Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-11, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. februar 2011síða 17

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Fríggjadagur 11. februar 2011 · Nr. 18 Sosialurin Bæði formaðurin fyri bú­­skap­ arráðnum og landsstýrismað­ urin í vinnumálum hava nú­­ alment verið ú­­ti og funnist at fiskavirkisskipanini hjá Arbeiðsloysisskipanini, og báðir hava meira ella minni beinleiðis sagt, at skipanin í verandi líki eigur at verða avtikin ella niðurlagað. Hvørki formaðurin fyri bú­­skaparráðnum ella lands­ stýrismaðurin hava tó nevnt nakað um hvørjar avleiðingar hetta vildi havt fyri tey fólk, sum arbeiða á føroysku fiskavirkjunum. Fiskavirkisskipanin varð gjørd fyri at tryggja arbeiðsfólki­ num á fiskavirkjunum Tá fiskavirkisskipanin varð sett á stovn, tá var greitt, at neyðugt var at hava eina serskipan fyri tey arbeiðsfólk, sum arbeiða á føroysku fiskavirkjunum. Hetta varð gjørt við, at hesi arbeiðsfólk skuldu tryggjast í minsta lagi 32 tímar stuðul um vikuna, svarandi til 4 arbeiðsdagar. Skipanin hevur sum heild virkað væl, hóast ú­­trokn­ ingargrundarlagið ger, at stuðulin hjá nógvum arbeiðs­ fólkum als ikki er nøktandi. Møguligt missbrúk frá arbeiðsgevarum er ikki grundgeving fyri at avtaka fiskavirkisskipanina Vit hava tíverri dømi um, at ávísir arbeiðsgevarar brú­­ka skipanina á ein hátt, sum hon ikki varð ætlað. Slík missbrú­­k kunnu tó ikki brú­­kast sum grund­ geving fyri at avtaka fiska­ virkisskipanina, men í staðin eiga stig at verða tikin til at forða fyri slíkum missbrú­­ki. Um fiskavirkisskipanin verður avtikin, so fer tað at fáa álvars­ ligar avleiðingar fyri hundraðtals familjur í Føroyum. Eg skal gera pú­­rasta greitt, at um fiskavirkisskipanin verður avtikin, so fer hetta at raka tey lægstløntu í landi okkara serstakliga hart. Tað er átaluvert, at hvørki formaðurin fyri bú­­skapar­ ráðnunm ella landsstýris­ maðurin tekur upp á tungu tær avleiðingar, ein avtøka av fiskavirkisskipanini fer at hava. Hetta er tó tíverri ikki ein­ dømi um, at okkara embætis­ fólk og politikarar koma við ú­­tmeldingum um tiltøk, sum koma at raka vanliga løntak­ aran hart, og hesi fólk tykjast ikki at hugsa um hvussu vanligi føroyski løntakarin hevur tað, og at hesir løntak­ arar ikki tola enn meira skerj­ ingar í rættindum teirra. Fastlønarsáttmálin Nú­­ Vinnuhú­­sið hevur ført fram alment, at fastlønarsátt­ málin ið varð gjørdur 1. Mai 2010 við arbeiðarafeløgini, skal brú­­kast ístaðinfyri fiskavirkisskipanin, so skal eg minna Vinnuhú­­sið á, at hesin sáttmáli kann sigast upp til komandi samráðingar og fara heilt ú­­r gildi. Vinnuhú­­sið er fari at blanda tingini saman, hvussu skalt tú­­ brú­­ka ein sáttmála ístaðinfyri fiskavirkisskip­ anina. Um fastlønarsáttmálin skal brú­­kast/misbrú­­kast, so koma tey sum arbeiða í fiskivinnuni á landi ongantíð at fáa eina fulla mánaðarløn, tí teir tímar ið mangla í fulla tíð verða frátrektir í mánaðarlønini við upp til 10 % tvs at tá lítil rávøra er og nógvir dagar har onki arbeiði er, veksur tímatali sum arbeiðsfólki kemur at skylda til virkini, sostatt verður ongantíð full løn ú­­tgoldin. Hetta var als ikki ætlanin við fastlønarsáttmálanum fyri fiskavirkini, sáttmálin var ætlaður at vera fyri virkir sum hava støðugt arbeiði, men ikki eingang tey virkini hava brú­­kt sáttmálan. So nú­­ skal hesin sátt­ málin ikki brú­­kast sum arn­ boltur fyri at fáa fiskavirkis­ skipanina burtur. Lat tað vera heilt greitt fyri teimum sum eru farin í herna móti fiskavirkisskip­ anini, at so leingi onki annað alternativ er fyri hesa skipan, skal hon ikki avtakast. Fiskavirkisskipanin er ikki ein stuðul til fiskavirkini, men til arbeiðsfólkini á virkinum tá ongir lønartímar eru. Fakfelagsrørslan eigur at standa saman um fiskavirkisskipanina Mín áheitan til fakfeløgini í Føroyum er at standa saman um fiskavirkisskipanina, tí um vit ikki standa saman so er vandi fyri at ein