,
at eg hevði goldið rættstundis
hvørja einastu ferð uttan
eina. Tá fall trotarentan eisini
kl.00.01. Men hvat er tað millum
vinir?
Og skuldi eg havt brúk fyri
at læna pengar aftur, so var eg
meira enn vælkomin at venda
mær til teirra, so kunnu vit
hyggja upp á tað. Gleðilig jól og
gott nýggjár.
Tað brævið kom ikki. No bad
feelings. Men eftir nýggjár kom
eitt kontuavrit. Eg skyldaði, ja,
eg skyldaði 1,58 kr. Sethúsalánið
var farið at spøkja.
Eg skilji so sera væl bankan,
at hann ikki vil sleppa einum
so góðum kunda sum mær. At
hann fegin vil hava sínar longu
fingrar í mínum lummum.
Men tað vildi eg ikki. Eg
vildi ikki skylda 1,58 kr., so eg
spurdi pent, um eg ikki kundi
sleppa at gjalda, við rentu
sjálvandi.
Tá eg hevði rykt eftir svari,
fekk eg svar. Sjálvandi bar til at
gjalda. Tá so lánið var gjørt upp,
tað vónaði eg í hvussu so er,
kom aftur eitt kontuavrit, 1,58
kr. pluss 00,04 kr, fýra oyru, í
trotarentu, í trotarentu.
Giti, orki ikki at spyrja, at
trotarentna er fyri tíðina millum
eg spurdi, um eg kundi sleppa
av við lánið, til eg fekk svar eftir
at hava rykt eftir tí.
Og so fyrst í februar kom
enn eitt kontuavrit, 00,01 kr.
í rentustuðli av trotarentu,
eitt oyra til mín úr tóma
landskassanum. Tak er kun et
fattigt ord.
Rentustuðulin av trotarentu
er 25%.
Dugi tó ikki at síggja, at
tey fýra oyruni eru farin av
kontuni. So tey koma ivaleyst
afturíaftur fyrst í januar næsta
ár, við trotarentu sjálvandi.
Sum sagt: no bad feelings.
Latið okkum vera fitt við
bankarnar.
Bankabank
UmaftUrafturum
høgni djurhuus
Melda!
VB-kvinnur stjólu stig frá Tjaldri
Portal.fo
Royn so og gang!
Farin at møðast av at standa í stað
Portal.fo
Rudda forsíðuna!
Føroyar og Noreg samráðast
um fiskirættindi
Kringvarp.fo
Eru tey vilst?
Byggja útnorðurhús í Odense
Kringvarp.fo
Gott arbeitt, dreingir!
Kriminalpolitiið fann í gjár eina
teldu heima hjá einum manni.
Portal.fo
Svenskari úr Svøríki
Um tit skøkjuungar vilja hava
mannin, mugu tit koma eftir
honum, varð sagt, tá ringt varð til
svenska journalistin úr Svøríki.
Portal.fo
Eru teir farnir av landinum?
Nógv færri sjómenn í Noregi
Kringvarp.fo
Nú er ágangurin í Løkshøll
Mánakvøldið 7. februar kl. 19.00
hevur felagsskapurin Kris ein
áhugaverdan fyrilestur um kynsligan
ágang í Løkshøll í Runavík.
Tíðindaskriv
Nýtt, nýtt!
Tvey hús í einum
Dimma
ranga
í
strúpan
Ofta verður hildið, at hondbóltur er eitt hart og ógvusligt spæl. Taklingarnar kunnu verða harðar, og tað verður ikki latið nakað
nakrastaðni. Men hendan myndin hjá okkara myndamanni gevur eitt dømi um, at hondbólturin eisini kann verða fittur. Hesir báðir
halda hond mitt undir dysti.
Kreativ lýsing
Í spæli ber alt til – í øllum førum tað mesta. Hesin norski
forhandlarin av einum fótbóltsspælið lokkar Liverpool-
fjepparar til at keypa Football Manager spælið. Hetta er eitt
spæl, har fólk kunnu royna seg sum venjarar. Spælið er so
fantastiskt, at sjálvt Liverpool kann vinna meistaraheitið í tí.
Sig so tað, at spøl ikki tæna onkrum endamáli!
Logiskt!
Portalurin skrivaði nú um dagarnar, hvussu
tað kundi blivið betur hjá størri skipum
sum eitt nú Smyrli og Norrønu at lagt at
á Havnarvág. Loysnin var kanska ikki so
øgiliga kreativ – heldur sera logisk:
“ Tað hevði gjørt umstøðurnar fyri atløgu
eitt sindur betri, um meiri pláss hevði verið
á Havnarvág”
So var hatta málið loyst!
Nokk av pengum
Konan ætlaði sær út at shoppa og bað
mannin um at fáa pengar.
- Pengar, pengar, pengar, rópti maðurin. –
Hvønn einasta dag spyrt tú meg um pengar.
Eg haldi, at tú hevur meira brúk einum heila
enn pengum.
- Jamen, nú spyrji eg teg um tað, sum tú
hevur mest av.