mánadagur 14. februar 2011síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 14. februar 2011 · Nr. 19
30
Sosialurin
Fyri mongum mongum árum
síðani, hoyrdi eg frágreiðing
um, hvussu fólkafloksmenn
í Danmark høvdu fyri vana
at skjóta javnaðarmonnum
í skógvarnar, at tað almenna
ikki var ført fyri at reka
nakað við yvirskoti. Í tí
aktuella málinum snúi tað
seg um sporvagnarakstur
í
Keypmannahavn.
Teir
privatu vístu á, at meðan teir
høvdu sporvagnaraksturin
um hendi, so gav hann yvir
skot, men raksturin gav
undirskot, tá tað almenna
tók yvir. Teir tosaðu ongan
tíð um, at meðan teir stóðu
fyri
rakstrinum,
koyrdu
sporvagnarnir
bert
eftir
teimum fólkaríku høvuðsveg
unum, meðan tað almenna,
ið skuldi tæna øllum borg
arunum á jøvnum føti, eisini
koyrdu í síðugøtunum og
í meira fólkatunnum um
ráðum. Eisini teir fjaldu sann
leikan, tí teir vildu fremja
egin áhugamál.
Vit eru mong, ið minnast,
tá tey privatu róku partar
av
ferðafólkflutninginum.
Vit minnast eisini, at tað
vóru tær yvirskotsgevandi
ruturnar, ið fólkafloksfólkini
sótu á, meðan landið mátti
taka sær av teim undir
skotsgevandi, og tá tær yvir
skotsgevandi
ikki
longur
góvu yvirskot, so vórðu tær
handaðar
landskassanum.
Ongin bjóðaði sær at yvirtaka
Smyril, og tað hevur eingin
heldur gjørt mær vitandi
til dagin í dag.
Síðst í 70unum sigldi
Smyril eisini túrar til Skot
land. Men tá hávaslagið
luktaði, at Skotlandssiglingin
gav pening í kassan, spentu
teir saman við fólkaflokki
num so hart á samgonguna,
teir sótu í, at hon slitnaði.
Teir góðtóku undir ongum
umstøðum, at tað almenna
røkti uttanlandasigling við
succes, nei hávaslagið átti alt
yvirskotsgevandi, kosta hvat
tað kosta vildi.
Tað seinasta vit hava
hoyrt frá uttanlandsiglingini
er, at hon eisini hevur silgt í
landskassanum
og
"over
night" skorað 30 mill. kr,
sjálvt um sagt verður, at tað
almenna manglar nógv í at
kunna røkja sínar skyldur.
So hávasloganið sær út til
at ljóða: alt úr landskassanum
onki í hann.
Og tað er júst tað, ið eisini
er talan um í Skálafjarðart
unnlamálinum. Øll sakkøn
siga, hvussu einastandandi
góðir møguleikar eru fyri,
at hann fer at geva eitt risa
avkast, og av somu orsøk skal
landskassin haldast longst
møguligt burtur frá hesum
projekti. Tað er nemliga ikki
váðin hann skal haldast
burtur frá, men vinninginum.
Landskassans projektir eru
harafturímóti, Sandoyar og
Suðuroyartunnlarnir,
sum
fara at geva stór undirskot,
so har eigur landskassin
undirskotini, og tað er eftir
hávaprincippi bert tílikt, ið
hoyrir landskassanum til.
Við síni útsøgn, sigur
Annika ikki tað, ið hon
veit, men tað, ið hávarnir
og annars fólkafloksfólk í
teim ymsum flokkum for
vænta, at hon skal siga. Og
so er søgan ikki longri væl
at merkja, um ikki tey, ið
eru góð við landskassan,
saman við sandoyingum og
suðuroyingum, og annars
við øllum teimum, ið halda,
at landskassin, ið er okkara
felags
húsarhaldskassi,
eisini eigur at vera við og
standa fyri projektum, sum
geva yvirskot. Um øll hesu
og onnur við sláa seg saman
og í felag staðfesta: At nú er
meira enn nokk við førdum
hávapolitikki, so gangi eg
út frá, sum givið, at politikk
ararnir taka annað skinn um
bak og framyvir ikki bert
arbeiða fyri einstaklingar,
men fyri fjøldina. Annars
verður val skjótt, og tá fáa
vit øll høvi til at velja millum
politik fyri einstaklingar ella
politik fyri fólkið.
