hósdagur 28. februar 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 41 - 28. februar 2002
15
um einstaka sjúklingin
ígjøgnum alla viðgerðina.
Tá ein sjúklingur vera flutt-
ur av einari deild á aðra
merkir tað, at hann, sálar-
liga viðbrekin sum hann er,
skal nýta orku til at venja
seg við eitt nýtt umhvørvi
við øðrum starvsfólkum og
øðrum medsjúklingum.
Tórmóður Stórá sigur, at
kanningar gjørdar aðrastað-
ni vísa, at tílík flyting darv-
ar viðgerðini. Tí verður í
álitinum mælt til, at ein-
staki sjúklingurin fær eina
heildarviðger
har,
sum
hann einaferð er innlagdur.
Ístaðin fyri at flyta sjúk-
lingin av eitt nú stongdari
deild á opna deild undir
viðgerðini, skulu karmarnir
gerast so liðiligir, at til ber
at broyta innrættingina á
teirri einstøku deildini alt
eftir hvønn tørv sjúklingur-
in hevur. Hetta er ein nýggj
skipan, sum krevur um-
byggingar
av
verandi
stovnum. Men møguliga
krevur hetta eisini eina
hugburðsbroyting
hjá
teimum, sum virka undir
verandi skipan.
Eftirútbúgvin og
førleikamenning
Tórmóður kemur eisini
inná tørvin á eftirútbúgving
av psykiatrisku starvsfólk-
unum.
–Tað er umráðandi við
støðugari førleikamenning,
um psykiatrisku starvsfólk-
ini framhaldandi skulu orka
at loysa sínar uppgávur á
fullgóðan hátt. Psykiatriin
hevur bara starvsfólki sum
amboð. Har er eingin fram-
komin tøkni. Skal okkara
tøkni vera betri, mugu
okkara starvsfólk mennast.
Tað,
at
psykiatrisku
starvsfólkini brúka seg
sjálvi í arbeiðinum merkir,
at tey støðugt mugu fyllast
upp uttan fyri skipanina.
–Annars steðga tey upp,
og kunnu ikki loysa tað
uppgávuna tey eru sett til,
sigur Tórmóður Stórá.
Starvsfólkini gera sjálvi
vart við, at har er ein ónøkt-
aður tørvur, sum er. Tór-
móður Stórá sigur, at
starvsfólkini eftirlýsa til-
sjón (supervisión) og eftir-
útbúgving. Tilsjón skal
m.a. staðfesta, hvør tørvur
er á eftirútbúgving. Men
týdningarmeiri við tilsjón-
ini er kanska, at starvsfólk-
ini fáa møguleika til at taka
spurningar og ivamál upp
til orðaskifti við tilsjónar-
fólkini. Í eini skipan, har øll
renna so skjótt sum tey
orka, er orkan til at geva
hvørjum øðrum góð ráð og
vegleiðing
ivaleyst
av-
marka. Hesi ráð og henda
vegleiðing kundi so komi
frá tilsjónarfólkunum tá
tørvur var á tí.
Gransking í Føroyum
Í álitinum verður lagt upp
til, at dentur skal leggjast á
psykiatriska gransking í
Føroyum. Men hvørji úrslit
kunnu vit granska okkum
fram til í Føroyum, sum
ikki longu eru kend úti í
heimi? Tórmóður Stórá sig-
ur, at Føroyar eru eitt
áhugavert øki til at gera
epidemiologiskar kanning-
ar. Íbúgvatalið er lítið og
møguleikin fyri at halda
skil á ættarbondum er rætti-
liga góður. Tí er møguleik-
in fyri at gera kanningar,
serliga ílegugransking, sera
góður í Føroyum. Annars
sigur Tórmóður Stórá, at
sálarliga heilsustøðan í
Føroyum
tykist
vera
ógvuliga lík heilsustøðuni í
londunum
rundan
um
okkum.
Broytingar
í
sálarligu heilsustøðuni í eitt
nú Danmark síggjast aftur í
Føroyum – bara 2–3 ár
seinni.
Vit vita lítið ella einki um
sálarligu heilsustøðuna í
Føroyum undan 1970. Men
kanningar
gjørdar
hesi
seinastu 30 árini vísa, at
sum heild er sálarliga
heilsustøðan í Føroyum
tann sama sum í Danmark.
Donsk pakkaloysn
Eg spyrji Tórmóð Stórá,
hví arbeiðsbólkurin hevur
valt at taka støði í danskari
lóggávu og donskum tilráð-
ingum sum grundarlag
undir eini serføroyskari
skipan.
