Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-14, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. februar 2011síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 14. februar 2011 · Nr. 19 Sosialurin hevur gingið fyri at menna kórsangin her á landi. Hetta sigur nógv um hansara tolsemi og ágrýtni. Tá ið hann gekk á Føroya læraraskúla, royndi hann at gera eitt barnakór, og hevði Hans J. Højgaard sum fyrimynd. Sum áður nevnt var Ólavur vikarur í Fuglafirði 1952/53 og hevði kvinnukór(gentukór) her á staðnum, og sama ár var hann vikarur í realskúlanum, har hann dansaði og sang við børnunum. Tá ið hann fór hiðani, segði Christoffur Lützen við Ólav: “Eitt skulu tygum eiga, tygum hava fingið skúlan at syngja!” Fuglafjørður, Haldórsvík, Toftir og Vestmanna Ólavur var vikarur í Fuglafirði í fimm mánaðir. Á várið 1953 søkti hann lærarastarv í Haldórsvík, fekk starvið og settur í starv 1953. Ólavur hevði í kjøtið borið at tøða og taða, har hann hevur verið staddur sjálvur, serliga tá ið tað ráddi um kórsang og kvøðing. Birta upp undir kórsangin og at dansa við børnunum, sum hann beinanvegin fór undir, tá ið hann t. d. kom til Víkar sum lærari. Tað man hava verið sjaldsamt, at hoyra fleirraddaðan sang á so lítlum plássi, har einki vegasamband var til bygdina. Avhaldshúsið var konsertsalurin, og fylti hesin kórljómur henda skála og sama var við barnadansinum. Ólavur upplivdi eisini kingosangin her norðuri t.d. í Tjørnuvík. Ein dagin mamman, Brynhild, var og vitjaði, fóru tey bæði við fimmmannafarinum, sum Hjalmar hevði smíðað, norður til Tjørnuvíkar til gudstænastu. Her var einki orgul í kirkjuni, so sungið var uttan orgul. Hendan dag var Gamlinóti sungin, og var tað Dávur Emil, sum legði fyri. Tað var eins og eitt grunnbrot, sum legðist yvir altardúk og kórrimar. Tað var sjáldsamt at hoyra ljómin í hesum framburði, men tá ið hann sjálvur fór at taka upp henda forna sang, sá hann hvør dugur var í hesum mentanararvi, ið lá goymdur í hesum løgum. Ólavur var bert eitt ár í Vík, og eftir hetta var hann annarlærari á Toftum 1954 – 57 og Vestmanna 1957-60. Øll hesi støð setti hann síni djúpu spor. Hansara bræsna sinni lá í okkara upprunamentan, at hevda kvøðingina og kórsangin. Hann var ikki væl sæddur av somu orsøk av fólki, sum hevði eina ortodoksa, kristna fatan, men treiskur, sum hann var og er, so vildi hann ikki leggja kongin, men helt á við hesum og sigast má, at úrslitið er gott nú ellisár sita í kropp og sinni. Havnarkórið Ja, lívið er ríkt, og ríkast er sálarstreymurin, tá ið mannasálir hevja ljómin upp frá tí jarðisku tilgongdini til ein andaligan streym av ovurviðkvæmnum kórljómi í orðum og tónleiki. Hetta sástt beinanvegin, tá ið Ólavur kom aftur til lands fullfermdur við hugskotum, lærdómi um kórsang og kórlív á ymsan hátt. Útvarpskórið legði hann lunnar undir 1966, sum seinni bleiv til Havnarkórið og ikki at forgloyma upptøkurnar, hann gjørdi í sekstiárunum fyri Dansk Folkemindesamling av skjaldrum, kingosangi og kvøðing. Eitt mentanarrák, sum er ein dýrgripur at eiga. Tá ið á stóð úti á bygd at fáa kórleiðara, so var hann fúsur at fara og rætta eina hond, og hetta var ikki bara einaferð, men fleiri ferðir. Hetta er ein partur av krúnuni, men Havnarkórið hevur fylt nógv í hansara sinni. Allar tær uttanlandsferðirnar kórið hevur verið – líka úr Mannhattan í Wienarborg, sungið á Evropa Cantat, Norðurlondum, Frankaríki, Hetlandi, Bretlandi og so her á landi, har stór kórverk hava verið á breddanum. Hugsi, at 1974 var eitt sjáldsamt ár, har Willi Gohl kom til landið. Vit sungu undir hansara leiðslu messu av Schubert – G-dur Messuna. Willi