fríggjadagur 11. februar 2011síða 22
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 11. februar 2011 · Nr. 18
22
Sosialurin
Kjak
Seinastu dagarnar eru fleiri
góðar og skilagóðar loysnir
komnar frá Helenu Dam á
Neystabø, landstýriskvinnu
í mentamálunum. Tað eri eg
sjálvsagt fegin um. Her meini
eg við, at hon hevur sett eitt
fólkaskúlaráð og eitt fjøl
miðlaráð, sum er umboðað
av fakfólki innan hesu øki.
Høvuðsendamálið er við
hesum ráðum er at menna
hesi ávísu øki, við at ráðini
skulu ráðgeva Mentamála
ráðnum og landsstýriskvinn
uni. Ætlanin er, at meira
kemur burturúr, at góðskan í
framtíðini gerst alsamt betri,
og at økini mennast á sínum
mongu økjum. Somuleiðis
skapa hesi ráð eitt tættari
samband
millum
hægsta
myndugleika á økinum og
fakfólkini,
sum
starvast
undir mentamálaráðnum.
Eg fari tí at spyrja Helenu
Dam á Neystabø, sum varar
av okkara dagstovnaøki, um
hon hevur líknandi ætlanir
innan okkara námsfrøðisliga
øki.
Her hugsi eg serliga um
dagstovnar og frítíðarskúlar,
sum jú hava sera tætt sam
band við skúlaøkið í gerandis
degnum. Serliga frítíðarskúl
ar og forskúlar hava bæði
leiðsluspurningar, sum skulu
samansjóðast við leiðslurnar
í fólkaskúlunum.
Tað eru nógvir ivaspurn
ingar: 1) skúlabyrjan, 2) nær
skulu børn byrja í skúla, 3)
pedagogar til skúlarnar, 4)
hava børn ov nógvar tímar í
1. og 2. flokki?
Ja, og eitt hav av felags
spurningum, sum eitt tílkíkt
ráð kundi hjálpt Menta
málaráðnum við – og tað við
einum endamáli, nevniliga
at vit fáa ein góðan skúla
og eina sterka framtíð fyri
okkara land.
Framtíðin er jú børnini!
Min spurningur er so,
um vit kunnu vænta eitt
"pedagográð" eins og tey, sum
hini fakøkini undir Menta
málaráðnum hava fingið?
Levi Mørk
námsfrøðingur
Kunnu vit náms
frøðingar vanta
eitt pedagográð?
Annfinn Brekkstein
Býráðslimur fyri Sambandsflokkin
Tað er nú enn einaferð prógvað, at nógv umtalaði handilssáttmálin millum føroyingar
og íslendingar – Hoyvíkssáttmálin – bert virkar annan vegin.
Besta dømið um, at íslendingarar fáa arbeiðini við Hoyvíkssáttmálanum í hondini,
er ítróttarhøllin á Sandi. Landið letur hesa høll byggja – fyri at seta arbeiðsskapandi
tiltøk í gongd í Føroyum.
Hetta skuldi verið ein sólskinssøga, men hvat? Íslendingar fáa arbeiðini við
Hoyvíkssáttmálanum í hondini, meðan føroyski skattgjaldarin rindar og vit føroy
ingar standa eftir sum Kánus við ongum.
Hesin so høgt lovaði Hoyvíkssáttmáli hevur enn einaferð prógvað sína ónyttu
– hann virkar bara einvegis.
Eitt tíðuligt dømi um hvussu ódugnaligir og óbúnir føroyskir politikarar og
embætisfólk vóru í hesum máli. Tað hevði verið eitt miðlashow av aðrari verð, um tað
vóru danir, ið høvdu fingið ein slíkan sáttmála, og teir við hesum sáttmála í hondini
fingu ítróttarhøllina á Sandi at byggja.
Arbeiðsloysið her heima er av tí hægsta síðan 1994, so spennandi verður at vita,
hvør fær næsta arbeiðsskapandi almenna arbeiðið í Føroyum.
Munnu tað verða føroyingar?
Munnu tær skattakrónurnar ikki eisini enda í Íslandi, við vælsignilsi av Hoyvís
sáttmálanum?
Arbeiðsskapandi
tiltøk – íslendingar
fáa arbeiðini
Fyri eini 6070 árum síðani
var vanligt at hoyra gomul
fólk taka soleiðis til, tá ið tey
øtaðust um eitt hvørt, ið tey
hildu vera heilt burturvið.
”Hetta er ein himmalrópandi
synd.” Júst hesin setningur
rann mær til hugs, tá ið
eg hevði lisið tað, íð Olga
Biskupstøð hevði skrivað
um Spunavirkið hjá Monu.
