Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-28, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. februar 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 41 - 28. februar 2002 Nr. 41 - 28. februar 2002 13 Virgar T. Dalsgaard Tann 24. januar 2002 doyði ein av mætastu, men fyrst og fremst djarvastu sam- felagsfrøðingum eftir sein- na heimsbardaga, franski sociologurin og filosoffur- in, Pierre Bourdieu, 71 ára gamal. Franski statsministarin, javnaðarmaðurin Lionel Jospin segði í minnisrøðu síni um Bourdieu, at eitt flogvit innan sociologiska vitskapin og ein stórur fran- skur tonkjari var farin. Bourdieu gjørdis longu í 1958 professari í sam- felagsvitskapi við Universi- tetið í Alger, høvuðsstað- num í norðuraftrikanska landinum Algier, sum tá enn var partur av fronskum mentakringi. Fyrst í 80- unum varð hann útnevndur professari í sociologi við Collége de France í París, har hann eitt stutt skifti kom at arbeiða saman við tí kontroversiella og heldur løgna filosoffinum og sál- arfrøðinginum, Michel Foucault, sum doyði í 1984. So ymiskir sum hesir hugs- arar annars vóru, hevur allarhelst verið mikil sína- millum ávirkan teirra mill- um. Hetta er tað, menn nevna dialektikk! Filosofiskur talsmaður hjá smáfólki Sum sociologur hevði Bourdieu risastórt flog. Hann hevði sjáldsama stóra vitan á flestøllum økjum, eitt nú etnologi, antropo- logi, jura, pedagogikki, málfrøði, list, átrúnaði, matematikk og fíggjarfrøði. Hetta gav honum góðar møguleikar fyri at ana- lysera samfelagsins kom- pleksu mekanismur heilt út í æsir, bæði sum metodisk- ur vísindamaður og sum slóðbrótandi kultursocio- logur. Hóast hann var objektiv- ur granskari, ræddist Bour- dieu ongantíð fyri at við- ganga, at hann ynskti til- verubroytingar fyri tey veikastu; – hann var nevni- liga socialistur og fírdi ikki fyri at luttaka í samfelags- debattini, og sjálvt um bæði kanningar og analysur hansara vóru so objektivar, sum samfelagskanningar kunnu blíva, so vóru metodurnar persónligar, og konklusiónirnar ofta subjektivar. Andaliga er hann nærskyldur við týska filosoffin Habermas, men hann grevur djúpri og er nógv djarvari. Hann gerst heitur talsmaður fyri, at akademiskt virksemi eigur at vera samfelagsrelevant. Sociologiska vísindin skal ikki bara avdúka, men eis- ini loysa vandamálini hjá teimum, sum eru ringast stødd. Hann verður næstan akademiskur umboðsmað- ur hjá teimum gloymdu, burturskúgvaðu og heim- leysu – Bourdieu átti sanni- liga sociala indignatión! Av beiskum royndum var sannføring hansara, at ein sociologur ikki kann vera kaldur og óengageraður yvirfyri armóð, neyð og líð- ilsi hjá teimum, sum ikki hava nakran talsmann, ella sum sjálvi ikki eru ment at argumentera! Hetta er heilt í samsvar við Marx, sum í síni tíð helt fyri, at higartil hava filo- soffar roynt at forklára verðina, – tað, sum umræð- ur, er at broyta hana! Bourdieu var tiltikin fyri at vera nærlagdur, erligur og grundigur í síni vit- skapsmetodu, og tað sigst, at síðani Marx hevur fáur ferðast á størri samfelags- dýpi enn júst Bourdieu. Av ørgrynni av bókum frá hesi tíðini kunnu m.a. nevnast La reproduction (1970) og La Distinction (1979). Gera maktmonopolin demokratiið til eina illusión? Landsmaður hansara, Mon- tesquieu gjørdist gitin fyri sínar metingar av