hósdagur 28. februar 2002síða 14
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 41 - 28. februar 2002
Fríggjadagin var stór-
kapping í rútmiskum
fimleiki í høllini á
Hálsi fyri teir báðar
yngru aldursbólk-
arnar. Smágenturnar
hjá Havnar Fimleika-
felag fáa nú møgu-
leikan at luttaka í
danska Grand
Prixnum í fimleiki
FIMLEIKUR
Stefan í Skorini
Stórkapping, sum í veru-
leikanum er FM, var fyri
yngru
aldursbólkarnar
fríggjakvøldið. Genturnar
hjá Havnar Fimleikafelag
vunnu bæði hjá pinkum og
smágentum, og smágent-
urnar fáa nú møguleikan at
luttaka í donsku grand prix
kappingini. Tær verða tó
bert við sum gestaluttak-
arar og hava tí ikki møgu-
leika at vinna heiðurs-
merki, men tær verða
dømdar eins og hini liðini.
Hetta gevur teimum møgu-
leika at samanbera seg við
donsku genturnar. Danska
kappingin verður tann 6.
apríl.
Fýra fimleikafeløg vóru
við í stórkappingini, og
gleðiligt var at síggja fim-
leikafelagið Flog úr Fugla-
firði taka lut fyri fyrstu ferð
í fleiri ár. Harumframt vóru
Ljósið, Havnar Fimleika-
felag og Støkk eisini við.
HF sigursharri
Havnar Fimleikafelag gjør-
dist tann stóri sigursharrin í
hesi kappingini. Felagið
vann í báðum aldursbólk-
unum, men sigurin var tep-
ur, tí Ljósið var beint í høl-
unum.
Úrslitið hjá pinkum var,
at Havnar Fimleikafelag
vann við 8,35 stigum, og
Ljósið var á øðrum plássi
við 8,10 stigum. Støkk end-
aði á triðja plássi við 7,85
stigum, og Flog fekk 7,35
stig.
Hjá smágentum varð
kappast í tveimum serium,
eini fríar og einari við bólt-
um. Úrslitið í fríu seriuni
var, at Havnar Fimleika-
felag a vann við 8,95 stig-
um, Ljósið var á øðrum
plássi við 8,8 stigum,
Havnar Fimleikafelag b
fekk 8,1 stig, Støkk 7,85
fekk stig og Flog fekk 7,0
stig.
Í seriuni við bóltum
fingu Havnar Fimleika-
felag a og Ljósið bæði 8,7
stig. Havnar Fimleikafelag
b fekk 8,2 stig, Støkk fekk
7,7 stig og Flog fekk 6,85
stig.
Sostatt vann Havnar Fim-
leikafelag a kappingina
samanlagt og er føroya-
meistari. Ljósið gjørdist
nummar tvey og Havnar
Fimleikafelag b nummar
trý. Støkk úr Runavík end-
aði á fjórða plássi og Flog á
fimta plássi.
Jan Christiansen setti
stórkappingina, og fyrireik-
ararnir eru væl nøgdir og
gleðast um, at fýra feløg
luttóku í ár.
8. mars verður stórkapp-
ing fyri gentur og kvinnur.
Stórkapping í fimleiki:
Havnar Fimleikafelag vann
Stórkapping var í rútmiskum
fimleiki í høllini á Hálsi.
Fýra feløg luttóku, og tey
vóru Havnar Fimleikafelag,
Ljósið, Støkk og Flog. Havnar
Fimleikafelag vann bæði hjá
pinkum og hjá smágentum
Myndir: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
26
Nr. 41 - 28. februar 2002
27
Goymslufólk
til
Hjálpartólamiðstøðina (HTM)
Á HTM er eitt fulltíðar starv sum goymslufólk leyst
at seta sum skjótast.
HTM er deild Almannastovuni og umsitur hjálpar-
tól, umbyggingar í heiminum og avlamisbilar til
fólk, ið bera brek. Í løtuni starvast 8 fólk á HTM.