–Góður spurningur, svar-
ar Tórmóður. Nokk tí tað er
tað man kennir best, tað
sum
onkursvegna
er
lættast. Vit hava hugt at
skipanum aðrastaðni, men
tá
vit
skuldu
finna
málsetningar
valdu
vit
rættningslinjurnar
hjá
Sundhedsstyrelsen. Higar-
til hava vit havt danskar
traditiónir og lóggávu á
økinum og fólk hava fingið
sína útbúgving í Danmark.
Vit hava valt at taka støði í
Danmark ivaleyst tí at tað
fall lættari. Tað var ikki eitt
"kvalifisera" val.
Men hví ikki hyggja at
ymsum skipanum, og so
taka tað besta úr hvørjari?
–Tað kundi man gjørt.
Vit hava valt tað, sum fall
okkum lættast. Vit hava
ikki sett okkum fyri at
kanna, hvør skipan er best.
Man kundi diskutera hvørja
skipan man skuldi hava.
Tað ruddiligasta hevði ver-
ið at tikið eina grundleggj-
andi diskussión av øllum
lóggávuøkinum. Men tann
diskussiónin hevur verið
aðrastaðni. Tað hevði verið
gott at fingið diskutera tað
politiska og etiska í sam-
bandi við psykiatriina, men
tað tekur tíð. Og tað sum
tey avvarðandi vilja hava,
er ein skipan, sum kann
tryggja rættindini hjá sjúk-
linginum
betri.
Tann
danska skipanin tryggjar
hesi rættindini, og so velur
man tað donsku skipanina.
Harvið hevur man eina
discount-loysn. Men hon
kann væl vera nøktandi fyri
tað.
Hví velja eina
discount–loysn?
–Tað er ein skjót og bílig
loysn. Vit skulu hava
tryggja rættarstøðuna hjá
sjúklingunum. Tað hevur
man gjørt í Danmark. Við
at taka tað donsku loysnina,
tryggja vit rættarstøðuna í
Føroyum. Tað ruddiligasta
hevði verið, at fingið tað
politiska kjakið í Føroyum.
Men tað krevur nógva orku,
sum so kanska má takast
aðrastaðni úr skipanini. Og
tað er kanska betri at brúka
ta orkuna uppá viðger.
–Tann skipanin, sum vit
skjóta upp, er fult forsvar-
lig, men hon kundi verið
betri tilpassað til føroysk
viðurskifti. Nógv í teirri
donsku
lóggávuni
er
kanska óføroyskt og tað
kundi verið áhugavert at
fingið diskutera tað ígjøg-
num. Men í Danmark var í
nógv ár ein stórt orðaskiftið
um hetta. Tað hevur ikki
verið í Føroyum. Tað hava
verið nøkur pip, serliga frá
avvarðandi. Men tað hevur
ikki verið nøkur veldig dis-
kussión. Og man hevur ikki
strongt á at fáa nakra lóg-
gávubroyting, sum man
gjørdi í Danmark. Man
hevði sterkar kreftir innan-
fyri antipsykiatriina, Gale-
bevægelsen til dømis. Men
tað hevði man ongantíð í
Føroyum.
–Tað hevði heilt sikkurt
verið áhugavert at fingið
diskussiónina í Føroyum,
men tað hevði verið ov
orkukrevjandi. Vit kunnu
fáa eina brúkiliga skipan
bíliga við at umseta úr
donskum. Loysnin er jú
brúkt fyrr, sigur Tórmóður
Stórá, sum hevur verið við
til at skriva álitið Heildar-
psykiatri 2002.
