fríggjadagur 11. februar 2011síða 16
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 18 · 11. februar 2011
16
VIKUSKIFTI
Hvør ætlar
sær at gera
Brenni fyri
politikki
Rúna
Sivertsen
SjálvStýriSflokkurin
fyrrv. løgtingskvinna
Nú er ikki nøkur formlig
uppstilling gjørd í Sjálv
stýrisflokkinum, men tá
eg havi skrivað politiskar
greinar seinastu tíðina, havi
eg undirskrivað meg sum
valevni Sjálvstýrisfloksins, og
eg rokni eisini við, at eg verið
á listanum til løgtingsvalið.
Eg eri ikki komin har
til enn, at eg havi hug at
sleppa politikki. Tað brennir
framvegis inni í mær. Eg havi
hug at verða við til at gera
broytingar í samfelagnum.
Tað er eisini umráðandi, at
kvinnur eru við til at mynda
løgtingið og samfelagið
annars. Eg eri kanska ikki
altíð samd í, hvussu vit fáa
fleiri kvinnur virknar, ella
hvør orsøkin er til, at kvinnur
ikki eru eins væl umboðaðar,
sum menn eru. Kvinnur hugsa
natúrliga meira um heimið
um menn, og tær vilja ikki
ordiliga sleppa tí partinum,
hóast menninir eisini gera
nógv heima. Og tá tú ert við í
politikki, so skalt tú gera tær
greitt, at tað kostar nógva tíð.
føroyar
ov lítlar til
fólkaræði
Sámal P.
í Grund
SjálvStýriSflokkurin
fyrrv. landsstýris- og
løgtingsmaður
Eg havi ikki
hug at stilla upp aftur til
løgtingsvalið. Eg síggi ikki
nakra veruliga meining í
føroyskum politikki í løtuni.
Tað verður eingin veruligur
politikkur førdur, og ongar
langtíðarætlanir verða
gjørdar. Støðan er verri,
enn hon nakrantíð hevur
verið. Einstaklingar føra seg
fram, sum teir hava hug,
og floksleiðslurnar eru alt
ov veikar. Tí ber ikki til at
føra veruligan politikk og
gera semjur sum halda.
Føroyar eru helst ov lítlar
til fólkaræði. Ein politikari
skal allatíðina taka atlit til, at
hann vil verða afturvaldur, og
tí skal hann ikki koma upp
á tvørs av veljarunum. Og
so hugsa politikararnir bara
um, at teir skulu ikki traðka
á hendan ella handan
veljaran, og úrslitið er, at tú
fært ongan reellan politikk.
ongar
tankar um
comeback
Henrik Old
javnaðarflokkurin
fyrrv. løgtingsmaður
Eg gavst í politikki til seinasta
løgtingsval, og eg havi ongar
tankar gjørt mær um, at eg
skal stilla upp aftur nú.
Mánakvøldið hevur
valfelagið hevur suðuri
fund, og hóast uppstilling
til løgtingsvalið ikki stendur
á skránni, so slepst neyvan
undan, at prátað verður
um tað, nú valið nærkast.
Vónandi kunnu vit finna
onkran her suðuri, sum
kann stilla upp. Og eg eri
avgjørt ikki fyrsta boðið.
Nú Føroyar eru blivnar eitt
valdømi, er tað truplari hjá
fólki í útjaðaranum at verða
vald á ting. Tað er ikki longur
nóg mikið hjá øllum bert at
fáa atkvøður í sínum lokaløki,
og tí skulu valevni kanska
hava markerað seg alment
onkursvegna, áðrenn tey stilla
upp. Valevnini skulu hava eitt
grundarlag í lokaløkinum og
eisini kunna taka atkvøður
her og har fyri at verða vald.
Útilokar
einki í
framtíðini
Kristina
Háfoss
tjóðveldi
fyrrverandi løgtings-
og landsstýriskvinna
Í dag nýti eg
mína orku
í føroyska
vinnulívinum –
í TF samtak
inum – og eri
ikki í politikki.
Vænti ikki
at eg stilli
upp til kom
andi løgtingsval. Men tá tú
hevur stóran áhuga fyri sam
felags ligum viðurskiftum og
fyri, at vera við til at menna
okkara land, so skal eg ikki
útiloka, at eg kundi roynt meg
í politikki aftur í framtíðini. Í
politikki ber til at arbeiða fyri
einum betri samfelag og at
fáa ávirkan, ið kann flyta
samfelagið rætta vegin.
Tí hevur politikkur
stóran týdning, og
fylgi eg eisini væl
við í tí, ið hendir
hesum viðvíkjandi.
Gongdin í føroyska
vinnulívinum hevur
eisini stóra ávirkan
á, hvussu vit kunnu
menna okkara samfelag
framyvir. Tí er tað sera
gevandi at kunna vera
við til at menna føroyskt
vinnulív í hesum døgum.
Havi ikki tikið nakra
endaliga støðu til,
um eg stilli uppaftur í
framtíðini, men hetta
verður væntandi ikki á
komandi løgtingsvali.
eg
umhugsi
støðuna
Bárður
Nielsen
SamBandSflokkurin
fyrrverandi løgtings-
og landsstýrismaður
Eg havi ikki tikið nakra
endaliga støðu til,
um eg eri hugaður
at stilla uppaftur til
løgtingsval. Eg skal ikki
útiloka, men eg kann
heldur ikki siga, at eg
fari at gera tað. Eg hevði
nøkur góð ár í politikki,
og eg treivst sera væl.
Nú er minni eitt ár til
valið, so eg veit eisini, at
eg skal gera upp við meg
sjálvan innan stutta tíð, um
eg skal stilla uppaftur.
Stilli eg uppaftur, so skal
tað verða tí, at eg havi nakað
upp á hjarta og haldi meg
kunna ávirka mál rætta vegin.
lagt tIl rættIs: Eyðun Klakstein / Uni Holm Johannesen