Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-11, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. februar 2011síða 23

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 18 · 11. februar 2011 23 VIKUSKIFTI Mong hava hoyrt um hvannasundsbrøðurnar, sum dugnaligar veiðimenn, og flestu kenna tey trý systkinabørnini, Mortan hjá Kaj, Mortan hjá Andriasi og Mortan hjá Hans Paula, ið var sonevndi saltkongurin. Ikki minni kendur var Eiler Jacobsen, sum andaðist tíðliga í oktober síðsta ár. Hendan greinin snýr seg kortini ikki um hesar kendu menn, men um Hildigunn Johanne sen, sum er kona ein teirra og systir ein annan. Hildigunn er nevniliga kona Mort­ an Johannesen, skipara, Mortan hjá Kaj, sum í mong ár átti og førdi gamla Enniberg, fyrrverandi Sjúrðarberg, og síðan hin nýggja Enniberg, sum nú kortini er 21 ára gamal. Hildigunn er eisini systir skiparan á reiðaran, Eiler Jacobsen, sála. Tað, sum sermerkir starvið hjá Hildigunn, er, at hon er ein av fáum kvinnum í føroyska samfelagnum, sum í fleiri ár hevur verið og framvegis er reiðari á flakatrolara. Áðrenn vit siga meiri um dagliga starvið hjá henni á skrivstovuni í Traðagøtu 43 á Argj um, hava vit spurt Hildigunn um hennara upp­ vøkstur. ­ Mamma mín var Helena, ættað av Viðar­ eiði. Hon giftist til Søldarfjarðar við Sámali, sum fórst í ódnarveðri við sluppini Emmanuel á vári í 1932. Beiggi mín Eiler var tá tvey ára gamal, og Sámal var ikki føddur. Hildigunn, sum hvørki var gitin ella fødd um hetta mundið, sigur, at Helena giftist aftur til Skálavíkar við Niels Nicodemusen, vanliga róptur Niels á Hamri. Hann var einkjumaður. Hevði verið giftur við Hildu Vang úr Kaldbak, sum doyði av tuberklum, bert 23 ára gomul. Tey áttu dóttrina, Bergtóru. ­ Helena og Niels fingu trý børn, og vit gjørd ust soleiðis trý heilsystkin. Hini systkin míni vóru so Bergtóra, Napoleon, sum datt oman og doyði, tá hann sum 56 ára gamal var og røktaði seyð – og Maiken, sum í mong ár hevur starvast hjá Føroya Tele. Góður uppvøkstur Hildigunn leggur stóran dent á, at tað í upp­ vøkstrinum í Skálavík ongantíð kendist, sum um tey vóru trý heilsystkin og trý hálvsystkin við Eileri, Sámali og Bergtóru. ­ Tað var ótrúliga deiligt at vera barn og veksa upp í Skálavík. Her vóru nógv børn, og gott samanhald var millum børn og millum ung dómar í bygdini. Eg minnist bara gott frá tíðini, eg vaks upp í Skálavík, og til eg longu sum 16 ára gomul fór á Klaksvíkar Sjúkrahús at arbeiða. Hon sigur, at tey høvdu onga telefon heima við hús í Skálavík, men sjálv fór Hildigunn á telefonstøðina í bygdini og ringdi til Klaksvíkar Sjúkrahús at spyrja um arbeiði. ­ Eg fekk arbeiði sum personalgenta ella gongsgenta, sum tað ivaleyst hevði verið rópt í dag. Vit tóku okkum av kømrunum hjá sjúkrasystrum og øðrum starvsfólkum, sum høvdu kømur á loftinum á sjúkrahúsinum. Vit gentur búðu niðri undir á gamla sjúkrahúsinum. Seinni slapp eg upp á nýggja sjúkrahúsið at búgva. Her hevði eg kamar beint yvir líkkapellinum. Tað var eingin trupulleiki, men onkuntíð vaknaði eg av sangi. Hildigunn, sum starvaðist í umleið hálvt annað ár á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, sigur, at hetta var beint undir læknastríðnum, sum tey kortini ikki merktu so ógvuliga nógv til. ­ Eins og klaksvíkingar gjørdust patriotiskir undir læknastríðnum, má eg viðganga, at tað gjørdist eg eisini. Hetta tóktist at vera ein órólig og rokalig tíð í Klaksvík, leggur hon aftrat. Úr Klaksvík fór hon til Reykjavíkar í hús­ pláss. ­ Vinkonur hjá mær fóru yvir hagar, og eg tók kjansin og fór eisini. Eg kom at tæna hjá einum fulltrúa í Eimskipsfelagnum og