Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-28, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. februar 2002síða 13

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagin rennur sáttmálin millum partafelagið Ítróttar- vedding og donsku Tipstænastuna út. Hóast eingin sáttmáli er, verða tipspeng- arnir, sum eru 6,5 milliónir um árið, framvegis sendir til Føroya. Ein lóg í Fólkatinginum skal broytast, áðrenn henda veitingin verður steðgað TIPSPENGAR Stefan í Skorini Danska Tipstænastan vil ikki leingja sáttmálan við smápartafelagið Ítróttar- vedding við meira enn einum ári. Hetta heldur Heðin Mortensen, stjóri í partafelagnum, vera alt ov lítið, tí felagið hevði skotið upp at leingja sáttmálan við fýra árum. Orsøkin til at Tipstænast- an ikki vil leingja sáttálan við meira enn einum ár er, at landsstýrið arbeiðir við at savna V4, Gekkin og Happadráttin í eitt lands- umfatandi spæl við størri vinningum, enn tey geva nú. Tipstænastan vil vita, hvat fer at henda á hesum økinum, áðrenn sáttmálin verður longdur. Hóast eingin sáttmáli enn er undirskrivaður millum Ítróttarvedding og Tipstæn- astuna, er tann føroyski parturin av tipspengunum tryggjaður við lóg í Fólkatinginum. Tí skal henda lógin broytast, áðrenn føroyingar missa sínar 6,5 milliónir um árið, sum Tipstænatan sendir til Føroya. Tað vil siga, at hóast sátt- málin ikki verður longdur, verða pengarnir framvegis sendir til Føroya, uttan so at lógin í Fólkatinginum verður broytt. Føroyingar fáa tipspengar, hóast tað ikki er heilt lógligt at spæla lotto og at tippa í Føroyum. Vanlukkuligur standur Heðin Mortensen, stjóri í Ítróttarvedding og forseti í ÍSF, heldur, at tað hevði verið ein vanlukka, um føroyingar missa tipspeng- arnar. Tí ger hann alt, hann er mentur, fyri at tryggja, at Føroyar framhaldandi fáa part av tipspengunum. Hann greiðir frá, at Ítrótt- arvedding fyrst bjóðaði Tipstænastuni ein tvey ára sáttmála, men at hon heldur vildi hava ein sáttmála á fýra ár. Nú hava danir kúvent í málinum og vilja bara leingja sáttmálan við einum ári. Heðin Mortensen sigur, at hann hevur havt samband við Tipstænastuna og hevur greitt teimum frá, at teirra tænasta í Føroyum ikki verður ávirkað av ætlanum landsstýrisins, men at virk- semi teirra kann halda fram sum áður. Væntandi fær felagið Ítróttarvedding, ið hevur einkarætt til slík spøl í Føroyum, svar úr Danmark skjótt. Ein stórur partur av pen- inginum frá Tipstænastuni fer til ítróttin og til lands- liðsarbeiði. Um Føroya ikki hevði tipspengingin hevði neyvan nakað landslið verið í hondbólti. – Tað hevði verið ein katastrofa, um vit missa tipspengarnar, tí vit hava einki at seta ístaðin, sigur Heðin Mortensen. Fáa meira enn vit lata Føroyingar spæla fyri einar 15-16 milliónir krónur árliga. Einar 7-8 milliónir krónur koma aftur í før- oyskar lummar í vinningi. Í donsku lógini stendur, at Føroyar fáa 0,5% av yvirskotinum hjá Tipstæn- astuni, og hetta er 6,5 milli- ónir krónur. 60% av hesum fara til ÍSF, 20% til FUR og 20% til Mentamálastýrið, ið býtir peningin út til ungdómstiltøk. Harafturat fáa kioskirnar, ið hava tips og lott, ein part av umsetninginum og Før- oya Tele fær pening fyri at umsita netið. Tilsamans koma fleiri pengar til landið, enn vit lata av landinum. Heðin Mortensen hevur heitt á løgmann, ið er verji hjá ítróttinum í Føroyum, um at seta seg í samband við danska mentamála- ráðharran og forsætisráð- harran og biðja um, at før- oyski parturin ikki verður minkaður. Hann heldur ikki, at tað ber til at minka um tann føroyska partin, bara tí at landsstýrið arbeiðir við at seta eitt nýtt spæl á stovn. – Vit hava gjørt eina avtalu um at fáa ein part av felagskassanum, og