Uppgávurnar hjá HTM umfata m.a.
• upplýsing, ráðgeving og leiðbeining til brúkarar,
almennar myndugleikar o.o. um hjálpartól og
byggi- og bústaðarspurningar
• útlán og endurnýtsla av hjálpartólum
• viðgerð og støðutakan til umsóknir um sertil-
lagað hjálpartól, bústaðarbroytingar og avlamis-
bilar
• tvørfakligt samstarv - innan- og uttanhýsis
Starvið fevnir m.a. um:
• avgreiðslu
• skipan av goymslu
• goymslustýring
• smávegis umvælingar av hjálpartólum
Vit sóknast eftir einum starvsfelaga sum hevur:
• viðkomandi útbúgving
• drúgvar royndir frá líknandi arbeiði
• áhuga at arbeiða við hjálpartólum
• góð samstarvsevnir
• hollan telduførleika
Vit kunnu bjóða:
• sjálvstøðugt arbeiði
• flextíð
• nýggja tøkni
• tætt samstarv við starvsfelagarnar
• fakligt mennandi umhvørvi
Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum
Fíggjarmálastýrið og viðkomandi yrkisfelag.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til
Palla Mortensen leiðara á HTM tel. 318300.
Umsókn við avriti av viðkomandi skjølum skal
sendast til Hjálpartólamiðstøðina, Postboks 1049,
110 Tórshavn
Umsóknarfreist: 5. mars 2002 kl. 1400.
Tiltøk í mars 2002
Framsýningin hjá Siri Gjesdal, Noreg, er í húsinum til og
við 17. mars 2002.
Sunnudagur 03.
kl. 16.00
Konsert v/ GRISFO. Sigurður Flósason (ÍS) saxofon. Jim
Milne (GR) piano og Edvard Nyholm Debess (FO) bass.
Hetta er norðurlendsk konsertrøð, sum er stuðlar av
N.A.P.A. (Nordens Institut på Grønland), Norræna Hús-
inum í Reykjavík, Nordisk Kulturfond og Norðurlanda-
húsinum í Føroyum.
Mánadagur 04.
kl. 19.30
KLIPP, Filmsfelag Norðurlandahúsins sýnir finska filmin
Badding. Markku Pölö er leikstjóri. Filmurin, sum er frá
2000 er ein tónleikafilmur.
Mikudagur 06.
kl. 19.30
Norrøna Felagið fer at hava fyrilestur um Nordjobb og
stuðulsmøguleikar
Fríggjadagur 08.
kl. 19.30
Í sambandi við Kvinnudagin verður kvøldseta undir
heitinum: »Framtíð Føroya«. Á skránni verður felags-
sangur, tónleikur, framløga, har kvinnuligur politikarir
siga um sínar framtíðar ætlanir innan umhvørvi, bú-
skap, ríkisrættaligari støðu, samfelagsskipan, familju-
mynstur,stutt sagt framtíðina hjá kvinnum,børnum og
gomlum.
Leygardagur 09.
kl. 14.00
Fotoframsýningin v/ myndum frá Antarktis hjá Klaus
Kiesewetter letur upp.
Sunnudagur 10.
kl. 20.00
ORFEUS, Tónlistarfelag Norðurlandahúsins hevur kon-
sert í Gallerí Ribarhús í Fuglafirði. Ólavur Jakobsen,
guitarleikari fer at spæla verk eftir m.a. Bach, Sor,
Tárraga og Albeniz.
Mikudagur 11.
kl. 19.30
ORFEUS, Tónlistarfelag Norðurlandahúsins hevur
konsert. Ólavur Jakobsen, guitarleikari, fer at spæla
verk eftir m.a. Bach, Sor,Tárraga og Albeniz.
