mánadagur 14. februar 2011síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 14. februar 2011 · Nr. 19
12
Sosialurin
S
o spelkin hann er, maestro, Ólavur Hátún.
Enn svingar hann armarnar og fær ljómin
í tónleikinum av Bach at rumsast í okkara
verð - Der Geist hilft unsrer Schwachheit auf
og Magnificat, sum ljómaðu undir bitunum í
Vesturkirkjuni og í Fuglafjarðar kirkju í fjør
upp undir jólaføstuna. Har var ikki eiti av
frummmegi í hesum kroppi at fáa so stór
kórverk upp at standa. Hetta hevur verið
hansara hjartamál í ár so mong at birta upp
undir kórsangin her á klettunum bæði á bygd
og í bý, og at syngja kórverk, sum ikki áður
hava verið sungin her á landi. Hetta hevur
gagnað føroyska kór – og tónleikalívinum
og okkara mentan, so neistin av hesum
degi er góður førningur at hava við sær í
kórskjáttuni bæði dag og nátt.
Í Herlufsa stovu
Ólavur hevur frá heilt ungum árum av sæð
openberingina í tónlistini, ein frumgróður,
sum hevur gagnað so mongum til so mikla
gleði, at bara Várharra veit um hetta at siga.
Kanska veit Várharra heldur ikki alt, ella hann
sigur; Sumt lati eg fara aftur við borðinum.
Tí teldustýrda medvit hansara goymir at
so mongum, at hann má velja og vraka á tí
guddómsrikna harddiskinum; men kanska
er tað so, at tað, sum ikki verður goymt, at
tað er júst tað, sum ongantíð verður gloymt....
og her hava vit mannin í ungdómsins blóma
standandi upp við klaverið í Herlufsa stovu
í Fuglafjarðar skúla einaferð fyrst í fimmti
árunum - 1952/53. Tá gekk eg í 3. flokki. Hann
lærdi okkum at syngja: Viva la Musika.
Hetta var hugtakandi ljómur fyri tystandi
barnasálir á bygd, sum elskaðu sang. Tað
stuttliga við hesum var, at Tummas N.
Djurhuus var eisini vikarur fyri Herluf eina
stutta tíð, og hann lærdi okkum at syngja:
Ach du lieber Augustin. Ja, eingin ánaði, at
hesir knevlar skuldu koma at fáa so stóran
týdning fyri okkara mentanarlív. Kanska
var tað tí, at teir báðir høvdu staðið uppi við
klaverið í Herlufsa stovu og sungið og kent
andan úr hesi sáttmálaark av einum runna-
kendum, kosmiskum anda, sum teir goymdu
í sínari mentanarskjáttu, sum fylgdi teimum
restina av lívinum. Spell var at Tummas doyði
so brádliga bert 43 ára gamal 1971.
Uppvøkstur: Svínoy
Ólavur er føddur í Svínoy 17. febr. 1931 og
var her til hann var sjey ára gamal. Hjalmar
Hátún varð settur lærari í Svínoy 1923 og
var lærari her til 1938. So mangan Ólvaur
rør aftur á tíðina úti í Svínoy. Her var eitt
livandi bygdarsamfelag við fólki, sum hevði
sín uppruna í rótføroyskari mentan, og
løgið kundi tað tykjast, tá ið klaverið eftir
búgvi hjá abba Ólavs, Poul á Heygum, kom
til Svínoyar. Hetta var einasta klaver eystan
fyri Múla. Tað kom við postbátinum, Streymi,
til bygdina - varð lossað og sett niður í eitt
áttamannafar og so siglt inn á lendingina.
Hetta minnist Ólavur, sum sat framman
fyri gluggan heima við hús og sá hesa sjón.