okkara partur skal ikki minkast, tá onkrir trupulleikar stinga seg upp, sigur Heðin Mort- ensen, sum í einum nýggj- um sáttmála fer at tryggja sær, at føroyska parturin ikki verður broyttur. HONDBÓLTUR Stefan í Skorini Týskvøldið vóru tveir hondbóltsdystir í 1. deild hjá monnum og kvinnum avlýstir. Bæði mans- og kvinnuliðið hjá Kyndli skuldu inn á Skála at spæla ímóti StÍF, men vegna veður vórðu hesir dystirnir av- lýstir, og ikki er greitt enn, nær teir verða spældir. Dysturin millum kvinnuliðini hjá StÍF og Kyndli var annars sera avgerandi fyri botnstríð- ið, tí bæði liðini strídd- ust fyri at varðveita sessin í bestu deildini. Kyndil skuldi vinna fyri at yvirliva, meðan StÍF kundi liva við einum javnleiki. Í kvøld, hóskvøldið, verður dystur í gunda- dalshøllini millum kvinnuliðini hjá Neist- anum og Sóljuni. Hetta er ein útsettur dystur, sum skuldi vera miku- kvøldið. Nr. 41 • hósdagur • 28. februar 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Fleiri avlýsingar Møguleiki er fyri, at føroyski álopsspæl- arin verður í FCK álopinum, tá sjøtul sunnudagin verður settur á superliguna ÚTISETI Jóannes Hansen Todi Jónssn var týskvøldið millum eygnavitnini á Old Trafford. Hann og hinir í FCK hópinum sóu Man- chester United hølva franska meistaraliðið Nant- es av 5–1. Tað var sjálvandi hugaligt, men Todi Jóns- son, sum er avgjørdur Liverpool viðhaldsmaður, heldur á heimasíðuni hjá sær, todi.fo, at tað hevði verið hugaligari, um tað hevði verið Liverpool, sum spældi og vann so nógv! At Todi og liðfelagarnir eru í Manchester kemst av, at teir so at siga eru flýddir úr Danmark. Fyrsta u- mfarið í superliguni eftir vetrarsteðgin er á skránni nú sunnudagin. FCK skal spæla á heimavølli í Parkini ímóti AGF. Tað er rættuliga ivasamt, hvussu tað verður við superliguni sunnudagin. Vetrarveðrið hevur leikað í kring alt Danmark, og tað liggur kavi á flestu vallun- um, har landskappingar- dystir skulu spælast sunnu- dagin. Men tað verður í hvussu so er roknað við, at tað fer at bera til at spæla í Parkini í Keypmannahavn. Vetrarveðrið hevur havt við sær, at tað ikki hevur borið til at venja á gras- vallum. FCK gjørdi skjótt av, og sunnudagin fóru teir til Manchester. Men har hevur veðrið ikki verið nakað serligt. FCK hevur fleiri ferðir vant á gras- líkisvallum. Tað kunnu teir eisini gera í Keypmanna- havn. Undan fráferðini úr Keypmannahavn var upp á tal, at FCK skuldi spæla venjingardyst ímóti Man- chester City, sum hevur fyrrverandi FCK mannin, Niclas Jensen, á liðnum. Men venjingardysturin er ikki spældur, og í gjár var tað óvist, um FCK fer at spæla nakran dyst, meðan teir eru í Onglandi. Megnar ein tíma Stóri spurningurin er, um Todi Jónsson nú er nóg væl fyri at spæla týdningar- miklar dystir. FCK venjarin Hans Backe hevur sagt, at hann fegnast um, at Todi nú tykist vera komin fyri seg aftur. Tað, sigur hann, fer at styrkja um álopspartin, men hann heldur ikki, at Todi enn er førur fyri at spæla meiri enn ein góðan tíma. Todi Jónsson venur við fullari ferð, men hann sig- ur, at tað framvegis restar eitt sindur í, áðrenn hann verður eins væl fyri, sum hann var undan skaðanum, ið hann hevur drigist við síðani tíðliga síðsta summ- ar. – Um eg verði á liðnum ímóti AGF sunnudagin, veit eg ikki. Zuma er leik- bannaður, og tað átti at økt um møguleikarnar fyri, at eg verði millum teir fyrstu ellivu, sigur Todi Jónsson á heimasíðuni. Undan fráferðini til Suð- urafrika varð Todi Jónsson úttikin til doping roynd. Svarið fekk hann, tá teir komu aftur úr Suður- afrika,og tað segði, at einki er at finnast at. Todi á Old Trafford Tipspengar til Føroya uttan sáttmála Heðin Mortensen fer at gera alt, hann er mentur, so