mánadagur 14. februar 2011síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mánadagur 14. februar 2011 · Nr. 19
Sosialurin
Nú var Bogi Andreasen,
varaborgarstjóri hjá Tórs
havnar kommunu, frammi
í
miðlunum
herfyri
um
framtíðarætlanina fyri Tórs
havnar
kommunu.
Bogi
Andreasen er saman við 3
øðrum býráðslimum valdur í
stýrisbólkin fyri okkara býar
ætlan sum er fram til 2030.
Hesin stýrisbólkur hevur
sum høvðusmál at hyggja
eftir tí heildarætlan, sum
er gjørd fyri Tórhavnar
kommunu fyri nøkrum árum
síðani og fyri síðani at føra
ætlanina út í lívið.
Við omanfyrnevnda vil
eg loyva mær at endurgeva
hetta brotið úr greinini hjá
Boga »Um vit taka sjálvan
høvuðsstaðin,
so
hevur
undanfarnu árini nokk so
stórur dentur verið lagdur
á Hoyvík, har eisini nógv er
komið á mál, men nú verður
haraftrat hugt meira at
Argjum, vesturbýnum og
miðbýnum, so vit fáa eina
góða og berandi heild tey
mongu komandi árini.« endur
geving endar. Men eg eri ikki
heilt samdur her Bogi.
Neyðugt við politiskari
raðfesting allastaðni í komm
ununi og enn er langur vegur
á mál.
Nei, her eri eg ikki heilt
samdur við Boga, sum er
mugu vit raðfesta til Hoyvík
ar og aðrastaðni við. Vit
mugu hyggja allastaðni hjá
Tórshavnar kommununa og
gera politiska raðfestingfyri
alla kommununa har eftir.
Ein góður máti er eisini
sum Bogi vísur til í sínari
grein
herfyri,
at
stýris
bólkurin vil hoyra hvat í
borgararnir kundu hugsa
sær og tí kommunuplanurin
verður gjørdur fyri øll. So
her kann bara gott koma
búrtúr við opinleika, heildar
demokratinum og har fólkið
fær ávirkan á heildarætlanina
fyri Tórshvanar kommunu.
Í Hoyvík vantar framvegis
nógv, tað hevði verið gott, um
Hoyvík fekk eitt ungdómshús
sum var opið hvønn dag og
ikki bert í tríggjar dagar um
vikuna sum nú er.
Í
ungdómshúsinum
KLUBB 188 í Hoyvík hava
verið upp til 140 vitjandi
per kvøld. Tað sigur alt um,
at tørvurin er tilstaðar við
hesum rúsfría og fyribyrgj
andi tilboði til ungdómin.
Trupulleikin er bara, at bygn
ingurin sum KLUBB 188 hús
ast í, hevur fleiri funktónir,
bæði skúli, serstova, frítíðar
skúli og nú eisini klubb 188.
So her má gerast eitt tilboð,
so at tey ungu kunnu koma
til hvønn dag.
Eisini vantar ein nýggjur
fótbóltsvøllur til FCHoyvík,
betri kor til vinnulívið og til
barnafamiljurnar í Hoyvík.
So her má politiska nøsin
venda rætta vegin, eisini
fram og eftir 2030. Sum nú
er er næstan eingin handil í
Hoyvík og tað er ikki rætt og
má bøtast uppá. Somuleiðis
kundi tað væl verið onkur
banki. So her er nógv eftir.
Í Kollafirði eru tíbetur
pengar settur av til ungdóms
hús og betri bussleið av
fíggjarlógini í ár.
Um vit taka Kollafjørð,
so hendir okkurt í ár, men
enn er langur vegur á mál,
og
úrslitini
skulu
eisini
síggjast skjótt. Somuleiðist
hevur KÍF brúk fyri betri
hølisviðurskiftum til fundar
virksemi og venjingarhøli,
havi eg skilt á kollfiringum.
Tað sum er mest átrokandi
í Kollafirði er útstykking,
eitt nýtt vatnverk, nýggjur
dagstovnur/frítíðarskúli og
skúlatryggan veg rundan um
skúlan í Kollafirði og gamli
bygdavegurin.
Vit mugu ikki gloyma
útjaðaran.
Vit hava eisini fleiri smærri
økir sum Norðasta Horn,
Velbastaður, Kaldbak, Signa
bø og Nólsoy, sum vit eisini
skulu taka hædd fyri. Vón
andi verður hesin partur av
kommununi ikki gloymdur,
tá ið stýrisbólkurin fer til
verka við heildarætlanini
fyri Tórshavanar kommunu,
sum var gjørd fyri nøkrum
árum síðani.
Miðbýurin er ein umráð
andi partar av heildarætlanini
hjá Tórshavnar kommunu.
Serliga haldi eg, at vit
skulu fáa ein livandi miðbý
við ungum fólki, lesandi,
handilslívið, menturnartil
tøk, telducafé, internetmøgu
leikar og ikki minst nóg mikið
av parkeringsplássum, men
við einari bilfríari handils og
gongugøtu. Serligan áhuga
havi eg í at Vágsbotnur
verður ein nýggj »Nýhavn«
við skapandi lívi og handlum
og ikki sum nú er við
skrivstovubygningum hjá tí
almenna. Har sakni eg góðar
handlar og caféir í niðastu
hæddini og ung lesandi
kunnu flýta inn í ovastu
hæddirnar, har sum núverndi
skrivstovubygningar eru.