–Vit vilja hava, at greiður
skilnaður verður gjørdur
ímillum tær læknaligu upp-
gávurnar og tær uppgávur-
nar, sum aðrir fakbólkar
skulu loysa. Tað er ein tradi-
tión, at tá fólk skulu til am-
bulant kontrol, so skulu tey
hitta ein lækna. Men í 8 av
10 førum er hetta als ikki
neyðugt heldur Tórmóður
Stórá, sum hevur verið sam-
skipari í stýringsbólkinum,
sum hevur gjørt álitið,
Heildarpsykiatri 2002
Myndir: Jens Kristian Vang
Listin hjá Fólkaflokkinum
í Norðoyggjum liðugur
Fólkaflokkurin í Norðoyggjum er liðugur við
uppstillingina til komandi løgtingsval, og flokkurin
stillar upp hesi valevni:
· Jógvan Edmund á Geilini, lærari
· Petur Hans Joensen, lærari
· Anfinn Kallsberg, løgmaður
· Jógvan við Keldu, løgtingslimur
· Jákup Mikkelsen, stjóri
· Kristian Fríðrik Olsen, býráðslimur
· Rúna Sivertsen, løgtingslimur
TÍÐINDASKRIV
Nýskipanardeildin,
Løgmansskrivstovan
Norðurlendska tænastu-
mannaumbýtisskipanin
ger tað møguligt hjá
starvsfólki í landsfyrisit-
ingini at fara til eitt av
norðurlondunum at ar-
beiða í eina tíð. Stuðul
verður veittur til at gjalda
ferða- og uppihaldsút-
reiðslur hjá luttakara.
Henda skipan hevur
verið í gildi síðan 1979
og endamálið við skipan-
ini er at fremja norður-
lendskt samstarv. Enda-
málið er somuleiðis at
geva luttakarunum kunn-
leika til fyrisiting og lóg-
gávu o.a. í hinum norður-
londunum.
Tað er ikki neyðugt at
luttakari býtir um pláss
við ein starvsfelaga í ein-
um øðrum norðurlandi,
tó er onki, sum forðar
fyri hesum.
Í 2002 hava Føroyar
fingið
tillutað
kr.
61.000,- at nýta til hesa
skipan.
Skipanin virkar
soleiðis
Skipanin fevnir um bæði
tænastu- og starvsmenn.
Uppihaldið kann vara
millum 1 og 12 mánaðir í
einum kalendaraári.
Stuðulin er í árinum
2002 kr. 7.000,- um mán-
aðin umframt ferðaút-
reiðslur aftur og fram.
Endurgjald verður bert
latið fyri ferðing á bílig-
asta hátt. Um uppihaldið
er longri enn 6 mánaðir
kunnu ferðaútreiðslurnar
hjá familju somuleiðis
verða goldnar, um hon
flytir við, eins og goldið
verður fyri flutning av
neyðugum innbúgvi.
Treytin fyri at fáa
stuðul er, at viðkomandi
fær frí við løn úr starvi
sínum. Tíðin verður tald
við í lønar- og eftirlønar-
aldri.
Tey, sum vilja nýta
skipanina, mugu sjálvi
gera avtalu við stovn í
øðrum norðurlandi.
Áðrenn 3 mánaðir eru
farnir eftir heimkomu,
skal luttakari senda Løg-
mansskrivstovuni
eina
frágreiðing um uppihald-
ið, heruppií ein stuttan
samandrátt á skandinav-
iskum máli t.d. á donsk-
um, sum Løgmansskriv-
stovan sendir avgreiðslu-
skrivstovuni hjá Norður-
landaráðharraráðnum.
Umsóknir
Umsóknir um stuðul
skulu sendast til Løg-
mansskrivstovuna ígjøg-
num stýrið/leiðsluna á
stovninum.
Umsóknin
skal innihalda fylgjandi
upplýsingar:
1.Navn á umsøkjara,
føðingardagur og bú-
staður
2.Starvsheiti, starvsaldur
og starvsstaður
3.Arbeiðsuppgávur
4.Navn og bústaður á tí
stovni, avtala er gjørd
við og tíðarskeið
5.Upphæddin, sum søkt
verður um - tíðarskeið
og ferðaútreiðslur
Tað skal upplýsast, um
umsøkjari hevur søkt um
at fáa annan stuðul.
Umsóknin skal inni-
halda eitt ummæli frá
stovninum, har stovnurin
sigur frá, um viðkomandi
kann fáa tænastufrí við
løn.
Umsóknarfreistin er 1.
mai 2002. Umsóknir,
sum koma inn aftaná
hesa dagfesting verða
bert viðgjørdar, um pen-
ingur er tøkur.
Nærri upplýsingar um
skipanina fáast við at
venda sær til Løgmans-
skrivstovuna – nýskipan-
ardeildina og fáast eisini
við at fara á heimasíðuna
hjá Nordisk Ministerråd.
http: //www.norden.org
og hyggja undir Støtte-
ordninger og Nordisk ut-
bytestjänstgöring
Norðurlendskt
starvsfólkaumbýti
15
14
Nr. 41 - 28. februar 2002
Framkomin tøkni og
dýrar maskinur eru
ikki tað sum skal til,
fyri at betra um
støðuna hjá sálarliga
sjúkum í Føroyum.