føroyski parturin av tipspengunum ikki verður skerdur ella fellur burtur 25 24 Nr. 41 - 28. februar 2002 UTTAN ÚR HEIMI Búskapur og vinna: Stórt fall Árið í fjør royndist illa hjá teimum 30 fyritøk- unum, hvørs partabrøv vórðu tey mest seldu og keyptu á partabræva- marknaðinum í Stock- holm. Eitt yvirlit vísir, at meðan fyritøkurnar høvdu 311 mia. krónur í avlopi í 2000, var avlopið bara 156 mia. krónur í fjør ella bara helvtin. Fyritøkurnar Ericsson og ABB átttu helvtina av fallinum. Yvirlitið vísir, at Telekom-marknaðurin varð meinast raktur av búskaparafturgongdini í fjør. Nevnast kann, at Ericsson, Nokia og Telia høvdu 94 mia. krónur í vinningi í 2000, men í fjør var avlopið bara átta mia. króinur. Serliga úrslitið hjá Ericsson var vána- ligt - frá 30 mia. krónum í vinningi í 2000 til næstan 30 mia. krónur í halli í fjør. IMF-krøv Stjórnin í Turkalandi hevur gjørt av at slaka fyri krøvum frá Altjóða Gjaldoyragrunninum IMF. Landið fekk í veruleikanum knívin á barkan og hevur nú givið IMF lyfti um at betra ta almennu um- sitingina og at steðga korrupsjónini. Stjórnin í Ankara sig- ur, at hon fer at siga 50.000 almenn starvs- fólk úr starvi í ár, og at onnur 25.000 verða uppsøgd næsta ár. Sam- stundis hevur hon bundið seg til at leggja fram eina fíggjarlóg fyri 2003, sum skal hava 6,5 prosent í avlopi. Peningin ætlar stjórnin at fáa burtur úr hægri avgjøldum á bensini og gassi, sam- stundis sum ognar- skatturin skal hækkast. Eisini hevur stjórnin bundið seg til at basa inflasjónini, sum í løt- uni liggur um 90 pro- sent. IMF krevur, at hon skal niður á 12 prosent innan trý ár. Turkiska stjórnin væntar, at landsins bruttotjóðarframleiðsla fer at hækka trý prosent í ár og kanska meiri, men óheftir búskapar- frøðingar ivast í met- ingini. Úr Norðurlondum: Skilja kirkju og stat Meiriluti er í norska Stórtinginum fyri at skilja norsku kirkjuna frá statinum, men avgerðin kann tó ikki setast í verk fyrr enn eftir næsta val. Summir politikarar halda kort- ini, at fólkið eigur at sleppa at siga sína hugsan, og tí er ikki óhugandi, at spurning- rin verður lagdur til vegleiðandi fólkaat- kvøðu fyrst. Nógvir politikarar eru kortini varnir, og minni enn so allir halda, at tað er rætt at gera fullan skilnað millum kirkjuna og statin. Summir stór- tingslimir halda, at tað átti at borið til at funnið eina skipan, sum ger kirkjuna meiri sjálvs- støðuga. Illveður Rættiliga nógvur vind- ur var í syðra parti av Danmark týskvøldið og mikunáttina. Veður- menninir høvdu boðað frá stormi og ódn í hvirlunum, og onkun- staðni máldu teir upp í 42 metrar um sekundið. Bjargingartænastan Falck fekk fráboðanir um einar 200 skaðar og hús og bilar, teir flestu í Suðurjútlandi, Lollandi og á Falster. Nógv trø fóru í vindinum, og onkunstaðni kvettu trøini el-veitingina. Ferðslan var eisini nógv darvað av vindinum, tí myndugleikarnir valdu at steingja fleiri brýr, teirra millum brúnna um Stórabelti. Størri hjálp Teir stóru hjálparfe- lagsskapirnir í Noregi vilja hava politikarar- nar at lata meiri pengar í menningarhálp. Í einari felags áheitan heita Flykningerådet, Kirkens Nødhjelp, Norges Røde Kors, Norsk Folkehjelp og Redd Barna á Stórting- ið um at økja menn- ingarhjálpina, sum hon verður eitt prosent av norsku bruttutjóðar- framleiðsluni. Tað hevði havt við sær, at tann árligi stuðulin hevði vaksið umleið hálva aðru mia. krónur. Í ár eru 50 ár, síðani norski staturin veitti ta fyrstu menningarhjálp- ina. Ein stórur meiriluti av heimsins muslimum halda ikki, at tað vóru arabarar, sum skipaðu fyri yvirgangsatsóknunu m í USA tann 11. september í fjør YVIRGANGUR Árni Joensen Hetta sæst í einari kanning, sum amerikanski Gallup- stovnurin