mánadagur 14. februar 2011síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 14. februar 2011 · Nr. 19
28
Sosialurin
Kjak
Sjúrður Skaale
Tann ótroyttiliga eldsálin
Zakarias Wang gav fyri jól
út bókina Deyðans Stuðul
hjá afrikanska búskapar
frøðinginum Dambisa Moyo
í føroyskari týðing.
Fólk eiga at lesa bókina.
Tey, sum halda at meira
blokkstuðul er vegurin at
ganga, fáa innlit og vitan sum
kundu fingið tey at broytt
hugsan. Tí høvundurin grund
gevur sannførandi fyri, at stuð
ul ikki lívgar – hann drepur.
Og tað er jú rættiliga
ókorrekt at siga upp í andlit
ið á ST og stjórnunum í
heimsins framkomnu lond
um og celebritetum sum Bob
Geldof og Bono og øðrum,
sum fríðka um sítt umdømi
við at agitera fyri "menningar
hjálpini", ið framvegis ikki
hevur ment nakað land.
Men Dambisa Moyo tekur
eisini eitt annað tabu fram í
bókini.
Hon sigur at "Í einum
fullkomnum heimi er tað,
sum fátæk lond hava brúk
fyri, ikki fólkaræði við fleiri
flokkum, men ein avgjørdur,
vælviljaður einaræðisharri,
sum megnar at trýsta ígjøgn
um tær umbøtur, sum skulu
til fyri at fáa vinnulívið
gongd”. Altso: At fara hurr
andi undir val, áðrenn menn
ingin er komin væl áleiðis, er
uppskrift uppá vanlagnu.
Vit skulu ikki hava eina
ræði í Føroyum. Tað heldur
Dambisa Moyo nú heldur
ikki, at tey skulu hava í Afrika.
Men hon torir í síni djørvu
bók at viga effektivitet upp
ímóti fólkaræði. Kann tað
hugsast at vera so, at hevur
tú ov nógv fólkaræði, so fært
tú kanska eitt sindur minni
av effektiviteti? Og hvør er
tann rætta javnvágin?
Tað er tað kjakið, sum
Bjørn Kalsø, Magni Laksáfoss
og eg havi sett hol á við upp
skotinum um 25 tingfólk.
Blokkeringar
Tað er eitt sindur ringt at
tosa um hetta, tí blokkeringar
koma í kjakið. Fólkaræði er jú
blivið eitt pluss orð. Tað gevur
næstan somu hugasambond
sum "semja" ella "gleði" ella
"sólskin". Fólkaræði er, pr.
definitión, tað góða og tað
rætta. Jú meir, jú betri, er
blivið potað niður í okkum.
Tann, sum dittar sær at
spyrja um tað er effektivt og
hvat fólk fáa fyri pengarnar
– hann rennir seg í eitt argu
mentatiónstekniskt upper
cut: Tað má ikki skarvast
burturav fólkaræðinum!
Men vit hava umboð
andi fólkaræði, og vit mugu
semjast um eitt tingmanna
tal, sum er eitt sindur ódemo
kratiskt. 50.000 tingfólk er ov
nógv. Eitt tingfólk er ov lítið.
Vit eru lend á 33.
Eg havi onga grundgeving
sæð fyri hesum talinum.
Heldur ikki tey, sum farnu
dagarnar
hava
kritiserað
uppskotið um 25 tingfólk
hava grundgivið fyri, hví 33
er júst tað rætta.
Hetta er ein onnur føst
mekanisma
í
politiskum
kjaki: Tann sum vil broyta,
skal
argumentera
fyri
broytingini – men tann, sum
vil varðveita, nýtist ikki at
grundgeva fyri tí. Vit hava
lyndi til at góðtaka, at tingini
eru, sum tey eru – bara tí at
tað er soleiðis, tey eru.
33 fólk - men
ein avgerð
Vit, sum seta uppskotið fram,
kunnu heldur ikki, reint
matematiskt, grundgeva fyri,
at 25 er rætta talið.
Men okkara royndir siga,
at 33 er óneyðuga nógv.
Umboðanin verður eitt
sindur minni við 25. Men
tað er ein misskiljing, at
fólkaræðisins einasta enda
mál er stór umboðan í parla
mentinum.
Fólk í Føroyum fáa nógv
í at velja tá, val er – men
ógvuliga sjáldan fáa tey tað,
sum tey velja. Vit hava skapt
eina illusión um, at hava vit
nógv tilboð, so fær hvør sítt.
Tað er bara ikki so.
Seinna helvt av orðinum
fólkaræði – er ræði. Tað snýr
seg um leiðslu. Um at taka
avgerðir.
Og vit taka ikki 33 avgerðir
í hvørjum máli. Vit taka bara
eina avgerð, og hana tekur
meirilutin. Og eg dugi ikki at
ímynda mær, at meirilutin
av 25 fólkum fer at taka verri
avgerðir enn meirilutin av 33
fólkum.
Løgtingið kann avrika
akkurát tað sama við 25 fólk
um. Og eg rokni við at 25 fólk
gevur betri gjøgnumskygni,
betri disiplin, betri ordan,
betri arbeiðsumstøður hjá tí
einstaka tingliminum, størri
virðing fyri tinginum, størri
sjálvsvirðing hjá tingfólki.