Tí ræðumyndina kenna
vit og tað er fólkafráflyting,
sum longu er byrjað at gera
um seg. Á Argjum sakni eg
seliga eitt ungdómshús.
Men vit mugu hyggja og
gera politiskar raðfestingar
allastaðni i kommununi, ser
liga í Hoyvík og í Kollafirði og
eisini fram til 2030 og tíðina
eftir tað.
Men tað er gott at hesin
stýrisbólkur nú fer til verka,
men umráðandi er at øll komm
unan verður líka væl stilla.
Levi Mørk
býráðslimur, Javnaðarflokkurin
Heildarætlanin hjá Tórshavnar kommunu:
Vit skulu hyggja allastaðni bæði
til Hoyvíkar og til Kollafjørð
Bill Justinussen
Tað er bara Løgtingið, sum
hevur heimild at gera lóg
ir og samtykkja løgtings
lógfíggjarlóg. Hvørki lands
stýrið ella kommunurnar
hava lóggávuheimild. Men
tíverri tykist, sum fleiri fram
standandi persónar í Føroy
um ikki hava skilt hendan
einfalda veruleika.
Lóggevandi og útinnandi
Bogi Andreasen hevur eina
atfinningarsama grein um, at
landspolitikkarar reka lokal
politikk. Hetta byggir helst
á eina misskiljing, tí munur
er á lóggevandi og útinnandi
valdi. Tær lógir og samtyktir,
sum Løgtingið viðtekur, eru
heimildir, sum bara Løgtingið
hevur. At játta pening til
landsvegir
kring
landið
(lokalt) er heimild, sum bara
Løgtingið hevur. At fremja
byggilóggávu
er
heimild,
sum bara Løgtingið hevur. At
lóggeva á eldraøkinum ella
á skúlaøkinum er heimild,
sum bara Løgtingið hevur.
Tí kann tað ongantíð koma
upp á tal, at Løgtingið fremur
lokalpolitiska lóggávu, sum
burdi ligið hjá kommununum,
tí kommunurnar hava ikki
heimild at gera lógir. Og tá
tað er neyðugt at lóggeva
lokalpolitiskt, so ger Løg
tingið tað, tí tað er bara Løg
tingið, sum kann gera tað.
Hvør stýrir?
Løgmaður og Magni Laksá
foss hava báðir í sambandi
við at skerja tingmannatalið
sagt, at 42 fólk (Løgting og
landsstýri) eru ov nógv at
stýra Føroyum. Hesir báðir
hava kanska eisini misskilt
uppgávurnar. Løgtingið stýr
ir ikki, tað ger landsstýrið.
Landsstýrið ger ikki lógir, tað
ger Løgtingið. Tað merkir, at
tað eru 9 fólk, sum stýra Føroy
um og 33, sum gera lógirnar.
Tingmannatalið
Undir orðaskiftinum um at
skerja tingmannatalið nevndi
ein av uppskotssetarunum,
at vit kunnu væl minka
tingmannatalið, tí arbeiðs
byrðan hjá Løgtinginum er
ikki ov stór. Hetta byggir
helst eisini á eina misskilj
ing. Løgtingið er ikki eitt
kollektivt stýri, sum býtir
arbeiðsuppgávurnar
javnt
millum tinglimirnar, soleiðis
at jú fleiri tinglimir eru,
jú minni er hjá hvørjum
einstøkum at gera. Allir ting
limir avgera sjálvir í mun til
egna samvitsku, hvussu nógv
ella lítið arbeiði teir leggja
fyri dagin. Tá eitt tingmál er
til viðgerðar, kann væl henda,
at allir 33 tinglimirnir gera
stórt arbeiði fyri at seta seg
inn í málið og hava virknan
lut. Tað kann eisini vera,
at bara ein ella 5 gera stórt
arbeiði, meðan hini onki gera.
Tí er tað burturvið at tosa um
arbeiðsbyrðu í sambandi við
løgtingsarbeiði. Tað er upp
til hvønn einstakan, hvussu
hann metir týdningin av
málinum.
Endamálið við at hava eitt
lóggávuting er at tryggja lóg
og rætt í landinum. Í okkara
fólkaræði verður tað gjørt við
at savna fólkavaldar kvinnur
og menn úr øllum landinum,
úr øllum samfelagsbólkum,
úr øllum hugsjónarhornum
at viðgera og samtykkja
lógaruppskot, sum tey sjálvi
ella onnur hava lagt fram. Um
vit minka talið av tinglimum,
koma færri sjónarmið fram
undir viðgerðini, og færri
sjónarmið koma at liggja
aftanfyri viðtøkuni. Sjálvandi
er eitt mark fyri, hvussu
nógv fólk kunnu umboða
øll sjónarmið á Tingi, og tað
markið hevur í langar tíðir
verið mett at liggja um tey
tretivu. Minka vit munandi
um talið, er vandin stórur
fyri, at nøkur sjónarmið
ikki verða umboðað, tá lóg
og rættur verða skipað. Og
tá eru bæði mannarættindi
og almennar skattakrónur í
vanda.
Løgtingið og hini