mánadagur 14. februar 2011síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 14. februar 2011 · Nr. 19
18
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Gult
Hilmar Jan Hansen
Longu frá fyrstu løtu sást, at verj
an hjá Tjaldri var til reiðar at taka
ímóti Stjørnuni. Gamaní, fekk
Stjørn an eitt mál her og har, men
liðið hevði ongantíð nakra veru
liga gjøgnumbrotskraft ímóti kon
tantu og sterku verjuni hjá Tjaldri,
ið dugdi serstakliga væl at pilka
skjútt arnar hjá Stjørnuni niður,
so einki kom burturúr.
Hinvegin vóru teir báðir bestu
skjúttarnir hjá Tjaldri serstakliga
væl upplagdir. Adina Petrea og
Simona Petersen skutu 21 av teim
um 26 málunum hjá Tjaldri, um
framt at tær gingu undan í verju
spæl inum.
Serliga var Simona Petersen
stóri profilurin í hesi finaluni, tí
hon vísti so stóran vilja til at vinna,
at tað kundi ikki annað enn smitta
restina av liðnum. Hon stríddist og
skjeyt, so tað veruliga munaði, og
eitt nú var hon við fimm teimum
síðstu málunum fyri steðgin við til
at leggja botn undir sannførandi
sigurin.
Adina
Petrea
spældi,
sum
hon plagar, tá væl liggur fyri,
og umframt at plasera skotini
ótrúliga væl, dugdi hon sera væl
at spæla hinar á liðnum, so tað
var nærum vónleyst hjá Stjørn
uni at lesa, hvat fór at henda.
Og hóast Stjørnan í løtum dekk
aði við eittara fyri at skerja
Adinu, gjørdi tað stórt sæð ongan
mun.
Ongantíð í gongd
Stjørnan kom í veruleikanum
ongan tíð ordiliga í gongd í final
uni. Ein orsøk mundi vera kalda
spannin av vatni, ið tað var, at
Tjaldur longu fyrstu 10 minuttirnar
kom á odda 84. Og hóast Stjørnan
ta einu løtuna mitt í fyrra hálvleiki
kom upp á 99, sá tað slett ikki
sann førandi út.
Fyrstu løtuna eftir steðgin
tókt ist Stjørnan fáa fatur í rætta
end anum eina løtu, men hetta
skyld aðist eitt nú, at Tjaldur fekk
Simonu útvísta tvær ferðir inn
an fyri átta minuttir. Skjótt fór
Tjaldur aftur avstað, og tá tóktist
tað ikki, sum hevði Stjørnan nakað
muna gott móttrekk.
Serliga saknurin av skotstyrki
útifrá darvaði spælinum hjá klaks
víks kvinnum, har tað bara var
Durita Ljósstein, ið megnaði nak að.
Valentina Suciu og Alina Anghel
fingu bara tvey mál í part og vóru
sera lítið sjónskar í álops spæl
inum, har Bára Skaale Klakstein
var mestsum tann einasta aftur
at Duritu, ið megnaði nakað.
Fimm minuttir fyri tíð fekk
Stjørn an minkað um munin niður
í tvey mál, men allíkavæl gjørdist
tað ongantíð ordiliga spennandi, tí
yvirskotið hjá Tjaldri yvirstrálaði
tilvildarligu
royndirnar
hjá
Stjørn uni at vinna seg innaftur í
dystin. Sjálvt ikki, tá bæði Adina
og Simona blivu tiknar burturúr,
mun aði tað nakað serligt, og Adina
kundi í tí eina førinum næstan
spáka ígjøgnum og skora…
Enn er FM eftir
Samanumtikið vann Tjaldur ein
fult uppibornan sigur, ið bygdi á
trygt og sterkt verjuspæl, sam
stundis sum liðið fekk nógv meira
burt ur úr sínum álopsspæli. Ikki
minst vóru skjúttarnir í rætta ess
inum, og tá er beinanvegin torført
at standa hinumegin og skula taka
ímóti.
Stjørnan fann ongantíð sín
eyð kenda stríðsvilja fram í nóg
stór an mun, og haraftrat gjørdust
skjúttarnir ikki nøkur hóttan, ið
kundi máta seg við mótstøðuna.
Megin partin av fyrra hálvleiki
fylgdi Stjørnan nøkulunda við,
men var ongan tíð í nánd av at fara
fram um, og tað kostaði so mikið av
kreftum, at tað kundi ikki røkka
longur.
