fríggjadagur 11. februar 2011síða 29
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Fríggjadagur 11. februar 2011 · Nr. 18
Sosialurin
Við hesum verður starvið fyri
Húsalánsgrunnin lýst leyst at søkja.
Starvið skal setast skjótast tilber.
Arbeiðsuppgávur
Stjórin hevur ábyrgdina av at leiða og
menna Húsalánsgrunnin í tráð við
endamálið í nýggju lógini, og vísir
beinleiðis til stýrið fyri Húsalánsgrunnin.
Saman við stýrinum skal stjórin leggja
virksemið til rættist, og skal virka fyri, at
Húsalánsgrunnurin verður ein virkin
stovnur á lánimarknaðinum, og
eisini at fáa broytt hugburðin í
samfelagnum fyri orkusparandi tiltøkum.
Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava eina viðkomandi
ástøðiliga útbúgving. Harumframt skulu
umsøkjarar hava góða leiðslu- og
samstarvsevnir, og góðar førleikar at mynda
stovnin úteftir. Tað er ein fyrimunur at
hava leiðsluroyndir.
Lønar og setanarviðurskiftir
Starvið verður lønt eftir 38. lønarflokki, hjá
Tænastumannafelagi landsins, uttan tó at
vera tænastumannastarv.
Eftirlønargjaldið er 15% av eftirlønar-
gevandi lønini. Setunartreytir annars verða
ásettar í sersáttmála.
Vit kunna annars bjóða
Sum stjóri í Húsalánsgrunninum fært tú
eitt spennandi starv við nógvum
avbjóðingum í einum sera góðum
arbeiðsumhvørvið.
Fleiri upplýsingar
Umsøkjarar kunna seta seg í samband við
Húsalánsgrunnin, Páll Poulsen, fyri at fáa
meiri at vita um stravið.
Umsóknir
Umsóknir við avritum av prógvum, CV og
øðrum viðkomandi upplýsingum , skulu í
seinasta lagi 15. februar 2011 sendast til:
Stýri fyri Húsalánsgrunnin
Postrúm 215
110 Tórshavn
Merkt: Starvslýsing stjóri
Stjóri til
Húsalánsgrunnin
Húsalánsgrunnurin
stuðlar tiltøkum í
Miðlahúsinum