makthav- arum, maktsjúkum og maktmisbrúki miðskeiðis í 18. øld. Filosoffurin Mon- tesquieu helt fyri, at hvør tann sum hevur vald ella fær litið vald upp í hendur, fer fyrr ella seinni at mis- brúka valdið. Júst tvær øld- ir seinni fara Habermas og Bourdieu at analysera maktstrukturin í háídnaðar- samfeløgum. Bourdieu er meira miðvísur enn Haber- mas og sóknast ikki bara eftir orsøkum til tað sociala maktbýtið. Hann kannar nágreiniliga lívsstíl hjá øll- um samfelagsbólkum, og hvussu subtilar treytirnar ofta eru fyri opnum, – og serliga fjaldum maktbrúki ella maktstremban frá ávís- um bólkum, klikum ella familjum. Tey fløkjasligu maktviðurskftini í sam- felagnum gera oftast demo- kratiið til eina hvørvisjón og keipumynd. Ávirkan og avgerðir verða alt minni demokratiskar og tíðum monopoliseraðar av so- nevndum ekspertum. Tað eydnaðist Bourdieu at menna ta sociologisku vísindina, soleiðis, at hon kundi greina tað ovurfløkta sambandið, sum í einum nútímans teknologiskum samfelagi er millum ein- staklingin og tað turbulenta umhvørvið. Her fer hann so langt, at hann næstan dis- sekerar alt tað sociala sam- skiftið, viðhvørt heilt niður í minstu samfelags-celluna, sovikamarið! Hann fór tíðliga at kanna orsøkina til, at social kúgan og fíggjarlig trælkan ofta arvast frá ættarliði til ættar- lið. Hann analyserar og dokumenterar nágreiniliga, hvussu sociala sorteringin, sjálvt í ovurríkum sam- feløgum, stendur við ella versnar, og hví sociala sundurbýtingin verður varðveitt, ofta við meira ella minni óbeinleiðis góð- kenning ella “stuðli” frá teimum “kúgaðu”. Hann dokumenterar við risastórum tilfari, at ger- andishugsanir, vanar og hugmyndir, stutt sagt ment- an okkara og lívsstílur eru við til at káma og krógva bæði tað fíggjarliga- og tað politiska maktmisbrúkið hjá teimum ráðandi stættu- num. Munur er á monnum Tá ið Berlinmúrurin bóltaði í 1989, kom fjáltur á nógvar menn, og summir sociolog- ar eins og aðrir intellektuel- lir mistu nervarnar og tagn- aðu. Aðrir gjørdust nær- mast líkaglaðir opportun- istar og fóru at laga seg til tann nýggja samfelagsmót- an, nýliberalismuna. Hetta kann fyri ein stóran part sigast um populistiska mótasociologin, onglend- ingin, Anthony Giddens. Men ikki um Bourdieu, hann var eingin vingliskølt- ur og stóð við sínar áskoða- nir, og hví skuldi hann ikki tað? Sjálvt um tað korrupta sovjet-stýrið var farið av knóranum, var órætturin í heiminum tann sami. Bordieu metti sum ein- gilski socialisturin í síni tíð, at sjálvt um elektrikarin er eitt eiðasørt klombur, so fer fáur tessvegna at halda uppat at brúka elektriska orku! Bordieu hevði líka lítið, sum vit aðrir, nakrantíð hildið, at tað fór at vera tað kavrotna kommunistiska valdsimperiið, sum fór at loysa trupulleikarnar hjá milliardfjøldini av forfjón- aðum. Hann var framvegis gløðandi socialistur, og hevði stóra vanvirðing fyri, at sjálvt fyrrverandi frelstir salónkommunistar sóust renna ørindi fyri ta multi- nationalu kapitalismuna í 90-unum. Men Bourdieu verður ongantíð til keyps! Tvørtur- ímóti. Hann vil avromanti- sera tað karráu liberalu samfelagsmyndina. Hann allierar seg við eina rúgvu av ungum óspiltum socio- logilesandi, sum fara út í hvønn krók heilt úti undir væðingini í franska sam- felagnum og gera eitt risa- stórt kanningararbeiði