Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-28, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. februar 2002síða 12

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 41 - 28. februar 2002 Nr. 41 - 28. februar 2002 23 Molde tapti týsdagin tepurt ímóti svenska Halmstad í La Manga í Spania ÚTISETI Jóannes Hansen Langa venjingarlegan hjá svensku og norsku fótbólts- feløgunum í La Manga fer nú at halla. Næstsíðsti dystardagurin var týsdagin. Í morgin verða síðstu dystirnir spældir. Molde spældi týsdagin ímóti svenska Halmstad. Á báðum liðunum vóru fleiri spælarar, sum framman- undan ikki høvdu spælt so nógv á venjingarleguni. Tá fótbóltsspælarar hava verið á venjingarlegu í tíggju dagar, sigur tað seg sjálvt, at teir eru farnir at troyttast. At venja tvær ferðir um dagin og at spæla fleiri dystir um vikuna hevur við sær, at bæði kroppur og sinni ikki eru heilt í topp at spæla. Tað sást eisini í spæli- num, sum verður sagt ikki at hava verið nakað serligt. Í 1. hálvleiki var Molde omaná. Teir høvdu fleiri upplagdar málmøguleikar, og tvær ferðir bjargaðu teir á svenska liðnum á mál- strikuni. Svenska liðið hevði onkran einstakan møguleika, men tað var málleyst, tá spælararnir fóru til kærkomnu hvíldina. Um støðan hevði verið 3–1 til Molde, so hevði tað verið á einari leið, siga teir á heimasíðuni hjá Molde. Eftir steðgin gekk tað meiri javnt fyri seg. Upp- løgdu málmøguleikarnir vóru ikki nógvir, og tað var eftir eina deyðbóltsstøðu, tá umfarið var tjúgu minuttir gamalt, at svenskararnir fingu einasta málið. Jákup Mikkelsen hálvbjargaði frí- sparksroynd av brotsteigar- markinum, og ein av sven- sku álopsmonnunum var fyrstur á returinum. Stóri spurningurin er so, hvussu tað verður við plássinum millum stólpar- nar hjá Molde, tá sjøtul aftur verður settur á Tippu- liguna, sum norska lands- kappingin verður nevnd. Á venjingarleguni í La Manga hava svenski Eddie Gustaf- sson og Jákup Mikkelsen vart málið aðru hvørja ferð. Svenski venjarin hjá Molde, Gunde Bengtsson, fer ivaleyst skjótt at gera upp við seg sjálvan, hvønn av teimum báðum hann vil hava sum fyrsta málverja. Hóast talan er um tveir eins góðar málverjar, so fer tað neyvan at vera soleiðis, at Jákup Mikkelsen fer at verja málið í øðrum hvørj- um landskappingardysti og Eddie Gustafsson í øðrum hvørjum dysti. Vanliga er tað soleiðis, at venjarin tek- ur avgerð um, hvør skal vera fyrsti málverjin, og so verður tað upp til henda at vísa, at venjarin hevur gjørt rætta valið. Venjingardystirnir benda á, at tað er møguleiki fyri, at tað fer at roynast betri hjá Hvidovre nú, enn tað gjørdi undan vetrarsteðginum ÚTISETI Jóannes Hansen Tað royndist alt annað enn væl hjá Óla Johannesen og Hvidovre, tá teir eftir summarsteðgin í fjør royndu at taka fyrsta stigið fyri at gera dreymin hjá størsta eigaranum av felag- num, Peter Schmeichel, til veruleika. Dreymurin var, at Hvidovre innan alt ov rúma tíð skuldi endurvinna støðuna í toppinum í donskum fótbólti, sum teir vóru við til at mynda frá miðskeiðis í seksti árunum og inntil grannarnir í Brøndby rættuliga fingu høvdið fyri seg. Men veruleikin hjá Hvid- ovre hevur myndað seg heilt øðrvísi. Síðsta heyst spældu teir fimtan lands- kappingardystir. Teir vunnu bara tríggjar ferðir, seks ferðir var javnleikur, og teir taptu seks ferðir. Nú síðstu fyrireikingarnar verða gjørdar til seinnu kapping- arhálvu, er Hvidovre á 11. plássinum – trý stig frá niðurflytingarplássinum, sum B93 er á. Sær ljósari út Útgangsstøðan undan seinnu kappingarhálvu er soleiðis, at tað í fyrsta um- fari verður hugsað um at sleppa burtur úr niðurflyt- ingarvandanum, áðrenn tað verður hugsað um at vera við í stríðnum um uppflyt- ing til superliguna. Síðandi ársskiftið hevur Hvidovre spælt sjey venj- ingardystir. Og um úrslitini í teimum skulu takast sum ábending um, hvussu tað fer at roynast í landskapp- ingini, so sær ikki so galið út. Hvidovre hevur bara tapt eina ferð. Tað var ímóti superliguliðnum AB, sum vann 5–3. Annars hevur Hvidovre vunnið 5–1 ímóti Birkerød, 1–0 ímóti Brøns- høj og 2–1 ímóti