mánadagur 14. februar 2011síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 14. februar 2011 · Nr. 19
Sosialurin
Ítróttarblaðið
bara best
Neistin – KÍF 30-25 (16-12)
Dómarar: Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen
Neistin: David Edvardsen 10 (1), Sjúrður Thomassen 6, Finnur Hansson 4 (2), Heini Hanusarson 4,
Jugoslav Djumic 3, Áki Mørk 2, Ingi Olsen 1, Rósing Rasmussen, Jón Ludvík, Jákup Apol Hentze,
Kristian Dulavík, Heini Ragnarsson, Bartal Hansen og Ári Dam.
Útvísingar: 3. Heini Hanusarsson (2) og Ingi Olsen (1)
Venjari: Ingi Olsen
KÍF: Andrias Nielsen 5, Agnar Joensen 4 (1), Ási Dam 3, Rúni Joensen 3, Arnbjørn Hansen 3,
Teitur Joensen 2, Tony Weyhe 2, Gert Hansen 2, Regin Petersen 1, Niklas Reginsson, Jákup Trygvasson,
Emil Dam.
Útvísingar: 4. Gert Hansen (2), Teitur Joensen (1) og Agnar Joensen (1).
Venjari: Jan Ottesen
Uni Holm Johannesen
Tað eru stórar broytingar í um
búna í Kollafirði.
Meðan Neistin var í finaluni
triðja árið upp í slag, var tað fyri
fyrstu ferð í 25 ár, at KÍF spældi
steypafinalu. Besta myndin av,
at KÍF hevur ikki somu steypa
royndir sum Neistin, er ættar
talvan hjá fýra av verandi spæl
arunum á liðnum. Ási Dam, Emil
Dam, Pætur Johannesen og Rúni
Joensen, sum vóru á liðnum
leygardagin, eru synir Jákup Dam,
Kristian Martin Dam, Hannis
Johannesen og Ragnar Joensen,
sum vóru í 1986, tá KÍF tapti fyri
Kyndil. Úrslitið var tá 2324.
Jan Ottesen er maðurin á
brúnni. Hann hevur virknan leik
lut í, at kollfirðingar aftur stevna
móti tindinum. Hann hevur verið
dukandi hjartað í stóra fram
burðinum. Kollfirðingar høvdu
mest sum grógvið seg fast ar í
botninum, tá Jan Ottesen fekk
sum uppgávu at varðveita vón
ina í teimum, sum í roynd og
veru áttu at vera vónleys. Koll
firð ingarnir,
sum
mannaðu
hans ara lið, skuldu ikki stíga út
í sól ina og reypa av brøgdunum
hjá fyrr verandi ættarliðunum. Í
fjør var KÍF nummar trý í røðini
í lands kappingini. Nærlagdur
og skilagóður hevur hann skilt
menn iskjasliga partin av venjara
yrkinum, og eins og mynda høgg
ari evnar standmynd til við at
snýsa marmor burtur av marmor
stabba, hevur hann fingið tað
besta burtur úr sínum spælara
tilfeingi.
Jan Ottesen dregur fram, hvat
teir kunnu læra av royndunum.
– At spæla eina steypafinalu
er ikki sum at spæla ein vanligan
lands kappingardyst. Tað ræður
um at hava nógvar royndir at
vinna avgerandi dystir, har gull
heiðurs merkini og heiður standa
upp á spæl. Eg eri sjálvsagt vón
brotin av tapinum, men vit hava
lært eina rúgvu. Vit endaðu
omaná í tøttu dystunum móti
StÍF í hálvfinaluni, og vit hava
fing ið nógvar royndir av at spæla
steypafinaluna. Eg eri vónbrotin
í dag, men sum heild eri eg errin,
og hýrurin er góður, sigur Jan
Ottesen.
Teir vóru kul
Agnar Joensen skifti úr VÍF til KÍF
í fjør. Sum tann einasti í hópinum
hjá kollfirðingum hesaferð, hevur
hann spælt steypafinalur áður.
Tað var við VÍF.
Hann heldur, at tað er merktist
serliga væl undan dystinum, at
ungu kollfirðingar høvdu ikki
roynt slíkar dystir áðrenn. Summir
tóktist nervøsir, tí tað er trupult
at handfara stóra trýstið og um
røð una, sum er ein óloysiligur
part ur av steypafinalum.
Á vøllinum vóru hinvegin eing
in fyrilit tikin fyri tí, heldur Agnar
Joensen.
– Allir vóru púra kul og spældu
sum vanligt. Tað er sera um
ráðandi at fáa slíkar royndir, tí
fleiri tættir og avgerandi dystir
bíða eftir okkum. Fleiri royndu
hetta fyri fyrstu ferð nakrantíð
í dag, og tað verður betri fyri
hvørja ferð, sigur Agnar Joensen.
Helst somu lið
Tað er nógv sum bendir á, at
Neistin skal spæla móti KÍF í
finalunum um føroya meistara
heitið. Neistin hevur longu tryggj
að sær sæti, og kollfirðingar hava
beina kós í finaluna.
Heini Hanusarson úr Neist
anum heldur ikki, at tað er stór
vegis fyrimunir fyri teir í final
unum um føroyameistara heitið
at hava spælt steypafinal una
móti júst KÍF.
– Finalurnar um FM er tveir,
kanska tríggir dystir. Útgangs
støði til teir dystirnar er ikki
tað sama. Eg veit ikki reiðiliga
at siga, hvussu umráðandi tað
er at spæla móti kollfirðingum í
steypa finaluni fyri finalurnar um
føroya meistaraheitið, tí støðan
er ikki tann sama, vísir Heini
Hanusarson á.
Finnur Hansson tekur undir
við liðfelaganum.
– Tað haldi eg ikki, vit kunnu
brúka til nakað. Tað eru fleiri
dystir eftir, og nógv kann henda.
Júst nú sær tað heldur ikki gott
út hjá KÍF, sigur Finnur Hansson
og sipar til, at kollfirðingar hava
ikki vunnið í seinatu trimum
roynd unum.
Andrias Nielsen, sum var
millum teir mest eyðsýndu hjá
KÍF, sigur, at kollfirðingar lærdu
eina rúgvu um vikuskiftið.
– Hetta er tann fyrsta av nógv
um finalum, lovar hann.
uni@sosialurin.fo
Teir lærdu eina rúgvu
Hondbóltur Greiða niðurstøðan hjá Jan Ottesen, venjara, og Agnari Joensen er, at
kollfirðingarnir lærdu eina rúgvu leygardagin. – Tað verður betri næstuferð, siga báðir