eftir hansara ráðum og for- skriftum. Nú verður spill- nakni veruleikin hjá heim- leysum, tilflytarum, einlig- um, arbeiðsleysum o.fl. enn einaferð dokumenteraður við lít. Úrslitið kemur út í bókini “La Misére du Monde” (1993), og her kemur í ljós- mála, at tann ovurmodern- aða supereffektiva franska kapitalisman ikki bara framleiðir háteknologi, men eisini producerar ó- megd, einsemi, resignatión, marginalisering og beiskt vónsvik hjá vanligum fólki. Harumframt eru í hundrað- túsundatali av menniskjum, sum verða heilt skúgvaði til viks, tí tey ikki hava tær neyðugu “kvalifikatiónir”. Tey hava ikki útbúgving til at vera borgarar ella menn- iskju í franska samfelag- num. Í multinationalum andgletti Ongar menniskjansligar millumrokningar eru ov lítisverdar ella vesælar fyri Bourdieu, og eingi viður- skifti manna millum eru so smá ella fátækslig, at hann ikki heldur tað vera vert at kanna og viðgera. Tað er altso ikki bara sjálvan stór- viðin í samfelagnum, hann vil analysera, nei, hann tek- ur hvørja skrúvu og hvønn seym við. Bourdieu hevur tí givið út hópin av bókum um al- skyns evni, eitt nú um- hvørvismál, feminismu, móta, lívsstíl, ítrótt, barna- ansing, brúkaraviðurskifti, familjumál o.s.fr. Summar av hesum bókum eru meira politiskar enn tær fyrr- nevndu, men bæði for- Sosiologurin Bourdieu farin Franski intellektuelli risin, sum tordi at venda sær móti tí skaðiligu globaliseringini og vísti á, at nýliberalisman, sum frálíður, bara gagnar amerikonsku imperialismuni, og ger, at vit avreiða øll okkara fíggjarrættindi og geva multinationalum kapitalvaldi heilt fríar hendur til at eyðræna og mergsúgva restina av heiminum vitnisligar og vælskrivaðar. “Móteldur” er seinasta bókin, sum komin er á donskum. Í henni argu- menterar hann fyri, at intel- lektuell fólk í Europa fylkj- ast fyri at geva tí kapital- istisku globaliseringini nóg munagóða andstøðu og hartil royna at uppfinna eitt nýtt slag av politikki. Hann vísir á, at monopol- feløgini hava til endamáls at bera allari mannaættini boðskapin um, at tann amerikanska fyrimyndin við sonevndum frælsum in- itiativi (free enterprise) er tað einasta rætta. Hann ger eisini vart við, at risafyritøkurnar stórt sæð kunnu fáa makt yvir íbúgvarafjøldini í hvørjum einstøkum landi við at brúka ein heilan her av so- nevndum ekspertum, ráð- gevarum, lobbyistum og ikki minst journalistum. Á hesum seinastu – miðla- monnunum – hvílir ovur- mikil ábyrgd, og tí hevur Bourdieu fremstafingur serliga rættan ímóti teim- um, tí teir kunnu vera til fals og lætt freistast til at lata seg (mis)brúka til at skeikla og avlaga veruleik- an, so hann kritikkleyst tænir amerikanska boð- skapinum um vælsignilsi í (ó)fríum fyritakssemi. Tað er bládýpi millum tann seriøsa Bourdieu og sociologiska roksið, An- thony Giddens, sum í 90- unum tíanverri gjørdist guru hjá eingilska javnað- arflokkinum, og serliga hjá Tony Blair. Úrslitið var, at flokkurin beit høvdið av allari skomm, blakaði næstan alla socialismu fyri borð og legði opportunist- iskt til brots bara eftir at fáa maktina! Sagt verður, at tær hálu modernitetsana- lysurnar hjá Giddens eru so flaksandi, at tær líka so væl kundu verið gjørdar av reklamumonnum hjá Coca- Cola ella Mercedes Benz. Fáa vit eina globala feudal-skipan, har vit verða trælir? Tann