Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-14, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. februar 2011síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 14. februar 2011 · Nr. 19 Sosialurin Ítróttarblaðið Gull Hilmar Jan Hansen Dagsins spælari hjá Tjaldri í steypafinaluni kundi ikki gerast nakar annar enn 29 ára gamla Simona Petersen, ið veruliga gekk undan á vøll­ inum. Í verjuni bardist hon sum úlvur á skóg, og í álop­ inum var hon við til at skjóta Tjaldur á sigurskós. – Eg vildi bara vinna! Eg gjørdi mítt besta og gjørdi alt, sum eg kundi. Tí eri eg eis ini ordiliga glað, nú tað eydn­ aðist, segði hon eftir finaluna, har hon gjørdist næstbesti mál skjútti við 10 málum. – Frammanundan visti eg, at hetta kundi gerast ein nokk so javnur dystur, og tað var tað eisini, men vit vóru ordiliga tendr aðar. Eg segði í morgun, tá vit fóru úr Runa­ vík, at vit skuldu ikki koma heimaftur uttan steypið, og nú kunnu vit fara innaftur og hava steypið við. Stjørnan hevði møguleika at vinna steypið fjórða árið á rað, men tað eydnaðist ikki. Hinvegin gjørdist hetta fjórði steypa sigurin á rað hjá Simonu, sum frammanundan hev ur spælt við Stjørnuni. – Eg veit ikki, um tað er so serligt at vinna á akkurát Stjørn uni, tí nú eri eg við Tjaldri, og so royni eg bara at gera mítt besta her. Men upp á ein máta er tað eisini nakað serligt at vera við til at vinna steypakappingina við Tjaldri, sum ongantíð fyrr hevur vunn ið hesa kappingina. hilmarjan@sosialurin.fo Hondbóltur Tann av spælarunum hjá Tjaldri, ið mest av øllum gekk undan í steypafinaluni leygar dagin, var Simona Petersen, sum vísti ein ótrúligan vinnaravilja frá byrjan til enda Simona gekk undan Hilmar Jan Hansen – Eg taki hattin av fyri Tjaldri, tí tær høvdu munin í dag. Men eg eri ræðuliga skuffað. Vit vildu vinna, men tað gekk ikki, segði 23 ára gamla Durita Karlsdóttir Ljósstein, sum eftir dystin fekk heiðurin sum besti spælarin á liðnum hjá Stjørn uni, men tað var ein heiður, hon tók ímóti við bland aðum kenslum. – Tað er sjálvandi gott, at onkur heldur, at tað gekk væl hjá mær í dag, men akkurát nú eri eg líkaglað, tí hetta er ein liðítróttur, so alt liðið skal vinna. Durita helt ikki, at tær í Stjørnuni vóru klárar frá byrjan, og at tað var ein orsøk til, at tað ikki eydnaðist at vinna steypa finaluna fjórða árið á rað: – At vit ikki vóru nóg klárar beinanvegin, var ov vánaligt, tí hetta var jú ein finala. Tær komu framum við fýra ella fimm málum, og tá er tungt at kom afturíaftur, serliga tí tær spældu so væl, segði topp skjútt in hjá Stjørnuni, ið skjeyt níggju mál. – Í steðginum vildu vit fáa stýr upp á verjuna, tí tær skor aðu ov nógv mál í fyrra hálvleiki. At Adina og Simona skutu 21 av 26 málum, var bara ikki nóg gott hjá okkum. Vit eru skuffaðar nú, men so byrjar venjingin aftur mána­ dagin, og vit skulu leggja hetta aftur um okkum, tí nú skulu vit vinna FM. hilmarjan@sosialurin.fo Hilmar Jan Hansen – At vit valdu at fara til Runa­ víkar at spæla hondbólt, er tann besta avgerðin, vit nakrantíð hava tikið viðvíkjandi hondbólt­ inum. Tað er tað heila vert, segði 21 ára gamla Sarah Ann Thomsen eftir loknu steypafinaluna, og 30 ára gamla stórasystirin, Annika, var skjót at taka undir við henni. Leygardagin