mánadagur 14. februar 2011síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 14. februar 2011 · Nr. 19
22
Sosialurin
Ítróttarblaðið
NeistiN er
Uni Holm Johannesen
Jóannes Jakobsen var liðskipari,
tá Føroyar vunnu 1-0 á Eysturríki í
1990. Hann segði undan dystinum,
at tað verða 11 mans móti 11
monnum á vøllinum í Landskrona.
Tá ber alt til. Undir vanligum um-
støðum, væl at merkja. Hesa ferð
var trupulleikin, at annað liðið
er fleiri klassar oman fyri mót-
støðuliðið.
Munurin millum Neistan og
KÍF kann ikki samanberast við
munin, sum var millum Før oyar
og Eysturríki í fótbólti í 1990.
Føroysku stríðsgarparnir prógv-
aðu tá, at tað ber til, hóast eingin
væntar nakað av tær. Tað er
hinvegin nógv, sum skal ganga tín
veg, um tú skal koma á mál.
Kollfirðingar noyðast at sanna,
at Neistin er fleiri klassar oman
fyri teir. Hóast liðið, sum hevur
verið einaráðandi í føroyskum
manshondbólti seinastu árini,
ikki spældi við fullari megi, so
stend ur KÍF teimum ikki kurl.
Ikki uttan so, at teir spæla við
full ari megi í ein samfullan tíma.
Tað eydnast sjáldan.
Jan Ottesen er venjari hjá KÍF.
Hann heldur, at tað var lítið veiggj
í kollfirðingum hesaferð.
– Munurin er fimm mál,
kanska meira. Vit spæla beinleiðis
illa í stórum løtum av dystinum,
og Neistin kundi vunnið við nógv
fleiri málum, sigur hann ber-
søgin.
Agnar Joensen tekur undir við
sínum venjara.
– Vit spæla ikki væl í dag. Tað
er fult uppiborið, at Neistin vann
so greiðan sigur. Vit mugu bara
ásanna, at vit vóru ikki nóg góðir
hesaferð, sigur Agnar Joensen.
Runnu bara aftaná
Jan Ottesen og kollfirðingar
royndu undir venjing í farnu viku
at fyrireika verjuspælið til final-
una. Tað er hinvegin ikki lætt at
seta fótonglar fyri ræðandi álops-
styrkini hjá Neistanum.
Heini Hanusarsson, sum skeyt
fýra mál, ásannar, at tað var lítið
veiggj í honum og Finni Hansson
hesaferð.
– Tíbetur hava vit fleiri møgu-
leikar í álopsspælinum. David
Edvardsen
var
stórspælandi,
Sjúrður Thomassen tók ábyrgd
í av gerandi løtunum, og málverj-
arnir stóðu seg væl, serliga Bartal
Hansen, sigur hann.
Lágvaksnu
kollfirðingarnir
høvdu tað torført móti stóru
verj uni hjá Neistanum. Andrias
Nielsen royndi at hótta frá høgra
bakki, og Arnbjørn Hansen var
eyðsýndur í løtum. KÍF hevði
hinvegin ikki neyðuga hug flogið
at spæla seg millum mótstøðu-
verjuna.
Arnbjørn Hansen ásannar, at
KÍF hevði stórar trupulleikar.
– Tað kemur ikki beinleiðis
óvart á meg, at vit fáa silvur-
heiðurs merki í dag. Neistin hevur
fleiri spælarar, sum gera bart, tá
tað stendur á. Vit hava torført við
at fáa ferð á álopsspælið. Vit eru
lágvaksnir, og neistamenninir eru
høgir, og tí noyðast vit at dúva
upp á skjótálop fyri tað mesta,
sigur Arnbjørn Hansen, og leggur
doyðin á, at kollfirðingar læra
nógv hvørjaferð, teir spæla móti
Neistanum.
KÍF hevði ikki nóg góða skot-
styrki útifrá. Sæð burtur frá hótt-
anunum frá Andriasi Nielsen,
noydd ust teir at spæla seg ígjøgn-
um. Tað merktist eisini, at Gert
Hansen og Niklas Reginsson, sum
hava gingið fremst fleiri ferðir í
ár, vóru lítið eyðsýndir.
Heini
Hanusarson
skeyt
Neistan á sigurskós í fyrsta
minutt inum, og verandi greipu-
vinn ararnir stevndu móti sigr-
inum frá byrjan. Neistin var á
odda allatíðina, og kollfirðingar
vunnu seg ongantíð upp undir
liðina á einaráðandi oddaliðnum
í manshondbólti í løtuni. Tað var
serliga eftir steðgin, at Neistin
rann KÍF um koll, og at tað av
álvara skrædnaði millum liðini.
Heini Hanusarson rósar koll-
firðingum.
– Teir vóru ótrúliga óførir og
spældu sín kjans. Eg haldi ikki, eg
hevði væntað meira av teimum.
Teir spældu skilagott og við disi-
plin, sigur hann.
Andrias Nielsen var millum
mest eyðsýndu kollfirðingarnar.
Hann var toppskjútti hjá KÍF við
fimm málum. Hann er sann førdur
um, at fyrri hálvleikurin leygar-
dagin var millum slakastu avrikini
hjá honum og viðleikarunum í
hesum kappingarárinum.
– Vit gera eina rúgvu av mistøk-
um. Fyrri hálvleikur er eitt tað
vánaligasta, vit hava spælt í ár.
Vit royndu at hótta eftir steðgin,
og munurin var trý mál eina løtu,
men tað vísti seg, at Neistin var
bara betri, sigur hann.
Neistin spældi í løtum við
fullari ferð, stundum við ov
nógvari ferð. Tað hevði púra
óneyð ug mistøk við sær, men KÍF
revs aði ongantíð favorittarnar.
Agnar Joensen heldur, at
høvdu kollfirðingar verið til
reið ar beinan vegin í seinna hálv-
leiki, høvdu teir kunnað hótt
leiðsluna.
– Fyrri hálvleikur er nærmast
katastrofalur hjá okkum, og vit
missa fótafestið beinanvegin eftir
steðgin. Hóast tað, hava vit møgu-
leikan at vinna okkum aftur, men
vit framdu ov nógv mistøk, stað-
festir Agnar Joensen.
Tungt at vera
stórfavorittur
Neistin var stórfavorittur undan
dystinum.
Høvuðsstaðarliðið
hev ur verið einaráðandi í før-
oysku hondbóltskappingini sein-
astu árini. Steypasigurin um viku-
skiftið var tann triðji upp í slag.
Felagið vann steypið til ognar
hesaferð.
Úrslitini hjá Neistanum í hesum
kappingarárið var grundarlagið
fyri, at havnarmenninir vóru
stór favorittar undan dystinum.
Finnur Hansson viðgongur, at tað
er tor ført at vera stórfavorittur.
– Tað er tungt. Vit hava livað
upp til heitið í landskappingini,
men høvdu vit tapt í dag, hevði alt
verið líkamikið. Tað prógvar okk-
ara styrki, at vit vunnu, heldur
hann.
uni@sosialurin.fo
Hondbóltur KÍF stendur ikki Neistanum kurl. Ikki enn, í øllum førum.
Tað er niðurstøðan eftir steypafinaluna, tá Neistin staðfesti sína støðu sum
einaráðandi í føroyskum manshondbólti og vann steypið til ognar
Sjúrður Thomassen, sum tók móti steypinum, stóð seg sera væl
Myndir: Álvur Haraldsen