mánadagur 14. februar 2011síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 14. februar 2011 · Nr. 19
26
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Tróndur Arge – Anfield
Hann er 25-ára gamal og var fram
til mars mánað í fjør millum bestu
leikararnir í heiminum. Síðani
Wanye Rooney small í gólvið í fyrru
hálvfinaluni í Champions League
við nógvari pínu, var tað ongin,
sum kláraði at stegðað Manchester
United framherjanum. Á grasinum
á Allianz Arena í Munchen fekk
fótbóltsheimurin á fyrsta sinni eina
ábending um, at Wayne Rooney er
eitt menniskja eins og vit onnur.
Eftir
eitt
kappingarár
har
einki var óført hjá manninum við
10-talinum, skramblaði alt saman. Í
retur dystinum á Old Trafford gerst
sami skaðin verri og Man chester
United tapur. Teir megna ikki at
vinna meistaraheitið og í Suður-
afrika fær Wayne Rooney lítið
burturúr, eins og restin av enska
lands liðnum.
Rakar botnin
Byrjanin upp á nýggja kappingar-
árið er vánalig og stutt eftir, at
hann gerst pápi, eru bløðini á
trem ur við ákærum um, at Wayne
Rooney hevur verið ótrúgvur. Av-
rikini fara frá at vera vánalig til
at verða verri. Í Novembur í fjør
rakar Wayne Rooney botnin í Man-
chester United troyggjuni. Hann
kunngerð, at hann vil vekk og
allur ítróttarfjølmiðlaheimurin er
í undan taksstøðu.
Eina viku seinni skrivar Wayne
Rooney undir nýggjan sáttmála
við Manchester United og gerst
sam stundis best lønti leikarin í
Onglandi. Hóast familjulívið og
fram tíð er komin upp á pláss, so
eru av rikini ikki á sama støðið, sum
und an lagnudegnum í Munchen.
Dreyma málið
Tað var til og við 78. minutt í
granna uppgerðini leygardagin móti
Man chester United. Hóast Wayne
Rooney so seint sum í uppspælinum
til málið, vísti tekin um, at hann er
eitt sindur frá at toppa aftur, so er
næstan einki lýsingarorð, ið kann
lýsa tað, sum hendi tíggju sekund
seinni.
Við støðuni 1-1 sendur Nani bóltin
innfyri úr høgru. Í brotsteiginum
er Wayne Rooney í leysari luft og
saksasparkar bóltin í málhornið.
Eitt mál, sum í nógvar mátar lýsur
fótbóltsspælaran, Wayne Rooney.
Eitt ótrúliga vakurt, djarvt og týdn-
ingarmikið mál, skotið í júst røttu
løtu.
Fyrigivin?
Fyri fleiri Manchester United við-
haldsfólk, so er arrið frá umbønini
at sleppa vekk framvegis djúpt. Við
vakra málinum leygardagin hevur
Wayne Rooney tó goldið eitt sindur
aftur fyri umstríddu støðuna og
høgu lønina.
Manchester United viðhalds fólk-
ini hava uppiborið hatta frá mær.
Eg havi ikki havt eitt gott kapp ing-
arár í ár og eg veit hvussu stór an
týdning hesin dysturin er fyri tey,
so eg vóni tey nutu málið. Nú er
málið at halda fram við at skjóta
mál og fáa meistaraheitið aftur,
segði Wayne Rooney eftir dystin.
Manchester
United
vann
granna uppgerðina 2-1 við tveimum
frá líkum málum frá fyrst Nani og
síðani Wayne Rooney. Málið hjá
Manchester City skoraði David
Silva. Edin Dzeko royndi seg við
mis eydnaðum skoti, sum fór beint
í ryggin á David Silva og snýtti
Edwin van der Sar í málinum. Man-
chester United skal komandi tríggj-
ar dystirnar spæla á útivølli móti
Wigan, Chelsea og Liverpool.
Vónbrotið á Anfield
Sigurin á Chelsea birti bjartar vónir
hjá teimum reyðu á Merseyside,
ein javnleikur á Anfield móti botn-
liðnum Wigan gav í nógvar mátar
Liver pool
eitt
»reality
check«.
Sosial urin var á Anfield, tá Luis
Suarez á fyrsta sinni byrjaði inni
fyri Liverpool.
Fleiri ferðir í ár og í fjør hava tóm
setur verið at sæð kring Anfield.
Tað var ikki støðan leygardagin, tá
Wigan kom á vitjan. Viðhaldsfólkini
hava fingið trúnna upp á liðið aftur
og einki setur var tómt. Uttanfyri
Anfield er gravgangur eftir at-
gongu merkjum og allastaðni eru
fólk, ið vilja vita um nakar hevur
eitt eyka atgongumerki.
Byrja at droyma
Miðskeiðis í fyrra hálvleiki kemur
Liverpool eisini á odda við máli frá
Raul Meireles. Tað er fimta málið
hjá honum í seks dystum. Við mál-
inum komu eisini dreymarnir um
kanska, bara kanska Liverpool kann
snikja seg við í Champions League
komandi ár, tí bæði Tottenham og
Chelsea hava verið óstøðug við
sínum avrikum.
Seinni hálvleikur er bara tveir
minuttir gamal, tá stýrimaðurin á
miðvøllinum og málskjýttin, Raul
Meireles, verður skiftur út vegna
sjúku. Liverpool fær ongantíð
tamar hald á miðvøllinum eftir
hetta og tað merkist eisini á
áskoðara plássinum.
»Reality check«
Løtu seinni fær Liverpool verjan
ikki ruddað vekk og Wigan javnar
eftir innlegg. Í somu løtu rennur
veruleikin fram fyri eyguni á
teimum annars so bjartskygdu
Liver pool viðhaldsfólkunum. Tað er
lang upp til fjórða plássið og lið ið er
framvegis áleið tað sama, sum um
ársskiftið var nææri niðurflytingar-
strikuni ella fjóða plássinum.
Nýggi framherjin hjá Liverpool,
Luis Suarez, var við frá byrjan og
royndist væl. Tíverri fyri hann, so
rakti hann bæði stongina og tvør-
stongina, men inn vildi bólturin ikki.
Eina stigið var eitt stórt vónbrot og
tað sást greitt á áskoðarafjøldini,
meðan hon leitaði sær frá Anfield
og oman móti miðbýnum.
trondur@sosialurin.fo
– Hatta skyldi eg tykkum
Wayne Rooney til Manchester United viðhaldsfólkini:
Fótbóltur Soleiðis sigur Wayne Rooney um dreyma málið hjá sær, sum avgjørdi grannauppgerðina móti
Manchester City og staðfesti, at teir reyðu úr Manchester eru favorittar at vinna 19. meistaraheitið í ár
Nýinnkeypti Luis Suarez byrjaði
inni fyri Liverpool á fysta sinni
Wayne Rooney avgjørdi Manchester lokalbrakið,
við eini sannari perlu av einum saksamáli