Eg
kann
ikki
prógva
nakað av hesum. Eingin kann
nakrantíð prógva akkurát
hvørja ávirkan ein broyting
fer at hava. Men royndirnar
við 33 fólkum siga, at tað er
óneyðuga nógv.
Eingin rødd verður heldur
kvald fyri tað, um vit taka
átta tingfólk burtur. Vit
hava frælsar fjølmiðlar sum
geva øllum atgongd, vit hava
nógv alment kjak og vit hava
hoyringar um lógaruppskot.
Tað er ongastaðni í verðini
so lætt at fáa síni sjónarmið
fram, sum í Føroyum.
Vit hava eisini sera stuttan
tein millum vald og veljarar.
Eisini við 25 tingfólkum fara
vit at hava fleiri politikarar
fyri hvønn íbúgva, enn flest
onnur heimsins lond.
Rationalisering -
ella meiri skattur
Tann fíggjarligi parturin av
uppskotinum skal ikki gerast
til einkis.
Lønir og tænastur og
pensiónir til átta tingfólk er
ikki so øgiliga lítið. Tað er ein
góð sparing.
Men hóast vit IKKI spara
pengarnar kunnu teir brúk
ast betur í sjálvum tinginum.
Fólkaræði snýr seg ikki bara
um kvantitet, men eisini um
kvalitet. Og nýttu vit teir
spardu pengarnar til at bøta
um umstøðurnar hjá teimum
25, sum verða eftir, so bleiv
dygdin
á
tingarbeiðinum
betri.
Eftir mínum tykki eiga
umstøðurnar at verða bøttar
og tað kostar altso nógv
meira at bøta um hjá 25 enn
hjá 33.
Annars er at siga, at tað
í slíkum málum altíð er eitt
av tveimum: Antin rationali
sera vit – ella spenna vit
skattakorsettið fastari um
kroppin á okkara skattgjald
arum. Og tað korsettið er
ivaleysa fast spent sum er.
Tann, sum ikki vil rationali
sera, skal grundgeva fyri,
hví meiri skattur er betra
loysnin.
Vit skulu í hesum máli
finna eina javnvág millum
dygd, gjøgnumskygni, effek
tivitet, kvantitet og prísin.
Tann sum heldur, at 33
tingfólk geva røttu javn
vágina, skal grundgeva líka
væl fyri tí, sum vit ið halda,
at 25 hevði verið betri.
Atfinningar
Fleiri
atfinningar
hava
verið ímóti uppskotinum.
T.d. at hetta skal bíða, tí ein
nevnd er sett at arbeiða við
uppskoti um nýggja vallóg.
Men júst talið á tingfólkum
er eingin so væl fyri at áseta,
sum vit, sum sita á tingi. Tað
eru bara vit sum av egnum
royndum kunnu siga, hvat
eitt hóskandi tal er.
Tað hevur eisini verið
sagt, at eg, Magni Laksáfoss
og Bjørn Kalsø ikki áttu at
sett hetta fram sum stakir
tingmenn. Teir báðir áttu at
havt samgonguna við sær
eg átti at havt flokkin við
mær. Men um nakað fellur
uttanfyri flokspolitikk, so
má tað vera hetta.
(Annars setti ein samdur
tingbólkur hjá Tjóðveldinum
í 2009 fram uppskot um
lækka tingmannatalið niður
í 25. Mítt krav fyri at vera við
í hesum uppskotinum var,
at talið bleiv tað sama, sum
Tjóðveldi skjeyt upp í 2009).
Men størsta atfinningin
hevur snúð seg um fólkaræði.
Vit gera okkum inn á fólka
ræðið, og máa støðið undan
tí, verður sagt.
Tí kundi verið hóskandi at
spurt, um tey, sum eru so hart
ímóti hesum uppskotinum,
munnu
fylgja
fólksins
vilja...?
25 - betri og bíligari
Fólkaræði er eitt pluss-orð. Tað minnir um "gleði" ella "sólskin". Men fólkaræði snýr seg ikki bara um
umboðan - tað snýr seg eisini um at taka avgerðir. Og vit taka ikki 33 avgerðir í hvørjum máli. Vit taka
eina - og hana tekur meirilutin. Meirilutin av 25 fer ikki at taka verri avgerðir enn meirilutin av 33
Det er med stor glæde at jeg hører, at der endelig kommer en byggelov for
Færøerne.
Det var sandelig også på tide, det er der en del håndværksmestre, der har
savnet i mange år.
Der er desværre nogle spørgsmål, der stadig står ubesvaret efter, så som.
Burde der ikke også kræves autorisation for at kunne arbejde som håndværks
mester?
Spiller myndighederne med, så det ikke er enhver, der får udleveret et vtal?
Tager loven højde for uf værdierne i gamle bygningsdele, dvs vinduer m.m.?
Bliver der gjort en opdatering af de eksisterende synsrapporter som »ejendoms
mæglere« udfærdiger til huskøbere i dag.
Det er min uforbeholdte mening, at de nuværende tilstandsrapporter, der
udstedes af Skyn og Inni, bedsemt ikke varetager køberens interesser.
Det er mit håb som håndværksmester, at byggeloven luger ud i det eksisterende
udbud og genrejser den ære og de århundrede lange og stolte traditioner, der nok
altid har eksisteret i tømrerfaget og det helt til brugerens favør.
Førøsk byggelov
– endelig
Henrik S. Nielsen