Næsta hugarenslið var “Tí
tey vita ikki, hvat tey gera”.
Nú fari eg at greiða eitt
sindur frá hesum minnis
svarða.
Spunavirkið hjá Monu er
eitt føroyskt fornminnisverk
uttan líka. Eitt lívsverk hjá
eini megnarkvinnu.
Eg skal her geva eina frá
greiðing, so at tit kanska fáa
eyguni upp fyri, hvussu ómeta
liga áhugavert hetta er.
Spunavirkið hjá Monu er
einasta spunavirki í Føroyum,
ið spunnið hevur høgra
snúður, kanska tað einasta i
øllum norðanlondum. Av tí,
at vit í Føroyum hava tráðin
á høgru hánd, tá ið vit binda,
er hetta einasta rætta.
Um spuna kunnu vit
lesa, at tá ið spunnið varð á
snældu, varð snælduskaftið
rullað niður eftur lærinum, tá
ið spunnið varð og uppeftir,
tá ið tvinnað varð.
Um fyrsta skotrokk, ið
gjørdur varð í Føroyum,
kunnu vit lesa í “Smáskriftum
Varðans”. Páll á Nesi var
fyrsti maður í Suðuroy, sum
gjørdi hjólrokk (skotrokk);
fyrr varð spunnið á hand
snældu. Mirkjalla hevði hann
til strong. Ein dagin kemur
Ørðavíkarbóndin inn til Páls,
sum hann stendur og spinnur.
Bóndin heldur tað vera “rárt”
at síggja fólk standa og
spinna; men Páll gremur seg
um, at hann dugur ikki at fá
spuningasnúður í. Tá sigur
eitt býtt, ið situr hjá: “ Hví
gert tú ikki kast á strongin?”
Ja Káin signað!” segði Páll,
“tað hevur verið gamalt
orðatak:” tað býtta sigur ofta
tað sannasta.” So gjørdi Páll
kastið, vant tógvið saman og
tvinnaði og spann, so sum
tey spinna nú.
Nú skal eg koma aftur til
spunasnúðurin: Tað eru tveir
mátar at spinna uppá, vinstra
ella høgrasnúður, vanliga
kallað S ella Z eftir miðlinjuni
í bókstøvunum. Tá ið Páll ikki
finnur rætta spunasnúðurin,
er tað tí, at hann leitar eftir
Ssnúðrinum, ið hann fær
við at koyra hondina niður
eftir lærinum, tá, ið hann
spinnur á handsnældu, ið
er S. Fyri at Páll kann fáa
rætta spunasnúðurin, má
hann hava kast á strongi
num, og fyri at fáa rætta
tvinningarsnúðurin,
má
hann
loysa
strongin
og
tvinna uttan kast.
Tá ið spunavirkini komu,
spunnu tey Z og tvinnaðu S.
Tá var vanligt, at fólk søgdu
heimasnúður um S spunnið
og maskinspunnið um Z
spunnað tógvið frá spunar
virkjunum. Eitt spunavirki
undantikið, og tað var “ Norð
oyar Spinnarí” hjá Monu
Olsen. Har spunnu tey S og
tvinnaðu Z. Um ivi er um,
hvørt tað er S ella Z spunnið,
um tógvið nú er tvinnað, er
bert at leggja tógvið ímillum
tummil og fremstafingur og
rulla tummilin frá sær eftir
fremstafingri. Fer snúðurin
úr, er spunnið S, kemur
meira snúður í er spunnið
Z. Tvinningarsnúðurin er
øvutur av spunasnúðrinum.
Er tógvið eintáttað kemur
sjálvandi meira snúður í, um
spunnið er S. Í bókini Seyður
UllTøting er meira at lesa
um “Norðoya Spinnarí”.
Mona segði mær, at mask
inurnar vóru gamlar, keyptar
frá enskari verksmiðju. Tær
vóru settar upp av serkønum
fólki
frá
verksmiðjuni.
Hægsta ynski hennara var
at fáa heimasnúður í tógvið,
og tað eyðnaðist. Sostatt
er Spunavirkið í Klakksvík
nakað heilt fyri seg.
Ein danskur verkfrøðing
ur var einaferð inni á spuna
virkinum, tá segði hann við
Monu: Hetta spunavirki má
ikki leggjast niður, tí tí tað er
nakað heilt serstakt, ið ikki
hoyrir til tey vanligu.
Sum tit kunnu lesa, so
er tað burtur í vón og viti
at oyðileggja slík siðsøgulig
fornminni. Ber ikki til hjá
Norðoyggjunum at standa
saman um slík virðir, mugu
aðrir møguleikar finnast.
Spunavirkið í Klakksvík
Nicolina Jensen Beder