Sunnudagur 17.
kl. 16.00
Konsert v/ Føroya Symfoniorkestri
Hósdagur 21.
kl. 19.30
Konsert,Vetrarjazzur
Leygardagur 23.
kl. 16.00
Sjónleikur v/ finska sjónleikarahúsinum TOTEM
Leygardagur 23.
kl. 14.00
Framsýningin »Vilde dyr i Norden« v/Annett-Mette
Holm letur upp.
Sunnudagur 25.
kl. 16.00
Føroya Landsorkestur
Broytingar í skránni kunnu koma fyri.
Høvi er at keypa te, kaffi, sodavatn, øl, breyð,
køkur o.a. í kaffistovuni.
Húsið er opið gerandisdagar kl. 10.00 -18.00
og sunnudagar kl. 14.00-18.00.
Kaffistovan er opin, tá ið húsið er opið.
NORÐURLANDAHÚSIÐ Í FØROYUM
Telefon nr. 317900.Telefax nr. 319790
e-mail:nlh@nlh.fo · http://www.nlh.fo
Tekstvarp í SvF frá síðu 650
Hósdagur
28. Skírisdagur. Húsið er stongt
Fríggjadagur 29. Langi Fríggjadagur.
Húsið er stongt
Leygardagur 30. Páskaaftan. Húsið er stongt
Sunnudagur 31. 1. Páskadagur. Húsið er stongt
Mánadagur 01. 2. Páskadagur. Húsið er stongt
Verkfrøðingur
til Teknisku deild hjá Sørvágs Kommunu
Søkt verður eftir starvsfólkið við tekniskari útbúgv-
ing verk/byggifrøðing til teknisku deild hjá Sørvágs
kommunu. Talan er um eitt spennandi og sjálv-
støðugt starv.
Høvuðsuppgávur
· At taka sær av projektering, uppmálingum og
eftirlit av øllum viðlíkahaldi og nýíløgum í
kommununi.
· At fyrireika mál, ið skulu leggjast fyri teknisku
nevnd.
· At skipa fyri avgreiðslu av nevndar- og bygdar-
ráðssamtyktum.
· At samskifta við borgarar, feløg og stovnar.
Førleikakrøv
Umsøkjarin skal vera verkfrøðingur, byggifrøðingur
ella hava líknandi útbúgving.
Persónligir eginleikar
Umráðandi er, at umsøkjarin dugir væl at leggja
arbeiði til rættis, er fyrikomandi, kann arbeiða sjálv-
støðugt og er til reiðar at luttaka í øðrum arbeiði hjá
kommununi, enn omanfyri nevnt.
Setanarviðurskifti
Setanartreytir sambært sáttmála við arkitekta/verk-
frøðingafelagið.
Kommunan bjóðar
eitt áhugavert starv, ið er fakliga og persónliga
mennandi við góðum arbeiðsumstøðum.
Meira fæst at vita
um starvið við at venda sær til kommunuskriv-
stovuna í Sørvági á tlf. 332004 ella 210504.
Umsókn
Saman við upplýsingum um útbúgving og royndir
skulu umsóknir verða Sørvágs kommunu í hendi í
seinasta lagi 25. mars 2002.
Sørvágs Kommuna
FO-380 Sørvágur
tlf. 332004 – 210504
Sandoyar sýslu
Javnaðarfelag
hevur
uppstillingarfund
í ungmannafelagshúsinum á Sandi
hósdagin, tann 7. mars 2002 kl. 2030.
og
ársaðalfund
í ungmannafelagshúsinum í Skopun
hósdagin, tann 14. mars 2002 kl. 2030.
Nevndin
STÓRT TILTAK
Í ARGJA SKÚLA
Mattombola
Bommtombola
Café
Lutaseðlasøla
Klatriveggur
Skreiðirør
Fiskibrunnur
Ponyríð
Leygardagin 2/3-2002 frá kl 15 00
Internet Sosialur
www.sosialurin.fo
in
27