Aftur var tað klaverið, sum fekk hugan at
flyta seg. Hjalmar Hátún hevði longu tá kór
í bygdini, og mundi hetta óivað vera eitt tað
fyrsta kórið á bygd, sum sá dagsins ljós her á
landi. Kórið sang t. d. Mellom bakker og berg(
Nordmannen), sum kanska var fyrsta lag,
ið Ólavur við sínum smáu fingrum trilvaði
seg fram til á klaverinum. Nevnast kunnu
sangarar sum Hans David Jacobsen, lærari,
faðir Flóvin Jacobsen, sum spældi harmoniku.
Hann hevði sera gott mál, Líggjas á Váli sang
eisini við hesum kóri og Erling hjá Jóa. Hetta
vóru óførir bassar, sum rungaðu ímillum
inn – og útsúð í brimgangi, men eisini eins
mildir sum lygnir á sjónum, tá ið teir skuldu
sameinast við kvinnurøddirnar.
Hjalmar Hátún sang eisini við børnunum,
so ikki kann annað sigast, enn at Ólavur
hevur fingið mangt og mikið inn við móður-
mjólkini og ikki at forgloyma bátasmiðin,
Pól Johannes, sonur Poul í Nornastovu
úr Mikladali. Hann er ein ímynd hjá Ólavi,
sum pápin fekk gott av í allar mátar, tá ið
tað snúði seg um bátasmíð. Hjalmar hjálpti
Poul at smíða bátar, og var Poul ein tann
dyggasti bátasmiður her á landi. Ólavur
hevur gingið í knæsbótum faðir síns, fingið
bátamíð og angan av hølvisspónum í sinnið.
Ólavur og báturin hava verið sum stúkan
og rekkjuváðin síðani, og hevði hann longu
her sæð, hvussu ein bátur varð strektur,
reistur, flaktur og laðaður. Alt hetta hevur
verið gáva til gagns og ein góð lunnbót hjá
Ólavi at hava sum førning. Grammofon var
eisini í húsinum, og Hjalmar spældi eisini
violin, sum hevur lagt eina ál afturat tí
musikalska renslinum. Móðir Ólavs fór niður
á Kunst og Husflidskolen í Keypmannahavn
1933, so sigast kann, at henda modernaða
lærarafamiljan í Svínoy hevur verið sera
virkin á sín hátt, og hevur tíð teirra í Svínoy
verið mennandi bæði fyri Svínoyar bygd og
tey sjálvi. 1938 bleiv Hjalmar lærari í Kvívík,
og búði tey her til 1946.
Kvívík
Tað lá frammarlaga í sinninum hjá Hjalmari,
at leggja lunnar undir kór. Soleiðis bleiv
eisini, tá ið komið varð til Kvívíkar. Tey búðu í
skúlanum, og var kamarið hjá Ólavi móti skúla-
stovuni, so hann hoyrdi, tá ið pápin mýkti
røddirnar um kvøldarnar á kvívíkingum.
Hetta festi seg í oyrað, og lærdi hann allar
“stemmurnar”. Tað gav at bíta einum sinni,
tað galt okkara tjóðsang. Faðirin hevði fingið
ein íslending at útseta lagið fyri blandað kór,
men hevði króksett lagið. Hann fann tað ikki
aftur. Ólavur hjálpti pápa sínum at leggja á
aftur kíkin, tí hann hevði hoyrt hetta so ofta
úti undir væðingini í Kvívik, og hevði hetta
fest seg so í hugan, at hann kundi lata av
hesum ljómi úr sínum barnasinni. Soleiðis
komu teir heilskapaðir úr hesari løgnu støðu,
og glaður var pápin, at hann uppdagaði, at
sonurin eisini hevði tóna.