vunnu tær fyri aðru ferð í trý ár gull við Tjaldri. Tær báðar systrarnar hava átt sín stóra part í framgongdini og sigrunum hjá Tjaldri, sum var eitt fullkomuliga óskrivað blað í føroyskum topphondbólti, men nú er við í fremstu røð í bæði steypa­ og landskappingini. – Tað var eitt sindur óvæntað, at vit skuldu fara so fitt framum beinanvegin í finaluni, sjálvt um eg hevði vónað tað. Eg hevði væntað ein javnari dyst ímóti Stjørnuni, men vit fóru eitt sindur frá teimum mestsum beinanvegin, og tað var ikki fyrr enn ímóti endanum, at tað bleiv nokk so javnt aftur. So tað var spennandi allan vegin, segði Sarah Ann, ið serliga helt verjuspælið vera munin: – Tær fingu ikki líka nógv inn á strikuna, sum tær plaga, tí vit vardu so ótrúliga væl. Tjaldur var á odda við fimm málum í hálvleikssteðginum, men eftir lítlari løtu í seinna hálvleiki var munurin komin niður á tvey mál. Annika Thomsen helt kortini ikki, at tær í Tjaldri fingu nervar av hesi orsøk. – Vit vistu, at tær fóru at koma sum eitt óløgi á vøllin eftir steðgin, tí skuldu tær koma afturíaftur, so skuldu tær gera tað tá. Men vit kláraðu at halda fast allan dystin ígjøgnum, og tí vunnu vit, segði Annika. – Hetta er tað, vit kempa fyri alt árið ígjøgnum. Nú fara vit eftir øllum, tí í landskappingini eru vit við har frammi, so vit fara at kempa fyri at koma í ta finaluna eisini. hilmarjan@sosialurin.fo Tað heila vert Hondbóltur Systrarnar úr Hoyvík, Sarah Ann og Annika Thomsen, vóru í 2009 við til at vinna fyrsta føroya­ meistara heitið við Tjaldri, og leygardagin vóru tær eisini við, tá Tjaldur fyrstu ferð vann steypakappingina Ræðuliga skuffað Hondbóltur Durita Ljósstein fekk heiðurin sum besti spælarin hjá Stjørnuni í kvinnufinaluni, men tað var henni lítil uggi eftir ósigurin fyri Tjaldri Hilmar Jan Hansen Adina Petrea er kanska besti kvinnuligi hondbóltsspælari, sum nakrantíð hevur spælt í Føroyum, men hóast 29 ára gamli rumenin hevur roynt eitt sindur av hvørjum, var hetta fyrstu ferð, henni untist at standa sum steypavinnari. Leygardagin eydnaðist henni fyri aðru ferð at skriva søgu við Tjaldri, tí hon var eisini við í 2009, tá Tjaldur bleiv føroyameistari. – Eg hevði ongantíð vunnið nakra steypakapping fyrr, so tí var tað eyka deiligt at kunna gera tað við Tjaldri, sum heldur ikki fyrr hevði vunnið steypakappingina, segði Adina, sum við 11 málum gjørdist toppskjútti í steypafinaluni. – Tá eg vaknaði í morgun, hevði eg eina góða kenslu, sjálvt um eg visti, at hetta fór at verða ein trupul dystur. Men vit gjørdu tað gott í verjuni og stríddust væl, og vit vildu veruliga vinna henda dystin. Vit stríddust og spældu sum eitt lið. Vit vóru allar um tað og vit vunnu. Ímóti endanum gjørdist hon ímyndin av sigrinum, tá hon skoraði fimm tey síðstu málini. Serliga tey bæði síðstu vístu hennara klassa, men sjálv helt hon ikki, at tað var nakað serligt: – Eg haldi, at tað vóru mínar royndir, ið tá komu væl til góðar. Tað lá líkasum til mín, at eg skuldi taka ábyrgd, og tað gjørdi eg so. hilmarjan@sosialurin.fo Fyrsta steypið hjá Adinu Hondbóltur – Vit stríddust og spældu sum eitt lið. Vit vóru allar um tað og vit vunnu, segði toppskjúttin hjá Tjaldri í kvinnufinaluni, Adina Petrea, sum vann sína fyrsta steypakapping nakrantíð