hugtók okkum øll, og kona hansara Verena Gohl sang lieder og fólkaløg fyri okkum. Inniligur og viðkvæmur kórmaður var komin ... og mundu mong ásanna, at dugnaligari kórleiðara høvdu tey ikki møtt áður. Eitt er at duga at sláa eina takt, men at leggja anda og kensluborið medvit í tónleikin, sum flestu kunnu tilogna sær undir slíkum veingjabreiði, er ikki hvørjum beskorið. Platon og Sokrates meintu, at tónleikur var av stórsta týdningi fyri ung og teirra uppaling, tí hann sameinir vísindi og anda. Ikki bert tað, men fekk eisini fólk saman, sum Willi Gohl var við til eftir seinna heimsbardaga við kórstevnuni Evropa Cantat, at sameina fólkið aftur eftir skurðsjónina, sum eygað festi seg við eftir krígslok. Hetta er ein andsborin tanki, sum vit øll kunnu taka undir við. Ólavur var við á fyrsta sinni í Evropa Cantat við sínum kóri, Útvarpskórinum, 1970 í Graz, og her hitti hann Willi Gohl, og blivu teir bestu vinmenn. Hann hevur havt stóran týdning fyri føroyskan kórsang. Í februar mánaði í fjør andaðist Willi Gohl, og hevði Ólavur vøkur minningarorð um mannin í bløðunum. Kórstevnan og endi 1967 var fyrsta kórstevnan her á landi í Havn- ini, og upphavsmaðurin til hetta var Ólavur, og tá var tað Carl Clausen, sum sat við klaverið og stjórnaði. Eisini ein opinbering, tá íð Santa Maria av Mozart og Zigeunerleben av Robert Schumann ljómaðu í okkara ungu hjørtum. Hetta var eisini ein hvøllur ljómur, sum kom at liva í okkara sinni restina av lívinum. Veitsla var í B-36 húsinum aftaná, har Herluf Berthelsen, Hans J. Højgaard og Carl Clausen hildu talu. Ólavur helt eisini talu og segði : “ Herluf, næsta ár koma vit til Fuglafjarðar á kórstevnu!” Sum sagt so gjørt. Jødarnir heilsaðu hvør øðrum við orðunum: “ Næsta ár í Jerusalem!” Hesi fittu orðini, næsta ár, er blivið í sinni Ólavs til... næsta ár syngja vit Listaskálakantatuna, Skapanina av Haydn, Johannes passiónina, Händels Messias, Jólaoratoriið av Bach, Elias av Mendelssohn, Requiem av Mozart, Requiem av Werdi, Magnificat, Requiem av Brahms (Ein Deutsches Requiem), Gott hilf unsrer Schwachheit auf, Fagna Hans J Højgaard, Karl Clausen og J. Waagstein o.s. fr. Nú Ólavur rundar tey 80 ,17. febr. er hann líka virkin á kórøkinum og hevur enn ein neista í síni sál, sum livir sítt innilív í hansara sinni og teskar honum lívgandi ljóð og ljóm í oyrað: “Ja, góðu tit! Næsta ár syngja vit..... Hjartaliga til lukku við teimum áttati árunum. Frits Landsverk, Tinghúsvegur 5, Postsmoga 78, 110 Tórshavn Tel. 340 800, Faks 340 801, lv@lv.fo, www.landsverk.fo Útbjóðing Flutningur av heittblandaðum asfalti Landsverk bjóðar við hesum alment út koyringina av heitt- blandaðum asfalti í 2011. Útbjóðingartilfar fæst við at venda sær til torkil Olsen á telefon 290 841 ella á to@lv.fo. tilboðini skulu latast Landsverki í afturlatnum brævbjálva, merktur „Tilboð upp á flutning av heittblandaðum asfalti“ og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 22.02.2011 kl.13.00. Flutningur av maskinamboðum Landsverk bjóðar við hesum alment út koyringina av maskinum í 2011. Útbjóðingartilfar fæst við at venda sær til torkil Olsen á telefon 290 841 ella á to@lv.fo. tilboðini skulu latast Landsverki í afturlatnum brævbjálva, merktur „Tilboð upp á flutning av heittblandaðum asfalti“ og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 22.02.2011 kl.13.30. Landsverk er stovnur undir Innlendismálaráðnum og hevur um hendi vega- og havnamyndugleika- uppgávur og byggiharrauppgávur. Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir, havnir, bygningar og flogvøllir, herundir tyrlupallar. Flutningur av asfalti og maskinamboðum www.sosialurin.fo