fríggjadagur 11. februar 2011síða 20
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 18 · 11. februar 2011
20
VIKUSKIFTI
Steingrímur J. SigfúSSon er ein álvarSamur maður. SeinaStu tvey árini
hevur hann heldur ikki havt nógva orSøk til at SmílaSt. Í 2008 rakti
fíggJarkreppan ÍSland og gerandiSdagurin hjá vanliga íSlendinginum
kollveltiSt. Sum fíggJarmálaráðharri var tað hanSara uppgáva at fáa
íSland aftur á beint. Í dag, tvey ár Seinni, heldur SteingrÍmur j. SigfúSSon,
at bJargingararbeiðið er av. nú Skal íSlendSka Samfelagið endurreiSaSt
Nú skal ÍslaNd
endurreisast
SAMRØÐA
rólant Waag dam
rolant@sosialurin.fo
Ísland. Fyri stívliga tveimum árum
síðani hevði lítla brøðratjóð okkara
næstan yvirtikið leiklutin hjá Amerika,
sum the land of opportunities. The
American Dream var næstan vorðin
til The Icelandic Dream. Í Íslandi sá
alt út til at bera til.
Lítla landið hevði næstan gjørt
eina herferð kring heimin, har vinnu
lívsmenn og fyritøkur gjørdu íløgur
og uppkeyp so tað rungaði eftir í.
Soleiðis sá tað út tíðliga á vári í 2008.
Um heystið sama ár var veruleikin
ein annar.
Búskaparbløðran brast og bresturin
var hvøllur. Íslendska samfelagið
kollveltist og tað sama gjørdist ger
andis dagurin hjá íslendinginum.
Eru komin á slóðina
Í dag, stívliga tvey ár seinni, skriva
vit 2011 og sambært íslendska fíggjar
málaráðharranum, Steingrímur J.
Sigfússon, er Ísland aftur á rættari
kós.
– Tað er greitt, at tað gongur rætta
vegin, nú vit hava stríðst við henda
trupulleikan í tvey ár. Tað hevur
verið trupult. Men tíbetur kunnu vit
staðfesta, at tað ikki hevur gingist
okk um so illa, sum fyrstu forsøgnirnar
vildu vera við, sigur Steingrímur J.
Sigfússon.
Sambært honum hevur búskapar
støða landsins ment meira, enn tey
tordu at vóna av fyrstan tíð. Samlaða
skuldin gjørdist heldur ikki so stór,
sum tey stúrdu fyri.
– Eisini gjørdist tað bíligari at
endur reisa bankakervið, tí tað eydn
aðist at fíggja ein part av nýggju bank
unum, uttan at staturin skuldi spýta
pengar í. Ja, tað eru fleiri ting, sum
peika rætta vegin, men vit stríðast
fram vegis við stórar trupulleikar
í Íslandi í dag, ger Steingrímur J.
Sigfússon greitt.
Tørva javnvág og støðufesti
Fleiri av avbjóðingunum eru beinleiðis
tengdar at kreppuni, sum tók seg upp
fyri tveimum árum síðani. Sambært
íslendska fíggjarmálaráðharranum
verða fleiri av fíggjarstovnunum í
land inum endurreistir júst nú. Eis ini
skulu samráðingar um lønir á arbeiðs
marknaðinum fáast upp á pláss.
– Tað er umráðandi hjá okkum at
loysa hetta rætt, soleiðis at vit varð
veita frið og javnvág á arbeiðs markn
aðinum. Javnvágur og ikki minst
støðu festi er ein av fortreytunum fyri,
at vit kunnu endurreisa Ísland, sigur
Stein grímur J. Sigfússon.
Nýggj og betri avtala
Ein onnur ógvuliga stór avbjóðing hjá
íslendsku politikkarunum, hevur verið
Icesaveavtalan. Avtalan, sum skal
greiða, hvussu Ísland rindar Hollandi
og Onglandi pengarnar aftur, sum tey
mistu orsaka av Icesavebankanum.
Tilsamans snýr tað seg um smáar 30
milliardir krónur.
Upprunaavtalan, sum gjørd varð,
kom til fólkaatkvøðu í Íslandi, har 93
prosent av fólkinum feldu upp skot
inum. Nú er ein nýggj avtala gjørd,
men Steingrímur J. Sigfússon dug ir
ikki at siga, um henda avtalan eis ini
verður løgd fyri fólki.
– Nú, mugu vit síggja, hvat kem
ur at henda har. Henda nýggja av
talan, sum vit hava fingið upp á
pláss, hevur ein samráðingarbólkur
gjørt. Ein bólkur, sum allir politisku
flokk arnir vóru við at seta. Eisini and
støðan hevði sítt umboð við í hesum
bólkinum. Tí vóna vit, at tað verður
breiðari undirtøka fyri hesi loysnini.
Hetta er eisini ein betri loysn fyri
Ísland. Og tað er eisini greitt, at vit
mugu finna eina skilagóða loysn í
hesum málinum, sum er ein forðing
fyri menn ingini av okkara samfelag,
sigur Steingrímur J. Sigfússon, sum
vísir á, at Ísland til dømis ikki sleppur
framat altjóða fíggjarmarknaðinum
orsaka av hesum.
– Men so skjótt vit hava loyst Icesave,
so fara út at altjóðamarknaðinum og
endurfíggja útlendsku lán okkara. Tað
er púra vanligt, at gera soleiðis, men
við støðuni, vit eru í, letur tað seg ikki
gera hjá okkum.
Hevur verið tungt
Steingrímur J. Sigfússon ásannar, at
tað hevur verið ein tungur róður,
Ísland hevur verið í. Hann ger eisini
greitt, at tey enn ikki eru komin á mál,
men at hann sær land í eygsjón.
– Fólkið hevur stríðst við kreppuna
í tvey ár. Og tá vit framvegis ikki
heilt neyvt og við vissu kunnu siga,
hvønn veg tað ber, fær tað ikki verið
lætt. Men so skjótt vit fáa fleiri og
greið ari tekin um, at vit eru við at
reisa okk um og traðka úr kreppuni,
so verður tað betri. Tað er broytt til
tað betra longu nú, men fleiri fam
iljur stríðast framvegis við stórar
fíggjar ligar trupulleikar av lánum, har
kanska eitt ella bæði foreldrini hava
mist ar beiðið. Tískil er stemningurin
sjálvsagt blandaður í løtuni, men eg
vóni at tað verður bjartari tess longur
vit koma inn í 2011. Tað gekk rætta
vegin í 2010, tá gjørdist alt eitt vet
lættari og eg vóni, at tað eisini verður
galdandi í ár, greiðir Steingrímur J.
Sigfússon frá, og heldur áfram.
– Vit hava fingið eina sera trupla
fíggjarætlan í gjøgnum fyri 2011.
Og eg vil siga, at tað versta er farið
afturum bak. Tað sær bjart út aftur og
vit fara at fáa búskaparligan vøkst ur.
Í so máta ber til at siga, at búskapar
støðan er vend á høvdið, tí heldur enn
at trekkja seg saman, breiðir bú skap
urin seg út. Tíverri ikki heilt so nógv,
sum vit høvdu ynskt, men undir øllum
umstøðum er talan um vøkstur og tað
er ein umráðandi vend, sum er komin
í, sigur Steingrímur J. Sigfússon,
fíggjar málaráðharri í Íslandi.