Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-11, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. februar 2011síða 19

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Fríggjadagur 11. februar 2011 · Nr. 18 Sosialurin Ítróttur Hilmar Jan Hansen Kvinnurnar hjá Mjølnir halda framvegis ferðina heilt har frammi og eru greitt oddalið í løt uni. Í gjárkvøldið var Mjølnir á Toftum og spældi ímóti Tern­ uni, og gjørdist talan um ein trygg an 3­0 sigur. Bæði tey fyrstu settini fylgdi Ternan væl við upp til 16 ella 17, men so setti Mjølnir ferð ina upp, undirstrikaði rína rutinu og avgjørdi settini. Hóast triðja sett endaði við somu sifr um sum hini bæði, 18­25, var kortini munur á, tí her leyp Mjølnir beinanvegin avstað og var eitt skifti á odda 12­4, áðrenn Ternan kom eitt sindur meira við, tá bæði lið ímóti endanum eisini lótu spæl ar ar nar á bonkinum sleppa upp í part. Í hinum dystinum í gjár­ kvøldið skuldi SÍ syrgja fyri at koma aftur á kósina, sam­ stundis sum tað ráddi um ikki at missa í mun til liðini oman­ fyri, Mjølnir og Fleyr. SÍ var í Kollafirði og spældi ímóti KÍF, og har eydnaðist at fáa ein 3­0 sigur til høldar. Tað gekk rættiliga javnt á í fyrsta setti, har liðini fylgdust langt uppeftir, men ímóti end­ anum fór SÍ avstað og vann 25­20. Í øðrum setti líktust SÍ­ kvinn urnar meira sær sjálvum og vunnu rímiliga trygt, men í triðja setti kom KÍF afturíaftur eina løtu, eftir at SÍ fyrst fór nokk so fitt framum, men so fór SÍ avstað aftur og vann sett ið og dystin. Sostatt er SÍ framvegis á triðja plássi, við sama stigatali sum Fleyr, men tó við einum dysti meira. Næstu dystirnir Eftir sigrarnar hjá Mjølnir og SÍ í gjárkvøldið, er eitt sindur av trýsti lagt á hini bæði liðini í fremstu kvartettini, Fleyr og ÍF. Og júst tey bæði hittast á Kambsdali í morgin, har ÍF við sigri veruliga kann sleppa upp í part, samstundis sum Fleyr við sigri veruliga fær oddasessin í eygsjón. Sunnudagin spæla júst Mjølnir og ÍF, samstundis sum bæði Fleyr og SÍ hava dystir, sum á pappírinum síggja yvir­ komiligir út, so tá vikuskiftið er av, kann toppurin bæði verða spjaddur ella enn meira saman kroystur. Hjá monnunum eru tríggir dystir, og Mjølnir og SÍ, sum eru ávikavist næst­ og triðfremst, eru partur av tveimum teirra. Í kvøld skulu klaksvíkingar til Sør vágs at spæla ímóti SÍ, og sunnu dagin tekur Mjølnir ímóti odda liðnum, ÍF. Megnar Mjølnir at vinna hesar báðar dystirnar, nærkast FM­finalan munandi, men vinnur SÍ sínar báðar dystir, kann alt sunnukvøldið aftur síggja út, sum tað gjørdi síðsta sunnukvøld. Mjølnir styrkir odda­ støðuna Kvinnuflogbóltur Við sigri á Toftum í gjárkvøldið syrgdu kvinnurnar hjá Mjølnir fyri, at tær nú eru trý stig framman fyri næstu liðini. SÍ vann í Kollafirði og er enn væl við í oddastríðnum vÆl Á vEg Kvinnurnar hjá Mjølnir eru nú trý stig framman fyri næstu liðini, eftir at tær í gjárkvøldið vunnu á Ternuni Mynd: Álvur Haraldsen Hilmar Jan Hansen Í steypafinaluni hjá monnum hevur Neistin møguleika at taka triðja sigurin á rað. Hesa ferð kem ur mótstøðan úr Kollafirði, og Neistin má liva við, at favoritt­ stemplið situr á teim um bláu og ikki KÍF. – Vit eru oddalið og hava fleiri royndir frá steypafinalum enn KÍF. Um tað so motiverar ella leggur eyka trýst á okkum, kann sum so gera tað sama, um vit duga at brúka tað til okkara fyrimun, sigur spæl­ andi venjarin hjá Neistanum, Ingi Olsen, ið hevur stóra virðing fyri KÍF. – Kollfirðingar hava argað okk­ um øgiliga illa. Vit hava vunnið allar dyst irnar ímóti KÍF, men tað hev ur ikki verið lætt, og í tí eina dystinum høvdu teir okkum í sekk­ inum og skuldu binda fyri, tá tað akkurát eydnaðist okkum at sleppa uppaftur. Neistin hevur verið oddalið allan vetur, samstundis sum KÍF hevur verið klárt besta liðið av restini. Ingi Olsen staðfestir, at ein steypafinala heldur ikki er sum aðrir dystir, so tí er ikki vist, at stigatalvan er so av­ gerandi. – Allarhelst hava vit eitt betri lið enn kollfirðingar, men teir eru ungir og øgiliga raskir, so vit mugu vera fokuseraðir og klárir, sigur Neista­venjarin. Fólk eru spent Ein hin besta myndin av, at KÍF ikki hevur somu steyparoyndir sum Neistin, er ættartalvan hjá fýra av núverandi spælarunum á lið num. Ási Dam, Emil Dam, Pætur Johannesen og Rúni Joensen, sum eru á liðnum hesa ferð, eru synir ávika vist Jákup Dam, Kristian Martin Dam, Hannis Johannesen og Ragnar Joensen, ið allir vóru á lið num í 1986, tá KÍF tapti ímóti Kyndli við bara einum máli, 23­24. – Tað er deiligt at vera í finaluni, og vit eru sera spentir. Tað sama er fólkið í Kollafirði, tí allastaðni spyrja tey um finaluna og ganga øgiliga høgt upp í tað. Hetta er ein dystur, sum skal avgerast, og tað er bara hesin eini kjansurin, tú hevur, sigur venjarin hjá KÍF, Jan Ottosen. – Vit hava hvørja ferð ímóti Neist anum fingið argað teir í eina góða løtu, men eg ivist í, um tað verður nóg mikið hesa ferð. Helst noyð ast vit at spæla 100 prosent væl allan dystin á tamb, tí ímóti Neist anum hevur eingin ráð til at taka sær av løttum. KÍF­venjarin væntar góðan stuðul frá trúgvu og harðmæltu stuðl unum úr Kollafirði, umframt at hann væntar annan stuðul við: – Vit eru »underdogs«, og tí fara óivað eisini mong onnur at halda við okk­ um, sigur Jan Ottosen. hilmarjan@sosialurin.fo fAvorittAr og »unDErDogS« Jugoslav Djumic og Neistin hava verið omaná í vetur, men spurningurin er, hvør verður omaná í steypafinaluni hjá monnum, har alt skal avgerast í einum dysti Mynd: Álvur Haraldsen HonDbóltur Meðan Neistin er triðja árið á rað í finaluni, eru 25 ár síðani KÍF var har síðst – og fýra av spælarunum hjá kollfirðingum eru synir spælarar frá finaluni afturi í 1986 Annað ættar lið í finaluni