mánadagur 14. februar 2011síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mánadagur 14. februar 2011 · Nr. 19
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Hilmar Jan Hansen
Tað var vorðið sum undansýning, tá
komandi steypafinalistarnir, Mjølnir
og ÍF, møttust í Badmintonhøllini
í Klaksvík seinnapartin í gjár. ÍF,
sum hevur verið oddalið alt kapp
ingarárið, hevur umvegis lands
kapp ingina vunnið sær finalu sess
in, meðan Mjølnir hevur vunnið
bæði sína egnu kapping og Fleyr
kapp ingina.
Í dystinum í gjár sá alt at byrja
við út, sum tað plagar, tá ÍF vann
fyrsta sett. Men í øðrum setti
svar aði Mjølnir aftur, umframt at
heima liðið eisini tók triðja sett.
Ikki var frítt, at teir í Mjølni royndu
at byggja víðari á viðgongdina í
síðstuni – og kanska ikki minst
tað sálar ligu yvirvágina, teir vístu
ímóti endanum á dystinum ímóti
Fleyr mitt í vikuni.
Nú var Mjølnir á odda 21, og
tað stóð øllum greitt, at megnaði
Mjølnir eisini at vinna fjórða sett,
so var støðan á stigatalvuni blivin
so sterk, at gott og væl annar
fóturin var komin inn um FM
finalu gáttina. Og tað sá eisini út,
sum skuldi Mjølnir veruliga taka
kjans in, nú hann var har.
Snávaðu til síðst
Tað gekk fínt hjá klaksvíkingum
upp ígjøgnum fjórða sett, og tá tað
nærkaðist endanum, var Mjølnir á
odda 2318 og skuldi bara vinna tveir
bóltar aftrat, so var sigurin komin
til høldar. Men í hesi avgerandi
løtuni megnaði Mjølnir ikki at gera
arbeiðið liðugt, og í staðin slapp
ÍF innaftur í settið og dystin, sum
endaði 3028 til fuglfirðingar.
Sostatt skuldi alt avgerast í
fimta setti, men tá var luftin farin
úr ballónini hjá Mjølni, ið ikki fekk
hótt ÍF meira hesa ferð. ÍF vann
settið 156 og dystin 32. ÍF spældi
kanska ikki sín besta dyst, men tað
skal einki taka frá Mjølni, ið veruliga
royndi at fara eftir møguleikanum,
men bara akkurát ikki vann upp
land.
Hetta var eisini annar fimm
settarin hjá Mjølni í tríggjar dagar,
tí tá klaksvíkingarnir fríggjakvøldið
vóru í Sørvági og spældu ímóti SÍ,
var talan eisini um ein drúgvan
dyst. Ta ferðina eydnaðist tó Mjølni
at vinna.
Sørvingar byrjaðu annars væl
og vunnu tey bæði fyrstu settini
rímiliga sannførandi. Tað vóru
serliga móttøkurnar hjá Mjølni,
ið ikki riggaðu nóg væl, tí SÍ vann
fleiri bóltar upp á servurnar. Men
so líð andi spældu gestirnir seg upp
og fóru avstað við triðja og fjórða
setti.
Hesa ferð treyt orkan ikki í
fimta setti, og Mjølnir fór mestsum
beinanvegin avstað og vann tað
trygt. Ein týðandi dystur fyri
Mjølnir, tí vann SÍ í staðin, høvdu
sør vingar aftur verið frammanfyri
á stigatalvuni, tá vikuskiftið var
farið afturum.
Óvæntað torført
Í gjár skuldi so SÍ suður til Trongis
vágs at reisa seg aftur, og eftir
stigatalvuni og undanfarnu úrs
litunum hjá TB at døma, átti tað
avgjørt ikki at verið nakar trupul
leiki. Men tað skuldi vísa seg at
gerast ein serstakliga trupul dystur
hjá SÍ, ið fekk alla hugsandi mót
støðu frá unga heimaliðnum, ið
framm an undan bara hevði vunnið
tvey sett í teimum undanfarnu 16
dyst unum tilsamans.
Alt sá annars til at ganga sum
væntað, tá SÍ vann tey bæði fyrstu
settini. Men meðan SÍ hvørki spældi
væl ella sannførandi, vant TB seg
meira og meira upp hesi bæði sett
ini, og í triðja setti brast ordiliga
fyri nev, tá TB vann 2519, eftir at
SÍ annars hevði verið langt á odda
eina løtu. TBmanningin stríddist
væl og fekk eina rúgvu uppaftur, so
tað stóð meira og meira á hjá SÍ.
Ofta er triðja settið eitt sindur
lúrið, so tað kann tapast í einum
annars tryggum sigri. Men heldur
ikki í fjórða setti fekk SÍ ordiliga
gjørt nakað, hóast tað gekk mun
andi frægari enn í triðja setti. TB
koyrdi á og spældi sum fyri lívinum,
og tað eydnaðist eisini at vinna
hetta settið, 2523.
Nú var tað so spennandi í høllini
í Trongisvági, sum tað ongantíð fyrr
hevur verið í vetur, tí TB skuldi bara
vera fyrri upp á 15 stig enn SÍ, so var
fyrsti sigurin komin í posan. Men nú
vendi eydnan hjá tvøramonnum, ið
framvegis stríddust væl, men mátti
síggja SÍ eitt petti frammanfyri seg
alla tíðina, og endin gjørdist tí, at SÍ
vann settið og dystin.
Soleiðis endaði eitt hendingar
ríkt umfar í Eikliguni hjá monn
um, tí tað er ikki vanligt, at allir
dystirnir í einum umfari enda
sum fimm settarar. Kortini lagaðu
úrslitini seg soleiðis, at lítið einki
broyttist á stigatalvuni, so tí er
fram vegis rímiliga opið, um tað
verður SÍ ella Mjølnir, ið sleppur í
FMfinaluna ímóti ÍF, ið ikki kann
tak ast í endaspurtinum.
Eik-ligan menn
nr. Lið
Dystir
Vunnið
tapt
Vunnin sett
tapt sett
munur
stig
1 ÍF
17
15
2
47
14
33
20
2 Mjølnir
17
10
7
35
27
8
13
3 SÍ
17
10
7
39
24
15
12
4 Fleyr
16
7
9
24
33
-9
9
5 TB
17
0
17
4
51
-47
0
sÍ-mjølnir 2-3 (25-21, 25-15, 21-25, 17-25, 9-15)
tB-sÍ 2-3 (17-25, 22-25, 25-19, 25-23, 11-15)
mjølnir-ÍF 2-3 (22-25, 25-23, 26-24, 28-30, 6-15)
BREIÐUR BLOKKUR
Tríggir spælarar hjá Mjølni royna at blokka
eitt smasj frá Rúna Weihe hjá ÍF. Mjølnir var á
odda síðst í fjórða setti, men megnaði ikki at
avgera – og so fór ÍF avstað við sigrinum
Mynd: Álvur Haraldsen
Teir beru fimmsettarar
FLOgBóLtUR Allir tríggir dystirnir í Eik-liguni hjá monnum um
vikuskiftið blivu fimmsettarar. Í oddadystinum ímóti ÍF hevði
Mjølnir góða leiðslu ímóti endanum á fjórða setti, ið kundi avgjørt
dystin, men kortini endaði tað við fimmsettara, sum ÍF vann