fríggjadagur 11. februar 2011síða 24
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 11. februar 2011 · Nr. 18
24
Sosialurin
Kjak
Thomas Arabo
Jóannes Eidesgaard er ikki
fegin um mína grein um
vandan av at seta krakka
veldið fram um borgaran.
Hann brúkar millum annað
orðið bakbit.
Eg dugi ikki at skilja,
hvussu ein almennur kritikk
ur av almennari toppstýring
skal kunna verða eitt bakbit
á formannin í einum flokki,
sum eigur at seta sum
fremsta mál at byggja upp
skipanir, sum byggja á álit
og málstýring, heldur enn
misálit og kontroll. Munurin
á hesum báðum skipanum
er ein spurningur um menni
skjaáskoðan.
Eidesgaard eigur
at verða errin av,
at ALS riggar fínt
uttan toppstýring
Eg vil fyrst og fremst rósa
formanninum í Javnaðar
flokkinum
fyri
hansara
arbeiði, tá ALS var stovnsett.
Tað var eitt megnararbeiði.
Tað er eisini gott at hoyra,
at hann framvegis ikki vil
koyra ALS á fíggjarlógina,
hóast krakkaveldið roynir
at trýsta við heimagjørdum
yvirtulkingum
av
stýris
skipanarlógini.
Eg vil minna Jóannes
Eidesgaard á, at ALS bleiv
skipað, tá krakkaveldið var
ein viðfáningur av tí, tað er í
dag. Hóast hetta ella kanska
júst tí kom eitt skilagott
úrslit burturúr.
Tað var tí, at man politiskt
visti, hvat úrslitið skuldi vera,
og so roknaði man aftureftir
burtur úr tí, fyri at sláa fast,
hvussu skipanin og umsiting
in av ALS skuldi síggja út.
Í dag ger krakkaveldið
fyrst lógina og
skipar toppin, og so
roknar man út, hvat
dryppar til Palliba
í hinum endanum
Færri og færri lógir koma
í tingið í dag, sum hava
uppruna í politiskum ideologi
um. Meginparturin hevur sín
uppruna í krakkaveldinum,
sum brúkar Løgtingið sum
ekspeditiónskontór.
Politikarnir fara í tingið
við einum lógaruppskoti,
sum krakkaveldið ger, og so
byrjar man í toppinum, og
brúkar síðani ár til at fáa
skipaninar í neðra kroystar
til, sum krakkaveldið tulkar
tær, og so fær man at síggja,
hvat vælferð Palliba merkir í
hinum endanum.
Tað átti at verið beint
øvugt. Man eigur politiskt
altíð at hugsa fyrst um
úrslitið, sum borgarin skal
merkja, og so kann ein fara at
hugsa um, hvussu lóggávan
og umsitingin skal síggja út
fyri at røkka úrslitinum á
smidligasta og effektivasta
hátt.
Nýggja játtanarlógin
samtykt, áðrenn
man hevur nakra
loysn fyri hvussu hon
skal uppfyllast?
Eitt dømi um øvugtan fram
ferðarhátt er nýggja játtanar
lógin. Vit kundu í farnu viku
lesa, at implementeringin
av
nýggju
játtanarlógini
ikki er komin á mál, og at
Fíggjarmálaráðið
skuldi
taka spurningin upp við
Fíggjarnevndina um, hvussu
Húsalánsgrunnurin
skal
takast við í fíggjarlógina.
Fíggjarmálaráðharrin
er
sjálvur endurgivin fyri at
siga, at ein loysn má finnast,
so stovnar og grunnar uttan
fyri fíggjarlógina koma at
fylgja nýggju játtanarlógini.
Her sær út sum, at man
hevur samtykt lógina fyrst,
uttan at hava fulla greiðu á,
hvussu hon kemur at ávirka
stovnar og grunnar. Hví
varð henda lóg ikki tveitt
aftur í høvdið á umsitingini
og
arbeiðsbólkinum
við
fyrrverandi amtmanninum
í Århus Peter Christensen á
odda við boðum um, at einki
skal oman í Tingið, uttan
so at úrslit og endamál við
lógini er púra greitt?
Fíggjarmálaráðið eigur
ikki at fortelja borg
arnum, hvussu væl
alt riggar í almennu
Føroyum – tað er
borgarin, sum eigur at
fortelja, hvussu hann
heldur tað riggar
Fíggjarmálaráðharrin
dik
terar fyri borgarnum, at
viðurskiftini eru munandi
betri enn tey nakrantíð hava
verið, og fólk hava meiri álit
á skipanina nú. Tað valdast
helst, um man sær skipanina
úr neðra ella úr erva. Oman
fyristandandi dømi er tekin
um tað øvugta.
Tað er annars ikki upp
gávan hjá einum fíggjarmála
ráðharra og einum fíggjar
málaráði at fortelja fólkinum,
hvussu væl skipanin hjá
teimum riggar. Tað er fólkið,
sum skal fortelja fíggjar
málaráðharranum og fíggjar
málaráðnum, hvussu skipan
in riggar – ella ikki.