Ja, nú sæst í sjónvarpinum um kór, sum
verða reist næstan úr ongum, har t. d. danir,
ja, og bretar við, fara út á gøtuna og biðja
vanlig fólk koma at syngja. Tað var júst tað,
sum Hjalmar gjørdi bæði í Svínoy og í Kvívík,
og sum mangir við honum her á landi hava
gjørt. Ja, so er tað tilfarið, sum tú arbeiðir
við. Tað er sum at byggja ein bát, at strekkja
kjølin, reisa, flekja og laða, so er báturin har ..
ja, so stendur kórið har í øllum sínum skrúð og
gevur ljóð. Spurningurin er, um tey skapandi
evnini, sum eru løgd niður í okkum koma til
sín rætt. Hjá Hjalmari komu tey, sjálvt á eini
útoyggj langt úti í Atlantshavinum, og hetta
flutti seg yvir á sonin, sum tók henda tátt
upp, og væl er komið burturúr.
Nú er so nógv sagt um Hjalmar og hansara
áhuga fyri tónleiki, men mamman, Brynhild,
var ikki sør. Hon var ættað ú Vestmanna.Tey
møttust í Vestmanna. Hjalmar var á veg oman
í dans, og møttust tey í Heygabrekkuni, ella
har um vegir, og fóru tey inn á gólvið hjá Hildu
fastir og Petur á Heygum, morbróðrinum.
Faðir tók violinina fram og fór at spæla. Bryn-
hild segði, at hetta var so dárandi, at tað fleyt
yvir við heitum og eymum kenslum. Hjalmar
spældi seg inn í hennara innasta krók og
setti eld í sálina við eini violin. Ja, hann var
longu tá knávur at spæla. Hetta var teirra
yndiskvøld í ungmanna kæti og kærleikans
róma. Betri kann tað ikki verða, tá ið tónarnir
opna sinnið og fáa kenslurnar at liva..... sum
eisini vórðu lagdar niður í sonin.
Havnin
1946 flutti familjan til til Havnar. Hjalmar
var lærari í Kvívík til 1948 og fekk so starv í
Kommunuskúlanum. Fyrst búðu tey uppi á
Heygnum mikla, so hjá mostrini, Borghild
– Várdís, á Gamla hospitali og so til endans
bygdi Hjalmar hús í Niels Finsens gøtu 59.
Ólavur hevur um hetta mundið verið 15 – 16
ára gamal. Aftur var tað kórljómurin, sum
lá frammarlaga í sinninum, og legði gamli
Hjalmar Hátún lunnar undir kór, sum fekk
navnið Frøi. Nógv ung av bygd sungu við
hesum kóri, og taldi kórið onkuntíð eini 70
- 80 fólk. Frøi hevði sína bestu tíð frá 1948
til 1952. Kórið fór t. d. út á bygd at syngja og
einum sinni sang kórið í Sandavági, og her
fekk Ólavur sín “elddóp” sum kórleiðari. Her
royndi hann seg á fyrsta sinni at stjórna kóri,
og stóð alt í einum roka í hansara sinni. At
vita sær, at nógv fólk vóru fyri framman og
ein hópur fyri aftan, sum eygleiddu hann við
opnum eygum, var sjón fyri eygað og ljómur
fyri oyrað. Ja, tað sum eygað ikki hevur sæð,
og oyrað ikki hoyrt, rørir ikki hjartað. Hesin
kórljómur hevur logað uppvið líka til dagin í
dag. Hetta hevur verið honum til mikla tign
og miklan sóma, og okkum øðrum til gagns.
Tá ið Ólavur 1947 fór at ganga á VBV á
studenta – og præliminerskeiðinum, lá hetta
aftur í sinninum, at fáa fólk at syngja. Alex
Sólstein gekk eisini á hesum skúla, og fingu
teir báðir í lag eitt kór, sum Erik Petersen
stjórnaði. Erik bar seg undan í fyrstuni, men
eftir eina formaning frá Thomas Nygaard, gav
Erik seg undir hesa áheitan og sungið varð.
Tað er nógv at fara um, tá ið komið verður
at tinnuni og lýsa mannin, kórleiðaran, Ólav
Hátún, og allan henda líðilanga veg hann
Nøvn
Ólavur Hátún 80 ár