Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-02-16, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. februar 2011síða 5

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mikudagur 16. februar 2011 · Nr. 20 Sosialurin Leo Poulsen Fleiri hava helst hugsað, tá tey sóu eina oljusperring lagda rundan um tvey russisk skip í dag, at nú var aftur ein oljudálking í á havnarvág. Men so var kortini ikki. Ein av ásetingunum í nýggju bunkringslógini, sum kom í gildi fyrsta januar í ár, er, at oljusperring skal leggj­ ast út, tá tungolja verður bunkrað. – Vit hava keypt eina 250 metur langa oljusperru, so vit kunnu lúka treytirnar í nýggju bunkringslógini, sigur Niels Kári Nielsen av havnaskrivstovuni í Havn. Oljusperran hjá Tórs­ havnar Havn varð fyrstu ferð nýtt í gjár, tá eitt russiskt farma­ og veitingarskip bunkr aði olju umborð á ein russiskan trolara við Bacalao keiina. ­ Hetta er ein fyrrverandi trolari, sum er bygdur um til eitt farma­ og veitingarskip, og fiskur skal eisini skipast millum skipini, sigur Niels Kári Nielsen. Tað var annars meiningin, at Smyril skuldi bunkra inni á Sundi í gjáramorgunin, men orsakað av vánaliga veðri­ num fór hann til Fuglafirðar at bunkra. – Meiningin var at nýta nýggju oljusperruna á Sundi í gjáramorgunin og at russisku skipini so skuldi bunkra í dag, men av tí at vit ikki brúktu sperruna á Sundi, kundu russisku skip­ ini bunkra í gjár, sigur Niels Kári Nielsen. Tað áliggur havnunum at tryggja bunkring av tungolju, og tí hevur Tórshavnar Havn keypt oljusperruna. ­ Vit brúka okkara egna bát og okkara egnu fólk at leggja oljusperruna út. Hon skal kunna brúkast allastaðni í kommununi, har tungolja verður bunkrað, tað veri seg í Havn, á Sundi ella í Kollafirði, og tí er best, at vit brúka okkara egna fólk til hetta arbeiði, sigur Niels Kári Nielsen. Bunkringslógin krevur oljusperru Nýggja bunkringslógin, sum kom í gildi fyrsta januar 2011, krevur millum annað, at oljusperrur skulu leggjast út, tá tungolja verður bunkrað. Sperrurnar vórðu fyri fyrstu ferð royndar hjá Tórshavnar Havn í gjár Leo Poulsen Sum kunnugt er ein av avleiðingunum av nýggju bunkringslógini, at oljusperrur skulu leggj ast kring skipið, tá tung olja verður bunkr­ að. Og tað hevur eisini sína frágreiðing. – Er talan um dálking frá tungolju, er hon so ógvuliga ring at fáa upp aftur. Hon er nógv vandamiklari enn vanlig olja, og verður fulgur og djór dálkað, doyggja tey mest sannlíkt, sigur Annika Olsen. Eitt annað, sum eisini er ásett í lógini, er, at bunkring av tungolju bert kann fara fram við bryggju. Tað er sostatt ikki loyvt at bunkra á redini. – Tórshavnar Havn hevur keypt eina olju­ sperru fyri hálva milli­ ón, men teir vinna vænt andi nakað av pengum inn aftur við tað at skip mugu til bryggju at bunkra. Tá fá teir brúgvagjald í staðin fyri bert havnagjald, um teir liggja á reduni, sigur Annika Olsen. Bunkringslógin kom sum nevnt í gildi á nýggjárinum, og nýggj havumhvørvislóg er á veg. – Hon hevur verið til hoyringar, og liggur nú hjá politisku flokkunum. Eg vóni at fáa hana í Tingið einaferð í vár, og so verður gildiskoman væntandi einaferð seinni í ár, sigur Annika Olsen. Nýggja havum hvørv­ islógin hevur millum annað munandi hægri bøtur fyri oljudálking, og ein slík kann í ringasta føri koma upp á kvarta millión krónur. Oljusperringin er lógarkravd tá tungolja verður bunkrað, sambært nýggju bunkringslógini Mynd: Álvur Haraldsen Tungoljan vanda- miklari - Tungoljan er munandi vandamiklari og næstan ikki til at fáa upp aftur, og tí verður kravt, at oljusperring verður løg dum skipið, tá tungolja verður bunkrað, sigur Annika Olsen Tungoljan er nógv meira vandamikil og dálkandi enn vanliga gassoljan, og tí verður oljusperring kravd við bunkring, sigur Annika Olsen Við kodeorðinum N97 er Apple á veg á marknaðin við einari minni og bíligari fartelefon. Sambært amerikanska fíggjarblaðnum, Wall Street Journal er Apple komið langt í menningini av einari minni og bíligari útgávu av iPhone til umleið helvtina av prísinum fyri núverandi topútgávuna, iPhone 4. Blaðið endurgevur keldur, sum hava hildið á nýggju iPhone’ini, og sum umrøða hana sum munandi lættari. Apple mennir eisini sína MobileMe­skipan, ið er »cloud­computing«­ loysnin hjá fyritøkuni, ein persónligur harðdiskur, sum bert finst á internetinum. Apple vil tó ikki úttala seg um søgurnar. iPhone umboðar í 39% av søluni hjá Apple, og hevur selt 84 milliónir á heimsbasis síðani hon kom fram í 2007. Sambært IDC eigur Apple tó bert 3,4% av globala fartelefon marknaðinum, og tað kemst av, at ein iPhone framvegis er dýrari enn kappingarneytarnir, skrivar Politiken. Apple á veg við mini-iPhone Discount-iPhone er bíligari, skjótari og til støddar sum helvtin av einari iPhone 4, skrivar Politiken, ið endurgevur Wall Street Journal. Nýggja mini útgávan av iPhone 4 er munandi minni og bíligari enn uppruna útgávan