mánadagur 14. februar 2011síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mánadagur 14. februar 2011 · Nr. 19
Sosialurin
Rolf Guttesen
Í greinini hjá Una Arge í
Sosialinum
fríggjadagin
28.1.2011 varð sagt ymist skila
gott, hóast hann enn roynir
at stilla alt upp, sum vóu
vit ósamdir á øllum økjum.
Tað hendir tó fleiri ferðir,
at hann leggur mær orð í
munnin, sum eg aldri havi
sagt ella skrivað. Tað dámar
mær lítið, men eg skal royna
at svara aftur við fakligum
argumentum.
Einfalda reglur
kunna brúkast
Eg loyvi mær at endurgeva
tær 3 høvuðsleiðreglurnar,
sum eg alla tíð havi lagt fram
og arbeitt eftir. Hetta er ein
samandráttur
av
einum
longri skjali við 11 punktum,
sum kallast ”Eintýdd og prak
tisk staðanøvn,” sum m.a
hevur verið prentað sum
tíðargrein í Sosialinum.
Hesar 3 einfaldu reglur um
skriving av staðanøvnum eru:
1. Staðanøvn eiga at skriv
ast soleiðis, sum vanligt er í
teim ymsu londunum.
2. Nøkur staðanøvn hava
fra gamlari tíð ein konven
tionellan form í føroyskum.
Tey hava hevd og skula
brúkast.
3. Talið á exonymum
(fremmandum nøvnum) skal
um møguligt minkast.
Av hesum fylgir so logiskt,
at tey ikki eiga vaksa í tali.
Hetta er tað sum altjóða
stovnar mæla til, og sum
eisini bretska Collinsforlagið
brúkar.
Hevd ella konventiónir
í ymsum londum
Nú fer Uni Arge at kanna
ymisk landanøvn á Wikipedia,
sum í flestu førum er ein frálík
kelda. Hann finnur fram til at
Chile skrivast rættiliga ymist í
Albania, Turkalandi, Hollandi
og aðrastaðni: Kili, Chili, Sili og
so framvegis.
Rætt er tað. Men hetta
fylgir fínt reglu nr. 2 oman
fyri. Lond hava fullan rætt at
brúka teir formar, sum hava
hevd í teirra landi. Men Kili
í Føroyum er eitt nýtt upp
finnilsi, eitt nýgjørt exonym.
Hann sær ruðuleika
og regluloysi?
Hetta fær Uni Arge til skriva:
”Staðfestast
kann,
at
tá
umræður at stava landanøvn,
so finst eingin meginregla
yvirhøvur. Tvørturímóti er
tann herligi ruðuleiki galdandi,
at lond skriva fullkomiliga
ymiskt.” Eingin meginregla,
ruðuleiki? Anything goes?
Siðvenja, hevd, konventi
ónir ella traditiónir, eru alt
annað enn regluloysi og
ruðuleiki. Hetta er nakað,
sum søguliga og geografiskt
er vaksið natúrliga fram.
Og so ósannindir
Uni Arge koyrir hart fram,
og spyr leiðandi: ”Hugsa vit
okkum, at atfinnarnir at
føroyska
heimsatlassinum
skuldu farið at standardisera
øll heimsins mál (!) eftir dansk
ari og enskari fyrimynd…” Eg
eri illa við. Eg veit ikki um
nakran, slettis ikki eg sjálvur,
sum havi hugsað ella skrivað
sovorðið. Eingin hugsar um
at standardisera hvørki mál
ella staðanøvn eftir danskari,
enskari fyrimynd. At brúka
altjóða viðurkendar leiðreglur
er nakað heilt annað.Hatta
eru ósannindir, og eg fari at
biðja Una Arge skjalprógva
sín pástand, takk.
Og fleiri ósannindir
Men Uni Arge framtúrar.
Hann skrivar heldur ikki satt,
tá hetta verður lagt á borðið:
”Hygg so at hvussu heimsins
lond skriva Danmark, ið jú
skrivast Danmark á donskum
og tí sambært útsagnunum
hjá Rolf Guttesen verður
skrivað Danmark um allan
heim.” Hatta er aftur ein
ósannur pástandur úr leysari
luft. Eg havi ongantíð sagt so.
Hetta er beinleiðis lygn, Uni
Arge. Hatta eru ósannindir,
og eg fari at biðja Una Arge
einaferð aftrat at skjalprógva
sín pástand, takk.
Premissurnar í
lagi, men…
Dømini um, hvussu lond
skriva so ymiskt, bæði Chile,
Kina ella Danmark, eru røtt
sum dømir. Men niðurstøðan:
at man kann skriva, sum
man heldur vera best, er
skeiv. Premissur í lagi, men
konklusiónin skeiv. Niður
støðan skal vera, at nøkur
staðanøvn hava frá gamlari
tíð ein konventionellan form
í føroyskum – og øllum øðr
um málum. Tey hava hevd
og skula brúkast. Tann rætta
niðurstøðan peikar beint á
reglu nr. 2 omanfyri.
