fríggjadagur 11. februar 2011síða 22
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 18 · 11. februar 2011
22
VIKUSKIFTI
heIlsU
síðan
Jórun Klein, dietistur
Vit ynskja okkum øll eina sunna og bleyta húð. tað finnast hópin aV lekrum kremum, ið tú kanst
forkela húðina Við. men tú gert eisini húðini eina stóra tænastu Við at eta tær matvørur, ið
geVa húðini eitt frískt, natúrligt dæmi. húðin arbeiðir alla tíðina Við at endurnýggja seg sjálva
og ektaður vakurleiki kemur innanífrá og frá matinum, ið tú etur. tú fært eina sunna húð
Við at eta nógVa frukt og grønmeti, fræ, nøtir, proteinir og fullkorn. her eru nøkur prei um,
hvat tú skalt leggja dent á, og harVið sjálv/ur kanst gera fyri at fáa eina vakrari húð.
Vakra húð við
sunnum kosti
Beta-karoten
Beta-karoten er eitt slag av A-vitamin og
er eitt bótarevni (antioxidantur), ið gevur
økta verju móti sólskaðum. A-vitamin er
týdningarmikið fyri varðveita ein sunnan
yvirflatuvevnað í húðini og harvið eina
sunna og smidliga húð. Trot á A-vitamin
kann millum annað føra til turra og rukkuta
húð.
Beta-karoten er í myrkagrønum mat-
vørum sum spinati og grønkáli. Eisini er tað í
gulum, appilsingulum og reyðum matvørum
sum gularótum, søtum eplum, reyðari
og gulari piparfrukt, mango og abrikos.
Mjólkarvørur, avokado og eggjablommur eru
góðar keldur til A-vitamin.
B-vitaminir
Um tú ikki fært nóg mikið av B-vitamin um,
ert tú meira viðkvæmur fyri húðtrupul-
leikum sum rivnaðum varrum, turrari
og flusnari húð, umframt húðskaðum.
B-vitaminir og aðrar vitaminir arbeiða
saman um at halda húðina sunna.
B-vitaminir eru í fleiri matvørum sum
eitt nú fullkorni, soltnari mjólk, osti, jogurt,
avokado, laksi, bananum, havra, jørðnøtum,
høsnarunga, soppum, sólkjarnufræi, linsum
og asparges.
C-vitamin
C-vitamin er eitt annað bótarevni, ið hjálpir
við at framleiða kollagen umframt at
verja tað. Kollagen er týdningarmikið fyri
eina sunna húð, av tí at tað stuðlar upp
undir uppbyggingina í húðini og varðveitir
smidleikan og skapið á húðini. Ov lítið av
C-vitamin kann gera húðina turra.
Góðar keldur til C-vitamin eru appilsinir
og aðrar sitrusfruktir, brokkoli, rósinkál,
grøn og reyð piparfrukt, avokado, jarðber
og kivi.
D-vitamin
D-vitamin hevur týdning fyri framleiðsluni
av nýggjum húðkyknum. Ein eginleiki,
sum er týdningamikil fyri at húðin sær
nýggj, sunn og frísk út. Nógv fólk hava
D-vitamin trot, so hygg at kostinum og tak
eisini kosttilskot, serliga um veturin, tá ið
kroppurin ikki framleiðir so nógv D-vitamin
sjálvur orsakað av manglandi sólarljósi.
D-vitamin fært tú gjøgnum feitan fisk
sum til dømis laks og makrel, umframt
mjólkarvørur, avokado og eggjablommur.
e-vitamin
E-vitamin virkar sum eitt bótarevni og
hjálpir við at bremsa eldingini av húðini.
Ber, mandlur, blaðgrønmeti, avokado,
laksur, soltið kjøt, bjølgfruktir og plantu–
oljur eru góðar keldur til E-vitamin.
Selen og Zink
Fiskur og skeljadjór, sojabønir, soppar,
spinat, hveitikim og fullkorn eru góðar
keldur til selen og zink.
omega-3-
feittSýrir
Tær sunnu ómettaðu feittsýrurnar, sum til
dømis omega-3-feittsýrurnar, eru gagnligar
fyri húðina. Tær hjálpa føðsluevnunum
við at sleppa inn í kyknurnar. Harumframt
kann kroppurin betur upptaka millum
annað A-, D- og E-vitamin, ið allar eru
feittupploysiligar vitaminir. Eisini mótvirka
hesar feittsýrur bruna í kroppinum. Bruni
fær kyknurnar til at tippa poknurnar,
soleiðis at tú fært óreina húð og við tíðini
eisini rukkur.
Omega-3-feittsýrir eru í mati sum
makrel, laksi, tuni, valnøtum, hørfræi og
hørfræolju, raps- og olivenolju.
vatn
Gloym ikki at drekka nógv vatn. Vatn ger at
húðin sær sunn og enntá ung út. Umframt
at halda kyknurnar hydreraðar, hjálpir vatnið
kyknunum við at burturbeina affaldsevnir.
Og tá ið vit eru væl hydrerað, sveitta vit
eisini meira effektivt, og hetta hjálpir til við
at halda húðina reina og klára.
grønt te
Grønt te inniheldur nógvar ymiskar vitaminir
og mineralir og er harumframt ein góð
kelda til bótarevni, ið verja kyknuveggirnir
og minka um bruna. Kanningar hava víst, at
grønt te minkar um vandan fyri sólskolding
og húðkrabba.
Salt og alkohol
Alkohol (serliga reyðvín), kryddarí, salt
og roykt kjøt fær blóðkørini til at víðka
seg, og hetta fær kjálkarnar til at blussa
upp og gevur reyðar plettar á hálsin og
bróstkassan. Um tú hevur lyndi til at rodna,
kanst tú royna at lata vera við at eta hesar
matvørur.