fríggjadagur 11. februar 2011síða 16
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 11. februar 2011 · Nr. 18
16
Sosialurin
E
g má ærliga viðganga, at tá eg fekk
vónardagbókina til gávis, ivaðist eg
stórliga í, um eg fór at tíma at brúka hana.
Ikki tí at nakað var galið við sjálvari bókini,
men tí at eg helt tað vera eitt sindur óneyðugt
at hava allar smálutir niðurskrivaðar, nær
eg hevði ilt hvar og so framvegis. Men eg eri
ótrúliga glað fyri at tímdi at geva mær tíð at
brúka hana, tí tað er ordiliga stuttligt at blaða
ígjøgnum hana nú, bert 10 dagar eru eftir til
termin.
Um sjálva bókina vil eg byrja við at siga,
at hon er ótrúliga flott. Vakurt innbundin
við kvinnuligum litum og mynstrum. Øvugt
nógv av tilfarinum, sum ein fær í samband
við barnsburð, har tað týðiliga sæst at tað
er umsett úr donskum ella enskum, so er
hendan bókin so deiliga føroysk við vøkrum
orðum um smábørn og tað at verða til úr
føroyskum sangum, bókum o.ø. Harafturat
hevur hon ein snildan lumma at goyma ferða
journalina í – sum jú IKKI má blíva burtur, og
sum flestar barnakonur goyma sum reyðagull
hesar níggju mánaðirnar.
Eg havi millum annað brúkt bókina til
at skriva niður, hvat læknin og ljósmóðurin
hava sagt, tá eg havi verið til viðtalu, tí tað
er ikki serliga lætt at skilja tað, sum verður
skrivað á fakmáli niður í ferðajournalina.
Harafturat havi eg skrivað fleiri av løgnu
dreymunum, sum barnakonur ofta uppliva
í tíðarskeið av barnsburðinum, niður. Ikki
bara teir ógvusligu, tá eg havi havt tíðarskeið
við marruni, men eisini teir fittu, har eg ella
sjeikurin hava droymt um hvussu barnið fer
at síggja út o.s.fr.
Eg havi eisini valt at pynta bókina við
myndum av mær, so hvørt sum búkurin er
vaksin og avritum av skannaramyndunum.
Havi gjørt mær listar við leikum og tingum,
sum barnið longu eigur áðrenn tað er føtt,
hvat eg skal hava við á føðideildina, hvør skal
vera inni, hvat tey nærmastu hava gitt og sagt
um barnsburðin o.s.fr. Men tað sum serliga
verður stuttligt at hyggja aftur á verður
nøvnini. Vit hava skrivað øll nøvnini
niður, sum vit hava ivast í, og tað verður
helst stuttligt hjá barninum at sleppa at
síggja hvussu tað kundi itið.
Sum aðrar dagbøkur, so er Vónar
dagbókini eisini privat. Tí kundi ein
sagt at tað manglar eitt lás á bókini, tí
nógv av tí, sum ein fer ígjøgnum, bæði
sálarliga og kropsliga, ígjøgnum ein
barnsburð, er ikki nakað, sum tosað
verður um við døgverðaborðið. Men
so kann ein sjálvur gera av, alt eftir
hvussu útgreinað ein velur at skriva,
um bókin skal goymast undir songini
ella standa í bókahillini.
Eg vil viðmæla øllum barnakonum
at brúka bókina, og eg ivist ikki í, at eg
mangan fari at blaða gjøgnum bókina seinni.
Ikki bara fyri at minnast aftur á serligu tíðina,
men hon fer uttan iva at verða ein stór hjálp
til ein møguligan næsta barnsburð, ella tá
dóttirin ella verdóttirin einaferð verður við
barn, og tørvar hjálp, og so verður hon eisini
stuttlig hjá barninum at hyggja í, tá tað
verður eldri.
Ummæli
Jóna Ólavsdóttir
Vónardagbókin
Beinta Lassen
Ergoterapeutur
Tíverri endaði stríðið um
sáttmálaviðurskiftini millum
Ergoterapeutfelagið
og
Heilsutrygd, úti í einum sera
grovum og harðligum kjakið.
Sum ánari og rekari av einasti
privatu ergoterapiuni, kenni
eg meg noydda at viðmerkja
atburðin
hjá
landsstýris
manninum, bæði í Rás 2 og
Eygsjón.
Inntil í farni viku havi eg
havt viðgerðastovu í Havn,
vit hava eisini koyrt út til
tey børn, har tað hevur verið
neyðugt. Eg stongdi ergo
terapiuna mikudagin í farnu
viku, tí eg hvørki menniska
liga ella fíggjarliga, kundi
reka hana longur, orsaka
manglandi sáttmála. Eg sendi
teldupost til heilsumálaráð
harran í november 2010, har
eg greiddi honum frá, at eg
ikki kundi ella vildi meira,
eg fekk ongantíð svar, hóast
eg seinni í desember hitti
hann, og rykti eftir svarið. Tí
avgjørdi eg at stongja ergo
terapistovuna.
Heilsumálaráðharrin
Aksel V. Johannesen, segði í
farnu viku í Útvarp Føroya
og Rás 2, at hann kann skipa
eitt nógv betri og bíligari ergo
terapi tilboð enn tað privata.
Kundi hugsað mær neyv
ari greining av, hvussu hettar
tilboðið skal verða betur. Er
tað dugnaligari starvsfólk?
betri útgerð? fleiri viðgerða
tímar til tað einkulta barnið?
Betur útbúgving av ergo
terapeutum, ella hvat er tað
sum ger tað betri? Er hald í
útsagninum?