var í Íslandi í sløk tvey ár. Sum umleið 20 ára gomul fór Hildigunn nú á handilsskúla í Havn. Skúlin tók trý ár, men hon gekk bara í tvey ár. ­ Eg fór nú at arbeiða hjá Ognarfelagnum, sum seinast í fimmtiárunum varð stovnað til endurnýggjan av fiskiskipaflotanum. Stjóri var Leivur Gregersen. Hann var ein ógvuliga dámligur maður, og her var eg í starvi í eina tíð, sigur hon. Giftist Mortani Sum 22 ára gomul í 1960 giftist Hildigunn Mortani Johannesen, Mortani hjá Kaj. ­ Mortan sigldi og var nógv burtur. Seinast í sjeytiárunum byrjaðu vit fyri okkum sjálvi. Vit keyptu keyptu Sjúrðarberg frá Kjølbro í Klaksvík og góvu skipinum navnið, Enniberg. Hetta er skipið, sum seinni fekk navnið Ljósáfelli – og sum í dag eitur Ran. Tað var nú, at Hildigunn byrjaði at arbeiða á skrivstovuni í egnum felag. ­ Í áttatiárunum fór eg aftur á handilsskúla, har eg tók FHS­prógv umframt nakrar læru­ greinar á hægri handilsskúla. Mín dreymur var at gerast sjúkrasystir, men tað var hand­ ils skúlan, eg fekk brúk fyri og havi havt brúk fyri øll árini síðan. Hildigunn hevur verið reiðari og hevur verið í nevndini hjá P/F Ennibergi og sølufelagnum, Farcod, síðan høvuðsfelagið varð gjørt til partafelag. P/F Enniberg er stovnað hin 11. apríl í 1984, og sølufelagið er stovnað í 1986. ­ Eg havi soleiðis verið reiðari og stjóri síðan 1984, meðan Mortan hevur verið nevnd ar­ formaður. Sakførarin hjá felagnum helt, at tað riggaði betri, at stjórin var heima – og ikki í Barentshavinum, sigur Hildigunn brosandi. Nýggi Enniberg, sum í dag er 21 ára gamal og ikki nýggjur longur, kom í januar 1990. ­ Eg taki mær meiri av tí fíggjarliga part­ in um í felagnum, meðan Mortan tekur sær av tí dagliga við skipi, manning, reiðskapi og øðrum. Mortan hevur altíð lagt stóran dent á at halda skipini væl, og manningin hevur fingið tað umborð, sum brúk hevur verið fyri. Hann hevur havt tann hugburð, at manningin fær tað, hon skal brúka – og síðan vil hann, at manningin eisini fær tað at bera til. Á skrivstovuni tryggjar Hildigunn sær í fyrsta lagi, at rokningar verða goldnar til tíðina. ­ Vit hava annars altíð havt góðan bókhaldara í felagnum, so hesum eri eg øll árini sloppin undan, sigur hon. Í stuttum kann sigast um leiklutin hjá Hildigunn á reiðararaskrivstovuni, at tað er hon, sum situr á kassanum. ­ Eg haldi, eg eri kend fyri at sita rímiliga væl á kassanum eisini, leggur hon brosandi aftrat. Hildigunn Johannesen sigur, at tað hevur ikki altíð verið so lætt at rikið virksemi felagsins. ­ Tá vit keyptu fyrsta Enniberg, brúktu vit alt okkara og settu alt í veð. Vit áttu einki at skalta og valta við. Tað hevur ikki altíð verið lætt, og mangan hevur verið nógv stríð. Men hvat er eitt lív við ongum stríði? Í dag er Enniberg niðurgoldin, sigur reiðarin. Hildigunn og Mortan eiga trý vaksin børn. Helena, sum er nógv yngst, arbeiðir á skriv­ stovuni saman við foreldrunum, Niels er lærari á Vinnuháskúlanum, og Kaj er fulltrúi í Inn­ lendismálaráðnum. - Mín dreymur var at gerast sjúkrasystir, Men eg gjørdist reiðari. tað hevur ikki altíð verið lætt, og Mangan hevur verið nógv stríð. Men hvat er eitt lív við ongum stríði? spyr hildigunn johannesen, reiðari á ennibergi Hildigunn er reiðari myndir: jens kristian vang tIl arbeIðIs lagt tIl rættIs: vilmund jacobsen Fakta Navn: Hildigunn Johannesen Starv: Reiðari Besta við starvinum: Mær dámar leiklutin sum reiðari Ringasta við starvinum: Telefonórógv heima við hús Starvstíð: 1978 Starvsfólk: 3 Staður: Traðagøta 43, Argir Stjóri: Eg sjálv - Eg haldi, eg eri kend fyri at sita rímiliga væl á kassanum, sigur reiðarin á Ennibergi, Hildigunn Johannesen