hósdagur 28. februar 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 41 - 28. februar 2002
- Hetta kann fara at
gerast rættiliga stórt
fyri meg, sigur
vestmenningurin
Róin Siggertson, ið er
ein av luttakaranum í
sjónvarpssendingini
"Rockidoler" á TV3,
har tónleikarar
kappast um at gerast
partur av einum
rockbólki
TÓNLEIKUR
Rúnar Reistrup
Nýggi trendurin í donskum
sjónvarpi er at geva fólki
møguleikan
at
gerast
stjørna
upp
á
fimm
minuttir. TV2
valdi
í
sendirøðini "Popstars" fýra
út av tveytúsund vónríkum
gentum, og gjørdi tær til
vælumtókta
gentubólkin
eyeQ. Í sendirøðini "Mo-
deljagten" á TV3 royna
hundraðtals fólk av gøtuni
at gerast topmodellir, og í
"Stjerne for en aften" á DR
fáa sangarar møguleika at
senda sína tónleikakarrieru
ímóti stjørnunum.
Nýggjasta
skotið
á
stammuni er sendingin
"Rockidoler" á TV3, har
eitt plátufelag, ein produs-
ari og ein royndur tón-
leikari skulu samanseta ein
rocbólk útav teimum 550
tónleikarunum, ið hava sent
ein demofløgu inn til send-
ingina.
Burturúr teimum mongu,
ið sendu fløgur inn, eru
tredivu teir dugnaligastu
tónlkeikarar valdir út at
luttaka í sendirøðini.
Gongur skjótt
Ein av hesum tredivu tón-
eikarunum er vestmenn-
ingurin Róin Siggertson, ið
seinastu árini hevur verið
búsitandi í Danmark. Fyrsti
partur av "Rockidoler" varð
send á TV3 týskvøldið, og
har sást at Róin Siggertson
var væl dámdur millum
dómararnar.
Sjálvur
er
Róin eisini rættiliga væl
nøgdur við luttøkuna.
- Tað líkist als ikki mær
at melda meg til eitt
sovorðið reality-show. Men
genta mín og vinmaður min
James Olsen fingu yvir-
talað meg í síðstu løtu. Tá
eg hoyrdi frá TV3 aftur
hevði eg longu avgjørt, at
eg ikki hevði hug at luttaka
kortini, men tá fólkini
aftanfyri sendingina høvdu
ringt til mín í fimm dagar,
høvdu tey fingið yvirtalað
meg, og so gekk leiðin til
kasernuna í Vordingborg,
har sendingarnar blivu tikn-
ar
upp,
greiðir
Róin
Siggertson frá.
Síðan tá hevur tað gingið
skjótt, og hann er nú stadd-
ur á tí mest spennandi stað-
num í sínum tónleikalívi
higartil.
Meira
sleppur
hann ikki siga um, hvussu
luttøkan í "Rockidoler"
hilnaðist. Sigur hann meir,
kann hann vænta sær
endurgjaldskrav frá fram-
leiðaranum av sendingini.
- Hetta kann fara at
gerast rættiliga stórt fyri
meg. Tað kann eg so siga
uttan at avdúka nakað,
heldur Róin fyri.
Sjónvarpið hevur
maktina
Tey
sonenvdu
"reality
showini", sum Big Brother,
Baren og Popstars, eru
annars ikki tað, sum fær
Róin Siggertson at leggja
seg framman fyri sjón-
varpinum.
- Eg eri snøgt sagt
troyttur av hesum reality
showunum, har fólk eru við
fyri at blíva kend og annars
leggja líka í um tey gerast
poppstjørnur ella sjón-
varpsvertir. Úrslitið er, at
standardurin í tónleikavinn-
uni lækkar. Tað er langt úti
at miðlarnir hava so stóra
makt, men tað vísir seg at
vera torført at sleppa und-
an, sigur Róin Siggertson.
Spurdur um hann ikki
hevur eitt sindur ringan
smakk í munninum, nú
hann sjálvur trínir fram á
danskar sjónvarpsskíggjar í
einari líknandi sending, er
hann skjótur at svara:
- Nei. Eg geri hetta fyri at
koma fram við mínum
tónleiki. Vit kunnu væl
brokka okkum um, at tað í
størri og størri mun eru
talentleys fólk, borin fram
av miðlunum, ið mynda
tónleikavinnuna. Men tá
tað vísir seg, at sjónvarpið
hevur maktina og í stóran
mun kann stýra, hvør kem-
ur fram her í verðini, so
noyðist man at fara har,
sum sjónvarpið er, sigur
Róin Siggertson.