Tað, sum brúk er fyri,
er fólki við hollari út-
búgving, og eini skip-
an, sum tryggjar, at
kreftirnar vera nýttar
har, tær gera størstu
nyttuna.
PSYKIATRI
Jóanes N. Dalsgaard
Hósdagin í síðstu viku var
álitið Heildarpsykiatri 2002
almannakunngjørt.
Ein
stýringsbólkur hevur staðið
fyri
útgreiningararbeiði-
num aftanfyri álitið. Tór-
móður Stórá, sum er lækni,
hevur verið samskipari í
stýringsbólkinum. Sosial-
urin hevur tosað við Tór-
móð um álitið og um psyk-
iatri í Føroyum.
Tað optimala er ikki
realistiskt
Álitið
Heildarpsykiatri
2002 leggur upp til, at tørv-
ur er á nógvum fólkum við
psykiatriskum viðgerðar-
førleika. Samstundis er tað
ein sannroynd, at sera trup-
ult er at fáa mannað tey
størv, sum longu eru nor-
meraði. Hvussu hongur
hetta saman?
–Vit hava roynt at saman-
sjóða tað optimala og tað
realistiska. Álitið frá 1991,
"Glottar fyri framan" legg-
ur upp til, at vit skulu hava
økispsykiatri í Føroyum. Tí
tankanum hava vit slept, tí
vit meina at tað verður ov
orkukrevjandi. Vit meina,
at vit kunnu geva eitt betri
viðgerðartilboð,
við
at
savnað viðgerðarorkuna á
einum stað. Tey fakfólkini,
sum eru, skulu nýta tíðina
uppá at viðgera sjúklingar,
og ikki uppá at ferðast við
Strandferðsluni og Bygda-
leiðum. Tað optimala var, at
fólk kundu verið viðgjørd í
nærumhvørvinum. Men vit
hava skriva álitið við virð-
ing fyri realitetunum. Mill-
um hesar realitetir eru av-
markað fíggjarlig og faklig
orka,
sigur
Tórmóður
Stórá.
Kreftirnar skulu
brúkast betri
Sum er, heldur Tórmóður
Stórá ikki, at kreftirnar í
viðgerðarskipanini
vera
brúktar á rættan hátt.
–Vit vilja hava, at greiður
skilnaður verður gjørdur
ímillum tær læknaligu upp-
gávurnar og tær uppgávur-
nar, sum aðrir fakbólkar
skulu loysa. Tað er ein tra-
ditión, at tá fólk skulu til
ambulant kontrol, so skulu
tey hitta ein lækna. Men í 8
av 10 førum er hetta als
ikki neyðugt. Við at gjørt
skipanina meira liðiliga,
kundi tað verið so, at tað
vóru ymsir fakpersónar,
sum tóku ímóti sjúklingi-
num, alt eftir hvørjari ráð-
geving ella viðgerð sjúk-
lingurin hevði tørv á. Fyri
langtíðarsjúklingar er tað
ikki avgerandi, at samskifti
við
viðgerðarskipanina
gongur
ígjøgnum
ein
lækna. Tað avgerandi er, at
sjúklingurin hevur sam-
skifti við viðgerðarskipan-
ina. Hetta samskiftið kann
líka so væl vera røkt av
økispsykiatriskum sjúkra-
systrum undir heimasjúkra-
systraskipanini, sigur Tór-
móður Stórá.
Færri læknar –
fleiri sjúklingar
Tórmóður Stórá nevnir
tann trupulleikan, at talið á
kommunulæknum
er
í
minking. Hetta merkir fyri
tað fyrsta, at longri verður
ímillum kommunulæknar-
nar í framtíðini. Men tað
merkir ivaleyst eisini, at
tann einstaki kommunu-
læknin fer at vera styttri tíð
í hvørjum starvinum. Fyri
sjúklingarnar merkir hetta
fyrst og fremst, at tað verð-
ur truplari at sleppa til
lækna. Men tað merkir eis-
ini, at møguleikin hjá ein-
staka kommunulæknanum
at koma at kenna síni við-
skiftafólk, verður munandi
skerdur.