Dagfinnur Danbjørg
Tað privata skal byggja Skálafjarðartunnilin
– Landskassin skal ikki váða (vinna) nakað
Hetta var klára niðurstøðan hjá Anniku Olsen í SVF í fyrrakvøldi. Hon segði váða
fleiri ferðir, men átti at sagt vinna, tí tunnilin er eitt vinnaraprojekt
Kjak
...ella tað var í hvussu er fyrsti
tankin, tá ið eg beit merki í,
at Sosialurin og Johan Dahl,
landsstýrismaður av sínum
eintingum bóru fram alla
bls. 8, t. 19. januar 2011, um
nýggju ferjuna til Nólsoyar.
Nú landsstýrismaðurin,
og onnur við makt, hava
havt tríggjar vikur "...at um
hugsa at flyta 20 av teimum
25 milliónunum frá einum
havrannsóknarskipi til eina
nólsoyarferju..." lysti mær
at frætta hvør gongd er í
málinum. Talan var um "...
eina kollveltandi útmelding
í samband við raðfesting
av
strandfaraskipunum.."
men tó hevur einki nýtt
verið í miðlunum um hvørja
móttøku hetta fær millum
tey fólkavaldu.
Væl vitandi, at týdningar
miklir leikir verða leiktir
handan leiktjøld, og at bert
lítil partur verður borin fram í
miðlunum, loyvi eg mær tó at
seta hesi orð fram, við ynskj
um um at okkurt afturat
verður kunnað okkum um
gongdina í verkætlanini.
Undirritaði hevur fleiri
ferðir fingið skotið í skógvar
nar, at hetta er ikki tíðin at
byggja skip og at landskassin
hevur ikki fíggjarligar møgu
leikar at seta slíkt arbeiðið
í gongd. Tá loyvi eg mær at
spyrja: Hava vit ráð at lata
vera?
Verður verkætlanin sett
í verk, so er okkum í arbeiðs
bólkinum sagt, at talan er um
1½ ár, frá skitsuprojektið til
ferjan flýtur í Nólsoyarfirði.
Skitsuprojektið er liðugt og
taka við so annað fyrireikandi
arbeiði við, so er áleið eitt ár
eftir, ið aktiverar eina rúgvu
av arbeiðsfólki og hevur við
sær at nógvum familjum er
tryggjað ársinntøku, heldur
enn at ganga arbeiðsleys!
Her er bæði talan um trivnað,
lívsgleði og at varðveita kunn
leikan um skipabygging.
Sjálvsagt kunnu uttanfyri
standandi bera fram: Ja, men
tit hava fingið nýtt og stórt
skip, hvat grenja tit um?
Hartil er bert at siga, at tá
ið vit kundu gleðast saman
við norðoyingum, um at tey
fingu 40 ára gamalt skip,
ið loysti teimum nógvar
trupulleikar, fingu vit 30 ára
gamalt skip, ið gav okkum
møguleikar og skapti nýggjar
trupulleikar.
Samstundis sum vit hava
samkenslu við teimum, ið
hava mist avvarandi, so
kunnu vit staðfesta, at sein
astu tvær jarðarferðirnar
hevur líkbilur verið í oynni
og sett sín dám á hesar løtur
í mun til áður, tá ið líkkistur
vórðu lyftar í krana og fluttar
í traktorlast.
Samstundis sum vit kunnu
ilskast inn á avlýsingar fyri
veður og tekniskt brek, so
kunnu vit staðfesta, at tað
er munandi lættari at stoypa
kei og flyta rusk, nú rúmligt
er á bildekkinum.
Samstundis
sum
vit
kunnu fegnast um at lyfta
er í Ternuni, kunnu vit stað
festa, at hendan fleiri ferðir
ikki hevur verið til at stóla
uppá og hevur verið atvoldin
til at ferðandi hava verið inni
stongd.
Hvat er so at gera?
SET VERKÆTLANINA Í
GONGD!
Arbeitt hevur verið fram
til eina skilagóða skitsu, har
talan er um:
1) Nýggja ferju og tann
byggikunnleika (knowhow)
ið harvið er í landinum.
2)
Ferju
sum
hevur
nøktandi men ikki ov stórt
bildekk.
3) Lægri ferju, ið harvið
skuldi lætt um siglingina um
vindur er.
4) Ferðafólkarúm í somu
hædd sum bildekki, har fólk
ikki noyðast í lyftu.
5) ...og ikki minst, arbeiðs
skapandi tiltak í hesum
arbeiðsleysu tíðum.
Tí verður áheitanin á Johan
Dahl, landsstýrismann, Sosi
alin og aðrar miðlar, at tit sam
starva um at halda lív í verk
ætlanini, soleiðis at hon verður
sett í verk sum skjótast.
Við bestu ynskjum
Jákup av Skarði
YES! Nú verður tað...