Kendur aftur
Róin Siggertson upplivdi
longu áðrenn fyrsta send-
ingin varð varpað út á TV3
at verða kendur aftur á
gøtuni, tí fólk høvdu sæð
hann í einari lýsing fyri
sendingina.
- Tað er heilt løgið, tí eg
eri bara eg, og tað fari eg
eisini at vera, um hetta førir
til nakað stórt, sigur Róin.
Hann upplivir hóvastákið
kring seg bæði sum nakað
eitt sindur ræðandi og sam-
stundis sum eina viður-
kenning av hansara tón-
listarligu dygdum.
- Eg havi havt mítt egna
studio her í Keypmanna-
havn og eg havi arbeitt
intensivt við tónleiki nú í
tvey ár, og havi ofta hugsað
nær í verðini eg fór at fáa
nakað aftur. Tað er í ferð
við at henda nú, haldi eg,
sigur Róin Siggertson, ið
verður at síggja aftur kom-
andi týskvøld á TV3.
Róin Siggertson sum rockidol
Róin Siggertson var væl umtóktur av dómarunum í sendingini Rockidoler
Nr. 41 • hósdagur • 28. februar 2002 • 76. árg.
Ford Focus og
Mondeo fáast nú við
nýggjum TDCi
dieselmotorum, sum
nýta commomrail
tøknina til at gera
motorarnar sera
orkusparandi og
ljóðleysar. Mondeo
fæst við 2.0 litur
TDCi við 130 hk og
Focus við 1.8 litur
TDCi við 115 hk
BILAR
Magnus Gunnarsson
Minni larmur er ein av
fyrimununum við nýggju
commomrail
skipanini.
TDCi motorarnir hava eina
tøkni, sum minkar møgu-
ligan larm mest møguligt.
Hetta er við til at gera hesar
motorarnar til teir minst
dálkandi dieselmotorarnar í
sínum klassa. Hesir Dura-
torq TDCi motorarnir hjá
Ford eru nágreiniliga kann-
aðir fyri at økja um kvali-
tetin.
Minni larmur innan
Tað, at brennievnið verður
sprænt inn í motorin í
smærri nøgdum undir høg-
um trýsti, gevur javnari
oljunýtslu, og motorurin
larmar minni. Fyri at minka
um úlátið frá útstoytinum er
katalysatorin settur tætt
uppat motorinum. Úrslitið
er, at hesir TDCi motorarnir
larma so lítið, at bilførarin
og tey ferðandi í bilinum
lættliga kunnu tosa saman,
hóast motorurin hevur nógv
at gera.
Í ár bleiv tað Ford
Focus, ið er heimsins
mest seldi persón-
bilur, sum bleiv
nummar eitt, fyri
bilar í aldrinum frá 1
til 3 ár, í árliga týsku
TÜV kanningini.
Hetta er fyrstu ferð í
14 ár at ein týskur
bilur hevur lagt seg á
odda í hesi kanning
BILAR
Magnus Gunnarsson
Í nógv ár á rað hava ja-
pansku bilarnir við Toyota á
odda verði nummar eitt í
hesum kanningum. Í ár
bleiv tað so ein týskur bilur,
Ford Focus, sum fór við
sigrinum fyri bilar frá 1 til
3 ár. Nummar 2 bleiv Toy-
ota Avensis og nummar 3
blivu Toyota Starlet og
Corolla.
TÜV kanningarnar eru
frágreiðingar um hvussu
bilarnir klára seg eftir nøkr-
um árum. Teir bilarnir sum
hava minst brek fáa best
karakter. Fyri bilar millum
4 og 5 ár bleiv Toyota Star-
let nummar eitt.
Ford Focus og Mondeo
við TDCi dieselmotorum
Focus best í týsku
TÜV kanningini
Jógvan Højgaard, sølumaður
hjá P/F Wenzel, sýnir her
farm við nýggjasta Ford
Mondeo við TDCi
dieselmotorinum
Ford Focus, ið er heimsins mest seldi bilur, bleiv nummar eitt í týsku TÜV kanningini.
Umframt at Focus nú fæst við TDCi dielselmotorinum við 115 hk, hevur bilurin eisini fingið
eina lættari "facelift". Jógvan Højgaard er her við nýggjastu útgávuni av Focus
C
M
Y
K
17
16