eirindaleysa globali- seringin er miðvíst við at skapa eina nýggja heims- umfatandi stættarskipan, har amerikanskar multi- nationalar fyritøkur verða lensmenn og restin av heiminum verða meira ella minni týðandi tegnar og vasallar. Tað eru í dag nógv dømi um, at amerikanskur kapitalur bara keypir upp europeiskar fyritøkur fyri seinni at steingja tær. Tað er, sum um vit eru sjálvde- struktiv og søkja sjálvbod- nan trældóm. Liberalisma og fríhandil er bluff, tað kann ikki lata seg gera, táið partarnir ikki eru makt- javnir. Tað verður altíð sum at seta úlvin at spæla við lomb. Hetta eru fakfelags- menn í teimum størru europeisku londunum so smátt farnir at varnast, men higartil hava eisini teir ver- ið heilavaskaðir av nýlibe- ralum møsni. Bourdieu var øgiliga vónsvikin av fak- feløgunum, og vónaði tí, at tað skuldi vera tey intel- lektuellu, sum bjargaðu okkum frá maktmisbrúki og multinationalu sóttini. Har var hann helst ógvuliga naivur. Fyribils er ikki nógv, sum týðir uppá, at lombini varnast, enn minni ræðast úlvin. Hugvekjandi er, at Bour- dieu júst kom til tað er- kennilsi, at tey “kúgaðu” ofta góðkenna órættin og næstan stuðla eyðræning- ini. Hvussu er maktsjúkan um okkara leiðir? Vit hava seinastu 14 dagar- nar í Danmark í munandi minni formati sæð dømi um andskræmiligt makt- misbrúk, bæði kommunalt í FARUM og kultiskt/sekt- eriskt í TVIND-pyramid- uni. Í báðum førum hevur tað næstan verið eftir upp- skift frá Montesquieu og Bourdieu. Men hvussu er nú í okkara lítla dunnuhyli? Hevur ikki verið maktmis- brúk í Føroyum hesi sein- astu 4 árini? Ja, man skal vera bæði deyvur og blind- ur, um man ikki dugir at síggja beinleiðis analogi millum ræðumyndirnar hjá Bourdieu og so núverandi landsstýri øðrumegin og partar av embætisstætti og journalistum hinumegin. Samstundis sum sjakalar, ið fyrr fagnaðu øllum al- mennum virksemi og for- dømdu tað privata, bein- leiðis eru við at avreiða okkum til kyniskar multi- nationalar oljufyritøkur. Onkur fordømir tað al- menna so harðmælt, at sjálvt borgarligir veljarar stúrsa við. Táið vesæla maður fær vald, kann hann sær ikki afturhald! Hóast Bourdieu við sín- um metodisku analysum arbeiddi við meira ella minni fjaldum maktstrukt- urum í risasamfeløgum, so eru metodur hansara og teoriir vælbrúkiligar til at analysera tey meira opin- lýstu maktviðurskiftini í tí lítla føroyska samfelag- num. Tað hevði klætt føroy- skum samfelagsfrøðingum at farið í holt við ta upp- gávuna, heldur enn at trútta við paranoidum møsni um danska kúging. Tað ber væl til at brúka amboðini hjá Bourdieu. Men tað krevur ikki sørt av dirvi. Litteratur: · Modild · La Misére du Monde · Fyrilestrar í Danmarks radio · Donsk bløð · Om TV og journalistikkens magt 1998 · Af praktiske grunde 2001 · Refleksiv socialogi 1996 · Opdragelse til det moderne 2000 · Krop og livstil 1993 Søren Bruhn Trangisvåg Et af de nye elementer i for- slaget om fiskedagesy- stemet er, at fiskerne nu skal bruge 60% af dagene. Det er et spørgsmål, hvad denne forbedring skal gøre godt for? Ideen er at be- grænse mulighederne for spekulation i videresalg af fiskedage, men hvad er der egentlig galt i det? Det betyder blot, at fisk- erne bruger markeds- mekanismen til at omfor- dele dagene mellem sig. Dermed har en fisker, som ønsker at