fríggjadagur 11. februar 2011síða 18
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 18 · 11. februar 2011
18
VIKUSKIFTI
tað er tíðIn
lagt tIl rættIs: Eyðun Klakstein
Flestu fólk vaska ikki nóg ofta køli
skápið, og tað kann gera fólk sjúk.
ein kanning, sum Interreseach
hevur gjørt, vísur, at annarhvør
dani vaskar køliskápið fýra ferðir
um árið. Og tað er alt ov sjáldan,
heldur samskipari á stovninum
Fødevareregion Øst. Morten
Lisby heldur, at skitin køliskáp
kunnu hava við sær diarré,
spýggju og álvarsamar sjúkur.
– tað er vandamikið, um
blámusoppur kemur í køliskápi
orsaka av gomlum mati í
einum vátligum umhvørvi.
Blámusoppurin kann skapa
eiturevni, sum eru vanamikil
fyri kroppin, sigur hann við
Søndagsavisen.
Hann sigur, at tað vanda
miklasta í køliskápinum
er grøn meti, sum sleppur
at liggja leingi og spillast.
Bleytar gularøtur og gomul epli
kunnu verða sannar bakteriu
bumbur.
Morten Lisby mælir fólki til at
tøma køliskápi og vaska tað eina
ferð um vikuna.
tá ungfólk taka sterkari rúsevni
er tað ofta tí, at tey eru komin í
eitt umhvørvi, har tað er vanligt at
brúka rúsevni.
– Sosialir samanhangir eru
avgerandi fyri, um fólk taka
amfetamin ella kokain. Um tú
kemur í eitt umhvørvi, har tað er
vanligt at taka rúsevni í veitslum,
er nógv størri møguleiki fyri, at
tú sjálvur eisini byrjar at taka
rúsevni, sigur Mads Uffe Pedersen,
professari á lærda háskúlanum í
aarhus, við Berlingske.
Kanningar vísa, at tá fólk taka
sterkari rús evni, eru tað í 7080
prosentum eisini vinir hjá teimum,
sum taka rúsevni.
Fartelefonir við android skipanini hjá Google
hava nú yvirhálað iPhone fartelefonirnar í USa.
Greiningarfyritøkan comScore sigur, at tað verða
nú fleiri android enn iPhone telefonir seldar í USa.
Men android og iPhone eru bert nummar tvey og
trý í USa, tí BlackBerry fartelefonin er tann best
umtókta millum amerikanarar. Hinvegin gongur
tað skeivan vegin hjá BlackBerry, tí telefonin
missir burtur av sínum marknaðarparti og
roknað verður við, at BlackBerry skjótt fer at
missa støðuna sum best umtókta fartelefonin
hjá amerikanarum.
Í 1990’unum vóru teir tiltiknir. teknaðu
tannáringarnir gjørdust heimskendir
á sjónvarpsrøðini MtV, har teir gjørdu
um seg í fýra ár. Beavis & Butthead
høvdu sínar hugsanir um tað heila,
og teir vóru ongantíð sum hini. Nú
verður sagt, at Beavis & Butthead
gera comeback á MtV seinni í ár. Mike
Judge skal framvegis standa við róðrið í
framleiðsluni av røðini.
Vit blíva sjúk av
skitnum køliskápum
Vinir fáa ung
at taka rúsevni
Android
yvirhálar
iPhone
Beavis & Butt-head
gera comeback
Nýtt koppingarevni
ímóti beinkrími
Granskarar á Jenner Instituttinum á lærda
háskúlanum í Oxford halda seg hava
funnið fram til eitt slóðbrótandi
koppingarevni ímóti beinkrími.
Granskararnir siga, at nýggja
koppingarevni kann virka ímóti fleiri
ymiskum sløgum av beinkrími og
kann halda í 10 ár. Hetta skriva
blaðið the telegraph. Beinkrím
rakar á hvørjum ári milliónir av
menniksjum og túsundtals fólk
doyggja av sjúkuni. Í Danmark
verður mett, at eini 1000 fólk
doyggja á hvørjum á av beinkrími.
royndirnar hjá granskarunum
í Oxford skulu nú roynast
umaftur, og úrslitið verður
í næstum kunngjørt í
læknaligum tíðarriti.