mánadagur 14. februar 2011síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 14. februar 2011 · Nr. 19
24
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Hilmar Jan Hansen
Nú bert fýra umfør eru eftir av
kvinnu kappingini, hevur Mjølnir
eftir øllum at døma sett seg tungt
á oddasessin. Tó er bara eittans
stigið aftur til Fleyr, ið somuleiðis
sær út til at hava fingið luft undir
veing irnar. Og so eru heldur ikki
meira enn trý stig aftur til SÍ, sum
annars var oddalið fyrstu helvtina
av kappingini.
Tað verður í øllum førum millum
hesi trý, at kappingin um teir báðar
finalusessirnar í Eik-liguni hjá
kvinn um kemur at standa. Mjølnir
hevur víst seg at verið tað stabil-
asta liðið síðstu tíðina, eins og Fleyr
eisini dugir betur og betur at halda
høvdið kalt, meðan SÍ hevur sving-
að eitt sindur meira.
ÍF úr oddastríðnum
Síðstu tíðina hevur sæð út til, at
eisini ÍF skuldi blanda seg upp í
odda stríðið, men við tveimum 3-0
ósigrum um vikuskiftið fyri tveim-
um teimum fremstu liðunum, er
ÍF fokið. Í dystinum ímóti Fleyr
leygar dagin var ÍF væl við alla
tíðina, og eitt nú mátti farast út um
25 stig í øðrum setti. Tó vísti tað seg,
at Fleyr var tað sterkari og vann øll
trý settini.
Í gjár var byrjanin einki serlig, tá
Mjølnir tók fyrsta settið við 25-10.
ÍF spældi seg upp tey bæði seinnu
settini, men fekk kortini einki gjørt
við oddaliðið, ið er so mikið væl
fyri, at stórt sæð allir spælararnir
kunnu avgera bóltarnar. Tað kunnu
ikki allir hjá ÍF, og tí liggur ov nógv
á fáum spælarum, og tað ger tað
eisini lættari hjá einum góðum
mótstøðuliði at halda ÍF niðri.
Fleyr, sum bara er eitt stig aftan
fyri Mjølnir, spældi í gjár ímóti
Drátti, sum hevur ligið aftast allan
vetur. Her var heldur eingin slingur
í valsinum, og dysturin gjørdist ikki
ein av teimum drúgvu. Dráttur kom
ongantíð í nánd av at hótta Fleyr, ið
sostatt eisini sær út til at styrkna,
sum tað líður út á kappingini.
KÍF er nú niðast
Hinvegin fekk Dráttur leygardagin
ein ráran sigur, tá tað á heimavølli
eydnaðist at vinna 3-1 á TB, sum
meira ella minni hevur verið í fríum
falli síðstu dystirnar, nú fleiri av
lyklaspælarunum ikki eru tøkir. TB
vann fyrsta settið sannførandi, men
í trimum teimum síðstu var javnari,
har Dráttur hvørja ferð hevði størra
yvirskotið til síðst og vann.
Hinvegin reistist TB aftur í gjár,
tá KÍF vitjaði Trongisvági. Hetta
var eisini ein øgiliga javnur dystur,
har tað í trimum teimum fyrstu
settunum bara vóru tveir bóltar á
muni. TB var aftanfyri í teimum
báðum fyrstu settunum, men vann
tey kortini, og hóast TB var framm-
an fyri í triðja setti, endaði tað hjá
KÍF, sum tó ikki megnaði at halda
stílin í fjórða settinum, ið gav TB
sigurin.
Steypafinalan næst
Sætti kvinnudysturin um viku-
skiftið var í Sørvági, har SÍ tók ímóti
Ternuni. Hetta var ein dystur, ið gav
SÍ møguleika til í friði og náðum at
løða battaríini til steypafinaluna
leygar dagin, sum verður ímóti
Mjølni. Sørvágskvinnur spældu væl
og vunnu trygt á toftakvinnum,
ið ikki megn aðu at hótta nakað
serligt.
SÍ vann seg í steypafinaluna
sum odda lið eftir fyrsta triðingin,
meðan Mjølnir við sigri í bæði
Mjølnir- og Fleyr-kappingini vann
sær atgongumerki til finaluna, um-
framt at klaksvíkskvinnur síðani
eisini hava yvirtikið oddasessin frá
SÍ. Hóast ein steypafinala er ein
øðrvísi dystur enn aðrir, kann úrs-
litið geva eina ábending um, um SÍ
kann koma við einum endaspurti,
ið hóttir annaðhvørt Mjølnir ella
Fleyr, ella um Mjølnir setir eina
tjúkka striku undir sína odda-
støðu.
hilmarjan@sosialurin.fo
Eik-ligan kvinnur
nr. Lið
Dystir
Vunnið
tapt
Vunnin sett
tapt sett
munur
stig
1 Mjølnir
17
15
2
48
10
38
18
2 Fleyr
17
14
3
45
17
28
17
3 SÍ
17
13
4
42
21
21
15
4 ÍF
17
9
8
32
29
3
10
5 TB
17
8
9
30
35
-5
9
6 Ternan
17
4
13
17
43
-26
5
7 Dráttur
17
2
15
21
47
-26
3
8 KÍF
17
3
14
14
47
-33
3
Dráttur-tB 3-1 (16-25, 25-22, 26-24, 25-22)
ÍF-Fleyr 0-3 (20-25, 24-26, 22-25)
mjølnir-ÍF 3-0 (25-10, 25-23, 25-22)
Fleyr-Dráttur 3-0 (25-13, 25-15, 25-10)
sÍ-ternan 3-0 (25-16, 26-17, 25-13)
tB-KÍF 3-1 (25-23, 27-25, 23-25, 25-21)
Mjølnir og Fleyr best fyri
Flogbóltur Eftir úrslitini í Eik-liguni hjá kvinnum um vikuskiftið peikar nógv á, at Mjølnir og Fleyr liggja
best fyri at koma í FM-finaluna. Spurningurin er, um SÍ kann blanda seg uppí, tí ÍF er nú fokið í oddastríðnum
ÍF FoKIÐ
Maja Popovic, hevari hjá ÍF, roynir at finna frægastu loysnina at fáa bóltin yvirum, meðan spælararnir hjá Mjølni standa klárir
hinumegin. Henda dystin var tað tó oddaliðið, ið oftast fann røttu loysnirnar, og ÍF datt úr oddastríðnum
Mynd: Álvur Haraldsen