være meget på havet, mulighed for at skaffe sig flere dage fra en anden fisker, som hellere vil være på land. Denne omfordeling/ handel med fiskedage sikrer dermed, at de fiskere, som har det største initiativ og den største betalingsvillighed, fordi de får mest ud af en fiskedag, kommer på havet. Dette er til fordel for det færøske samfund, idet den samlede fangst dermed bliver fanget med den mindste ressourceindsats. Et resultat af indførelsen af 60% grænsen kan være, at mindre effektive fiskere tvinges på havet for at be- vare deres fiskedage, hvor- ved samfundets ressourcer (både arbejdskraft og kapital) spildes ved et mindre effektivt fiskeri - En forbedring?? Et andet muligt resultat kan være, at nogle fiskere indgår en handel om salg af deres fiskedage, fordi det bedre kan svare sig for dem at sælge dagene én gang for alle, selvom de dermed mister retten til fremtidige dage, frem for at skulle ud og fiske. Det salg sikrer igen omfordelingen fra de mindre effektive fiskere til de mere driftige fiskere til glæde for samfundet. I denne situation vil omfordelingen blive frem- skudt, hvis grænsen fx flyttes til 80% i forhold til de 60%. Men hvorfor indfører man så kravet om 60%? Når resultatet i bedste fald genskaber omfordelingen mellem fiskerne, som er gældende i dag, og i værste fald fører til et mindre effektivt fiskeri? En grund kan være at retfærdigøre tildelingen af fiskedage! - Det skærer jo i ørerne på de fleste, at nogle fiskere videresælger de dage, som de har fået gratis fra Landsstýrið. Ved at kræve 60% anvendelse, så virker tildelingen mere rimelig ud ad til, men indførelsen kan føre til et ressourespild, som det nuværende system havde undgået. En fordel ved det nye forslag er dog, at der bliver åbnet for flere videresalgs- muligheder mellem grupp- erne, men den samfunds- mæssige gevinst havde været større i det nuvær- ende system, hvis man gav grupperne de samme mu- ligheder for at omfordele fiskedage mellem sig. Med 60% grænsen vil udskill- elsen af mindre effektive fiskere ske langsommere end i dag, hvilket påvirker fiskeriets effektivitet nega- tivt på sigt. Et alternativt forslag til en forbedring af fiske- dagesystemet er, at Lands- stýrið sælger dagene på en auktion. Fordelen ved en auktion er, at den byder, som kan skabe mest værdi ud af en genstand, får gen- standen. Auktionen anvendes i dag i stor stil af det offent- lige i USA og tildels Europa ved salg af fx olieområder, radiofre- kvenser og licenser til mobiltelefoni. Baggrunden for dette valg er, at det - ligesom videresalget mell- em fiskerne - sikrer, at den mest effektive fisker kom- mer på havet, og yderligere er der den fordel, som videresalget ikke har, at auktionen løser tildelings- problemet, idet ingen gratis får en gave fra Landsstýrið, som de kan videresælge med en fortjeneste. Et fiskedagesystem skab- er en ekstra fortjeneste, idet der er begrænset adgang, og som tiden er, er det attraktivt at være inde. Dette skaber gevinsten ved videresalg af fiskedage. Hvis Landsstýrið i stedet selv solgte dagene, så vil Landsstýrið fjerne en del af ekstra gevinsten, som fiskedagesystemet skaber, således at ingen får en indtægt ved bare at videresælge noget, uden at levere noget.Yderligere vil auktionen give alle, som mener, at de kan drive