Enn er so landskappingin eftir,
og har eru tað ikki bara steypa
finalistarnir, ið eru upp á spæl, men
eisini kvinnurnar hjá Neistanum.
Sum er, liggur Stjørnan best fyri,
men enn er so mikið eftir á mál, at
nógv kann henda. Ikki skal undra,
um tann enda spurturin verður
væl meira spenn andi enn steypa
finalan var tað hesa ferð.
Hondbóltur Tjaldur vardi og skjeyt seg til ein fult
uppibornan sigur á Stjørnuni í kvinnufinaluni. Nokk so
skjótt fór Tjaldur væl framum, og tað var bara eina lítla
løtu ímóti endanum, at tað mundi blivið spennandi, tí
Stjørnan slapp ongantíð ordiliga í gongd í dystinum
Hilmar Jan Hansen
Fríggjadagin segði Trygvi
Mortensen við Sosialin, at
hann ikki trúði so nógv upp
á tak tikk í einum finaludysti.
Men tað vísti seg nokk so
tíðliga í kvinnufinaluni, at
eitt sindur av taktikki var við
hjá Tjaldri – og tað riggaði.
– Vit høvdu fyrireikað okk
um væl, so vit vistu, hvussu
vit skuldu taka Stjørn una.
Fyrst og fremst løgdu vit
dent á verjuspælið, sam
stundis sum vit høvdu fyri
reik að okkum uppá, hvussu
Stjørnan fór at taka ímóti
okk um, tá vit høvdu álop,
segði 43 ára gamli venjarin
hjá Tjaldri, sum eftir dystin
stóð gjøgn um bloyttur við
hand klæði um herð arnar.
– Lagið er øgiliga gott í
um klæðingarrúminum nú, og
tað fingu bæði eg og Damir,
hjálpar venjarin, at kenna. Vit
blivu undir díktir í bæði vatni
og sjampanju, so nú havi eg
karm.
Samstundis sum taktikk
urin helt, hevði Trygvi alla
orsøk til at vera nøgdur við
av rikið hjá sínum spælarum:
– Verjuspælið riggaði øgi
liga væl, og sum dysturin hátt
aði seg, komu skjúttarnir eis
ini veruliga til sín rætt. Adina
og Simona vóru ótrúligar og
skutu 21 av teimum 26 mál
unum, men alt telur við.
Hóast ikki ókendur frá
hondbólti,
so
er
Trygvi
Mortensen
eitt
rím iliga
óskriv að blað sum hondbólts
venj ari, og steypa finaluna
hevði hann fyrr bert roynt
sum dóm ari.
– Ja, eg kenni hesar fan
tast isku karmarnar aftur, tí
eg havi verið við til at dømt
onkra finalu. Men at koma
higar sum venjari og uppliva
alt hetta, var heilt fantastiskt
og ótrúliga stuttligt, segði
hann.
– Tá eg tók við sum venjari
í heyst, setti eg mær fyri, at vit
bæði skuldu í steypafinaluna
og FMfinaluna. Nú hava vit
so verið í aðrari og vunnið
hana, so nú fara vit at kapp
ast víðari við Stjørnuna og
Neistan um at koma í hina
eisini.
hilmarjan@sosialurin.fo
Taktikkurin helt
Hondbóltur – Vit høvdu fyri
reikað okkum væl, so vit vistu,
hvussu vit skuldu taka Stjørnuna,
ið eisini spældi ímóti okkum, sum
vit høvdu væntað, segði venjarin
hjá Tjaldri, Trygvi Mortensen
tjaldur - Stjørnan 26-22 (16-11)
Dómarar: Karstin Joensen & Kristian Joensen
Tjaldur: Adina Petrea 11 (3), Simona Petersen 10, Sarah Ann Thomsen 2, Beinta Joensen 1,
Benadikta Johannesen 1, Annika Thomsen 1
Stjørnan: Durita Ljósstein 9 (2), Bára Skaale Klakstein 4, Una Olsen 3, Alina Anghel 2, Judit Hansen 2,
Valentina Suciu 2
Brotskøst: Tjaldur 4, Stjørnan 3
Útvísingar: Tjaldur 7, Stjørnan 5
Trygvi Mortensen, venjari hjá Tjaldri
Myndir: Álvur Haraldsen