mánadagur 14. februar 2011síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mánadagur 14. februar 2011 · Nr. 19
Sosialurin
Kjak
Óli Mikkelsen
lækni
Fíggjarliga er Danmark í somu støðu sum
Føroyar, vaksandi uttanlandsskuld, so nú má
táttast í á øllum økjum, ikki minst má skil
vera í á hospitalsøkinum, og Danmark er nú
býtt upp í regiónir.
Region Midtjylland er tann stórsta av
trimum í Jyllandi.
Region Midtjylland hevur 15 sjúkrahús,
nøkur av teimum eru tó ikki at rokna sum
sentralsjúkrahús.
Eftir trimum árum skal Region Midtjylland
spara 968 mill. kr., uttan at tað skal ganga út
yvir dygdina av kanningum og viðgerð.
Strategiin er at sentralisera spesialini á
færri eindum, økja ambulant virksemi, leggja
sjúkrahús saman, niðurleggja sjúkrahús,
brúka nýggja tøkni, umskipa administratión
og hava “uvildig faglig analyse” av ætlaðu
broytingunum.
Urologi verður samlað á Skejby sjúkrahúsi.
Tey størru sjúkrahúsini fáa sjálvandi eyka
pengar, tá eyka arbeiði verður lagt á tey. Í
meðal verður roknað við 25% av tí, tað kostaði
á teimum smærru sjúkrahúsunum. – Her
sæst, at tað fæst nógv minni fyri pengarnar
á teimum smærru sjúkrahúsunum.
Áðrenn Region Midtjylland skuldi spara
hesar 968 mill. vóru tey smærru sjúkrahúsini
spard burtur.
Skuldu vit havt líknandi sparingar, og
Region Midtjylland er ein fimtapartur av øllum
regiónunum, sær roknistykkið soleiðis út:
968 : 100 x 5 = 48,4 mill. kr. at spara.
Urologi er spesiali av stórum týdningi.
Urin verður gjørt í nýrunum og fer omaneftir
gjøgnum landrásina í bløðruna, sum má
tømast av og á. Allan vegin kunnu vera
trupulleikar:
nýrasteinar,
bløðrusteinar,
polyppur, kreftsvullir, infektiónir og hvørt
av sínum. Hjá monnum koma prostatasjúkur
og hjá kvinnum aðrir trupulleikar, fyri at
nevna okkurt. Her er neyðugt við neyvum
kanningum við framkomnum tøkni og
samskipan við fleiri spesiali.
Heilsumálaráðharrin førir fram, at okkara
heilsuverk altíð strembar eftir at fylgja
tilmælum frá danska heilsustýrinum.
At flyta serdeildir til Klaksvíkar Sjúkrahús
er tað øvugta av tí, ið gjørt verður í Danmark,
og tað er óhugsandi, at undirtøka fæst frá
Danska Heilsustýrinum fyri hesi ætlan.
Urologiin tolir ikki framhaldandi at vera
kastibløka í politiska valdstríðnum.
Urologi má sum skjótast mennast á Lands
sjúkrahúsinum.
Urologiskir sjúklingar verða sum er
tveittir sum bukka millum sengur – her má
skil fáast á.
Sparingar í sjúkra
húsverkinum
Fyri kortum hoyrdu vit, at eitt skip, ið
fiskaði undir Føroyum ikki kundi skifta
manning í føroyskari havn, tí útlendsk
manning var umborð. Men teir kunnu fiska
undir Føroyum. Víðari kom fram, at skipið
ikki kundi leggja veiðuna upp í Føroyum.
Ein spyr, hvat er við at henda?
Og um vit hugsa víðari : Hví skulu onnur
reiðaríir ikki gera tað sama?
Hví skulu skipini í t.d pelagiskari vinnu
ella í Barentshavinum ikki fáa sær bíliga
útlendska arbeiðsmegi?