Fyri tveimum árum síð
ani,
tá
Rósa
Samulesen
varðaði av málinum, blivu
vit spurd um, um tað kundi
verið hugsandi, at vit høvdu
viðgeraðstovur aðrastaðni í
landinum, soleiðis at tilboðið
var meira breitt, hettar segði
eg ja til, men hoyrdi ongantíð
nakað aftur um tað málið.
Sum ánari og leiðari av
ergoterapistovuni hjá Ergo,
skal eg heilsa Akseli, at hann
skal leita leingi og djúpt
eftir at finna betri og meira
dugnaligari ergoterapeutar,
enn júst teir sum Ergo hevur
havt í starvi.
At hann so tosar um risiko
fyri feilmetan av diagnosu, yvir
viðgerð og møguliga skeiva við
gerð, er so sera sera langt úti,
og taka vit hettar sum eina
ógvuliga grova ákæru.
Eisini verða vit umrødd
at hava slanguna niðri í
Landskassanum, og fyrst og
fremst hugsa um profittin.
Tosar móti betri
vitandi
Eg segði við Rás 2 at tann
fyribils sáttmálin, sum Aksel
vil geva ergoteraputfelag
num, hevur nógv størri av
markingar enn kunngerðin
sum var galdandi inntil 31 juli
2010, hesum noktar Aksel.
Aksel svarar aftur, at eg
tosaði móti betri vitandi, tá
eg segði at SI børnini hava
verið fevnd av kunngerðini.
Um Aksel hevði lisið kunn
gerðina,
so
hevði
hann
eisini vitað, at so var ikki. SI
børnini vóru fevnd, bert tey
“sokkallaðu POF børnini”
vóru spard burtur, hettar
eru tey við teimum lættari
motorisku trupulleikum. Á
okkara viðgerðastovu, hava
vit gjøgnum 10 ár, bert havt
umleið 10 børn sum hoyra
undir POF. “POF” børnini
eru annars sera skjót og lætt
at viðgerða, og kunnu fara
út úr systeminum innan 3
mánaðir við røttu viðgerðini.
So peningaliga er ikki nógv
at para har.
Øll hini hava havt umfat
andi trupulleikar, sum koyra
tey undir tunga bólkin BIS.
Kunngerðin kann lesast á
amr.fo.
»Avgerandi fyri um og í
hvønn mun stuðul verður
veittur
til
viðgerðir
er,
um
brekið/sjúkan
hevur
munandi avleiðingar fyri
barnið í gerandisdegnum.
Sum dømi kann nevnast, at
børn við lættari motoriskum
trupulleikum (sonevnd POB
børn), ið kunnu hava gagn av
sonevndum SÍ venjingum,
ikki verða mett at verða
fevnd av kunngerðini.«
Hóast hesa vegleiðing til
kunngerðina,
so
hevur
einki barn við SI trupul
leikum fingið játtan frá
Almannstovuni í tvey ár,
hóast nógvar umsóknir.
Kanningar og ávísingar
Vit verða eisini undir ákæru
fyri, at vit ergoterapeutar hjá
Ergo, hava gjørt kanningar av
børnum við SI trupulleikum,
og sjálvi gjørt ávísingar.
Vit hava kanna nógv
børn, tí langi bíðilistin hjá
SND eftir einari almennari
kanning av terapeutum har,
er ovtolandi langur. Tí eru
foreldur komin til okkara
til kanningar við børninum,
foreldrini koma tí skúlar og
stovnar hava gjørt vart við,
at barnið ikki mennist ella
trívist sum vanligt. Eg havi
eisini gjørt onkrar kanningar
fyri SND.
Vit hava hundraðtals skjøl
liggjandi, har Almannastovan
biður okkum um metingar og
vurderingar, av børnunum,
so tey kunnu meta um barnið
hevur framhaldandi tørv á
viðgerð. So hesar kanningar
eru umbidnar av tí almenna.
Eg skilji vælsjónarmiði
um at veitarin og ávísarin, í
summum førum er sama fyri
tøka. Havast skal tó í huga, at
hvørki foreldur, kommunu
læknar og málsviðgerðarar
á Almanastovuni lat børn
óneyðuga leingi til viðgerð.
Afurat hesum skal eg við
merkja, at eingin rokning er
send Almannstovuni, uttan
at lækni hevur ávíst tørvin.
Alment tilboð fyri
150 kr frá Aksel
V. Johannensen
Aksel segði, at tað privata
kostar ov nógv, tað privata
kostar kr. 475 pr. viðgerðatíma
við øllum íroknað .Útreiðslur
sum millum annað standa av,
at hava eina viðgeraðastovu
eru lønir, frítíðarlønir, hølir,
eftirlønir, sjúkradagar, skeið
virksemi, serútgerð, skriv
stovuútgerð, reingerð, telefon,
el, hiti, bilar ella koyring til tey
børn sum ikki kunnu koma á
viðgerðastovuna og annað.
Alt hettar sigur Aksel seg
kunna gera fyri kr. 150 pr
viðgerðatíma. Sigur at tað
Almenna ikki hevur hesar
útreiðslur, tí sjúkrahúsini og
Nærverkið hevur hølur og
útgerð sum kunnu brúkast,
so hettar kostar einki ?.
Hettar roknistykki hevði eg
ógvuliga fegin vilja, at sloppi
at sæð nærri at.
Oysl av Landskassanum
Eisini legði Aksel føroyskir
ergoterapeutar
undir,
at
oysla skattakrónir burtur til
óneyðugar venjingar, sum
eftir hansara meting var
ábyrgdin hjá foreldrinum.
Hettar er ein sera álvarsom
ákæra móti bæði ergoterpeut
um og foreldrum, og sigur
ikki so lítið um hanara vænt
andi innlit og virðing av tí
ergoterapeutiska fakinum.
Aksel V. Johannesen og Ergoterapi