et effektivt fiskeri, lige ad- gang til fiskeriet. Det er vigtigt for et sam- fund, at erhvervspolitikken er tilrettelagt, så erhverv- ene hurtigt tilpasser sig ændringer i markedsbeting- elserne, så samfundets ressourcer anvendes på den mest effektive måde. Ind- førelsen af 60% grænsen begrænser tilpasningen og kan føre til et ressource- spild. Et videresalg, som i dag eller en auktion sørger for, at den mest effektive fisker kan fange mest muligt, hvorved samfund- ets ressourcer bruges mest hensigtsmæssigt. Hvad er der egentlig galt med at videresælge fiskedage? VIÐMERKINGAR Sune Jacobsen Ongantíð hevur tað verið so greitt sum nú, at flogvøllur- in ongan góðan hevur átt í hesum samgonguskeið- num. Hetta skuldi annars verið eitt lætt valskeið í so máta, tí fremstu mótstøðu- menninir hava verið rættu- liga tannleysir. Bjarni Djur- holm gjørdist landsstýris- maður, og Poul Michelsen hevur ikki verið á tingi. Síðst nevndi stillar nú upp aftur, og verður hann vald- ur, kann tað í sær sjálvum verða ein forðing fyri, at nakað verður gjørt á um- rødda øki. Til ein fyrispurning um parkeringsøkið á flogvølli- num hevur Bjarni Djur- holm svarað, at eingin pen- ingur er avsettur til enda- málið á fíggjarlógini. Landsstýrismaðurin hevði ikki gjørt sær nakrar tankar um henda trupulleika. Og hann hevur heldur ikki sagt nakað um, at hann ætlar at seta pening av á ta síðstu eykajáttanarlógini, sum henda samgonga fer at leggja fram um fáar dagar. Gera teir ikki tað, so hevur samgongan bitið høvdið av allari skomm. Eingin hevði bygt ein trolara,ein línu- ella útróð- rarbát uttan at tryggja sær, at peningur var tøkur til fiskireiðskapin. Tað er fiskireiðskapurin, sum er ein fyritreyt fyri, at mann- ingin kann fáa hýru, og at skipið kann gjalda sínar út- reiðslur. Á sama hátt er tað við undirsjóvartunlinum. Fiskireiðskapurin er park- eringsøkið á flogvøllinum. Ná, sigur onkur. Tað, at einki parkeringsøki er, tað er ikki nakar trupulleiki fyri okkum í Vágum. Vit fáa altíð onkran, sum vit kenna, at koyra okkum á flogvøllin. Hetta er ein trupulleiki, sum tey, sum búgva uttan fyri okkara øki hava. Men so einfalt er hetta málið ikki. Vit hava í fjølmiðlunum hoyrt, at tað eru 250 park- eringpláss á flogvallarøki- num. Tá undirsjóvartunnil- in verður tikin í nýtslu, verður brúk fyri 1000 ella 750 afrtrat teimum, sum nú eru. 750 bilar svara til eitt vegastrekki, sum svarar til 3 km. Ella við øðrum orð- um. Høvdu hesir verið parkeraðir frá flogvølli- num, hevði røðin rokkið yvir á Miðleitið. Og tað fer sjálvandi ikki at bera til. Tað vil siga at hesi fólk fara framhaldandi at koyra í bussi, og tann ferðsluøking, sum annars skuldi verið av, at ferðandi trygt kundu sett bilin frá sær, verður ikki í fyrstu atløgu. Hetta vil føra við sær, at felagið, sum rek- ur undirsjóvartunnilin, fær nógv minni í inntøkum. Úr- slitið av hesum verður, at vit, sum skulu nýta tunnil- in, skulu gjslda nógv hægri bummgjald. Parkeringsøkið hevur einki við danska statin at gera. Tað er eitt øki, sum landskasstýrið hevur ábyrgdina av. Heldur ikki hetta lítla málið kundu teir loysa. Tora somu menn yvir høvur at stilla upp aftur? Verið vís í, at eisini hetta málið skal Sambandsflokk- urin loysa, um flokkurin kemur í samgongu eftir næsta val. Flogvøllurin – nei C M Y K 13 12