Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-11, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. februar 2011síða 18

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 11. februar 2011 · Nr. 18 18 Sosialurin Ítróttur Eik-ligan menn nr. Lið Dystir Vunnið tapt Vunnin sett tapt sett munur stig 1 ÍF 16 14 2 44 12 32 18 2 Mjølnir 15 9 6 30 22 8 11 3 SÍ 15 9 6 34 19 15 10 4 Fleyr 16 7 9 24 33 -9 9 5 TB 16 0 16 2 48 -46 0 Eik-ligan kvinnur nr. Lið Dystir Vunnið tapt Vunnin sett tapt sett munur stig 1 Mjølnir 16 14 2 45 10 35 16 2 Fleyr 15 12 3 39 17 22 13 3 SÍ 16 12 4 39 21 18 13 4 ÍF 15 9 6 32 23 9 10 5 TB 15 7 8 26 31 -5 7 6 Ternan 16 4 12 17 40 -23 5 7 KÍF 16 3 13 13 44 -31 3 8 Dráttur 15 1 14 18 43 -25 1 KÍF-SÍ 0-3 (20-25, 19-25, 18-25) Ternan-Mjølnir 0-3 (18-25, 18-25, 18-25) Uni Holm Johannesen FC Suðuroy, sum skal spæla í næstbestu deildini í 2011, hevur knýtt ein danskan framherja at hópinum. Talan er um 24 ára gamla Nicklas Paulsen, sum hevur skotið eina rúgvu av málum í Danmarksseriuni. Framherjin hevur verið í samráðingum við fleiri donsk feløg, men uttan at gera nakra avtalu, so nú hevur hann leitað sær til Føroya í staðin, skrivar www.ligabold.dk. – Støðið svarar til Dan­ marksseriuna, og umstøðurnar eru fínar, sigur hann í stuttari viðmerking við heimasíðuna. Nicklas Paulsen skjeyt 18 mál fyri Svebølle í Danmarksseriuni síðsta kappingarár. uni@sosialurin.fo FC Suðuroy danskan framherja Fótbóltur 24 ára gamal málrevur skal fáa suðuroyarliðið uppaftur í bestu deildina Ítróttur um vikuskiftið steypafinalur, vaksin 12/02 13.30 Stjørnan-Tjaldur (kvinnur) 12/02 16.00 Neistin-KÍF (menn) steypafinalur, yngru 13/02 12.50 H71-VÍF (gentur 10) 13/02 13.35 Neistin-Tjaldur (dr. 10) 13/02 14.20 Neistin-Kyndil (gent. 12) 13/02 15.15 VÍF-Kyndil (dreingir 12) 13/02 16.10 Neistin-Kyndil (gent. 14) 13/02 17.20 H71-Kyndil (dreingir 14) 13/02 18.30 Neistin-Kyndil (gent. 17) 13/02 19.45 Neistin-Kyndil (dr. 17) eik-ligan, kvinnur 12/02 15.00 Dráttur-TB 12/02 15.00 ÍF-Fleyr 13/02 14.30 Mjølnir-ÍF 13/02 15.00 Fleyr-Dráttur 13/02 15.00 SÍ-Ternan 13/02 15.15 TB-KÍF eik-ligan, menn 11/02 18.30 SÍ-Mjølnir 13/02 13.30 TB-SÍ 13/02 16.30 Mjølnir-ÍF Frælsur ítróttur 12/02 11.00 Crossrenning, Hoydalar Hilmar Jan Hansen Stjørnan og Tjaldur hava aftur í vetur verið liðini, ið hava kappast um oddasessin hjá kvinnunum, men hesa ferð tó við Neistanum sum triðja kapp ingarneytanum. Nú skulu Stjørnan og Tjaldur so spæla steypa finaluna hjá kvinnum, ið er onnur teirra millum. Í fyrraárið vann Stjørnan við einum máli. – Hetta er ein finala, ið kann fara báðar vegir, tí hetta eru tvey góð lið, sum hava teir bestu skjúttarnar í land inum. Tí verður avgerandi, hvat av liðunum dugir betur at verja, sig ur venjarin hjá Stjørnuni, Svein Rógvi Ljósstein. Og hann fær undirtøku frá Trygva Mortensen, sum er venjari hjá Tjaldri: – At verjan er góð og málverjin stendur væl, kann fáa nógv at siga í steypafinaluni, sigur hann. At nakað er um tað, sæst aftur á stigatalvuni í Sunset­kappingini, tí í miðal skjóta Stjørnan og Tjaldri millum 28 og 29 mál í hvørjum dysti, og bæði lið hava fleiri streingir at spæla uppá á bakkunum, har skjútt­ arnir vanliga gera nógv um seg. Vænta javnan dyst Stjørnan er í steypafinaluni áttanda árið á rað, meðan Tjaldri bert spælir sína aðru finalu nakrantíð, so tí viðgongur Svein Rógvi Ljósstein, at Stjørnan nokk er favorittur: – Í vetur hava vit vunnið tveir og Tjaldur ein, tá vit hava møtst, men sæð í ljósinum av, at Stjørnan so ofta hava verið í finaluni, eru vit helst ein pinkalítil favorittur. Men eg vænti altso, at vit fáa eina góða finalu, tí her eru flestu av teimum bestu spælarunum samlaðir í ein­ um og sama dysti, sigur hann. Trygvi Mortensen, sum fyri fyrstu ferð sum venjari er í einari steypa finalu í hondbólti, væntar eis ini ein góðan finaludyst: – Eg trúgvi ikki so nógv upp á taktikk í einum slíkum dysti, tí her ræður snøgt sagt um at hava tann størra viljan at vinna. Liðini eru jøvn, so eg vænti ein spennandi og tættan dyst, har tað liðið vinnur, ið fær spælið at koyra og hevur neyð­ uga hepnið við sær, sigur hann. hilmarjan@sosialurin.fo Bestu skjútt­ arnir møtast Hondbóltur Venjararnir hjá Stjørnuni og Tjaldri eru samdir um, at verjuspælið fær nógv at siga í kvinnufinaluni, tí á teimum báðum liðunum eru bestu skjúttarnir í landinum nóGVIr SKJÚttAr Adina Petrea hjá Tjaldri er ein av teimum mongu skjúttunum, sum verða á vøllinum í kvinnufinaluni millum Stjørnuna og Tjaldur Mynd: Álvur Haraldsen