Fyri fólk, við sálarligum
trupulleikum merkir hetta,
at longri tíð gongur áðrenn
tey yvirhøvur koma til
lækna. Tørvurin á viðgerð
verður tískil meira átroðk-
andi, tá tey koma til lækna,
enn hann hevði verið, um
skjótt og lætt var at koma til
lækna. Tess skjótari farast
kann undir viðger, tess
minni viðger er ofta neyð-
ug. Um skjótt verður atbor-
ið, kann kanska sleppast
undan innleggjan, og merk-
ir hetta, at minni orka skal
brúkast uppá einstaka sjúk-
lingin. Tann orkan, sum her
verður spard, kann so brúk-
ast aðrastaðni í skipanini,
har tørvur er nógvari á
orku, t.d. til arbeiði við
tungum sjúklingum, sum í
dag kanska eru við skerdan
lut.
Einki rúm fyri
lokalum loysnum
Ein avleiðing av kommunu-
læknatrotinum er sostatt, at
fólk við tørvi á psykiatrisk-
ari viðger, ikki koma í við-
ger, fyrrenn støðan er akut.
Hetta mótarbeiðir einum
ynski, sum verður sett fram
í álitinum, um at avdramati-
serað sálarsjúku sum fyri-
brigdi í samfelagnum. Eitt
av endamálunum við økis-
psykiatriini var eitt enda-
málunum at skapa opin-
leika um sálarsjúku. Ein
slíkur opinleiki kundi hugs-
ast at havt við sær, at bæði
sjúklingarnir og avvarðandi
vóru kvikari at gera vart við
seg, um tørvur var á viðger.
Møguleikin fyri skjótt at
koma í ambulanta viðger
hevði eisini kunna havt við
sær, at fylgjurnar av sálar-
sjúku vóru gjørdust mun-
andi minni. Við einum
psykiatriskum depli í Havn,
har dentur verður lagdur á
ambulanta viðger, kunnu
vit siga, at møguleikin at
sleppa í viðger skjótt er
munandi batnaður. Men
opinleikin um sálarsjúku,
sum økisspsykiatriin skuldi
fremja, fer í stóran mun fyri
skeyti. Tórmóður Stórá
staðfestir pessimistiskt, at
hetta eru útlitini og møgu-
leikarnir í eini tíð, har tað
er ein sannroynd, at alt
færri læknar verða til at
taka.
Bíða og versna
– ella gjalda
Ein onnur avleiðing av
læknatrotinum er, at fólk
koma ov seint í viðger. Tór-
móður Stórá greiðir frá, at
kommunulæknin í dag hev-
ur tríggjar møguleikar, tá
hann stendur við einum
sjúklingi, sum hevur sálar-
ligar trupulleikar. Hann
kann innleggja sjúklingin,
men tá krevst at sjúklingur-
in er rættiliga vánaligur.
Kommunulæknin kann eis-
ini ávísa sjúklingin til
privata viðtalu hjá einum
psykiatara, men har er altíð
langur bíðilisti at sleppa
framat.
Endiliga
kann
kommunulæknin
ávísa
sjúklingin til ein privat-
praktiserandi
psykolog,
men tá noyðist sjúklingurin
sjálvur at gjalda fyri við-
gerðina. So samanumtikið
hevur kommunulæknin ikki
teir stóru møguleikarnar at
hjálpa einum sjúklingi við
byrjandi sálarligum trupul-
leikum. Hevur sjúklingurin
ikki ráð at gjalda fyri at fara
til psykolog, má hann bíða,
antin til hann kann sleppa
til psykiatara ella til hann er
so vánaligur at hann kann
innleggjast. Um til bar at
geva nøktandi ambulanta
viðger beinanvegin sum
fyrstu sjúkutekinini vístu
seg, hevði innleggjan í
nógvum førum ongantíð
komið uppá tal.
Nýhugsan
Tórmóður Stórá nevnir sum
ein trupulleika í verandi
viðgerðarskipan, at hon er
so óliðilig. Viðgerðin er
býtt upp í kassar, og sjúk-
lingurin verður so settur inn
í tann kassan, sum svarar til
hansara heilsustøðu. Hetta
merkir m.a. at sjúklingar
ígjøgnum
eina
viðger
kunnu vera fluttir deild av
deild, og vera viðgjørdir av
nógvum ymiskum fólkum.
Tórmóður sigur, at hetta
er sera óheppi. Fyri við-
gerðina er tað umráðandi,
at sjúklingarnir kenna seg
tryggar, sigur hann. Tí er
tað umráðandi, at tað eru
tey somu fólkini, sum eru
Álitið Heildarpsykiatri 2002:
Tað optimala er ikki realistiskt
C
M
Y
K
14