fríggjadagur 11. februar 2011síða 17
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 18 · 11. februar 2011
17
VIKUSKIFTI
Innan eitt ár skulu føroyIngar
aftur á val. Nýtt løgtIng skal
veljast, og hørð kappIng verður
um teir 33 tIngsessIrnar. vit
hava spurt Nakrar polItIkarar,
sum IkkI eru í løgtIngInum í
løtunI, um teir ætla at stilla
uppaftur og royna at gera
comeback sum løgtIngslImIr
come
back?
eg eri
liðugur við
politikk
Signar á
Brúnni
tjóðveldi
fyrrverandi løgtings-
og landsstýrismaður
Eg kundi ikki funnið upp
á at stilla upp aftur til
løgtingsval. Eg stórtrívist í
arbeiðnum, sum eg havi nú,
og tað kemur ikki upp á tal
at fara upp í politikk aftur.
Eg var politikari í næstan
35 ár, og tað var ein góð
og spennandi tíð, men tað
er farið aftur um nú. Eg eri
liðugur við politikk. Nú eri
eg skúlastjóri í Klaksvík, og
tað dámar mær sera. Eg eri
eldhugaður í arbeiðnum at
menna skúlaskap í Klaksvík.
Støðan í føroyskum
politikki er verri, enn hon
nakrantíð hevur verið.
Sjálvsøkni er størri enn
nakrantíð. Tað snýr seg bara
um at koma fram, gera vart
við seg, verða hoyrdur og
sæddur. Og kanst tú markera
teg ímóti tínum egna flokki,
so er tað best. Tí er eingin
struktueraður politikkur, og
tað ringasta er, at tapararnir
eru teir politikararnir, sum
arbeiða seriøst í tí stilla og fáa
úrslit burtur úr sínum arbeiði.
løg mans-
sessurin
er undan-
takið
Kristian
Magnussen
javNaðarflokkuriN
fyrrverandi løgtings-
og landsstýrismaður
Eg stilli ikki uppaftur. Lívið
sum politikkari er ein farin
tíð. Eg havi sæð skriftina
á vegginum, tí eg misti um
80 prosent av atkvøðunum
til seinasta val. Eg eri
sosialráðgevi í Tórshavnar
kommunu, og tað fer við
mínari tíð. Einasta undantakið
er, um tað stendur mær í
boði at vera løgmaður. Eg siti
framvegis í starvsnevndini
í Javnaðarflokkinum, so
eg eri framvegis aktivur í
flokkinum, men eg verði ikki
valevni hjá flokkinum aftur.
eg eri
politiskt
óheftur
Georg L.
Petersen
sambaNdsflokkuriN
fyrrverandi valevni
Nei, eg ætli mær so bestemt
ikki at stilla uppaftur. Eg
royndi meg
á valinum í
2008, og eg
fekk mín dóm.
Undirtøkan
var lítil, og tað
staðfesti væl
og virðiliga,
at eg skal ikki
vera politikkari.
Eg starvist sum
fjølmiðlamaður,
og eg eri politiskt
óheftur. Eg eri
ikki limur í nøkrum
politiskum flokki.
Mín leiklutur
í føroyskum
politikki verður
tískil sum
fjølmiðlamaður
í framtíðini.
havi ikki
tol at vera
politikari
Malan
Johansen
sjálvstýrisflokkuriN
fyrrverandi valevni
Eg eri ofta spurd, um
eg havi hug at bjóða
meg fram, men áhugin
at royna meg sum
politikari er ikki tann sami
sum fyrr. Eg trívist væl
í Virðisbrævamarknaði
Føroya. Onkursvegna var
tað meira lokkandi, tá eg
stillaði upp í 2004. Eg havi
umhugsað støðuna ofta,
men eg havi fingið eina
dóttur, og gerandisdagurin
er broyttur. Eg veit ikki at
siga, um støðan hevði verið
ein onnur, um eg varð vald
seinast. Eg eri av tí sannføring
í dag, at eg havi ikki tol at
vera politikari, so eg vil heldur
gera mína ávirkan galdandi á
annan hátt. So nei, eg fari ikki
bjóða meg fram hesaferð.
eg havi
ikki tikið
støðu
Páll á
Reyna
túgvu
tjóðveldi
fyrrv. løgtingsmaður
Satt at siga, so veit eg ikki,
um eg ætli at bjóða meg fram.
Eg havi ikki hugsað stórvegis
um tað, og tískil ikki tikið
støðu. Persónliga hevði eg
eitt buldrasligt heyst, tá eg
noyddist frá sum borgarstjóri
á Sandi, og tað ávirkar
sjálvsagt eisini
familjuna. Tað
eru fyrimunir og
vansar við at
vera politikari.
Tað er serliga
stuttligt og
spennandi at
hava ávirkan,
tá tingini fara
tann vegin, tú
sjálvur heldur
vera rætt. Men
nú fáa vit at
síggja. Eingin
veit, nær
løgtingsvalið
verður, men eg
taki støðu, tá
tað nærkast.