skipan, sum tryggjar arbeiðs­ fólkinum rímulig lønarkorð verður avtikin, uttan at okkara politikarar hugsa um hvørjar óhugnaligar avleið­ ingar hetta fer at fáa fyri vanliga løntakaran. Kjak Ágangurin móti fiskavirkisskipanini Ingeborg Vinther Fiskavirkisskipanin varð gjørd sum stuðul til tey sum arbeiða á fiskavirkjum okkara, og sjálvt um skipanin verður missbrúkt av nøkrum arbeiðs­ gevarum, so eigur skipanin ikki at verða avtikin Fyrst kom Annika Olsen ú­­t og segði, at vit ongantíð hava verið so nær eini semju um kommunala reformin sum nú­­. So kom Jørgen Niclasen og segði, at Fólkaflokkurin hevði slakað í kravinum um, at fólkaskú­­lin ikki skuldi leggjast ú­­t til kommununnar at umsita. Afturfyri kravdi Fólkaflokkurin, at fólkaatkvøða skuldi vera í teimum ymisku kommununum soleiðis, at ein fólkslig tilgongd varð tryggjað. So kom Jógvan á Lakjuni og segði, at langt var á mál, og at kravið um fólkaat­ kvøðu merkir, at tær kommunur, sum ikki vildu leggja saman, heldur ikki skulu leggja saman. Fólkaflokkinum líkt, gjørd­­ist totalur forvirringur í leypi av einum fyrraparti. Jørgen Niclasen er ofta so taktiskur, at hann sjálvur dettur um sín egna taktikk. Um tað veruliga eydnast honum at sann­ føra sínar samgonguflokkar um at slaka fyri kravi um, at hvør kommuna sær avger, um hon vil leggja saman ella ikki, so er kommunalreformurin deyður á hesum sinni. Hann er ikki bara deyður – tilgongdin er skotin langt aftur í tíðina. So vónandi dugir samgongan at gjøgnum­ skoða avleiðingarnar av kravi Fólkafloksins. So er betur at sleppa ætlanini, soleiðis sum Annika Olsen viðmerkir á Portalinum. Fólkaatkvøðan At fáa ein nýggjan kommunalreform er alneyðugt. Nýggja kommunulógin er tí so yvirornað neyðug og hevur verið ávegis so leingi, at verður talan um fólkaatkvøðu ­ fyri at tryggja eina fólksliga tilgongd ­ eigur alt Føroya fólk at sleppa at siga sína meining um lógina. Tí er tað einasta rætta, at nýggja komm­ unulógin verður send ú­­t til Føroya fólk at atkvøða um. Vinnur lógin frama, skal hon setast í verk – um ikki, so eiga vit at viður­ kenna hetta og broyta kommunulógina sam­ svarandi hesum. Tað mund­­i verðið so gott – men bleiv so lort! Poul Michelsen løgtingsmaður Hoyrdi fríggjadagin á døgurða lands­ stýrismannin í heilsumálum um hansara sjónarmið um ergoterapi. Eg má siga, at eg varð skelkað. Hann veit lítið, hvat hann tosar um. Tosar um misbrú­­k og ger seg klókan uppá, hvør skal fáa viðgerð og hvør, ið ikki skal fáa. Havi arbeitt sum pedagogur í nógv ár við fólki, sum hava brek bæði innan menninga­ tarnaði og sálarliga sjú­­k. Eg havi eina ommudóttir, sum hevur brek. Hon hevur fingið ergoterapi­viðgerð einaferð um vikuna í nógv ár umframt fysiuterapi og ríðing, og hon kann ikki vera hesar viðgerðir fyri uttan. Hetta er ein neyðugur partur av menningini. Hon hevur eisini havt stuðul í skú­­lanum øll árini, og hevur tað gingið væl. Hon hevur kent seg sum ein partur av flokkinum, og hevur luttikið í sosialum tiltøkum saman við sínum floksfeløgnum – og, hetta tí hon hevði stuðul. Nú­­ er eingin stuðul meira, so nú­­ er hon avskorin frá øllum sosialum tiltøkum. Er hetta rætt? Er skú­­lin ikki fyri øll? Nú­­ er ongin neyðug ergoterapi – hvat verður tað næsta? Tað kann ikki vera meiningin, at hesin samfelags­bólkurin eisini skal berjast fyri sín rætt – rættin til eitt gott lív. Sam­ felagið, sum sigur seg at vera fyri øll, men eg havi ilt við at síggja hetta. Tosar man við myndugleikarnar, verður tú­­ víst víðari. Øll renna undan ábyrgd. Ella, er tað ikki pláss fyri teimum her? Er tað veruliga so, at tey mugu flyta av landi­ num, fyri at fáa tað hjálp teimum tørvar? Undan hvørjum vali eru tey veiku og gomlu gott valagn hjá polikkarunum, men so skjótt tey eru komin inn um tinggátt er alt gloymt. Er hetta ikki misbrú­­k? Vit eru ófør at hjálpa neyðstødd uttanlands, og vit eru stolt av hesum. Alt gott um tað. Men hvat við okkara egnu? Skelkað av Aksel Marjun á Plógv