Rennir Fíggjarmála
ráðharrin undan sínu
egnu undirskrift?
Fyri
at
koma
aftur
til
málið um Rituna, sum eg
brúkti sum dømi um eina
almenna skipan sum ikki
riggar, so mátti Fíggjar
málaráðið sambært fíggjar
málaráðharranum
biða
Vinnumálaráðið biða Strand
ferðsluna fara í holt við at
lappa eitt hol, sum kostar
1/125 part av játtanini hjá
Strandferðsluni. Um fíggjar
málaráðharrin
ikki
dugir
at síggja, at hatta rýkur av
toppstýring og almennum
initiativloysi, so mátti for
maður Javnaðarfloksins dug
að at sæð tað.
Fígg jarmálaráðharrin
setti sjálvur sína undirskrift
á eitt rundskriv 31. januar,
har sagt verður, at umbønir
um eykajáttan, har atgerð
longu er framd fyri at fremja
endamálið við eykajáttanini,
verða sum meginregla ikki
eftirlíkaðar.
Um ein stovnur ger nakað
uttan at spyrja krakkaveldið
eftir, so kann hann ikki
rokna við at fáa pening.
Stovnsleiðarar
fáa
einki
mandat og onga diskretión
til at gera nakað, hóast teir
í dag eru betri útbúnir við
betri stýringsamboðum enn
nakrantíð fyrr.
Vit hava almennar stjórar,
sum hava hundrað fólk í
arbeiði við rakstrarjáttanum
upp á yvir 100 milliónir, men
sum mugu fara til Gjald
stovuna at spyrja um loyvi
til hvørt visakort.
Ein skipan sum fer við
vaksnum fólki og nú eisini
kommununum sum børn,
fær úrslit hareftir.
Gott gamalt føroyskt
prinsipp at spara upp
til eitt endamál
Hóast tað er margháttligt,
at man skal blíva við at argu
mentera við at samanbera
við eina tíð sum skjótt liggur
30 ár afturi í tíðini, so hevur
Jóannes
Eidesgaard
rætt
í, at nógv skeivt var gjørt í
80’unum, men hann eigur
eisini at minnast til, at tað
hóast alt vóru nøkur ting í
80’unum, sum rigga betur
enn í dag.
Eitt sum riggaði væl, tá
tað var brúkt við máta, var
grunnarnir, har man spardi
upp í ein grunn til eitt
endamál, og so brúkti pengar
til endamálið, tá nóg mikið
var komið í grunnin. Hesir
grunnar vóru væl umsitnir
av Gjaldstovuni í sínari tíð, og
tað kann so bara vera lættari
í dag við teimum amboðum,
ið eru til taks.
At gera ein almennan
grunn til eitt endamál, og
so spara upp í hann, til nóg
nógvur peningur er í honum
til at røkka endamálinum,
er eitt gott gamalt føroyskt
prinsipp, og tað koyrir so
einki land á heysin. Um tað
ikki ber til við dagsins skipan,
so mugu politikarar broyta
skipanina.
Álit og ábyrgd má
niður í skipanina,
meðan toppurin
má niðurlagast
Valið stendur ikki millum
núverandi toppstýring og
kaos, ella millum 100 grunn
ar og ongan grunn, hóast
tað er soleiðis, Fíggjarmála
ráðharrin og verjar hjá Finn
Norman Christensen bygn
aðinum seta tað upp. Stýring
samboðini í dag eru so óenda
liga nógv betur, enn tey vóru
fyri 30 árum síðani.
Míni
ráð
til
Jóannes
Eidesgaard eru, at hann fer
ein túr runt til almennar
stovnar uttan barnagentur
úr Fíggjarmálaráðnum ella
Gjaldstovuni, og spyr, hvat
tey halda um skipanina og
mannagongdirnar.
Harnæst skal hann fara
til sínar veljarar og spyrja,
hvussu teir halda, at almennu
Føroyar rigga í dag. So kanska
hann hoyrir okkurt annað,
enn at skipanin riggar betur
enn nakrantíð fyrr.
Jóannes Eidesgaard gjørdi
einaferð
eina
skilagóða
skipan sum ALS. Vónandi
kann hann taka stig til at
gera nakað líka skilagott
við almenna bygnaðin, so
toppstýringin av Argjum
steðgar, og vit fáa eina
skipan sum byggir á álit
og málstýring heldur enn
misálit og kontroll.
Hvussu væl almenna skipanin riggar í dag,
valdast um ein sær hana úr erva ella úr neðra
Ov fáar lógir koma í tingið í dag, sum hava uppruna í politiskum ideologium. Meginparturin
hevur sín uppruna í krakkaveldinum, sum brúkar Løgtingið sum ekspeditiónskontór. Úrslitið
er ein toppstýrd skipan sum byggir á misálit og kontroll heldur enn álit og málstýring