Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-11, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. februar 2011síða 28

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 18 · 11. februar 2011 28 VIKUSKIFTI LÝSINGARTILFAR Týsdagurin 15. februar verður ein søgu ligur dagur. Tá verður fyri fyrs­ tu ferð hildin ein ráðstevna um el­ bilar í Føroyum. Tað er Elfelagið SEV sum saman við Jarðfeingi skipar fyri elbila deg­ num í Norðurlandahúsinum. Elbil a­ dagu rin er liður í eini norðurlendskari verk ætlan, sum er stuðlað av NORA (Norrønt Atlantssamstarv) og um­ fatar Grønland, Ísland og Føroyar. Verkætlanin hevur sum endamál at testa elbilar í norðurlendsku sam­ feløg unum. Til dømis hvussu battaríini klára seg í ymiskum temparat uri og hvørja ávirkan økt nýtsla av elbilum fer at hava á fram­ tíðar ferðslu. SEV umboðar Føroyar í verkætlanini og mannar saman við Jarð feingi ein arbeiðsbólk, sum mill­ um annað samskipar dagin í Norður landahúsinum. Elbiladagurin í Norður landa húsi­ num byrjar týsmorgunin kl. 8.30. Gjøgnum dagin verða fleiri fram­ løg ur. Føroysku luttakararnir verða: Hák un Djurhuus, Finn Jakobsen, Dán jal Jógvan Hansson og Terji Niel­ sen frá SEV, og Jákup Sørensen frá NORA. Donsku luttakararnir verða Jacob Munch Jensen frá DONG Energy, Jan A. Petersen frá Vikinge­ gaarden, Henrik Isaksen frá Choos­ EV og Esben Pedersen frá Tesla Mo­ tors. Íslendsku luttakararnir verða Guðrún Lilja Kristinsdóttir og Jón Bjørn Skúlason frá Icelandic New Energy og grønlendska umboðið verð ur Jens H. Nielsen frá Nukis sor­ fi it. Aftaná framløgurnar verður høv i hjá fólki at seta spurningar og kjak ast um evnið. Eisini verður høvi at royndarkoyra trý ymisk merkir av elbilum, til sam­ ans fimm bilar: tveir Peugeot Part­ ner Van Electric, tveir Mitsubishi iMiEV og ein Tesla Roadster, sum kem ur mánamorgunin við Norrönu. Finn Jakobsen, tekniskur stjóri í SEV, sigur, at hann væntar sær nógv av hesum degnum og vónar at fólk veru liga nýta høvið at seta spurn­ ing ar og kjakast um evnið. Ráðstevna og royndar­ koyring av elbilum Elfelagið SEV saman við Jarð feingi skipar fyri eini ráð stevnu um elbilar í Norð ur landahúsinum týdagin 15. februar. Um framt framløgur um el bil ar í Norðurlondum verða eisini royndar koyr­ ing av fleiri ymiskum el bil um MAGNuS MAGNuSSEN SETuR ELBILIN TIL LøðA JáKuP SøRENSEN, SAMSKIPARI HJá NORA, MAGNuS MAGNuSSEN, MASKINVERKFRøðINGuR HJá SEV, OG FINN JAKOBSEN TEKNISKuR STóRI HJá SEV, FRAMMAN FyRI HøVuðSSæTIð HJá SEV VIð TRIMuM AV ELBILuNuM Tekstur: Magnus Gunnarsson · Myndir: álvur Haraldsen