Eitt nútíðar atlas,
ikki eitt søguligt
Til
endans
í
kronikkini
hjá Una Arge eru partar
við
góðum
skili.
Hann
mælir frá at brúka gamlar,
avoldaðar
formar
sum
Burgundarhólmur,
Sikiloy,
Bjørgvin, Høvdastaður og
Grønhøvdaoyggjar
osfr.,
men í staðin Bornholm,
Sisilia (tó hevði eg skrivað
Sicilia við c, so sum vanligt
er í Italia, sí reglu 1), Bergen,
Cape Town og Kapp Verde.
Sjálvandi, vildi eg sagt,. Eitt
nútíðar skúlaatlas er nakað
annað enn eitt søguligt atlas.
Tað er heldur ikki gongd
leið at fara at umseta ella
týða fremmand nøvn. Tí
øll staðanøvn í heiminum
hava onkran upprunaligan
týdning. Hesin partur fylgir
tíbetur reglu nr. 3 omanfyri:
Minka um, ella ikki gera fleiri
exonymir. Og tað fari eg vera
nøgdur við.
Uni Arge hevur rætt í nøkrum lutum,
men ber í fleiri førum ósonn boð
Bjørn Kalsø
løgtingsmaður
Orrustan um makrelin kann,
um hon verður handfarin
rætt, gerast grundarlag undir
nógv størri útflutningi og
fleiri arbeiðsplássum á sjógvi
og landi. Skal hetta gerast
varandi veruleiki, er kortini
neyðugt at týðandi avgerðir
verða tiknar.
Í fjør elvdu innanhýsis
ósemjur í politisku skipanini
og í vinnuni til, at tað tók alt
ov langa tíð at taka avgerð
um, hvør kós skuldi haldast í
stríðnum um makrelin.
Í evstu løtu varð avgerð
kortini tikin. Gamla makrel
avtalan varð ikki endurnýggja
og eginkvota á 15% av heildar
kvotuni varð ásett. Tíbetur
var hepni við okkum. Sjálvt
um avgerðin fall seint, eydn
aðist makrelfiskiskapurin á
einari leið kortini.
Fyrr á sjóvarfallinum
Aftur í ár sær út til, at tað dreg
ur út at taka neyðugu avgerð
irnar í makrelmálinum.
ES, Noreg og Ísland hava
fyri tíð síðan boðað frá,
hvussu stóran part av heildar
kvotuni tey kanna sær. Skip
og virki har hava í góðari tíð
fingið at vita, hvussu árið
skal leggjast til rættis.
Okkara skip og virki vita
enn lítið og einki um, hvat
er í væntu í makrelhøpi, tí
eingi greið boð eru komin úr
landsstýrinum um, hvussu
stór makrelkvotan verður og
hvør fer at sleppa upp í part
at fiska.
Týðandi
millumlanda
fiskiveiðuavtalur við ES og
Noreg, sum vanliga hava verið
gjørdar fyri árslok, hanga
somuleiðis í leysum lofti, nú
vit eru komin út í februar.
Um vinnan skal hava
møguleika at fáa sum mest
burturúr,
er
neyðugt
at
ruddað verður upp í hesum
ógreiðu
viðurskiftum,
so
vinnan veit hvar hon flýtur.
Makrelkvotan má tí ásetast
beinanveg,
fiskiskapurin
eigur somuleiðis at verða
skipaður so skjótt sum gjør
ligt og greiða má fáast á
um millumlanda fiskiveiðu
avtalurnar við ES og Noreg
gerast egg ella ungi.
Eiga størri part
enn Ísland
Skal nakað skilagott spyrjast
burtúrúr
stríðnum
um
makrelin, er fyrst og fremst
neyðugt, at ES og Noreg
slaka í teirra órímiligu krøv
um. Men Ísland liggur eisini
framvið.
Seinastu trý til fýra árini
hevur
makrelfiskiskapur
tikið seg upp í íslendskum
sjógvi, og í ár hava íslendingar
boðað frá, at ætlanin er at
fiska sløk 150.000 tons. Hetta
er væl meira enn tey 85.000
tonsini, sum vit kannaðu
okkum í fjør.
Fiskiskapurin í íslendsk
um sjógvi fer at hava við
sær, at Ísland gerst nýtt
strandaland í eini komandi
makrelavtalu.
Heldur
sama
gongdin
fram, er tað ikki óhugsandi,
at íslendingar fara at vinna
sær størri part av samlaðu
makrelkvotuni enn vit, tá
samanum kemur.
Søguligur fiskiskapur telur
nógv í trætum um ferðandi
fiskastovnar, tá býtast skal.
Svartkjaftasemjan, ið varð
gjørd í 2006, er gott dømi í so
máta!
Skulu vit ikki sita við
minsta partinum, tá av tornar,
eigur
landsstýrismaðurin
at umhugsa at áseta okkum
eina kvotu, sum er størri enn
hon íslendingar hava kannað
sær.
Týðandi avgerðir mugu takast
í makrelstríðnum