fríggjadagur 11. februar 2011síða 21
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Fríggjadagur 11. februar 2011 · Nr. 18
Sosialurin
Tøkk
Øllum tykkum, ið á ymiskan hátt mintust meg á
75 ára degnum, takki eg hjartaliga.
Eina serstaka heilsan til Tjóðveldi, ið møtti
so fjølment.
Blíðar heilsanir
Óli Petersen
Mánadagin 14. februar verð ur
Birgit av Lofti í Havn, sjeyti
ár. Sigast kann um Birgit,
at hon er ein ekta havnar
kvinna. Røtur hennara røkka
fleiri ættarlið aftur í havn ar
søgu.. Hon er fødd í sjálv um
hjartanum í gomlu Havnini
– niðri á Áarvegnum. Barn
dóms heimið var har sum
Hotel Hafnia er nú, við einum
ger andis út sýni yvir á Amt
mans borgina, har greinarnar
av gullregntrænum í hesum
garðinum hingu so vakrar
omanyvir Áarvegin.
Fødd við Áarvegin
Fyrstu barndómsárini hevði
pápin,
Christian
Dahl
Restorff, tubbakshandil í
kjallaranum í heiminum á
Áarvegnum. Men tá ið Birgit
var 9 ára gomul, bygdi hann
hotel Hafnia har. Í 1948 flutti
húskið í nýbygd hús uppi á
Hoyvíkskvegi 17.. Birgit er
næstelst av børnunum hjá
Mariu og Christian. Hini eru:
Jóhan, Kirstin og Martin
Christian (MC).
Ættarfedrar
Langabbi hennara var hin
navnframi handilsmaðurin
M.C. Restorff, sum var millum
teir fyrstu, ið fingu loyvi at
hava handil, eftir at kongligi
einahandilin var avtikin í
1956. Sonur hansara, Johan
Restorff, abbi Birgit, var
ein kendur skipari. Omman
Johanna var eisini av kendari
ætt í Havn, Dalaættini dóttir
Christian Christiansen, van
liga nevndur Christian í Dali
ella “Loðsurin”. Langomman,
kona Christian í Dali, æt
Helena
Í móðurætt skal nevn ast
abbi hennara, handils mað
urin, Hans Joensen, sum
stovn aði handilsfyritøkuna,
Fa. Hans Joensen, sum helt
til har handilskjarnin nú er í
Niels Finsensgøtu. Hann var
giftur við Anette Joensen,
sum var fødd í Haugesund,
men flutti við foreldrum
og syskjum til Skotlands,
seinni kom Anette til Føroya
at búgva. Maður hennara,
Hans Joensen, var ein av
teim allarfyrstu, sum fóru
at savnast til møti saman
við skotska trúboðaranum
Williami Gibson Sloan. Hans
Joensen í mong ár forsangari
í samkomuni í Ebenezer.
Hans og Anette fingu børnini:
Hans, Rudolf, Annu og Mariu,
sum varð mamma Birgit.
Hotel-útbúgving
Birgit fór sum 14 ára gomul
at arbeiða á hotellinum hjá
pápanum og sum 18 ára gomul
fór hon í smyrjubreyðslæru
á hotel Baltic í Nykøbing
Falster í Danmark og helt
seinni fram at útbúgva seg
á “Håndværkerforeningens
Selskabslokaler” í Dronn
ingens Tværgade í Keyp
manna havn.
Í 1961 kom hon heimaftur
at arbeiða á hotellinum hjá
pápanum og arbeiddi har
so leingi sum tað var í hond
unum á Restorffsættini, tó
arbeiddi mestsum ikki úti tá
ið synirnir vóru í skúlaaldri.
Andalig tænasta
Birgit vaks upp í einum anda
ligum heimi saman við góð
um foreldrum, gekk í sunnu
dags skúla og hevur alt lív sítt
verið knýtt at samkomuni í
Ebe nezer. Hon hevur mang
an greitt frá, at tað var
norska omma hennara, sum
hevði eina avgerandi anda
liga ávirkan á hana, so at
ommudóttirn longu sum 8
ára gomul kom til trúgv á
Jesus og tók eina andaliga
avgerð og hevur síðani fylgt
trúføst í fótasporum frels
arans.
Umsorgan fyri menn iskj
um hevur verið eitt av eyð
kennum hennara. Mong eru
tey, ið hava notið gott av eini
hjálpandi hond, ein um góðum
orði, bøn ella sangi frá henni, tá
ið hon hevur vitjað inn á gólvið
ella hitt fólk á havnargøtum. Í
trú boð aravirkinum
saman
við Svenn ingi, hava tey bæði
virk að og staðið saman sum
ein sam an runnin heild. Heim
ið á Sól teigi 4 hevur, í góð um
granna lagi, verið eitt opið
heim.
Sangurin eitt
hjartamál
14 ára gomul fór mamma at
syngja í Ebenezerkórinum –
og har er hon enn. Hon hevur
sostatt verið knýtt at kórinum
í 56 ár – við undantak av
teim um tveimum árunum
hon var undir útbúgving í
Dan mark. Hvønn dag syngur
hon í Lindini í samband við
andaktina hjá pápa okkara.
Í hjúnalagnum eiga babba
og hon okkum tríggjar synir:
Petur, sum býr í Sandavági,
Marner, sum býr í Ålborg og
Dan, sum býr í Streymnesi.
Tey kunnu gleða seg um tær
báðar fittu abba og ommu
døturnar, Rebekku og Bar
baru í Ålborg og verdøturnar,
Mathildu í Streymnesi og
Unn í Ålborg. Á hesum stóra
degi ynskja vit, synir henn
ara, at veita kæru móður
okk ara eina hjartaliga tøkk
fyri alt, sum hon hevur verið
fyri okkum.
Føðingardagin 14. februar
er mamma burturstødd, men
føðingar dags haldið verð ur á
skúla heiminum við Markná
gils vegin
leygar dagin
19.
februar kl. 10 við morg un
mati. Sum lýst hevur verið,
er neyðugt at tekna seg eina
viku áðrenn.
Synirnir
Birgit av Lofti sjeyti
Tøkk
Hjartaliga takki eg øllum, ið mintust meg
90 ára føðingardagin 26. januar.
Blíðar heilsanir
Sanna á Teigum