HIK. Ímóti Fremad Amager, Farum og Lyngby hevur verið javnt. Tá Hvidovre spældi 1–1 ímóti Farum vóru teir sera væl nøgdir. Farum liðið var júst komið aftur av venjing- arlegu í Spania, har teir hvønn dag høvdu vant á grasi, meðan talan var um fyrsta dystin í hesum ári- num á grasi hjá Hvidovre. Ímóti Lyngby var úrslitið 4–4. Líkindini vóru vána- lig. Tað varð spælt á sand- vølli, og tað vóru bæði kavi og ísur á vøllinum. Óli undanvind Á heimasíðuni hjá Hvid- ovre tykjast teir vera væl nøgdir. Serliga væl nøgdir eru teir við verjupartin. Liðformaðurin á føroyska landsliðnum, Óli Johanne- sen, er fastur maður í mið- verjuni. Tá Hvidovre tapti 5–3 á útivølli ímóti AB, varð ein av høvuðsorsøk- unum søgd at vera, at Óli Johannesen ikki var í mið- verjuni. Hann hevði drigist við ein lítlan skaða, og und- ir upphitingini noyddist hann at staðfesta, at tað ikki bar til at spæla. Í 4–4 dystinum ímóti superligu liðnum Lyngby skoraði Óli Johannesen tvey mál. Fyrsta umfarið í lands- kappingini í næstbestu donsku deildini verður vikuskiftið 16. og 17. mars. Umfarið verður tað 16. í hesum kappingarárinum. Hvidovre skal spæla á úti- vølli sunnudagin 17. mars. Mótstøðuliðið verður gam- la stórfelagið í Odense, sum eitur B1909. Venjingardystir eru á skránni tvey tey næstu vikuskiftini. Nú leygardag- in skal Hvidovre spæla ímóti Knabstrup og annan leygardag skulu teir spæla ímóti Skjold. Jákup fekk aftur møguleikan Óli hevur ongan dyst tapt Í Býin NÁTT- T- T B hjá Øssuri Christiansen Leygarkvøldið : • Vetsm.-Tórsh. kl. 23.30 • Tórsh.-Vetsm. kl. 00.30 órsh. kl. 03.30 • Tórsh.-Vestm. kl. 04.30 (Koyrt ver ívík og Kollafj rð Onnur kv ld kann avtalu Tlf. 424254 Tlf.286254 AUTO 1234 TO 311234 TO 123 AUTO -Dag & nátt- Hýra bil - ring 311234 BENZIN DIESEL KIOSK -Alt døgnið- AUTO 311234 Hafnia Lounge Tlf. 31 32 33 · Fax 31 52 50 · Stórt úrval av kaffi · Dagsins køka · Sandwich · Flógv terta við salati · Ymisk "snacks" · Smyrjibreyð frá kl. 14-17 (aftaná kl. 17 eftir áheitan) Upplatingartíðir Sunnudag - hósdag Opið kl. 14.00-24.00 Fríggjadag & leygardag Opið kl. 14.00-01.00 íkar Klubbi íkar Klubbi í 455681 Fríggjadagin 1. mars íggjadagin 1. mars í Leygardagin 2. mars • Opið frá kl. 22.00 • Dansur frá kl. 24.00-04.00 SLICK spælir • "Fimmari" ÚT AT ETA - Lat okkum um Uppvaskið: Borðbílegging á tlf. 319767 Borðbílegging á tlf. 319696 MENU VIÐ 3 RÆTTUM Einans 195,00 kr. Tlf 319767 Rækjubland Angus-búffur við pipar- ella Bernaise-sós Ís-dessert 195,00 kr Casablanca suppa Grillaður Lambsryggur Arabbiata Ísur Tricolora 195,00 kr HOTEL ØRAVÍK Matstovan bjóðar Hvørt fríggja- og leygarkvøld: -Rækjubland -Enskan el. franskan búff Bert......155,- Hvønn sunnudag millum kl. 12.00 og 15.00 -Suppu -Steik -Dessert Bert......128,- Borðbílegging á Tlf.: 37 13 02 Fax: 37 20 57 Felagið Tórshøll Hetta vikuskiftið spæla Leygarkvøldið verður bingo kl. 20.00 Felagið Tórshøll Sverrisgøta 22 Tlf. 31 15 65 livandi tónleikur Opið er: ð Mán.– Hós. kl. 1700 – 2330 Fríggjadag kl. 1700 – 0330 Leygardag kl. 1700 – 0330 Sunnudag kl. 1700 – 2330 LI HÓSKVØLDIÐ 14.02.02 TAXI Klubbadansur Sosialurin - 311820 Havnar Klubbi: stað að a iðið ðiði , har ð, har ð fófóf lk m ólk m ó øtir áðrenn ta ðrenn ta ð ð að a er t ð íð Leygarkvø vø v ldi øldi ø ðiði 2/3 ð spæla C M Y K 23 22 Tlf. 31 26 25 Ísur - 3 kúlur 25,- Ískakao 25,- Ísur í Soda 25,- Belgisk vafla 28,- v/ ísi ella róma Køka 28,- v/ súrróma ella róma Pannukøkur 28,- v/ ísi ella róma MENU- eftirverðar livandi tónleikur Í Býin Í spæla ê Bàin ê Bàin ê Bàin ê Bàin ê Bàin ê Bàin - hv¿nn h—sdag Í Býin - Hvønn hósdag Mat- seðilin Hósdagin 28. feb.: Grýturættur Fríggjadagin 1. mars: Kalkunsnitsel Leygardagin 2. mars: Enskan búff Mánadagin 4. mars: Kjøtbollar í karrysós Týsdagin 5. mars: Lambafrikassé Mikudagin 6. mars: Lasagna *** Seinnaparts- TILBOÐ frá kl. 14.00: Juniorburgari 19,95 Maxiburgari ella Búffsandwich 25,00 Matstovan í Hoyvík fríggjakvøldið 01/03 Konufólk ókeypis atgongd til kl. 01.00 Ladies Night 20 ára aldursmark p e t u r & p e t u r • 3 2 0 8 7 0 leygarkvøldið 02/03 DJ Ottar DJ Ottar