hevur gjørt í arabiskum og muslimskum londum. Hóast fjølmiðlar um allan heim óteljandi ferðir hava sagt og skrivað, at 15 av teimum 19 flog- rænarunum vóru saudi- arabarar, halda bara 18 prosent av teimum spurdu muslimunum, at tað vóru arabarar, sum skipaðu fyri atsóknunum. Blaðið USA Today skrivar, at nógv av teimum spurdu geva Ísrael og USA sjálvum skyldina av tí, sum hendi. Gallup hevur spurt 9.924 fólk í teimum níggju lond- unum Saudiarabia, Iran, Pakistan, Indonesia, Turka- landi, Libanon, Kuwait, Jordan og Marokko. Um- leið helmingurin av heim- sins muslimum búgva í hesum londunum. Tey vórðu eisini spurd, hvat tey hildu um ameri- kansku krígsførsluna í Afghanistan. Níggju pro- sent svaraðu, USA hevði rætt til at fara í kríggj ímóti Taliban og al-Qaeda, men 77 prosent hildu, at ameri- kanska avgerðin var skeiv. Nógv afghansk flótta- fólk, sum eru í flótta- fólkalegum, tora ikki at fara heimaftur, siga mannarættindafelags skapir. Serliga kvinnurnar stúra AFGHANISTAN Árni Joensen Tað eru framvegis millum tríggjar og fýra milliónir afghansk flóttafólk í legum í Pakistan og Iran. Tey flestu hava sera vánalig kor í legunum, og hóast paki- stansku og iransku mynd- ugleikarnir gera sítt ítartsta fyri at fáa tey at fara heim- aftur, tora tey ikki. - Eg tori ikki at fara heimaftur, sigur ein av kvinnunum. Hon er av hasara-fólkinum í lands- partinum Baghlan norðan fyri høvuðsstaðin Kabul. Hon sigur seg hava frætt, at nógvir hasarar og usbekar vórðu myrdir í Baghlan tíðliga í november. Bara tann eina dagin doyðu tólv, sigur hon og leggur afturat, at tey hava frætt tíðindini frá einum manni, sum var so heppin at sleppa burtur haðani. Ein onnur kvinna sigur, at hon torir ikki at fara heimaftur, tí hon er bangin fyri, at krígsharrarnir, sum tóku valdið aftan á tey amerikansku bumbuálop- ini, fara at hevna seg. Sjálv er hon av pasjtuna-fólkin- um, men er ættað úr einari bygd, har tey flestu eru usbekar. Kvinnurnar og fleiri av hinum flóttafólkunum bera eisini ótta fyri at verða álopin á veg heimaftur. Tey hava frætt, at krígsharrarnir og brotsmannalið hava sett vegbyrgingar upp ymsa- staðni millum teir stóru býirnar. Har krevja teir at fáa pengar aftur fyri at loyva flóttafólkunum fram- við. Tey, sum ikki hava pengar, verða skotin. Ein lastbilaførari varð herfyri særdur av skotum, tá hann sýtti fyri at steðga við eina av hesum vegbyrgingunum. Krígsharrar ráða Mannarættindafelagsskapu rin Human Rights Watch sigur, at flóttafólkini kenna seg heldur ikki trygg í legunum í Pakistan og Iran. Felagsskapurin sigur, at nógv fólk eru illa viðfarin, og summi eru vorðin noydd yvir um afghanska markið ímóti sínum vilja. Nógvar av kvinnunum í legunum kenna seg ótrygg- ar, tí tær hava frætt, at ókendir menn hava verið í legunum, har teir hava burturflutt ungar gentur. Sjálvar bera tær eisini ótta fyri kynsligari misnýtslu, velja tær at fara heimaftur. ST-flóttafólkastovnurin UNHCR fer tann 1. mars undir eina verkætlan, sum skal fáa umleið 800.000 flóttafólk at venda heim- aftur, men Human Rights Watch stúrir fyri, at fleiri verða noydd at fara heim ímóti sínum vilja. Tað av- sannar ST, sum sigur, at ætlanin er at hjálpa teim- um, sum vilja sleppa heim- aftur. Alment er tað fyribils- stjórnin í Kabul, sum stýrir Afghanistan í dag, men í fleiri landspørtum eru tað krígsharrar av ymiskum slagi, sum hava tað veruliga valdið. Har vesturi og har norðuri í landinum er støð- an so ótrygg, at sjálvt ikki neyðhjálparfelagsskapirnir tora hagar at hjálpa teimum neyðstøddu. Tær tora ikki heimaftur Nógvar afghanskar kvinnur, sum eru í flóttalegunum í Pakistan og Iran, tora ikki heimaftur. Søgurnar ræða Tað vóru ikki arabarar C M Y K 24