Hví skulu virkir á landi, t.d innan tað
almenna ikki gera tað sama? Hví ikki senda
verandi heilsustarvsfólk heim og seta bíliga
útlendska arbeiðsmegi í starv? Soleiðis
kann ein halda fram at spyrja? Og so kann
ein at enda spyrja, hvat hendir við okkara
landi um hetta verður gongdin? Tíverri má
konstaterast, at spurningurin er als ikki
viðgjørdur
Lat meg beinanvegin siga, at mær
dámar als ikki hesa gongd. Eg trúgvi, at
um vit ikki steðga hesum beinanvegin,
koma vit at standa við einum stórum
trupulleika um ikki so langa tíð, har fleiri
reiðarar koma at fáa sær bíliga útlendska
arbeiðsmegi. Ímeðan koma føroyingar at
ganga arbeiðsleysir.
Eg haldi, høvuðsreglan skal vera, at
føroysk skip, við føroyskum sáttmálum
skulu fiska á føroyskum øki.
Eg haldi, at bílig arbeiðsmegi við út
lendskum sáttmála á føroyskum skipum í
føroyskum øki skal steðgast beinanvegin.
Tað skal steðgast áðrenn tað gerst ein
siðvenja. Tí um tað verður ein siðvenja, vil
hendan gera, at bílig útlendsk arbeiðsmegi
verður at finna umborð á flestu skipa
bólkum her á landi. Og tá verður ov seint
at gera nakað. Landið fær lítið og onki gagn
av hesum. Vinningurin liggur eftir í parta
feløgunum, og vil enn einaferð verða við
til at økja um virðið av fiskiloyvum, tá hesi
verða seld.
Eg meti, at Løgtingið beinanvegin skal
steðga hesi skeivu gongd við lóg.
Undir ongum umstøðum skulu vit
loyva stuttskygdari spekulation í bíligari
arbeiðsmegi at sleppa framat ogn føroya
fólks.
Um føroyingar ikki megna at veiða fiskin
upp um okkara leiðir, skulu vit heldur lata
hann svimja í havinum ið fyrstu atløgu.
Marjus Dam
løgtingsmaður
Fiskiskip og útlendsk
arbeiðsmegi
Rolf Guttesen
Tað undanfarna í sakini er, at Uni
Arge hevði eina grein í Sosialinum
28.01.11 har hann skrivaði ymist um
nýggja atlassi, sum er í gerð. Hann
legði meg undir at hava sagt ella
skrivað ymisk ting, sum eg aldri
havi sagt, tonkt ella skrivað.
Eg bað hann tí í mínum svari
í Sosialinum herfyri siga mær,
um hann kundi skjalprógva sínar
pástandir. Niðurstøðan er: Tað
kundi maðurin ikki.
Uni Arge skrivaði: ”Hugsa vit
okkum, at atfinnarnir at føroyska
heimsatlassinum skuldu farið at
standardisera øll heimsins mál
(!) eftir danskari og enskari fyri
mynd…” Eg bleiv illa við. Og bað Una
Arge skjalprógva (dokumentera) sín
pástand. Tað er hann ikki førur fyri.
Tí er mín niðurstøða, at maðurin
tosar ósatt.
Hann skrivaði eisini: ”Hygg so
at hvussu heimsins lond skriva
Danmark, ið jú skrivast Danmark
á donskum og tí sambært útsagn
unum hjá Rolf Guttesen verður
skrivað Danmark um allan heim.”
Hatta
var
aftur
ein
ósannur
pástandur úr leysari luft. Eg havi
ongantíð sagt so. Eg bað Una Arge
skjalprógva
(dokumentera)
sín
pástand. Tað er hann ikki førur
fyri. Tí er mín niðurstøða einaferð
aftrat, at maðurin tosar ósatt.
Uni Arge kann ikki bara loypa
um garðin, har hann er lægstur.
Leggja meg undir at meina og
skriva bæði eitt og annað, sum
hann sjálvur uppfinnur? Og so
vænta at nakað seriøst orðaskifti
kemur burturúr?
Hetta er ikki mátin at føra eitt
orðaskifti, um tað skal føra til
nýggja sannkenning og vitan. Tí er
tað meiningsleyst at viðgera tað,
sum Uni Arge skrivar.
Uni Arge loypir bara undan
– víðari orðaskifti tænir ongum endamáli